Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 3 - 7. januar 2004 Nr. 3 - 7. januar 2004 5 L Ø G T I N G S VA L 0 4 TERJI RASMUSSEN Sjálvstýrisflokkurin, Suðurstreymoyar valdømi NIELS UNI DAM Tjóðveldisflokkurin, Suðurstreymoyar valdømi tónleikur Hvørjar ætlanir hevur tú viðvíkjandi umstøðunum hjá føroyskum tónleikarum? Eg haldi, at hugburðurin víðvíkjandi tónleiki skal broytast í Føroyum. Heldur enn at síggja tónleik sum eina útreiðslu skal tónleikur síggjast sum ein íløga. Vit áttu at gjørt eitt alment partafelag, sum hevði til uppgávu at út- flyta føroyskan tónleik uttanlands. Fremsta uppgávan hjá felagnum skal at promota føroyskan tónleik uttanlands Tónleikur er mítt hjartamál. Fyrst og fremst skulu pengar játtast til spælistøð kring alt landið. Her má landið og kommunur fara inn og stuðla. Fugla- fjørður og Mentunnarhúsið er ein fyri- myndarlig sólskinssøga hesum viðvíkj- andi. Eisini er týdningarmikið, at tón- leikarar fáa betri møguleikar at koma í bæði venjingarhølið og upptøkuhølið og taka eitt nú demofløgur upp Hvussu fáa vit Kodaskipanina at virka betur? Eg haldi, at Koda skipanin riggar væl sum er. Trupulleikin liggur ikki hjá Koda, men hjá útvørpunum.Útvarp Føroya og Koda gjørdu í sínari tíð eina avtalu, sum hevur við sær, at minni lá eftir tónleikararunum. Skal skipanin betrast, mugu útvørpini broyta avtal- una við Koda, so at meir peningur ligg- ur eftir hjá tónleikarum Kodaskipanin virkar fínt. Trupulleikin er, at tónleikarar ikki fylla pappírið rætt út. Tær ferðirnar, eg sjálvur havi gjørt tað, havi eg eisini fingið nokk burturúr Røkir FUT sín leiklut til fulnar? Eg eri í dag hvílandi limur í FUT, men eg haldi kortini ikki at felagið røkir sína uppgávu. FUT átti at virka sum eitt fak- felag fyri tónleikararnar. Politikkararnir í Føroyum hava í dag einki fakfelag at diskutera spurningar, sum hava við tónleik at gera. Henda leiklut átti FUT at havt fyri føroyskan tónleik Endamálið við FUT er, at tað skal virka sum eitt fakfelag, ið savnar pengar til eitt fakfelag fyri tónleikararnar. Tað ger FUT ikki sum nú er. Uppgávuna sum konsertfyrireikarar og fløguútgevarar røkja teir kortini væl Mær dámar betur Gestir. Tónleikurin hjá Gestum er meira meliødøsur og sveimandi og tað dámar mær betur enn tónleikin hjá All That Rain phj/ka All That Rain eru betri samanspældir og kanska betri fyri tekniskt eisini. Gestir duga betri at skriva góð løg. Hatta fer tó altíð at vera ein spurningur um smag. Hvønn bólk dámar tær betur All That Rain ella Gestir? Stuðulskonsert til frama fyri AIDS-rakt børn Hornorkestrið á Tvøroyri skipaði sunnudagin fyri væl- eydnaðari stuðuls- konsert, ið savnaði góðar 10.000 kr. til vælgerandi hjálpar- arbeiði í Suðurafrika INNSAVNING Bartal Nolsøe Poulsen Farna sunnudag skipaði Tvøroyrar Hornorkestur fyri heldur forkunnugari konsert í kirkjuni á Tvør- oyri. Helgi Enni, sum er formaður í orkestrinum sig- ur, at tey høvdu havt eina sera væleydnaða konsert í Hvalba 1. nýggjársdag, so avgjørt var at royna at endurtaka bragdið. Sostatt kom konsertin í lag við stuttum skotbrái. Haraftrat varð avgjørt at skipa fyri peningainnsavning til AIDS-rakt børn í Cape Town. Sosialurin skrivaði stutt undan jólum um innsavn- ing, sum Steintór Rasmus- sen, Sámal Bláhamar og Hans Eiler Hammer eru farnir undir, til frama fyri foreldraleys gøtubørn og eitt barnaheim í Suður- afrika. Í tí sambandi hava teir tríggir tikið stig til tvær vælgerandi stuðulskonsert- ir í Klaksvík og Tórshavn ávíkavist 17. og 18. januar, og tað var við hesum sum íblástri at Tvøroyrar Horn- orkestur saman við Brandi og Trónda Enni, og Guðr- uni Sólju Jacobsen av- gjørdu at sameina eina hugnaliga konsert við pen- ingainnsavning til hetta vælgerandi endamálið. Av Tvøroyri verður sagt, at hóast konsertin kom so brádliga í lag, var undir- tøkan stak góð. Jónsvein Bech, prestur, metir, at eini 350 fólk vóru til konsert í kirkjuni á Tvøroyri sídsta sunnudag. Góðar 10.000 kr. komu í bússurnar. Sjávboðin stuðul Hans Eiler Hammer, prest- ur, ið er ein av stigtakarun- um til landsumfevnandi innsavningina sigur, at hann og nevndin eru ótrú- liga glað fyri konsertina á Tvøroyri. – Hatta var júst tað, vit høvdu vónað, at fólk runt um í landinum sjálvboðin taka stig til at stuðla verkætlanini, sigur hann í telefonini úr Klaks- vík. Hans Eiler Hammer sig- ur, at umframt stuðulskon- sertirnar, sum vera um smáar tvær vikur, er møgu- leiki at stuðla verkætlanini við at lata peningagávu á konto í peningastovnunum. Innsavningin heldur fram til fyrst í februar. TÍÐINDASKRIV Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum Ársins Fyrsta- hjálpara 2003. Hann, sum verður kosin Ársins Fyrsta- hjálpari fær heiðursbræv frá Reyða Krossi umframt peningagávu, sum Trygg- ingarfelagið Føroyar letur. Tann, sum er í uppskoti. skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp. Endamálið er ikki einans at tilnevna Ársins Fyrsta- hjálpara 2003, men eisini at eggja øðrum at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri mannalív kunnu bjargast Politi, bjarginarfeløg, virkir, stovnar og einstak- lingar kunnu lata inn upp- skot, ið verða viðgjørd av nevndini í Reyða Krossi Føroya Serligt oyðublað, ið er sent politistøðunum kring landið og annars fæst frá Reyða Krossi, skal sendast Reyða Krossi Føroya í seinasta lagi 31. januar 2004, verður sagt í tíðinda- skrivi frá Reyða Krossi. Ársins Fyrstahjálpari 2003 Sosialurin fer teir komandi 14 dagarnar at royna ein øðrvísi og heldur lættari tátt, har vit spyrja tvey valevni hvørjaferð, sum ikki hava sitið á tingi ella verið landsstýrisfólk áður, ymsar spurningar um eitt ávíst evni. Evnið er eitt, sum valevnini á ein ella annan hátt hava tilknýti til í teirra "sivila" lívi. Og eru tey ikki úr sama flokki. Vit hava til dømis lagt út við teimum báðum Terja Rasmussen og Niels Una Dam, sum stilla upp fyri ávíkavist Sjálvstýris- flokkin og Tjóðveldis- flokkin. Vit spyrja teir nakrar spurningar um tón- leik, sum teir báðir hava tætt tilknýti til uttan fyri valorrustuna. Onkrir av spurning- unum, sum valevnini fáa, eru meira opnir, har tey fáa møguleika til at siga nøkur ting, meðan aðrir verða meira konkretir. Og so eru onkrir meira skemtiligir. Hetta fyri at gera táttin eitt sindur lættari og meira skemti- ligan. Spurningarnir koma at verða millum tríggir og fimm í tali hvørjaferð. Nýggjur táttur C M Y K 5 4