mikudagur 7. januar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 3 - 7. januar 2004
Nr. 3 - 7. januar 2004
7
Tørvurin
mink-
aður
Í sambandi við
uppsagnirnar av
heimarøktarum í
Vágunum, sendi
økisleiðarin fyri
heimarøktini í øki
tvey, Sonja Klein,
út eitt tíðindaskriv,
har hon millum
annað segði, at tað
ikki einans er av
sparingum, at
heimarøktararnir
vórðu uppsagdar
HEIMARØKT
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Í Sosialinum í gjár stóð
ein samrøða við Malan
Helgudóttir,
eftirlits-
kvinnu og økisskrivara
hjá heimarøktini í Vág-
unum, har hon greiddi
frá, at uppsagnirnar eru
ein beinleiðis avleiðing
av sparingum.
Hesum er leiðarin fyri
heimarøktini í øki tvey,
Sonja Klein, tó ikki heilt
samd í. Við útvarpið
mánadagin segði hon, at
uppsagnirnar
eisini
komu av, at tørvurin á
heimahjálp er so nógv
minkaður.
Sonja Klein segði eis-
ini við útvarpið, at tørv-
urin á heimahjálp var
óvanliga stórur í Vágum
til á vári í fjør. Men so
er tørvurin minkaður, tí
tímatalið hjá brúkarun-
um er minkað.
Sonja legði so afturat,
at hetta og ein nátúrlig
frágongd, gjørdu sítt til,
at tørvurin minkaði.
Men søgan um Dinnu
og foreldur hennara er
eitt dømi upp á júst tað
øvugta.
Hetta ásannar Sonja
Klein. Hon leggur tó
dent á, at tað, sum hon
segði við útvarpið var
útfrá uppsagnunum.
– Eg havi ikki hug at
fara meira út í fjølmiðl-
arnar við hesum sum nú
er, so eg havi ikki aðrar
viðmerkingar enn tað,
sum eg segði við út-
varpið mánadagin, sigur
Sonja Klein, økisleiðari
fyri heimarøktini í Vág-
unum og Norðstreymoy.
Síðani september í
fjør hevur Dinna
Jacobsen úr Sørvági
verið um foreldur
síni, sum bæði eru so
mikið illa fyri, at
teimum tørvar
heimarøkt. Men tað
letur seg ikki gera,
fingu tey at vita, tí
ongir pengar eru til
taks
HEIMARØKT
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Hjúnini Marianna, 89, og
Poli, 83, eru noydd at
búgva inni hjá dótrini,
Dinnu Jacobsen, tí ongin
heimarøkt er at fáa orsakað
av sparingum. Tey hava búð
inni hjá henni í góðar
tríggjar mánaðir nú og hava
tað eftir umstøðunum gott.
Men Dinna sjálv ivast ikki
í, at um foreldrini kundu
búð heima, so høvdu tey
viljað tað.
Inntil september mánað í
fjør arbeiddi Dinna í einum
barnagarði í Sørvági. Men
so varð mamma hennara
løgd undir skurð, og tað
hevði við sær, at tørvur
varð á heimarøktarhjálp.
Dinna fekk at vita, at tað
bar ikki til, og so royndu
hon og pápi hennara sum
frægast
at
vera
um
mammuna.
Men so illa vildi til hjá
teimum, at í november
løgdust bæði mamman og
pápin við lungnabruna. Tey
lógu á Landssjúkrahúsinum
í tvær vikur har á leið. So
vórðu tey útskrivað -
mamman fyrst. Og nakrar
dagar seinni var pápin eis-
ini útskrivaður. Men bæði
vóru tey so mikið illa fyri,
at tey ikki megnaðu at røkta
vanligar húsarhaldspliktir.
Aftur spurdi Dinna um
heimarøkt, men svarið var
tað sama. Tey kundu ikki
fáa heimahjálp, tí at ongir
pengar eru til tað.
Vónbrot
Dinna sigur, at foreldrini
høvdu tað ræðuliga ringt, tá
tey komu heim, so Dinna
bað um farloyvi frá sínum
starvi og tók tey heim til sín
at búgva, har tey framvegis
eru.
– Tað var eitt stórt vón-
brot, at tey ikki kunnu fáa
heimarøkt. Tvey so gomul
fólk, sum hava tænt sam-
felagnum í so mong ár ikki
kunnu fáa ta hjálp, sum
teimum tørvar á ellisárum,
er nógv fyri, sigur Dinna,
sum er líka við at geva upp
í dag.
Hon spyr eisini, hvat
hevði hent við foreldrum
hennara, um hon ikki var
nóg frísk til at taka sær av
teimum. Hon er teirra ein-
asta barn, og hava tey
sostatt ongan annan.
– Eg spyrji bara, hvar tey
so skuldu farið, sigur hon
hørm á málinum.
Tað er ymiskt frá dag til
degi, hvussu tey bæði
gomlu eru fyri. Onkrar
dagar gongur heilt væl,
men aðrar orka tey nóg illa
at koma upp úr seingini, og
tískil má onkur vera um tey
allatíðina.
Dinna hevur onki ímóti at
passa síni foreldur, men
hon er hørm og vónbrotin
kortini. Tí hon eigur ikki at
vera heima, hon hevur eitt
starv at passa. Og haraftur-
at so ivast hon ikki í, at um
foreldur hennara fingu
valið, so høvdu tey heldur
viljað verið heima hjá teim-
um sjálvum við hjálp frá
heimarøktini.
Múrar allastaðni
Dinna tosar eisini um,
hvussu torført tað er at fáa
hjálpartól og annað. Nógv
pappírsarbeiðið av tí, og tað
tekur langa tíð, áðrenn
nakað svar kemur.
– Ein nýtir eina øgiliga
rúgvu av orku fyri at royna
at finna teimum ta hjálp,
sum er at fáa, men ein renn-
ur seg í múrar allastaðni.
Og tá missir man at enda
mótið og letur bara standa
til, sigur hon.
Í fyrstuni var Dinna óð
um, at tey ikki kundu fáa
heimarøkt. Og hon heldur
tað vera ov galið, at tvey
fólk, sum ongantíð hava
verið ein byrða fyri sam-
felagið ikki kunnu fáa
heimarøkt. Men síðani hev-
ur hon roynt at bitið tað í
seg, men hon dylir ikki fyri,
at hon heldur tað vera ov
galið.
– Tað er ótrúligt, at tað
ikki skal kunna bera til,
sigur Dinna.
Foreldur hennara eru
munandi betur fyri í dag
enn fyri tveimum mánaðum
síðani, men tað er ikki
hugsingur um hjá teimum
at kunna búgva fyri seg
sjálvi, tí tey megna ikki at
gera mat ella reint.
Nær tey kunnu vænta at
fáa heimarøkt, veit Dinna
onki um, og sostatt er
framtíðin greið í fyrstu
atløgu. Tey verða búgvandi
hjá Dinnu og manninum,
og Dinna verður í farloyvi
so longi, sum tørvur er fyri
tí.
Svikin á ellisárum
Dinna Jacobsen passar foreldur síni, Marianna og Poli Johansen, tí sparingar á heimarøktarøkinum í Vágunum gera, at tey ikki kunnu fáa heimarøkt
Mynd: Jens K. Vang
Politikkur á Vertshúsinum
Vertshúsið verður í
hesum valdøgum
karmur um nøkur
politisk tiltøk
VERTSHÚSIÐ
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Vertshúsið fer nú undir
nøkur politiks tiltøk fram
til valið.
Fríggjakvøldið 9. januar
verður eitt kvinnupolitiskt
kvøld, har kvinnlig valevni
úr øllum flokkum fáa høvi
at hitta møguligar veljarar.
Mannfólk hava onga at-
gongd hetta kvøldið. Tó
verður ein einsamallur hani
millum allar hønurnar, og
er tað Uni Debes, sum fer
at spæla tónleik.
Huxa fer allan januar
mánað at hava »Café
Huxa« í kjallaranum á
Vertshúsinum. Har verður
skipað fyri ymsum politisk-
um kjakfundum og dialogi
við politiskan ungdóm.
Cocktailurin verður bland-
aður við góðum tónleiki.
Hóskvøldið 15. januar
fer Johan í Kollafirði at
hava
eitt
hip-hopshow
undir heitinum »Føroyingar
eru lættir at lumpað«. Hetta
showið er sensurerað.
Tann 16. januar fer Rói
Egholm at hitta sínar
mongu vinnulívsveljarar.
Frá Vertshúsinum verður
upplýst, at talan møguliga
eisini verður um onnur
valevni, sum fara at nýta
hetta høvið at koma í
samband við veljararnar,
nú dagarnir fækkast til
sjálvan valdagin.
Í 2003 setti Vága flog-
havn met fyri í ferða-
fólkatalið. Heili
162.917 ferðaðust um
flogvøllin í Vágunum
í fjør
FLOGFERÐSLA
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Ongantíð
hava
fleiri
ferðafólk ferðast yvir flog-
vøllin í Vágunum sum í
fjør. 162.917 ferðafólk
løgdu í 2003 leiðina yvir
Vága floghavn, og tekur
hetta talið metið frá 2001.
Tá var ferðafólkatalið uppi
á 158.056. Ferðafólkatalið í
2002 var 156.895, so
vøksturin í fjør var uppá 3,8
prosent.
Upplýst verður av flog-
vøllinum, at vøksturin stav-
ar serliga frá leiðunum til
og frá Stórabretlandi og
Íslandi, meðan talið á
Danmarkar leiðunum er
óbroytt í mun til árið
frammanundan.
Í desember mánaði í fjør
fóru og komu beint undir
10.000 fólk um flogvøllin í
mun til 9396 árið fyri. Hetta
er ein øking í desember
mánaði á 4,8 prosent.
Fyri 10 árum síðani var
ferðafólkatalið
niðri
á
87.133 fólkum, og hetta
talið er vaksið til 162.917
fólk í 2003. Hetta er ein øk-
ing, sum svarar til 87
prosent.
Ein lítil afturgongd hevur
verið í flogferðsluni tó. Í
2003 komu og fóru 5217
flogfør í mun til 5280 í
2002.
Ferðafólkamet í 2003
Ferðafólkatalið í Vágunum setti met í 2003
Savnsmynd
Sjálv-
hjálpar-
bólkarnir
aftur í
gongd
TÍÐINDASKRIV
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Í fjør byrjaðu tær tríggj-
ar Anna S. Dalsgaard,
Oddvør Poulsen og Jón-
gerð Poulsen við sjálv-
hjálparbólkum
fyri
børn, sum hava mist eitt
foreldur.
Tríggir sjálvhjálpar-
bólkar vóru í 2003 við
umleið 25 børnum. Ar-
beiðið hevur gingist so
mikið væl, og ætlanin er
tí at fara undir nýggjar
bólkar í ár. Í fyrsta um-
fari er talan um børn,
sum eru millum 8 og 17
ára gomul. Kanska talan
eisini verður um at fáa
børn, sum hava mist
systkin við seinni.
Frá Sandoyar
sýslu
Javnaðarfelag
Hugnakvøldið
ið skuldi verða á Sandi 29. november,
verður ístaðin leygardagin 10. januar kl. 19.30
á Keldu í Skálavík við røðum, sangi, tónleiki
og góðum mati.
Øll javnaðaráhugað eru vælkomin.
Nevndin
Móttøka
Í sambandi við at arbeiðsformaður okkara André Hentze
gevst eftir 29 ár í starvi hjá Runavíkar kommunu,
verður skipað fyri almennari móttøku i byráðssalinum
fríggjadagin 9. januar frá kl. 15.00-18.00.
Runavíkar býráð
POLITISKT VERTSHÚS: Vertshúsið skipar í døgunum
uppundir valið fyri nøkrum politiskum tiltøkum
Savnsmynd
C
M
Y
K
7
6