mikudagur 7. januar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 3 - 7. januar 2004
Nr. 3 - 7. januar 2004
9
Sjálvstýrisflokkurin góðar vónir til valið
"Tann gongda leiðin"
er herrópið hjá
Sjálvstýrisflokkinum
til komandi valið, og
hon er at finna á
miðjuni í føroyskum
politikki
LØGTINGSVAL
Bartal Nolsøe Poulsen
So kom eisini valskráin hjá
Sjálvstýrisflokkinum
út
millum manna. – Sjálvstýr-
isflokkurin lovar ikki gull
og grønar skógir, men gev-
ur eitt realistiskt boð uppá,
hvussu Føroyar skulu skip-
ast, segði Kári P. Højgaard
millum annað á tíðinda-
fundi týsmorgunin. Sjálv-
stýrisflokkurin ætlar sær at
leggja dent á at reka ein
virknan vinnulívs-, um-
hvørvis- og familjupolitikk.
Gongda leiðin til
sjálvstýri
Í stuttum er ætlanin hjá
Sjálvstýrisflokkinum
á
sjálvstýrisleið, at Føroyar
skulu gerast sjálvbjargnar.
Sambært
teimum
skal
sjálvstýrisgongdin
halda
fram eftir tí sama leisti,
sum Sjálvstýrisflokkurin
hevur slóðað fyri. Føroya
fólk skal einsamalt og
endaliga taka avgerðina um
tilknýti okkara til Dan-
markar, og Sjálvstýris-
flokkurin
vil
staðfesta
føroyska
sjálvsavgerðar-
rættin í eini føroyskari
grundlóg. Skulu Føroyar
síðani loysa frá samveldin-
um Danmark, skal Føroya
fólk gera hetta av á eini
fólkaatkvøðu.
Kári P. Højgaard vildi á
tíðindafundinum ikki vísa
aftur, at Sjálvstýrisflokkur-
in fór í eina samgongu, sum
fór at sleppa yvirtøkulóg-
ini, teir higartil hava arbeitt
við í landsstýrinum. Dentur
var tó lagdur á, at yvirtøkan
av t.d. fólkakirkjuni skuldi
fremjast, og at arbeiðast
skuldi miðvíst fyri, at yvir-
tøkur verða framdar, so
hvørt fíggjarligir møguleik-
ar verða fyri teimum.
Fíggjarviðurskifti
Sjálvstýrisflokkurin ætlar
ikki at taka meira inn frá
borgarunum enn hægst
neyðugt. So mikið av skatti
skal takast inn, sum skal til
fyri at skapa eitt nútímans
vælferðarsamfelag við líka-
rætti, menning og virðing
fyri einstaka menniskjan-
um. Hóast hetta, so mugu
skattur og avgjøld ikki
forða fyri arbeiðs- og fram-
leiðsluskapandi fyritaksemi
hjá tí einstaka. Rationali-
seringar skulu gerast sum
við tíðini kunnu vera við til
at lækka persónliga skattin.
Sjálvstýrisflokkurin
heldur fíggjarstøðuna hjá
føroyska samfelagnum vera
góða, hóast ein niðurgongd
er at síggja í búskapinum.
Føroyska vinnan er nærum
skuldarfrí og føroyska sam-
felagið hevur hópin av pen-
ingi á bók uttanlanda, so
flokkurin stúrir ikki fyri
framtíðini.
Vinnupolitikkur
Sjálvstýrisflokkurin fer at
virka fyri at betra karmar-
nar hjá einum sjálvberandi
føroyskum vinnulívi at
fremja skynsama einskilj-
ing av almennum fyritøk-
um. Partur av vinnupolit-
iska hugsan Sjálvstýris-
floksins er, at:
• Høvuðsvinnan má hava
best hugsandi kor
• Tilfeingið í havinum má
røkjast við varsemi og
skynsemi
• Flokkurin vil tryggja ali-
vinnuni betri karmar.
• Peningur skal játtast til
málrættaða gransking og
menning av nýggjum vør-
um og nýggjum marknað-
um
• Ferðavinnan skal mennast
• Landbúnaðurin
skal
nýskipast.
Fyri at tryggja alivinnuni
betri karmar skal latast upp
fyri betri atgongd til fígg-
ing, eisini útlendskari, eins
og møguleiki skal vera fyri
at geva veð í aliloyvum.
Tosað varð eisini um at fáa
meira burturúr tí tilfeingi,
vit hava, m.a. hátøkni-úr-
dráttir úr fiski.
Mentan og útbúgving
Útbúgving er ein tann týdn-
ingarmesta íløgan í okkara
samfelag. Útbúgvingarav-
talur skulu framhaldandi
gerast við onnur lond, so vit
kunnu leggja aftur at vitan,
førleika og mentan úr øðr-
um londum.
Sjálvstýrsiflokkurin fer
at virka fyri einum mentan-
arpolitikki, sum fer at geva
okkum fleiri mentanartil-
boð og betri møguleika fyri
mentanarligum virksemi.
Eisini skulu umstøðurnar
hjá fólka- og miðnámsskúl-
unum betrast og styrkjast.
Sjálvstýrisflokkurin fer at
tryggja, at Fróðskaparsetrið
og aðrir stovnar fáa mun-
andi betri umstøður at
granska og undirvísa.
Náttúra
Vit hava eina livandi jørð,
og livikorini á jørðini eru
grundarlagið fyri livikorum
okkara. Dálka vit jørðina,
dálka vit okkum sjálvi. Tí
hevur Sjálvstýrisflokkurin
sett sær fyri, at munandi
meira skal gerast fyri at
økja um fólksins tilvitan
um umhvørvis- og náttúru-
vernd. Tað skal vera lógar-
krav, at tá ið størri verk-
ætlanir verða framdar, so
skulu haldgóðar ársmeting-
ar gerast, áðrenn farið verð-
ur til verka.
Sjálvstýrisflokkurin ætlar
at skipa náttúruumsiting við
fakligum førleika, og orku-
politikkurin eigur at byggja
á orkukeldur, ið hava fyrilit
fyri umhvørvinum. Flokk-
urin vil økja um sól- og
vindorkuframleiðslu í størst
møguligan mun.
Sjálvstýrisflokkurin hev-
ur skipað einastu yvirtøk-
una hetta valskeiðið, yvir-
tøkuna av havumhvørvin-
um, og hevur evnað til
nýggja lóg at verja havum-
hvørvið. Flokkurin fer at
virka fyri, at Kyoto-sátt-
málin fer at umfata Føroy-
ar, so at útlátið av koltvíiltu
verður minkað.
Familjan
Familjan er ein av horna-
súlunum í føroyska samfel-
agnum. Tí ynskir Sjálv-
stýrisflokkurin at fáa ein
virknan
familjupolitikk
settan á dagsskrá. Hann
skal umfata:
• Eftirløn til øll
• Allir
samfelagsbólkar
skulu hava sømilig kor
• Øll skulu hava rætt til ein
bústað
• Øll skulu hava møguleika
fyri barnaansing
• Fyribyrging og upplýsing
um misnýtslu av rús-
evnum
Øll skulu hava eina eftirløn,
sum er til at liva av. Flokk-
urin ætlar at loysa eftirløn-
arspurningin í samráð við
vinnuna og sigur, at øll eiga
at lata part av lønini til
eftirløn.
Flokkurin fer at virka
fyri, at lutaíbúðir og aðrir
alternativir bústaðarmøgu-
leikar verða tøkir, og miðja
verður eftir, at eldri fólk, ið
ynskja at flyta í smærri
bústað skulu hava møgu-
leika til tess.
Sjálvstýrisflokkurin vil
hava fult innlit og opinleika
í øll politisk og umsitingar-
lig viðurskifti. Skal borgar-
in hava álit á politisku skip-
anini, mugu borgararnir og
fjølmiðlarnir
hava
fult
innlit í politisku fyrisiting-
ina, og tí má lógin um
alment innlit fáast at virka í
verki.
Kári P. Højgaard heldur, at Sjálvstýrisflokkurin sum tann einasti sosial-liberalistiski flokkurin í Føroyum hevur eina pragmatiska og realistiska valskrá
Sjálvstýrisfólk ymisk á máli
Valskráin hjá Sjálv-
stýrisflokkinum er
løgd fram. Sjálv
framløgan var merkt
av, at vítt er til veggja
í flokkinum.
Sjálvstýrisflokkurin
var í fleiri førum
rættiliga ógreiður
um, hvat flokkurin
stendur fyri í einstøk-
um málum
LØGTINGSVAL
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Postmaður,
forsangari,
koyrilærari,
landsstýris-
maður, fyrrverandi tjóð-
veldismenn og búskapar-
frøðingur. Valevnini hjá
Sjálvstýrisflokkinum
til
løgtingsvalið mugu sigast
at vera er ein góð blanding
av bommum. Hvussu væl
bommini fara smakka fáa
vit at vita 20.januar.
Veljarakanningarnar hava
spátt flokkinum eitt hart
valstríð, har stóra uppgávan
verður at vinna sætið á tingi
aftur. Komandi 14 dagarnar
fara sjálvstýrisfólk kring
landið at arbeiða miðvíst
fyri, at næst elsti flokkur í
Føroyum varðveitir ting-
sessin.
Uppskriftin til valstríðið
varð løgd fram týsmorg-
unin. Framløgan av val-
skráini hjá Sjálvsstýris-
flokkinum var heldur øðr-
vísi skipað, enn framløg-
urnar hjá hinum flokkunum
hava verið.
Sammett við undanfarnar
framløgur, hevur tað í stór-
an mun verið floksleiðarin,
ið hava svarað spurningum
frá fjølmiðlafólki, men
undir framløguni hjá Sjálv-
stýrisflokkurin,
sluppu
fleiri ymisk valevni fram at
at svara spurningum.
Hetta gav eina øðrvísi
dynamikk, men var eisini
við til at gera framløguna
ørkymlandi. Dømi vóru
um, at áskoðanin hjá floks-
formanninum Kára P. Høj-
gaard ikki var tann sama
um hjá onkrum av val-
evnunum.
Nevnast kann eitt nú
spurningurin um útlendska
partin í alivinnuni, har
nýggja valevni í Suður-
streymi, Malan Johansen
hevði eina greiða áskoðan,
men floksformaðurin var
heldur ógreiður um støðuna
hjá flokkinum. Tað sama
var galdandi viðvíkjandi
spurninginum um yvirtøku-
lógirnar, har ymiskar mein-
ingar vóru um, hvussu
skjótt skuldi farast fram.
Sum sagt var ógreiði
boðskapurin hjá Sjálv-
stýrisflokkinum í einstøk-
um málum ørkymlandi, tí
undir eini framløgu av
valskráini hjá flokkinum,
hevði ein væntað, at flokk-
urin hevði ein so greiðan
boðskap sum gjørligt.
Kittið
Sjálvstýrisflokkurin verður
ofta nevndur sum kittið í
føroyskum politikki. Flokk-
urin hevur verið í nógv flest
samgongum eftir Heima-
stýrislógina. Flokkurin er
ein pragmatiskur miðflokk-
ur, sum kann samstarva við
allar flokkar. Leiklutin sum
miðflokkur í politisku skip-
anini hevur flokkurin ongar
ætlanir um at sleppa.
– Valið hesaferð fer ikki
at snúgva seg um loysing
ella samband, ei heldur
høgra ella vinstra. Løg-
tingsvalið verður eitt val
um miðjuna, har vit eru at
finna, sigur Kári P. Høj-
gaard.
Sjálvstýrisflokkurin vil
eins og hinir flokkarnir ikki
útihýsa nøkrum flokki,
áðrenn valúrslitið fyriligg-
ur. Kári P. Højgaard róð
framundir, at Sjálvstýris-
flokkurin fer í ta sam-
gongu, har flokkurin fær
mest burturúr· Formaður
Sjálvstýrisfloksins var ikki
samdur við uppáhaldini hjá
Tjóðveldisflokkinum um,
at Tjóðveldisflokkurin er
lokomotivið á sjálvstýris-
kós.
– Vit eru noydd at hava
eina sjálvstýriskós, har alt
fólkið er aftanfyri. Sjálv-
stýrisflokkurin stendur fyri
einari realistiskari kós í
sjálvstýrismálinum, og eg
haldi, at vit kunnu kalla
okkum lokomoti, sigur
Karí P. Højgaard.
Stuðulin tikin burtur
Á tíðindafundinum týs-
morgunin kom fram, at
Sjálvstýrisflokkurin heldur
ikki fer at stuðla Anfinni
Kallsberg sum møguligum
løgmansevni eftir valið
20.januar. Sjálvstýrisflokk-
urin hevur annars havt eitt
tætt samstarv við Fólka-
flokkin seinastu árini, og
eftir avdúkingarnar um løg-
mann í bókini, Skjót jour-
nalistin, var Sjálvstýris-
flokkurin skjótur at stuðla
løgmanni.
Nú er kortini vent í
holini. Flokkurin sigur, at
av tí, at allir hinir flokkarnir
ikki vilja hava Anfinn
Kallsberg sum løgmans-
evni, heldur flokkurin ikki,
at tað er ráðiligt, at flokk-
urin stuðlar honum. Lasse
Klein legði afturat, at tað
var ikki gamalt, at Sjálv-
stýrisflokkurin peikaði á
eitt ávist løgmansevni, áðr-
enn valúrslitið fyri lá.
Útlendingar í
alivinnuni
Sjálvstýrisflokkurin sigur í
valskrá síni, at flokkurin vil
virka fyri sjálvberandi før-
oyskum vinnulívi. Víðvíkj-
andi kreppuraktu alivinn-
uni, heldur Sjálvstýris-
flokkurin, at útlendingar
skulu sleppa í størri mun
fram at, enn teir gera í dag.
Flokkurin heldur eisini, at
fíggingarstovnarnir eiga at
fáa pant í aliloyvunum.
Hóast Sjálvstýrisflokkur-
in
tóktist
vera
nakað
ógreiður um, hvussu stóran
part
útlendingar
skulu
sleppa at eiga í kreppuraktu
alivinnuni, so vóru kortini
røddir um, at útlendingar
eiga sleppa at eiga 100% ,
um teir ynskja tað. Flokk-
urin setti kortini sum treyt,
at útlendingar binda seg til
at brúka aliloyvini á før-
oyskum firðum. Størri út-
lendskur partur og møgu-
leiki fyri panti í aliloyvum
skal verða við til at fáa
alivinnuna upp á føtur aftur.
Gengransking
Sjálvstýrisflokkurin sigur
seg vilja hava kjakið um
gengransking í Føroyum í
ljósmála aftur. Sámal Petur
í Grund sat seinast í nítár-
unum sum landsstýrismað-
ur fyri Sjálvstýrisflokkin í
Almannamálum, og tá var
møguleikin um gengransk-
ing havdur á lofti.
Sámal Petur ásannar, at
talan er um viðkvæmar
upplýsingar hjá fólki, men
hann heldur ikki, at tað
eigur at taka fleiri ár,
áðrenn ein politisk semja
verður gjørd á økinum.
Sjálvstýrisflokkurin hevði eina heldur ógreiða framløgu av valskránni týsmorgunin. Vítt er til veggja í flokkinum, og tað kom greitt til sjóndar. Valevnini eru ymisk
á máli um fleiri evni.
Mynd: Jens K. Vang
Reyða bók
bíðar
framvegis
Reyða bók hjá danska
søgufrøðinginum, Bent
Jensen, er framvegis ikki
latin
løgmanni.
Eftir
ætlan skuldi frágreiðingin
vera latin Anfinni Kalls-
berg um árskiftið, men
hon er so ikki komin fram
enn.
Hernaðarkanningin um
kalda kríggið eystanfyri
fer óivað at elva til drúgt
kjak í Føroyum, og ikki
minst um kanningin verð-
ur løgd fram í valstríðn-
um. Av Løgmansskriv-
stovuni siga tey, at so
skjótt kanningin verður
latin løgmanni, verður
hon almannakunngjørd.
-páll
C
M
Y
K
9
8