mikudagur 7. januar 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 3 - 7. januar 2004
Nr. 3 - 7. januar 2004
11
Um hugt verður at, hvat flokkarnir, ið myndaðu
undanfarnu samgongu, lova til valið, so fæst ein
váttan uppá júst tað, ið andstøðan hevur ført fram øll
árini. Tað sæst týðiliga, at man hevur forsømt at
viðlíkahildið grundleggjandi vælferðarsamfelagið,
meðan meginparturin av orkuni hevur verið nýtt til
ein blindan veg í sjálvstýrismálinum og ikki at for-
gloyma destruktivt klandur.
Tað er heilt burtur úr vón og viti, at almennar tæn-
astur til borgaran, ið hava riggað fínt í meir enn 30
ár, skulu verða skerdar í allarbestu tíðum, sam-
stundis sum borgarin betalir meir enn nakrantíð í
skatti fyri hesar skerdu tænastur. Alt hetta meðan
umsitingin er vaksin púra ótálmað. Hetta vátta bæði
Fòlkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin við sínum
valskráum. Hví hesir flokkar so einki hava gjørt við
málið í tey næstan seks árini, teir hava rátt fyri borg-
um, verður einki sagt um í valstríði teirra.
Tjóðveldisflokkurin dámar væl at visa á, hvussu
nógvar milliónur verða brúktar meir til hetta og
hatta innan almannaøkið. Hetta ger bert skommina
størri. Ikki nokk við, at almennu grundtænasturnar,
ið hava verið ein rættur í meir enn 30 ár, verða
skerdar innan hetta økið. Skattgjaldarin betalir eisini
meir enn nakrantíð fyri hesar skerdu tænastur og
hesar nýstovnaðu bíðilistarnar inn heimarøktina.
Man hevur megnað tað heilt ótrúliga at reypa av at
fingið minni fyri meir.
Desentralisering og raðfesting verða lyklaorðini hjá
teimum, ið taka við eftir frárandi samgongu.
Í valstríðnum og í fjølmiðlum hevur verið tosað um
meirkostnað í samband við vallyftini um at fáa
almennu tænasturnar betri. Tosað verður nógv um,
hvar peningurin skal koma frá.
Tað er ikki vist, at talan er um meirkostnað í øllum
førum. Um talan skal verða um reinan meirkostnað,
so verður ókritiskt gingið útfrá, at hvør króna verður
rætt brúkt sum er, og tað er sera ivasamt.
Í svárastu kreppu, ið Føroya land hevur sæð síðani
fimmtiárini, megnaðu táverandi samgonga, hóast
fíggjarligt ódnarveður, at halda heimarøktarskipan-
ina heila, hóast nógv stóð á. Hetta hevur fráfarandi
samgonga ikki megnað í bestu tíðum, og tí má
sigast, at hon er dumpað í vælferðarpolitikki.
Tann dagin, at ábyrgdarfullir flokkar spara í rættind-
unum hjá teimum, ið hava bygt hetta land, og nú
skulu hava tað gott á ellisárum, tá er deyðin í
durinum. Hetta gjørdi undanfarna samgonga við
ábyrgdarleysari raðfesting. Komandi val er eitt val
millum hetta og at eindurreisa tað, ið er brotið niður
seinastu tvey valskeiðini.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Landið er forsømt
VALGREINAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Dan R Petersen
javnaðarmaður
Eg var og vitjaði eina eldri
vinkonu. Hon klárar seg
sjálva við heimarøkt. Hóast
tað var út móti middegi,
hevði hon lagt seg aftur, tí
heimahjálpin, sum skuldi
hjálpa henni í klæðini, var
ikki komin.
"Neyðars heimahjálpir,
tær renna og tuska allan
dagin, og klára ikki at halda
tíðina.Tær hava alt ov nógv
at gera. Men tað var gott, at
henda ólukku samgonga
var send til hús."
Eg var samdur við hana,
og innantanna var eg í øðini
inn á støðuna. Samgongan
hevur víst eina sanna
kynismu á hesum økinum. Í
bestu tíðum í søguni skerdu
teir reingerðina og søgdu
heimahjálpum upp.
Javnaðarflokkurin
vil
styrkja heimarøktina.
Elin Lindenskov
valevni Javnaðarflokkurin
www.lindenskov.com
Valsendingin í sjónvarpin-
um í kvøld, úr Vága val-
dømi, kom nógv inn á
eldraøki.
Umboðið
hjá
Tjóðveldisflokkinum lov-
aði økisterapi, til teirra sum
mist hava førleika, soleiðis
at tey kunnu fáa møguleika
at vinna førleikan aftur, og
harvið liva eitt vanlig lív, í
egnum heimi. Hetta skuldi
minka um tørvin á heima-
hjálp, ella røktarheims-
plássum.
Hetta ljóðar væl. Men
hvussu ber tað til, at lands-
stýrismaðurin hjá Tjóð-
veldisflokkinum noktaði
Tórshavnar kommunu fígg-
ing, til eina uppvenjingar-
stovu, sum hevði sama
endamál sum økisterapiin.
Ætlaða uppvenjingarstov-
an, sum Tórshavnar komm-
una arbeiddi við, skuldi
skipast við eini ergo- og
fysioterapi, har sjúklingar
skuldu kunna búgva í
longri tíð, meðan tey fingu
uppvenjing aftaná sjúkra-
viðgerð. Eisini var hon
ætlað fólkið, sum ikki
kundu fara heim av sjúkra-
húsið beinanvegin, t.d. tí
broytingar skulu gerast í
heiminum.
Ætlaða
uppvenjingar-
stovan er fyribils slept, tí
landsstýrismaðurin
hjá
Tjóðveldisflokkinum ikki
vildi játta fígging. Hetta
hóast kommunan hevur
keypt hús til m.a. hetta
endamálið. Vilt tú vita
meira um hvat eg tikist við
seinastu 4 árini, so vitja
mína
heimasíðu
www.lindenskov.com. Har
liggja 100 tals greinar,
røður
o.a.
frá
hesum
tíðarskeiði.
Álvur Kirke
Valevni Miðfloksins í
Suðurstreymoy
Í seinastuni hava vit hoyrt
menn, sum skil hava fyri
slíkum, sagt, at vit kunnu
vænta afturgongd í búskap-
inum. Sannleikin er tann,
at tað ber snøgt sagt ikki til,
at hava ein javnan bú-
skaparvøkstur ár eftir ár.
Fyrr ella seinni vendir.
Tá Ísael var í Egypta-
landi, hevði Farao ein
dreym, sum Jósef týddi.
Dreymurin segði, at eftir
sjey ár við yvirflóð, fóru at
koma
sjey
hungursár.
Hetta er tað, sum búskapar-
frøðingar kalla sveiggj í
búskapinum. Sagt verður,
at vit ikki skulu rokna við
nakrari kreppu, men aftur-
gongd. Talan verður sostatt
ikki um hungur og hall.
Í fyrstu Mósebók 41, 29-
31 stendur, at Jósef segði
við Farao: "Tað koma sjey
ár við stórari yvirflóð um
alt Egyptaland. Men aftan
á tey koma sjey hungursár,
so at øll tann yvirflóð skal
verða gloymd í Egypta-
landi, og hungurin skal
arma landið út. Eingin skal
minnast yvirflóðina, ið var
í landinum, fyri hungrinum
aftaná; tí hann skal verða
ógvuliga svárur".
Og so gav Jósef Farao
hesi ráð (33-36): "Nú
skuldi Farao valt sær ein
skilagóðan og vísan mann
og sett hann yvir Egypta-
land. Tað skuldi Farao
gjørt, og so sett umsjónar-
menn yvir landið og tikið
fimtingin av grøðini í
Egyptalandi, tey sjey árini
ið yvirflóðin verður. Teir
skulu, hesi góðu árini ið
koma, savna alt, ið kann
duga til føði, og dunga
saman korn til føði í bý-
unum - sum ogn Faraos - og
ansa eftir tí. Kornið skal so
vera til at taka hjá landinum
tey sjey hungursárini, ið
koma skulu á Egyptaland,
so at landið skal ikki ganga
til grundar av hungrinum."
Vit eiga at læra av hes-
um, og goyma nakað, tá vit
hava ár við yvirflóð, til
verri tíðir. Tann, sum rokn-
ar við vaksandi búskapi ár
eftir ár, roknar skeivt. Vit
fara altíð at hava góð ár og
minni góð ár. Kanska ikki
altíð sjey og sjey, men tað
er vert at leggja sær í
geyma, at hetta er ein
náttúrulóg, at tað gongur
upp og niður. Tí er tað
neyðugt, at goyma nakað av
vinninginum til tey vána-
ligu árini, sum koma. Gera
vit ikki tað, hava vit einki at
standa ímóti við.
Miðflokkurin fer at gera
sítt til, at soleiðis verður
gjørt.
Miðflokkurin vil reka ein
skilagóðan búskaparpoli-
tikk.
Vel tí Miðflokkin.
Ein Vinkona
Tórshavnar kommuna hevur bjóðað seg fram
til at hava uppvenjingarstovu
Skilagóður búskaparpolitikkur
VIÐMERKINGAR
Àheitan til suðring-
ar til komandi
løgtingsval
Petur Johannessen
Undirritaði skal bert gera
vart við nøkur funda-
mental ting, ið veljarin
eigur at hava í huga, nú
man aftur skal til at taka
støðu til hvørt valevni er
best skikað til at koma á
løgting.
Eg havi í nógv ár í
samband við mítt fyrr-
verandi starv »stjóri á
PALM Seafood P/F«
heitt á tingmenninar í
Vági um at gera nakað
munagott við flutnings-
stuðulin til og frá oynni,
tí tað er alt avgerandi
fyri, um vit skulu kunnu
yvirliva ella ikki, men til
fánítis, uttan undantak.
Neyvan hevur nøkur
bygd eftur fólkatalinum
verið so væl umboðað á
tingi sum Vágur hevur
verið nógv tey seinastu
árini, og neyvan hevur
spurts so lítið burturúr,
man kann bara hyggja
eftir Vági, sum er í
svárari kreppu, stórt ar-
beiðsloysi.
Orsakað av at flutning-
urin er so kostnaðarmikil
til og frá Suðuroynni
hava
tingmennirnir
í
Suðuroyar sunnari helvt
óbeinleiðis avgjørt at
fiskaídnaður og annað
virksemi sum heild, sum
krevur flutning til og frá
oynni ikki í longdini
kann verða í oynni, ella
sagt við øðrum orðum,
ongar íløgur verða gjørd-
ar í oynni í framtíðini, tí
tað er bíligari at gera
hetta norðanfjørðs, tað er
ikki títtleikin á túratalin-
um tjá Smyrli, sum er
avgerandi men kostnað-
urin.
Tað eigur at verða sett
trýst á tingmennirnir frá
lokalbefólkninginum og
lokalfeløgunum at ting-
mennirnir skulu arbeiða
saman »tað hava teir ikki
gjørt« soleiðis at nøkur
ítøkilig úrslit spyrjast
burturúr, uttan mun til
hvør er í tinganesi og
hvønn flokk teir hoyra
til, og tikið skal verða
saman um minst einaferð
um árið ella eftur tørvi,
um gerðir er aftan fyri
orðini, ella vallyftini eru
hildin, so tann siðvenjan
ella líkasælan, sum er
galdandi og hevur verið
alt for leingi verður til-
einkisgjørd, nú má okk-
urt gerast.
Eg sigi hetta, tí eg
meti, at ein bygd sum
Vágur ikki hevur lív lag-
að, um ikki kappingar-
støðan við restina av
landinum verður tann
sama, hvør fer at at gera
íløgur her, tá avkastið er
munandi størri norðan-
fjørðs, so her burdi verði
eitt felagsmál so at siga
hjá øllum Suðringum at
greiða, so vónandi fara
allir tingmenn í Suður-
oyarvaldømi at standa
saman um oynna og gera
sína skyldu og ikki bara
ganga í Havn púra ano-
nymir, men syrgja fyri at
korini hjá vinnulívinum í
oynni verða tey somu
sum aðrastani, ella um
niðurstøðan verður at tað
ikki er meiriluti fyri at
farmakostnaðurin
við
Smyrli verður útjavnaður
so hava tingfólkini skildu
at siga frá í góðari tíð so
suðringar vita, hvat er í
væntu, tí so er bert
spurningur um tíð nær
einki privat vinnulív er
eftur í oynni, og restina
kann man hugsa sær til.
Tí er tað avgerandi at
fáa boðað frá til tey fólk
sum bjóða seg at umboða
Suðuroynna at antin gera
tit nakað, ið munar, ella
fær
tað
fylgir,
vit
suðringar kunnu ikki sita
og hyggja at meðan
restin av landinum fær
betur fortreytirat arbeiða
og virka undir, (undir-
sjóvar tunlar) og vit
sakka bara meiri og meiri
afturúr.
Einaferð enn skal er
undirstrika, at tað er
kostnaðurin til og frá
Suðuroy, sum er so
ovurhonds høgur, og ikki
túratalið (títtleikin), sum
er avgerandi hjá vinnu-
lívinum.
Sjálvandi er tað bara
gott við fleiri túrum um
dagin, og er tað ein
sjálvfylgja, at ferafólk úr
suðuroy ikki mugu ganga
heilan dag í Havn, men at
siglt verður minst tvær
ferðir, tað skuldi bara
mangla, men tað er
kostnaðurin, sum er alt
avgerandi, fyri vinnu-
lívið.
Gott val.
Sunleif Rasmussen
Tónaskald og formaður i
Musikklærarafelagnum
Undir yvirskriftini Gev tón-
leikinum c-vitaminir gevur
vælevni Javnaðarfloksins
John Johannessen síni tón-
leikapolitisku sjónarmið til
kennar.
Lat tað vera sagt beinan-
vegin, at her er soðið alt ov
tunt, og man hetta tón-
leikapolitiska útspæli vera
eindømi á okkara leiðum.
Tað er í hvussu er sera
sjáldan at ein sær politikk-
arar, ella vónarpolitikkarar,
í grannalondum okkara
koma við uppskoti um al-
mennan stuðul til karioki-
sangarar og døgnflugu-
tónleik. Men ein skal helst
síggja hetta vallyfti sum
eina lættkeypta roynd at
tekkjast ávísum veljara-
skara.
Um ein hevur pening
(nógvan pening) kann ein
lættliga gerast "heims-
kendur" sangari. Tað eru
óteljandi dømi um talent-
leysar, fitnesstrimmaðar,
solariubrúnar
sokallaðar
sangarar, ið eru "heims-
kend". Men fyri at hetta
kann lata seg gera, má
peningaupphædd, ið svarar
til alla ta føroysku fíggjar-
lógina til.
Popptónleikur
er
ein
vøra, ið skal seljast, og fyri
at selja nógv av einari vøru
skal hon marknaðarførast
væl. Og John Johannessen
skuldi verið ein tann fyrsti
at vita, at góð marknaðar-
føring kostar nógvan pen-
ing.
Øll vita vit at Cola ikki er
tað sunnasta vit kunnu
borðreiða við. Men, við
kostnaðarmiklari, dugna-
ligari
marknaðarføring,
hevur tað eydnast Cola at
gerast tann mest nýtti
drykkurin í heiminum. So-
leiðis er eisini við popu-
lerum døgnflugutónleiki.
Við
dugnaligari,
sera
kostnaðarmiklari marknað-
arføring hevur hesin listar-
liga grunni tónleikur vunni
sær eitt stórt pláss í al-
menna rúminum.
Vóni inniliga at hetta er
eitt mentanarligt síðuspor í
valstríðið javnaðarfloksins.
Havi sagt tað so ofta fyrr
og endurtaki einaferð enn;
endamálið má ikki vera at
fólk skulu gerast "heims-
kend". Her er marknaðar-
føring í hásæti og ikki
skapandi listin. Endamálið
má vera at geva teimum
ungu so góða tónleikaliga
útbúgving (førning) sum
gjørligt. Á henda hátt fáa
vit veruliga listarliga virð-
ing úti í heimi, og royndir
hava víst, at tað longsta
stráið verður drigið við
drúgvari listarligari menn-
ing. Okkum nýtist bert at
hugsa um listarfólk sum
William Heinesen, Ingálv-
ur av Reyni og onnur. Er
dygdin góð nokk, skal
heimurin uttan iva fáa
eygað á listarligu evni før-
oyinga.
Munagóðan stuðul til
tónlistarliga menning og
harvið dygd, heldur enn
døgnflugukendan løtuvinn-
ing!
Lat tað vera almenna
tónleikapolitikkin
hjá
øllum politisku flokkunum.
Eisini Javnaðarflokkinum!
Við tónlistakvøðu!
Jón Guttesen
Tvøroyri
Tó at eg, sum flest onnur,
havi eina politiska støðu, so
hevur hetta lesarabrævið
ikki til endamáls at vinna
einum flokki frama fram
um hinar, men heldur ein
áheitan til suðringar allar
um at halda okkara val-
evnum føstum í einum
stevnumiði framum onnur.
Nú val er í hondum og
føgru lyftini ei kenna mørk
vil eg bara staðfesta hetta.
Um okkara komandi fólka-
valdu í valøkinum standa
saman, so hevur Suður-
oyggin vunnið ein sigur,
óansæð hvørjir flokkar fáa
umboðan á tingi.
Tað skal verða fremsta
uppgávan hjá okkara kom-
andi fólkavaldu at umboða
alla oynna, at savna alla
oynna og at vinna allari
oynni frama á tingi. Tí tá ró
verður í hvør sína ætt
kemur báturin ongan veg.
Ábyrgdin liggur tí á
okkara herðum, okkum
sum búðleikast á hesari
føgru oyggj, okkum hvørs
lagna tingfólksins nú hvílir.
At krevja av okkara komndi
umboðum at tey fremja
okkara søk, søk Suður-
oynna, eftir at vit hava sínt
teimum tað álit, og tann
heiður, at velja tey at um-
boða okkum í landsins
mætastu høll.
Eru avbjóðingarnar og
uppgávurnar stórar fyri
Føroya land, so eru tær tví-
falt stórar fyri Suðuroynna.
Tí kann klandur og kykl
ikki eiga nakran góðan í tí
liði sum skal umboða
oynna. Kostinir, góði suðr-
ingur, eru tvinnir - og annar
er ikki bara mjúkur, men
alneyðugur. Standi saman
ella felli hvør sær.
Ov lítil saft í c-vitaminum John Johannessens
Góði Suðringur
Sosialurin hevur gjørt
serliga valheimasíðu
við yvirliti yvir øll
valevnini, og har øll
valevni kunnu kunnu
greiða frá sær sjálvum
og sínum sjónarmið-
um
LØGTINGSVAL
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Nú ber til at fylgja við val-
stríðinum á internetinum.
Sosialurin hevur gjørt eina
serliga valheimasíðu, sum
verður dagførd loypandi
gjøgnum dagin og í viku-
skiftum, og har øll kunnu
lesa uttan at vera haldari.
Sum vera man eru nógv-
ar valgreinar í blaðnum nú
um dagarnar, men fyri
betur at kunna halda skil á,
hava vit gjørt eina seraliga
síðu á InternetSosialinum,
har til ber at fáa eitt sindur
at vita um valevnini, yvirlit
yvir øll, ið eru uppstillað –
og so hava øll valevnini
eisini høvi at fáa allar sínar
valgreinar lagdar har eins
og link til egnar heima-
síður.
Sum við seinasta val taka
bløðini pengar fyri valtilfar
frá tí, at uppstillingarlistar-
nir eru latnir inn. Valheima-
síðan hevur verið tøk síðani
vikuskiftið, og hava rættu-
liga nógvar vitjanir verið á
síðuni – seinasta samdøgrið
táttaði í 7.000 vitjanir.
Síðan sæst á
www.sosialurin.fo
Valstríð í InternetSosialinum
Á www.sosialurin.fo ber til at fylgja við valstríðnum uttan at
vera haldari av InternetSosianum. Har ber til hjá valevnum at
greiða frá sær sjálvum, sínum sjónarmiðum og at savna allar
valgreinarnar
C
M
Y
K
11
10