Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 3 - 7. januar 2004 Nr. 3 - 7. januar 2004 13 VALGREINAR Okkum tørvar hugburðsbroytingar! Egin Henriksen Valevni miðflokksins Størsti trupuleikin, hin føroyska tjóðin hevur at dragast við, er ikki skerd- ur blokkur, sjúka í ali- vinnuni, lækkandi fiska- prísir o.s.v. Nei, størsti og mest lemjandi trupulleiki okkara er sundurlyndi. Saman at halda varð ei okkum givið, tí er so lítið burturúr her blivið, yrkir skaldið so beinrakið. Og tíðan verri er ringt at síggja nakrar batar á hesum økinum. Hugsi tykkum, hvussu gott eitt samfelag vit kundu havt, um vit lærdu og høvdu viljan til at standa saman sum eitt fólk, í staðin fyri hetta evindarliga grenji og klandri, sum altíð valdar. Danir, ið summi, altíð hava hug at samanlíkna okkum við, hava langt síðan lært týdningin av at standa saman. Danska fólkatingið - verði tað seg so ósamt, sum tað verða vil internt, stendur fullkomið saman tá tað ræður um, at verja áhugamál ríkisins. Tá er eingin munur um tað er ein javnaðar- ella vinstra stjørn – allir verja borg. Sum støðan er og hevur verið í langa tíð - góði veljari, gjalda tú og eg løn til 32 løgtings- limir. Helvtin situr við gron, stór fornermað og bara niðurgerð hini uttan at koma við nøkrum konstruktivum, meðan tað, sum skuldi verið samgonga, gongur í fleiri bólkum við egnari duld- ari dagsskrá. Tað má standa einum og hvørjum klárt, at soleiðis byggja vit ikki land. Tað skal eingin billa mær inn, at tað, sum hevur verið andstøða í Føroyum hesi seinastu seks til átta árini, nú brádliga skal verða loysnin til landsins trupulleikar, bara tí val stendur fyri durum. Nei – tað sum politikkarar ofta "be- nytta" sær av er, at veljarin er so stuttmintur. Eg má siga fyri mín part, at størsta og van- æruligasta tíðarskeiðið fyri meg, sum føroying, var tíðin við sambands- flokkinum og Edmundi við róðrið, tá Richard Mikkelsen, Danske Bank, Uhrenholdt og aðrir vóru kongar og høvdingar í Føroyum, og Javnaðarflokkurin dans- aði Tango við Nyrup " Kiggende hinanden dybt ind i øjnene i gensidig respekt. " Gud forbjóði, at vit nakrantíð aftur koma í slíka støðu. Tað, eg royni at siga tær, góði veljari, er, at vit mugu fáa grundleggjandi broytingar í okkara landi, og tað eru bara tú og eg, sum kunnu fremja hesar. Eg ætli mær fyri mín part at gera alt, eg eri førur fyri at lyfta okkara land upp á eitt hægri støði. Tí havi eg játtað, at stilla upp fyri Miðflokkin í Suðurstreymi. Góðu veljarar: geri Miðflokkin sterkan til hetta valið. Seti ein sterkan Miðflokk inn á ting hesuferð, soleiðis at vit sleppa út um 16-meturin og fáa spælt bólt á øllum vøllinum, og eg tori at lova tær bóltspæl á høgum stigi. Eg komi aftur við meira seinni. Gud signi Føroyar mítt land X við lista H Emly Petersen Valevnið fyri Miðflokkin í Norðoyggjum. Hetta havi eg gingið og hugsa um nú í eina tíð. Vit føroyingar siga okkum at vera eina kristna tjóð, eitt Kristi fólk, -- spurningurin er tí. "Kunnu vit bara gloyma tað, tá íð vit skullu gera landsins lógir ?". Eg haldið ikki ! Tí tað er meinings og ábyrgdarleyst, at gera lógir sum stríða ímóti Bíbliuni. Miðflokkurin hevur bæði í orði og verkið, sjónliga víst hvussu týdningarmikið íð tað er, - altíð at hava Harran við, tá lógir skullu smíðast Landið og fólkið at gagnið. Hugsi um ringu tíðirnar í landi okkara,- tá sera illa stóð til, niðurgangstíðir og ring støða á fleiri økjum – arbeiðsloysi – ongin fiskur at fáa, fólk í bestu árum fluttu av landinum fyri at yvirliva, hús og heim seld, og so víðari, av sonnum ein syrgilig støða. Í Kirkjum og samkomun um alt landið, var heitt á øll trúgvandi, um at biða fyri hesum kæra landið okkara, og fyri teimum sum her bú- leikaðust. Ùrslitið var nokkso skjótt sjónligt, -- fiskigrunnarnir fyltust av stórum og góðum fiskið, inntøkurnar hjá øllum vuksu skjótt aftur, og arbeiðið var aftur til allar hendur. Eitt sjónligt tekin um, at tað altíð loysir seg, at ákallað Harran, tí tað er Hann sjálvur sum hevur sagt. "Kallað á meg tann dagin tú ert í neyð, eg skal hjálpa tær, og tú skalt prísa Mær". Sanniliga - eingin kann hjálpa sum Hann. Væl veit eg, at tað eru trúgvandi í øðrum politiskum flokkum eisini, latið okkum tí vísa „Kulør", og standa saman, soleiðis at onkið mál verður samtykt í Løgtinginum, sum stríðir ímóti Guds orði. Tá vil Harrin hin alvaldi, hjálpa okkum øllum, um vit gera tað sum er "rætt og best" fyri føroyingar og Føroyar. Heðin Mortensen valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymoy Nakað av tí síðsta, fráfarna landsstýrissamgongan ætlaði sær at avrikað, var at fáa børn og pensionistar at ofra nakrar av sínum fáu ágóðum, so nakrar útjað- aramilliónir aftrat kundu skúgvast niður í fullveld- iskassan. Uttan at hædd varð tikin fyri nøkrum avleiðingum ella at nakrar berandi út- rokningar vóru gjørdar frammanundan, skuldi avgjald leggjast á eitt nú bomm og søta keks. Alt hendi undir tí páskoti, at hugsast skuldi um før- oysku fólkaheilsuna, men veruleikin var tann sami, sum vit so ofta hava sæð hann hesi síðstu fimm árini: Fígging til fullveldi. Tað verður stuttligt at síggja, hvat Tjóðveldis- flokkurin, Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin fara at gjara út við, nú valstríð so spaku- liga fer í gongd. Hvussu skulu hesir flokkar verja, at teir kutaðu triðingin av blokkstuðlin- um burtur, men afturfyri noyddust at taka bommið úr hondunum á børnunum og søtu keksina av borð- inum hjá teimum gomlu, ið fyri eftirtíðina ikki høvdu unt sær nakað aftur við dagliga drekkamunninum? Hetta er enntá bara deildin fyri smálutir hjá fullveldisflokkunum, vit her tosa um, tí av øllum er hetta bara minsti prísurin, vanligi føroyingurin skuldi goldið - men eisini merkt - bara fyri at fíggja ynski- dreymar og hvørvisjónir hjá hesum flokkum. Ongantíð hevur meira verið brúk fyri einum fullkomnum politiskum vaktarskifti enn tað er nú. Tú kanst gera tína ávirkan galdandi, so vit fáa skift bæði manning og politikk út í Tinganesi, um tú gevur Sambandsflokkinum tín stuðul! Joan Ziskason Valevni hjá suður- streymoyar javnaðarfelag Verður rentustuðulin av- tikin, verða tað nógv, sum missa hús og heim. Her í suðurstreymi, er tað sera dýrt at seta føtur undir egið borð. Nógvir peningur skal á borðið, fyri at ein familja ella einstaklingar kunnu ogna sær tak útyvir høvdið. Ein barnafamilja hevur tað sera tungt fíggjar- liga, og fyri yvirhøvur at klára allar fíggjarligar skyldur, er alneyðugt, at bæði eru útiarbeiðandi. Tá farið verður til peninga- stovn, fyri at fáa fígging til húsini, verður ein nágreini- lig fíggjarætlan løgd. Í hesi fíggjarætlan, inngongur rentustuðulin. Áðrenn peningastovnurin gevur játtandi svar uppá umsókn, skulu øll peningalig viður- skiftir "leggjast á borðið". Sum mangan verður sagt: "Tú verður úrlatin, áðrenn peningastovnurin játtar at hjálpa tær". Tað eru nógv, sum hava tungt við at fáa endarnar at røkka saman. Uttan rentustuðulin, gong- ur tað slett ikki. Tí er al- neyðugt, at Javnaðaflokk- urin verður við til at seta dagsskránna, aftanná 20. januar, so rentustuðulin til sethúsaeigarar kann varð- veitast. Skal Harrin sleppa uppí? Rentustuðulin til sethúsaeigarar skal varðveitast Annað enn bomm og søta keks Marjus Dam Sambandsflokkurin hevur eitt sera høgt mál nevniliga at bøta um vælferðarsam- felagið Føroyar. At bøta um vælferðar- samfelagið hevur altíð verið okkara aðalmál. Væl hevur hepnast innan mong økir. Vit hava stórt sæð eitt gott samfelag. Men vit mugu ásanna, at fyri mong í landi okkara, er samfelagið alt annað enn gott. Á fleiri økjum líða fólk stóra neyð - sjálvt um hetta bert kemur fram í brotum. Ár teirra brekaðu er farið afturum. Fleiri innan hend- an bólk eru rætt og slætt gloymd í okkara samfelagi - og stór neyð valdar í mongum heimi. Á politiska økinum hevur vælviljin verið stórur í orðum, men ikki í peningi - og tá nyttar onki. Uttan pening eru lyftir tóm orð. Innan ellis og røktar økið er tørvur á plássum. Og onki er bygt av landinum seinastu árini - hóast milliardir hava verið í av- lopi. Heimarøktin hevur ligið í andaleypi síðsta part in av árinum 2003 - eins og fleiri røktarkrevjandi fólk. Samstundis sum ov lítið av peningi tykist vera til at taka sær av fleiri neyð- støddum og veikum bólk- unum í samfelagið okkara, so hevur loysingarsam- gongan higartil søpla meira enn eina milliard krónur burtur, fyri at røkka sínum loysingarmáli. Tað ber til at raka við síðina av okkara máli. Tá raka tygum loysingina og ikki vælferðarsamfelagið. Um tygum velja Samband- ið, so velja tygum vælferð og tryggleika fyri okkara ungu, eldri, brekaðu og veiku. Tygum eru tá við at stríð- ast fyri vælferðarsamfe- lagnum Føroyar. Tygum kunnu ikki velja vælferð og loysing. Tað ber ikki til. Tí loysingin etir vælferðina, so onki er eftir. Saman standa vit sterk- ari. X fyri Lista B - vælferð Vælferð ella loysing VALGREINAR Skrásett parlag og Fosturtøku Gerhard Lognberg Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Eg setti meg at hyggja at fyrstu valsendingini, í Sjónvarp Føroya, sum hesaferð var úr suður- streymoyðar valdømi. Har vóru tvey mál umrødd, sum sjálvsagt hava stóran týdning og løgdu flokkarnir síni sjónarmið fram. Ymiskt var, sum hesi fólk svar- aðu og sjálvsagt hevur ein og hvør rætt, at hava sína meining um hesi mál, vit liva jú í einum fríðum landi. Og vil eg her í stuttum, greiða frá mínari hugsan um hesi mál. Skrásett parlag Tað eina máli- var skrá- sett parlag, Her havi eg mína heilt greiðu áskoð- an, at Gud skapti mann og kvinnu til at liva saman, hesa áskoðan hava væl flestu føroy- ingar og hava teir havt hesa áskoðan í øldir, skal hetta broytast bara tí, at Naser Khader (danskur fólkatingsmaður) og ein lítil partur av føroyingum siga at so skal vera? Nei latið okkum halda fast um tey virðir, sum hetta samfelagið hevur bygt á í øldir, nevnliga tað kristnu læruna og tey virðir og tað signing sum hetta inniber. Eg vóni, at tey sam- kyndu fáa frið í okkara landi, og tað haldi eg eisini at tey fáa. Um fólk av sama kyni velja at liva saman, blív- ur tað teirra avgerð, men at samfelagið Føroyar, skal fara at rætta seg eftir hesum og gera lógir sum gera hetta til, "náttúrligt" at vera, tað kunnu vit sum ein kristin tjóð, ikki góðtaka. Hjúnarbandi er innsett av Gudi, kvinnan er skapt til at liva saman við manninum og mað- urin til at liva saman við kvinnuni og soleiðis halda vit fólkatalinum og samfelagnum uppi, soleiðis eigur tað at vera. Lat meg sláa tað fast, at eg fari aldri at góðtaka, at okkara lógir flyta seg frá tí, sum Orð Guds lærur okkum Føroyingar. Fosturtøku Hvat fosturtøku viðvíkur, so skulu vit undur ongum umstøðum hava fríða fosturtøku í Føroyum. Fosturtøka skal einans verða nýtt, um tað stend- ur um lív hjá mammuni og hetta má ein kvali- fiseraður lækni taka støðu til. Hinvegin skal mamman, sum er blivin við barn, fáa so hálla hjálp sum tilber, hetta er ein týðandi uppgáva hjá tí almenna at taka sær av. Vit mugu eisini gera eitt so gott upplýsandi ar- beiði úti millum ung, soleiðis at ung ikki koma í ta støðu at tey føla seg mestsum tvungin, til at fremja fosturtøku, hetta má væl verða tað mest forkastiliga ein ung genta kann koma út fyri. Tá ið barni er gitið, skal væl verða tikin hond um bæði mammuna og barnið, hetta má væl verða ein uppgáva, sum tær almennu Føroyar kunnu taka á sín rygg við ábyrgdarkenslu. Vit vóru jú øll einaferð gitin í móðurlívi, myndað og kend av Gudi: Jeremias kap 1 vers 5 »Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg« Nita Næs Vit sum eru í besta arbeiðs- aldri í dag, verða eitt sindur ørkymlaði, tá ið vit hugsa um okkara aldurdóm. Lívs- rytman og lívsandin í dag hevur á allan hátt tað rákið, at ein verður fyri allar ævir ungur og frískur. Soleiðis er bara veruligi veruleikin ikki samansettur. Øll verða vit einaferð, um vit liva nógv leingi gomul, og fríska lívsleið okkara er eingin sjálvsøgt støðug støða. Øll kenna vit onkran, sum frá einari løtu til aðra eru vorðin álvasom sjúk, har sjúka og sjúkrahús verður ein neyðugur liður á nýggju lívsleiðini. Hetta er eisini týdning- armikið hjá politikarum av hava í huga. Mangir politikarir merkja ella fáa fyrstani eina hóming av, hvussu sjúkrahúsið veru- liga fungerar, tá ein per- sónliga er inni í myndini. Tíanverri eru vit menniskju mangan so, at vit skulu merkja sárini á egnum kroppin, áðrenn vit skilja pínuna og veruliga skilja støðuna. Ì grundini er hetta skeiv mannagongd. Fólka- valdir politikarir eiga at duga, og tora at hugsa fram um seg sjálvan, sína støðu og sína tíð. Teir eiga at orka at seta seg í veljarans stað og hugsa, hvussu kann samelagið gerast betri, rættvísari og liviligari. Alt ov ofta í gerandis- ligum málum, verður alt sett upp í ymsikar kassar. Ein yvirornaður kassi er t.d.: Tey eldru í samfelag- inum. Har eru so aftur ein rúgva at smáum kassum, sum verða viðgjørdir ein og ein, uttan at heildinmyndin verður umboðað. Hetta førir við sær, at tann einstaki gamli persónurin, sum í veruleikanum skuldi fáa hjálp, situr og bíðar og fær ikki røttu hjálpina, tí sambandi við rætta kassan ikki er nógv gott og lætt. Rætta orkan verður ikki løgd á røttum stað í dag. Vit hava eitt dýrt almennaverk, men alt ov nógvir brúkarar eru ov ónøgdir og fáa ikki røttu viðgerðina og hjálp- ina. Mál taka ov langa tíð at loysa, og frá politiskari síðu verður hugsað ov lítið um, at málini veruliga raka fólk. At mistøkini og seinkanirnar, hava álvar- samar fyrlgir fyri fólk, og fáa ovurhonds ólogiskar samfelagsfylgir. Nógv mál verða sostatt umsitin, at hvørki brúkarin ella sam- felagið sum heild fær nógv góðan ávøkst av landsins útreiðslum. Mong av hesum málum kundu verið loyst, um veru- ligt ynski var frá politiskari síðu at hava eitt nattúrligt og skilagott samband millum yvirornaða kassan og restina av kassunum. At hugsa varð meira um t.d. sjálvan einstaka brúkaran. Tá ið heimahjálpin varð broytt til eina heimarøkt. Var tað skeivt at skera so hart ígjøgnum. Summir eldru brúkara, sum t.d. klára at vaska sær sjálvum, klára at klæða seg í, hava ikki brúk fyri eitt nú persónligari røkt, hava ikki brúk fyri heimarøkt. Tó er tørvurin hjá teimum fyri heimahjálp stórur, tí við- komandi ikki klára at halda húsið reint, ikki klára at hava klæðini rein o.s.fv. Nógvastaðni er tað familjan, ið passar tey eldru. Dótturin ella sonurin passar pápan. Henda eldra- røkt, sum verður framd av familjuni, er enn ein partur av okkara familjumynstri og er tað eisini gott. Men alt ov ofta eru dømi um, at tær ungu familjurnar leggj- ast fyri av trýsti.Tey gerast sjúk, og verða tí eisini ein bólkur, sum krevja hjálp frá almennari síðu. Her skuldi verið nattúr- ligt, at heimahjálpin/ heimarøktin kom inn í myndina sum ein partur, ið veruliga kendist sum ein avlasting fyri familjuna. Har hjálpin, ið brúkarin fekk, hjálpin í familjan fekk gav meining fyri tey øll. Jú, vit hava veruliga brúk fyri einari Javnaðarhugsjón aftur í Tinganesi. Við Javn- aðaraflokkinum fara vit at royna at fáa samband millum politiskar ætlanir og fólksins veruliga tørv. Soleiðis at menniskjans lívsvirðið aftur kemur á dagskránna. Eitt lívsvirðið har øll lívsskeiðini frá politiskari síðu skulu verða vird. Ein framtíðar føroysk al- menn umsiting, skal verða so skipað, at eldri ella sjúki brúkarin á ein einfaldan hátt fær ta hjálp, sum honum nýtist, líkamikið hvørjum kassa hann hoyrir undir ella til.. Framhald ein annan dag…. Gott val. Pauli Poulsen Valevni hjá Sjálvstýris- flokkinum Í Eysturoy Skattalættin Síðani 1998 eru 70 milli- ónir krónur lætnar í skattalætta hvørt ár. Hvør sjómaður fær 15 % í skattalætta upp til 500.000 krónur. Hámarkið er tó 75.000 krónur. Hendan skipanin kom til tess at fyribyrgja, at vitan saman við dugnaligum fólki varð flutt umborð á útlendsk fiskifør. Fiskivinnan hevði tá havt nøkur minni góð ár. Sigast kann, at skipanin var góð til sína tíð. Tað hevur verið tosað um at taka burtur ella lækka nevnda skattalætta. Sjó- fólkið er kjarnin í okkara høvuðsvinnu. Sjófólkið er nógv burturi og avskorið frá tí heimliga. Tey hava ikki í sama mun sum fólkið á landi møgileika at nýta tey tilboð, sum landið annars bjóðar borgarum sínum. Tá hugsa verður um hetta, er tað rætt, at sjó- fólkið hevur og varðveitur ávísar skattafyrimunir. Eftirlønarskipanin Tíðin er tó komin til at gera eina regulering í sjálvum skattalættanum hjá fiski- monnunum. Arbeitt eigur at verða fram ímóti at flyta hendan peningin í eina eftirlønarskipan hjá tí einstaka fiskimanninum. Fiskimenn eru ein bólkur av lønmóttakarum, sum tíverri ikki hevur nakra eftirlønarskipan. Tað er rætt og rímiligt, at fiskimaðurin, sum hevur verið á sjónum ein stóran part av lívinum og harvið tænt landinum, skal hava eina tøka eftir- lønarskipan, tá hann vegna aldur ella aðrar umstøður verður heimamaður. 5 ára skeið Ein møguleiki er, at vit í einum 5 ára skeiði arbeiða fram ímóti at yvurføra skattalættan hjá fiskimann- inum í eina eftirlønar- skipan. Í hesum skeiði skal skattalættin verða lækkaður við 3 % um árið, sam- stundis sum gjaldið inn i eftirlønarskipanina hækkar samsvarandi við 3 % árliga. Hesi 5 árini lækkar skattalættin, og gjaldið í eftirlønarskipanina hækkar samsvarandi. Fiskimaðurin varðveitir sostatt sínar givnu sømdir. Við hesum kemur tann endaliga eftir- lønarskipanin at virka soleiðis, at fiskimaðurin fær 15 % í eftirlønarskipan upp til 500.000 krónur við einum hámarkið upp til 75.000, tá hetta 5 ára skeið er av. Hjá fiskimanninum er ikki talan um mistar krónur. Talan er heldur um eina íløgu í framtíðina. Hendan íløgan kemur at tryggja honum (m/k) og familjuni rímilig kor og betri fíggj- arligan førleika, tá tíðin til sjógvin er runnin, og lívið sum heimamaður skal livast. Tey eldru í samfelagnum Eftirlønarskipan til fiskimannin Rúni Poulsen Val evni fyri javnaðarflokkin eysturoy Nú er tíðin komin har, ið vit aftur skulu inn í ymisku básarnar runt um Føroya land at seta ein kross, ein kross í kann avgera lagnuna hjá smábørnum, ungdómi, pensionistum ja øllum føroya fólki. Við hesum vil eg so inniliga biðja eitt hvørt javnaðarfólk um at endiliga at fara á val, tí ein hvør atkvøða frá tær kann hjálpa flokkinum at fáa landið á rætta leið aftur og harvið megna at syrgja fyri, at vit koma at liva í einum samfelag, ið megnar at bjóða einum hvørjum borgara nøktandi kor og rættindi, ikki bara í dag, men í fleiri ár framyvur. Javnaðarflokkum er fyri tey smáu við okkara grøna politikki, tey ungu við okk- ara útbúgvingarpolitikki, tey tilkomnu við okkara heilsupolitikki, tey gomlu við nýggjum eldra sambýl- um og betri pensjóns orðn- ing, til síðst men ikki minst tey menningatarnaðu, ið skulu hava líka góðar útbúgvingarmøguleikar og vinnumøguleikar sum øll hinu í hesum góða sam- felagið. Eitt X við Javnaðar- flokkin er at opna eina hurð inn í nýggja bjarta framtíð fyri Føroya Fólk. Nýggj, bjørt framtíð fyri Føroyar C M Y K 13 12