mikudagur 7. januar 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 7. januar 2004
15
VALGREINAR
Varðveita kristni
í skúlunum
Jóanis Nielsen
Valevni fyri fólkaflokkin
í Vágum
Flestu lond kring okkum
eru komin í knípu av
innflytarum, ikki minst
av teirra krøvum um
átrúnaðarligan rætt til
undirvísing í teirra reli-
gión á hædd við kristin-
dómsundirvísing. Í okk-
ara fólkaræðsliga parti av
heiminum, hava vit trúar-
frælsi, men eigur hetta
ikki at vera fyri ein og
hvønn prís, soleiðis at
skilja, at okkara forni
kristni arvur má víkja
fyri islam og øðrum
átrúnaði. Almenna fatan-
in av okkara guðstrúgv,
er ein partur av tí før-
oyska arvinum, og er ein
rættur, sum ikki skal
kunna
avvísast
frá
skúlum okkara, við hjálp
av lógini.
Forboð ímóti bøn í
skúlunum.
Amerikanski hægstirætt-
ur setti í 1962 forboð
ímóti bøn í skúlunum, út
frá princippinum um, at
kirkja og statur skuldu
heilt skiljast at. Orsøkin
til forboðið annars var
støða ateistanna, teir
trýstu á at fáa hetta
avtikið. Síðani hava fleiri
ferðir
verið
uppskot
frammi um at føra inn
aftur morgunbøn í skúl-
arnar, men tey eru hvørja
ferð vrakaði av kongress-
ini, hóast stórur partur av
amerikanarum ganga inn
fyri morgunbøn í skúlun-
um.
Hetta vísir, at verður
givið eftir, so kann tað
ikk upprættast aftur. Í
amerikanska
førinum
vóru tað ateistar, sum
trýstu, hjá okkum kann
tað í framtíðini verða
fremmandir ágangandi
átrúnaðir, um vit ikki eru
á varðhaldi fyri inn-
flytarum.
Okkara lógir skulu
virðast.
Vit virða rættin hjá øllum
londum og menniskjum
at hava teirra mentan og
átrúna, og vit eiga at laga
okkum eftir teimum lóg-
um og siðum, sum eru í
teimum londum vit vitja,
eins og vit halda tað vera
rættast, at vit hjálpa á
staðnum, heldur enn, at
fylla okkara land við
innflytarum, og tí krevja
vit eisini, og tað má vera
minsta krav, at um fólk
við øðrum átrúnað búseta
seg í okkara landi, so
mugu tey eisini integrera
seg í okkara landi, so
mugu tey virða tær lógir,
sum eru galdandi her, og
viðurkenna sjálvræðis-
rættin í landi okkara.
Yvirtaka útlendinga-
mál fyri at fyribyrgja
trupuleikum.
Eingin má sleppa at taka
kristindómsundirvísingina
úr skúlanum og seta
religiónsundirvísing í
staðin, tí tað seinna er eitt
sera vítt hugtak. Í Dan-
mark og øðrum ES-lond-
um, verður ikki leingi
inntil kristni bert verður
ein partur av aðrari
átrúnalæru í skúlunum og
ikki eitt serstakt fak.
Hartil mugu vit ikki koma,
tí tá hava vit vrakað
fedranna arv, sum hevur
verið til signing fyri
okkara land gjøgnum
øldir.
Eg ivist onga løtu í, at eg
eri kristin. Samstundis
haldi eg ikki, at
politikkur og átrúnaður
skulu teingjast ov tætt
saman. Í mínum huga-
heimi snýr politikkur seg
um at skapa eitt sam-
felag, har allir borgarar
hava somu lógartryggj-
aðu borgararættindi.
Hesar lógir skulu kortini
ikki kroystast niður yvir
kirkjur og samkomur.
John Johannessen
valevni Javnaðarfloksins
í Suðurstreymi
john@jokarin.com
Tað góða samfelagið, er
Føroyar fyri øll. Eitt sam-
felag, har allir borgarar,
óansæð átrúnað, sosialan
status og kynsliga sann-
føring, skulu hava somu
borgararættindi.
At fáa virðilig viðurskifti
fyri samkynd í Føroyum, er
ein spurningurin um borg-
ararættindi. Tað er ikki ein
spurningur um átrúnað.
Tá fólk velja at liva lívið
saman, eiga tey at hava
møguleika at tryggja fíggj-
arligu- og arvaligu rætt-
indini fyri hvørjum øðrum.
Hendan møguleikan hava
samkynd ikki í Føroyum í
dag. Og skulu vit kalla
Føroyar tað góða samfe-
lagið fyri øll, er neyðugt, at
samkynd
fáa
hendan
møguleikan. Møguleikan at
tryggja seg, soleiðis at tey
hava fíggjarlig og arvalig
rættindi hvør fyri øðrum.
Tað er ikki rímiligt at Før-
oyar, sum ein partur av
altjóða samfelagnum, noyð-
ir hesi fólkini at flyta av
landinum, sum kynsligar
flóttar. Tá tosa vit ikki um
tað góða samfelagið fyri øll.
Testamenti ikki nóg mikið
Borgarrarættindini
at
tryggja
fíggjarligu-
og
arvaligu
rættindini
hjá
tveimum av sama kyni,
sum liva saman, kunnu ikki
tryggjast við einum testa-
meti, sum onkur kanska
heldur. Eitt testamenti kann
til dømis ikki geva hinum
partinum loyvi at arva út-
gjaldið úr einari pensjóns-
skipan, um hin parturin
letur lív.
Tí er tað eisini rætt at
loyva øðrum fólkum, sum
liva sítt lív uttan maka, men
velja at gera tað undir somu
lon, møguleikan at fáa full
arvarættindini, hvør fyri
øðrum.
Ikki noyða kirkjuna
Spurningurin um hesi rætt-
indi er also ein spurningur
um borgararættindi. Nøkur
praktisk viðurskifti, sum
gera lívið greiðari. Tí haldi
eg tað vera rætt at finna
eina virðiliga loysn fyri
samkynd í Føroyum.
Men tá tað kemur til
spurningin, um eitt slíkt
parlag, skal vælsignast av
presti ella øðrum sam-
komuleiðara, er talan um
eitt annað mál. Eitt mál,
sum politikararnir skulu
halda seg burtur frá.
Vit eiga at halda poli-
tikkin burtur frá átrúnaðin-
um og lata kirkjur og aðrar
samkomur sjálvar gera av,
hvørja støðu tær taka í
hesum máli.
Frithleif Olsen
valevnið Sambandsfloksins í
Eysturoy.
Í nýskipanaruppskoti Sam-
bandsfloksins, verða Før-
oyar roknaðar sum partur
av einum ríki, ið er saman-
sett av trimum javntstill-
aðum londum.
Fyri at kunna vera í
einum ríkisfelagsskapi er
neyðugt, at nøkur málsøki
eru felags fyri alt ríkið.
Hesi eru:
Kongshúsið, Grundlógin,
Uttanríkismál, Verjumál,
Gjaldoyra og Rættarskip-
anin.
Hesi felags málsøki eru
ramman um ríkið. Afturat
hesum, eru onnur málsøki,
sum í dag eru felagsmál,
men sum heimastýrið skal
hava møguleika til at yvir-
taka.
Tað skal tó ikki kunna
bera til at yvirtaka hesi
málsøki, uttan so, at gjald-
skylda eisini fylgir við
yvirtøkuni.
Mín áheitan til politikar-
arnar er at halda uppat at
niðurgera ta skipan, sum
hevur verið karmurin um
okkara vælferðarsamfelag
fram til dagin í dag, og sum
vit øll hava notið gott av.
Ein niðurskurður uppá
útvið 400 milliónir krónur
um árið, skaðar sjálvandi
vælferðarsamfelagið Før-
oyar.
Komandi Løgtingsval
verður ein fólkaatkvøða,
um loysing frá Danmark
við ótryggum umstøðum,
ella samband við Danmark
við tryggari umstøðum. Tí
vil eg heita á allar veljarar,
um at hava hetta við í
støðutakanini 20. januar.
Einasta trygd fyri at verja
vælferðina, er at velja ein
sterkan
Sambandsflokk
valdagin.
Eg vil takka fyri, at tað er
víst mær tað álit, at koma
uppá sambandslistan til
komandi Løgtingsval. Um
eg komi inn á ting, fari eg
at gera alt fyri, at land og
fólk varveitir vælferðina,
hjá okkara stoltu tjóð.
Føroyar fyri øll – eisini samkynd
Løgtingsvalið 2004
Jan Poulsen
valevni fyri Javnaðar-
flokkin í Suðurstreymi.
Rentustuðulin til sethúsa-
bygging skal varðveitast,
tað kann ikki rokkast við
tað.
Hetta siga vit í Javn-að-
arflokkinum í okkara val-
skrá.
Fráfarandi
samgonga
ætlaði at niðurskivað rentu-
stuðulin til 0, men tíbetur
fyri núverandi og komandi
sethúsaeigarar,
slitnaði
samgongan og nýval var
útskrivað.
Tað er ein sannroynd, at
rentustuðulin hjá nógvum
familjum, júst er tann
peningaligi marginalurin
sum heldur lív í familjuni.
Missa tey hann, hoykna tey
undan, og mugu fara frá
húsi og heimi.
Skal tað verða lív lagað
hjá fólki, sum hava sett og
fara at seta búgv her á
landi, má og skal rentu-
stuðulin varðveitast í ver-
andi líki.
Tað er av alstórum týdn-
ingi, at vit ikki missa burt-
urav okkara raska produk-
tiva fólki sum her búleikast
á klettunum, av tí at tey
verða noydd at flyta til
onnur lond at búleikast, tí
tey ikki hava ráð at liva her.
Tey eru ein fortreyt fyri, at
vit hava eitt væl virk-
andi/framleiðandi
sam-
felag, sum ger at vit kunnu
kappast við onnur lond á so
nógvum økjum sum møgu-
ligt.
Javnaðarflokkurin
er
trygdin fyri at rentustuðulin
verður varðveittur soleiðis
at núverandi sethúsaeigar-
ar, hava ráð at sita í húsum
teirra og komandi sethúsa-
eigarar kunnu seta búgv, og
kunnu búleikast her á landi.
Vel javnaðarflokkin. Gott
val.
Rentustuðul til sethúsabygging varðveitast
Jógvan á Lakjuni
tingmaður og valevni
Fólkafloksins í Eysturoy
Øll vit, sum eiga børn,
hugsa sjálvandi um tey og
stúra kanska mangan og
spyrja, hvat skal verða av
teimum. Men tá ið børnini
eru fullfør, so vita vit, at
allir
møguleikar
liggja
opnir fyri teimum, og at tey
nokk skulu fara at klára
seg.
Men tá ið vit so hugsa um
hetta at eiga eitt barn, sum
ikki er ment at klára seg
sjálvt, so er tað so ómeta-
liga eymt - henda hugsan-
in: hvat skal verða av barn-
inum, tá ið tað veksur til, og
eg ikki longur fái hjálpt tí?
Eg trúgvi, at tað er trupult
hjá teimum, sum ikki hava
upplivað hesa støðuna, at
seta seg inn í hana.
Tá ið eg taki hetta fram
her, so er tað fyri at vísa á,
hvussu týdningarmikið tað
er, at vit sum politikarar
hava fyri eyga, at vit her
hava eina av okkara størstu
skyldum: at taka okkum av
okkara veikastu borgarum
og hjálpa foreldrunum, sum
ofta sita so einsamøll við
trupulleikunum!
Tíbetur eru batar hendir
tey seinastu árini, men
langt er eftir á mál.
Fólkaflokkurin vil fram-
haldandi arbeiða fyri at
gera
umstøðurnar
hjá
m e n n i n g a r t a r n a ð u m ,
rørslutarnaðum og øðrum,
sum bera brek, betri, so tey
kunnu liva eitt virðiligt lív -
eisini tá ið tey vaksa til og
eldast.
Tað skylda vit teimum!
Okkara størsta skylda: tey, sum bera brek
15
14
Nr. 3 - 7. januar 2004
VALGREINAR
Niels Hammer
valevni Miðfloksins í
Suðurstreymoy
Hetta er tað íð tjóð okkara
hevur fingið lagt í hendur
sínar her í byrðjanini av
nýggja vælkomna árinum !
Øll stríðast vit um ein
kamb, og hvør í sínum lag,
fyri rættinum at liva. Fyri
frælsi, friði og brøðralag
við grannar og arðar tjóðir
rundan um okkum og á
fjarskotnum leiðum. Alt
hetta fyri at tryggja eina
haldgóða burðardygga og
mennandi framtíð fyri hin
einstaka, nærmastu teirra
og tjóðina alla.
Endamàl
Eg vil virka fyri at rættur
og tryggur karmur verður
smíðaður um samfelags-
virðir okkara, tey íð hava
skapað og mynda tíð og dag
okkara nú í øldir. At her á
landi skal vera gótt at
búðleikast og mennast til
eitt hvørt gótt verk, tað veri
seg í handaverki á landi og
sjógvi, heima og úti.
Ætlan og framtíð
Vinnan eins og heilsu og
trivnaðarmál eru raðfest
fremst í ætlanum og virkis-
skrá, somuleiðis mentan og
átrúnaður. At ein og hvør
eigur rættin til at ognast
hesi virðir sum eru grund-
arlag fyri framburið og
búðskaparmenningini íð er
farin fram tey seinastu
mongu árini, ætlandi ver-
andi og komandi ættarlið-
um at gagnnýta og at føra
víðari til framhaldandi út-
bygging
av
samfelagi
okkara.
Langt er á mál, … men
fram kemur hann íð hóliga
ferð!
Ì hesum liggur sanniliga
goymdur hollur og vitin
virkisfýsnið, tí ungu ættini
at brúka og í verki at
fremja. Ein reiðskapur íð
munar so staðiliga. Um tú,
íð myndar dagin í dag
vaknar og tekur hann í
hendur tínar og ferð til
verka … tú ert framtíðin.
Fremstu raðfestingar
Ásannandi og í bestu
samføring míni eru hesi
hjartamál … eitt nú heilsu
og trivnaðarmál í fremstu
raðføring!
Um ikki lagt verður upp
fyri heilsufremjandi átøk-
um kunna vit vera um ein
háls áðren vit vita av.
Tí er alneyðugt við kon-
struktivum og mennandi
framtøkum fyri at fyri-
byrgja heilsuskaðilig árin.
Er skaðin hendur fylgir
oftast ein tung, torfør og
long leið, íð ger av við
hugsjónir og verkætlanir
sum lógu fremst í huga og
sinni okkara, og sum
sindrar umstøður okkara í
nærumhvørvinum.
Eg fari at virka fyri … at
heilsu og almannaverkið
kemur upp á tilætlaða
dygdargóða ástøðið sítt!
Soleiðis at verkætlanir íð
eru og koma at vera
framdar, vera at seta í verk
á skynsaman, tryggan og
tøknifrøðiligan hátt, sam-
svarandi
nútíðarkrøvum
innan heilsu- og røktar-
viðgerð.
At
útbúgvingarmøgu-
leikin innan hesi økir
verður útbygdur soleiðis at
samfelagið sjálvt kann og
skal í mesta mun takað
ábyrgd og viðgerða ymisku
sjúkrafrøðisligu árinini.
Bert við serkønum og
væl útbúgvnum heilsu-
verkið koma vit á mál.
Brúkaranum til heilsubót
og frama, soleiðis at hann
aftur gerst partur av dagliga
virki og framtíðarætlanum
samfelagsins.
Mentan og tjóð
Hvat er nú tað ?
Stutt sagt … mentan og
tjóð er mynda og ald av
farnum og komandi ættum
… men nú av tær!
Hvør enn tú ert, og hvar
enn tú búðleikast, so er tað
tú sum myndar tilveru og
mentunarhugsjónina yvir-
høvur. Við tær fylgir lívið,
og við tí sum gávu, at liva,
virka og nørast undir.
Føroyar er ein rík og
hugvekjandi átrúðnaðar og
mentunar fremjandi tjóð á
kristnum støðið, sum ikki
smæðist burtur millum
altjóða stóru tjóðirnar. Men
skulu vit mennast á hesum
økið skulu vit eisini vera
fúsin til verka. Nógv liggur
á láni og eigur at verða
raðfest, til frama og gagn
fyri tann íð leitar hesar
leiðir
í
útbúgving
og
dagliga virki sínum. Her er
eisini talan um framkomna
tøkni og verkætlanir, undir-
vísingar-møguleikar
og
listamiðdepil. Um rætt
verður fari fram, kann
menningin á hesum økið
eisini verða eitt tilfongið til
búskapartilgongdina
á
høgum sernámsfrøðiligum
støðið.
Útbúgvingar og fróð-
skaparfrøðið eru javnan
undir níggjari tilvirkan og
eiga at raðførðast á jøvnum
fóti við tjóðirnar rundan
um okkum, eins og skúli,
frískúli, kirkju- og halgu-
skriftfremjandi námsfrøði-
ligir stovnar og tiltøk eiga
at vaksa og mennast.
Àheitan til valið 2004
Miðan í politikki og lands-
fyrisiting yvirhøvur, hevur
altíð havt og hevur fram-
vegis týðningarmikla og
dygdargóða ávirkan og
úrslit at vísa á, bæði í
umsiting og leiðslu, og
fremur harvið trygd og
trivna fyri tí einstaka.
Tí ferð atkvøða tín væl
um tú setur kross tín við
Miðflokkin.
Eg fari hervið at heita á
teg um at seta kross tín við
lista H !
Eitt gott nýggjár og gottt
val Føroya fólk.
Jóannes Eidesgaard
Hóast onkur og ivaleyst
fleiri ynskja, at valið bert
skal snúgva seg um sjálv-
stýriskós ella sambands-
kós, so verður tað í seinasta
enda veljarin sjálvir, sum
ger hetta av. Kenni eg hann
rætt, so raðfestir hann
øðrvísi hesaferð. Hann er
troyttur av toganini, sum
ongan veg førir.
Aftaná samfull seks ár,
har stórt sæð øll politisk og
rættiliga nógv umsitingar-
lig orka fyri ikki at tala um
pengar hava verið brúkt til
fullveldismálið, so vænti
eg, at veljarin hesaferð fer
at ynskja, at føroyskur
politikkur fer at snúgva seg
um heilt onnur viðurskifti,
nevniliga um fólkið og
samfelagið. Og tíbetur hava
øll hesi ein møguleika við
Javnaðarflokkinum, sum
bart út sigur, at nú fara vit
til arbeiðis, og nú kann
verða nokk við toganin
millum loysing og samband
- toganini millum Føroyar
og Danmark.
Ein slagsíðu er ongantíð
góð. Tað gerst óliviligt og
óarbeiðsligt umborð, um-
framt at ein slagsíða er
beinleiðis vandamikil. Tí
verður altíð miðað eftir at
fáa skútuna aftur á rættkjøl.
Føroyska skútan hevur nú í
seks ár ligið borðfull við
einari sórari fullveldisslag-
síðu. Men vit mugu ansa
okkum, tá vit rætta hana
upp aftur, at hon ikki fer
slagsíðu á hitt borðið, tí tað
gerst tað avgjørt ikki
liviligari av. Slagsíða er nú
einaferð slagsíða. Um hon
er til samband ella full-
veldið, so verður hon fram-
vegis ein slagsíða.
Javnaðarflokkurin bjóðar
seg fram til at rætta skútuna
upp. Vit kunnu fáa hana á
rættkjøl.
Sjálvt um vit nógv heldur
vilja sleppa at brúka alla
okkara orku upp á veru-
ligan politikk, so vilja vit
fegin slóða fyri einari
endaligari loysn á ríkis-
rættarligu støðuni, sum
fyrst og fremst allir føroy-
ingar kunnu liva við. Hetta
gjørdi flokkurin í 1948, tá
hann saman við øðrum
slóðaði fyri Heimastýris-
lógini,
og
hetta
kann
flokkurin eisini saman við
øðrum gera aftur í 2004.
Men hetta mál skal so
sanniliga ikki sleppa at taka
fýra ár. Og loysnin má
lynnast frá miðjuni og út til
báðar síðir, so hon vinnur
undirtøku
frá
flestu
føroyingum. Ríkisrættarligi
spurningurin má gerast ein
fólksins søk og ikki ein søk
fyri einstakar flokkar.
Skútuna á rættkjøl, og so
kunnu bæði fullveldisvakt-
in og sambandsvaktin tørna
til við veruligum arbeiði.
Privatisering og
frælst vunnulív
Ingi Olsen
Valevni Fólkafloksins
í Norðstryemi.
Tað hevur verið sera
hugaligt fyri Fólkafloks-
fólk at fylgja við nú teir
ymisku flokkarnir eru
komnir við teirra val-
skráðum til komandi val.
Í mong ár hevur Fólka-
flokkurin sungið um, at
vit eiga at byrja eina
privatisering av landsins
fyritøku. Kendir menn
komu úr øðrum londum
og skrivaðu álit um júst
privatisering. Tað er ikki
ov nógv at gerða av, tá
sagt verður, at móttøkan
av álitinum - sonevnda
Caragata álitinum - var
sera kaldlig.
Men nú valskráðirnar
koma, ein fyri og onnur
eftir, sær út til, at vit helst
fara at síggja privatiser-
ingar í komandi val-
skeiði. Tað er tó okkurt
"skurr" at hoyra. M.a.
verður spurningur settur
við, hví vit skulu privati-
serað, tá fyritøkurnar
kasta so nógv av sær til
landskassan.
Eg havi hug til at
venda spurininginum so
spyrja. Nær skulu vit so
selja, um tað ikki er tá
tær geva mesta avkasti ?
Er prísurin fyri tær ikki
júst hin besti tá tað
gongur best? Ein kann
eisini spyrja, um tað er
forsvarligt av landinum
at eiga so stóran part av
vinnulívinum. Tí hugsa
vit okkum tankan, at sera
stór afturgong verður í
samfelagnum,
ja
so
stendur hitt almenna Før-
oyar við nærum øllum
váanum.
Í ítróttinum verður
venjari ofta sera errin, tá
aðrir venjarar velja at
"kopiera". Heldur enn at
gerðast fyrtin, ja so er
hann errin, tí hann ofta
vil tí ítóttargreinini hann
umboðar alt tað besta.
Hann veit, at besta úrsliti
fæst, um allir gerða sum
hann.
Fólkaflokkurin
er
eisini sera errin av, at
aðrir nú halda, at tað sum
so leingi hava sagt, kann
brúkast av øðrum eisini.
Tí vit vita, at tað tænir
fólkinum best.
Men lat tað verða sagt
til seinast, at eg veit
hvønn venjara eg hevði
vælt at staðið fyri.
Rúmligari
arbeiðsmarknað
Finnur Helmsdal
tjóðveldisflokkurin
Okkara arbeiðsmarknað-
ur skal bæði effektiviser-
ast og eisini gerast betri
kappingarførur, og fáa
vit, serliga í hesum døg-
um, dagliga boð um,
hvussu hetta skal gerast.
Kappingarføri er ein av
grundarsteinunum undir
okkara heldur einstáttaða
og viðbrekna ídnaði. Tó
eigur tað at bera til at
gera ein effektivan og
kappingarføran arbeiðs-
marknað meira rúmligan.
Skilt soleiðis, at at ar-
beiðsmarknaðurin verður
rúmligari, tí fleiri fáa
møguleikan at hava sína
dagligu gongd har. Her
verður t.d. hugsað um tey
rørslutarnaðu, tey menn-
ingartarnaðu
og
tey
sálarsjúku, sum í dag, í
alt ov stóran mun, eru á
sínum serliga arbeiðs-
marknaði. Á vardum
verkstøðum ella í vardum
størvum. Tað ber til at
skipa arbeiðsmarknaðin
og leggja alt soleiðis til
rættis, at fólk úr nevndu
bólkum o.ø. kunnu hava
sína dagligu gongd á
vanliga arbeiðsmarknað-
inum. Tað krevur sjálv-
sagt serlig tiltøk, upp-
venjing og uppfylging.
Og tað krevur semju um,
hvør skal fyriskipa, og
hvør skal fíggja møgu-
ligan eykakostnað. Við
tíðini fer tað ó ikki at
verða trupult hjá nøkrum
at síggja eyðsýndu fyri-
munirnar
av
hesum.
Bæði
fíggjarligar
og
trivnaðarligar.
Sjálvandi ger veljarin einsamallur av,
hvat valið skal snúgva seg um
Valið 2004: Eitt nýtt ár, - og val fyri durum!
C
M
Y
K
14