mikudagur 7. januar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 3 - 7. januar 2004
Nr. 3 - 7. januar 2004
17
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Sunnudagin 4. januar
var opið hús Í KFUK í
Havn í sambandi við
at Jona Henriksen,
fyrrverandi
tingkvinna og KFUK-
skrivari, fylti 80 ár.
Nógv fólk vóru og
heilsaðu uppá Jonu
hendan dagin, og
fleiri røður vórðu
hildnar
Tey vóru nógv sum nýttu
høvið at heilsa uppá Jonu,
har vóru vinfólk, familja,
skótar,
politikarar
og
onnur. Jona hevur verið við
í nógvum ymiskum saman-
hangum og kennir so
ómetaliga nógv fólk.
Tey sum hildu røðu vóru
t.d. Elin Lindenskov, Sonja
Klein, Óli Jacobsen, Vil-
helm Johannesen, Hanna
Lisberg, Jóannes Eides-
gaard, Bjarni Bæk, Niels
Jákup Nielsen, Enok Dam,
Nicolina Højgaard Joen-
sen, Charlotta Thorsteins-
son og Karin Kjølbro.
Elin Lindenskov segði
m.a. at hon var ein lítil
smágenta, tá hon lærdi
Jonu at kenna. Hon helt
ikki at hon var farin í skúla,
fyrstu ferð hon var í Vár-
gleði uppi í KFUK.
Elin mintist Jonu frá
skótalívinum og sunnu-
dagsskúlanum í KFUK.
Hon segði, at Jona altíð var
so smílandi og fitt og dugdi
so sera væl at fortelja søg-
ur. Søgurnar vóru líknilsir
úr Bíbluni, og okkurt ævin-
týr eisini. Tað sum gjørdi
sunnudagsskúlan so góðan,
var mátin sum Jona fortaldi
søgurnar uppá, hon gjørdi
líknilsini so livandi, sum
um tað vóru børnini sjálvi,
sum søgan var um.
Hon segði víðari at Jona
hevur verið virkin á so
Jona Henriksen 80 ár:
Stórur føðingardagur í KFUK
Ása í Østerø og Jona saman við skótunum
Mynd: Jens Kristian Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Jona, Hanna Lisberg og Sonja Klein
Mynd: Jens Kristian Vang
Jona saman við Óla Jacobsen, formanni í Føroya Fiskimannafelag. Tey hava fyrr sitið lið um lið
í tinginum
Mynd: Jan Müller
Millum mongu gestirnar sæst Arnold K. Henriksen,
beiggi Jonu
Mynd: Jens Kristian Vang
mongum pallum. Umframt
at vera virkin í KFUK, so
var hon ógvuliga virkin á
politiska pallinum. Hon var
fysta kvinna, sum var vald
á ting, tað var í 1975.
Longu í 1969 var hon vald
sum býráðslimur í Havn.
Elin endaði røðu sína við
at siga: »Jona, tú hevur ver-
ið ein av mínum fyrimynd-
um á so mongum økjum,
takk fyri tað«.
Sonja Klein, prestur,
segði m.a. at um tað hevði
verið gjørd ein meiningar-
kanning um hvør ið var
kendasta og populerasta
kvinnan seinastu 50 til 60
árini, hevði Jona ivaleyst
fingið fyrsta plássið.
Hon fevnir vítt og er
kend og vællýdd allastaðni,
tað verið seg á politiska
økinum og í kristiliga
felagslívinum.
Tað er ikki tí, at hon tosar
fólki eftir munninum. Hon
er slagferdig og sigur sína
meining. Men Jona hevur
nakrar heilt serligar dygdir.
Tað eru tær dygdirnar, sum
Paulus í Rómverjabrævin-
um prísar hægst hjá einum
kristnum menniskja. Jona
dugir at vera glað saman
við teimum glaðu og gráta
saman við teimum grát-
andi. Hetta ger hon upp á
sín heilt serliga og góða
máta. Og við hesum dygd-
um klárar hon, sum Paulus
eisini vísir á, at vinna á tí
ónda við tí góða. Av tí
sama, kenna øll seg væl
fyri, tá ið tey hava tosað við
Jonu, tí hon hevur eina
nátúrliga virðing fyri hvørj-
um menniskja, hon ger ikki
mun á fólki.
Óli Jacobsen segði, at
hann kom at kenna Jonu
serliga væl, tá tey sótu lið
um lið á tingi í 1979. Jona
plagar eisini at koma inn á
gólvið í Fiskimannafelagn-
um, eitt nú at selja luta-
seðlar, har hava tey havt
nógvar góðar løtur saman,
og hann hevur fingið innlit
í hennara bakgrund, sum er
rættuliga áhugaverd. Hann
helt
eisini,
at
tey
á
Ellisheiminum
høvdu
nakað at gleða seg til, nú
Jona um stutta tíð fer at
koma har at búgva.
Elin Lindenskov segði, at
Jona hevði verið ein av
hennara fyrimyndum á so
mongum økjum
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
17
16