Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 3 - 7. januar 2004 Nr. 3 - 7. januar 2004 19 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Tað er ikki so langt síð- ani, at tað undir hesum teignum í blaðnum varð umrøtt. Partafelagið Sofus M. Jakobsen hevði 1. juni í fjør skift stjóra, og í sambandi við, at Sofus legði frá sær og elsti sonurin Árni tók við sum stjóri, varð fríggjadagin 26. septem- ber skipað fyri móttøku, har nógv fólk møtti at gleðast saman við yngra og eldra ættarliðnum. Tað varð ikki lagað Sofusi leingi at gleðast saman við konuni og familjuni um, at nú vóru viðurskiftini í ættarliðs- skiftinum í felagnum, sum hann fór undir í august í 1969, komin í rættlag, soleiðis at hann nú kundi taka sær meiri av løttum og hava betri stundir til alt annað, sum hann var áhugaður í. Tveir dagar fyri jól, mánadagin 22. desember, vóru boð eftir Sofusi. Mitt í stákanini til jólini, sum hann og konan gleddu seg so serliga nógv at halda saman við allari familjuni, ið nú var savnað, var tíðarskeiðið hjá honum brádliga liðugt, og triðja jóla- dag fylgdi stórur skarði honum til gravar. Sofus var klaksvíkingur. Barnaheimið var undir Heygnum, sunnanfyri hjá Elduvíks Jógvani ella Heinesen, sum Sofus plagdi at siga, at tey har í granna- lagnum nevndu merkismannin. Mamman var Dagmar, sum var ættað uttan av Oyri, dóttur Samuel Michael Matras, festara í Uppistovu, og Carolinu Sofíu, sum var úr Niðristovu í Gerðum. Pápin var Hans Jacob Jacobsen, sum var ættaður av Grønu skriðu á Skipanesi. Foreldrini hjá honum vóru Elsebeth Maria, sum var úr Beitinum í Mikladali, og Tummas Jacobsen á Skipanesi. Dagmar gekk í fisk hjá Kjølbro. Tey fyrru árini á Stongunum og seinni á Kósini. Hans Jacob var sjómaður. Hann sigldi nógv við trolarum, og tey seinnu árini var hann ofta við norðmonnum. Tey bæði fingu fimm børn: Elsebeth Maria, fødd í 1928, Anna Malena, fødd í 1929, Julian, føddur í 1930, Sofus, sum var føddur 2. mai í 1935 og var uppkallaður eftir pápabeiggjanum, ið gekk burtur við Immanuel í 1932, og Karl, sum var føddur í 1936. Mia doyði longu í 1962, Karl doyði í 1996, og Sofus var 68, nú boð vóru eftir honum. Annelena og Julian búgva bæði í Klaksvík. Sofus lærdi jarnsmíð í smiðjuni hjá Hálvdan Olsen. Hann sigldi eitt sindur bæði undan og eftir, at hann lærdi til motorpassara og maskinist í Klaksvík. Teir á Stongunum høvdu postbátin Immanuel, sum sigldi úr Klaksvík, norður í Haraldsund, til Múla, Viðareiðis, bygdirnar í Hvannasundi og Svínoyar og Fugloyar og eisini til Árnafirðar. Sofus plagdi onkra ferðina at loysa av har umborð, og so var hann onkran túrin við trolaranum Dragabergi. Áðrenn hann fór undir víðari útbúgving var hann hálvt annað ár í Lauritsen reiðarínum. Í 1957 fór Sofus til Keypmannahavnar við tí avgjørda málinum at gerast verkfrøðingur. Málinum røkk hann í 1961, og síðani arbeiddi hann hjá donskum ráðgevarafeløgum í átta ár, áðrenn hann í 1969 flutti til Havnar og fór undir sítt egna virki. Meðan hann rak egið virki, var Sofus í tveimum umførum nevndarlimur í FRI, sum er felagið hjá ráðgevandi verkfrøðingum í Dan- mark. Sofus, sum serliga hevði við HVS økið at gera, var spakur, nærlagdur og dugnaligur. Tá ið hann legði frá sær sum stjóri, varð sagt, at virkið í tíðini síðani 1969 hevði verið við í fleiri enn 500 smærri og størri verkætlanum. Meðan Sofus var undir útbúgving í Keypmannahavn, hitti hann í sam- komuni í Thorsgade Agnas, dóttur Jóhonnu og Hans Sundstein í Havn. Hon lærdi til sjúkrasystur í danska høvuðsstaðnum. Tað rann saman teirra millum, tey gift- ust í 1959, og tey eiga fýra børn: Árni, Bjarni, Finn og Elin, sum er sjúkrasystur og býr í Keypmannahavn. Dreingirnir búgva allir í Havnini, og teir eru allir verk- frøðingar. Umframt Árna arbeiðir Bjarni eisini í partafelagnum Sofus M. Jakobsen, og Finn er verkfrøðingur hjá SEV. Sofus fylgdi væl við í samfelagsviðurskiftum. Eisini í heimbygdini, har hann tíðum vitjaði familjuna. Fyri fáum árum síðani greiddi hann fegin frá um ferð til Klaksvíkar, har hann á samkomu í KÍ høllini hevði hitt fleiri av teimum, sum hann hevði spælt fótbólt saman við, áðrenn hann fór úr Klaksvík. Á ungum árum fekk Sofus andaligu sannføringina, sum hann grundaði sítt lív á. Hann og Agnas høvdu sína dagligu gongd í Ebenezer, og tey hava verið uppi í so nógvum av greinunum av arbeiðnum í og út frá samkomuni. Ikki minst henda partin av virkisøkinum tóktist Sofus nýta alt meiri tíð til, nú yngra ættarliðið hevði tikið yvir í fyritøkuni hjá pápanum. Nú vísti tað seg, at hetta síðsta tíðarskeiðið á lívsleiðini hjá Sofusi varð so sera stutt. Sofus M. Jakobsen farin Dagurin 7. januar. Knútur hertogi. Talan er um sonin hjá danska konginum Erik Ejegod. Hann varð myrdur av systkinabarni sínum Magnusi henda dag í 1131. Í danskari søgu verður hann róptur Knútur Lávardur, ið er sama orðið sum tað enska lord, ið merkir harri. Knútur varð skýrdur halgimenni í 1169. Navnið Knútur er kanska upprunaliga norrønt og merkir júst knútur, brúktur sum eyknevni. Ella kanska er tað gamalt týskt navn: hin (hug)djarvi. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Valborg Næs Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum 5. januar, 92 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju hósdagin 8. januar kl. 13.00. Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum mikudagin 7. januar kl. 17.00. Kai Aage og Jóhanna Tøkk Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá góða mostir og fastir okkara Lina Arge andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur. Og til øll tykkum, ið á ymiskan hátt hjálptu til áðrenn og aftan á jarðarferðina og fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Osla Jacobsen Sandavági C M Y K 19 18