hósdagur 10. desember 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
bls; Bb sr MU, ÞU Ss Þr DE
Reyða kortið
til Marjus Dam
TÅ legtingið vidgjørdi uppskotið til setan av
grundlégamevnd hendi tað, sum íkki átti at
hent: ein av tingmonnum sambandsfloksins,
nýggi tingmaðurin í Vágum, Marjus Dam,
skræddi uppskotið, meðan hann stóð á rød-
arapallinum. Tíanbetur var sjónvarpið á staðn-
um og avmyndaðu hendingina, sum helst man
vera eindømi í føroyskari politiskari søgu.
GERÐIN hjá umrødda tingmanni er fullkomi-
liga óhoyrd. Tað undrar okkum eisini, at tað
ikki varð talað at frá formansstólinum, men
helst kom hetta heilt óvart á Vilhelm Johanne-
sen, sum tá rekti formansstarvið. Eftir okkara
tykki átti hesin tingmaðurin bókstaviliga at
fingið tað reyða kortið. Slík vanvirðing fyri
tinginum, slík foragt fyri demokratiinum og
fyri lógliga arbeiðinum hjá ødrum flokkunum
átti ikki at staðið óátalað.
UMRØDDA gerð er sambandsflokkinum til
litlan sóma. Er nakað veiggj í formanni floks-
ins, so gevur hann tinginum og Føroya fólki
eina umbering vegna tingmann sín. Og har-
aftrat eigur hann at geva tingmanninum eina
harða átalu.
AT skræða eitt lógaruppskot á tingsins rød-
arapalli má eisini sigast at vera tekin um
desperatión. Sjálvandi hava tingmenn loyvi
til at verða ósamdir og halda lítið um ávís
uppskot. Men ein tingmaður hevur ongan rætt
til at skræða eitt uppskot, ið annar flokkur
hevur lagt fyri tingið. Hetta er í veruleikanum
so langt úti, at tekur sambandstingmaðurin
ikki sjálvur stig til at koma við eini umbering,
so eigur tað at fáa fylgjur fyri hann.
ANNARS må sigast, at sambandsflokkurin í
nýggja vágatingmanninum hevur fingið enn
ein ótrúliga konservativan tingmann. Kanska
tað er best so, tí tá er tað í rottum sambands-
anda. Tá vita vit, hvar vit hava flokkin. Hin-
vegin vóru vónir eitt skifti um, at flokkurin eitt
nú við táverandi tingmonnunum Bjørn av
Heygum og Finnboga Arge hevði fingið ta
neyðugu endurfødingina, soleiðis at hann
kundi virka meira konstruktivt í tí politiska
arbeiðinum. Eftir at hava hoyrt umrødda vága-
tingmann og fyri tað eisini fleiri aðrar av hans-
ara fylgisneytum, so er lítið gott í væntu av
sambandsflokkinum, nú vit eru við at fara inn
í eitt nýtt ártúsund.
AT málgagnið hjá sambandsflokkinum í sínum
oddagreinum umboðar júst somu afturhalds-
sinaðu sjónarmið sum vágatingmaðurin og
onnur av hansara slag er eisini nakað, sum
mong hava bitið merki í. Tann viðgerð, sum
fullveldismálið hevur fingið í leiðarunum í
Dimmu er undir alt lágmark og minnir íkki
sert um ta óvirðiligi og ódemokratisku viðferð,
sum vágatingmaðurin gav málinum á tingi.
Oddagreinarnar í Dimmu eru oftani so aftur-
haldsinnaðar - ja so ekstremt sambandskar,
at tú ivast i, um hetta veruliga er eitt av lands-
ins størstu blødum.
Sosialurin
Jens Pauli Heinesen skrivadi
ikki nakra umsókn fyri meg!
Eg haldi, at tó at hesin ungi
góðskumetarin, Oddfríður
Marni Rasmussen, sigur seg
ikki vita, hvussu hann skal
leggja út, >so brævið ikki
skal gerast ein floymur av
gallordum«, verður brævið
tað kortini
Lat meg siga beinanveg-
in, at tá ið hesin ungin av
Sandoynni, sum nú er farin
á skaldaskúla at hugsa stórt
og læra seg at skriva, svarar
aftur, eigur hann ikki at
verja seg við lygn! Tað tæn-
ir ongum endamáli.
Oddfríður Marni Ras-
mussen sigur í viðmerking
í Sosialinum mikudagin 9.
desember 1998, og eg siteri:
>... SO fekk tú Jens Paula
Heinesen at skriva eina um-
sókn fyri teg, so at tú slapp
inn á skúlan. Annars hevði
tú helst søkt enn.«
Hetta er púra burturvið og
lygn, og tók eg eisini og
ringdi til Jens Paula Heine-
sen at vita, hvat hetta var
fyri nakað, sum komið var
út. Hann avvísti eisini slíka
spillandi lygn, sum neyvan
var verd at dementera, men
tað verður“so hervið gjørt.
Ein slíkur skúli tekur ikki
næmingar upp eftir umsókn
eina, men eftir tí teksti, sum
verður sendur við, og tekst-
in skalt tú eiga sjálvur! At
mín tekstur so var á slíkum
Lesarabræv
stødi, at eg slapp inn bein-
anvegin, eigur ikki at koma
mær aftur um brekku, Odd-
fríður, og eg haldi, at tú ant-
in skalt vísa tíni prógv ella
avsanna slíka lygn!
Viðvíkjandi brotinum tú
tekur úr mínum teksti, so
skilji eg púrt einki! Eg brúki
í mínum teksti eitt og ímill-
um, meðan tú brúkar at, og
tá er stødan ein heilt onnur,
tað sært tú sjálvur!
Og eg vóni, at eg sleppi
undan at fara undir tín tekst,
Oddfríður, og taka fram
orðingar og dømi úr tínum
nýggja savni! Tað vóni eg!
Annars ynski eg tær góða
eydnu á skúlanum!
Og at enda eitt hjartasuff!
Góði Oddfríður. Eg vóni at
tú tekur hasi orðini aftur
um, at >Frænir eitur orm-
urin< eftir Jens Paula
Heinesen er ein science >fic
tion«-skaldsøga! Slika
skomm måst tå ikki gera
tpær sjålvum og ikki minst
Jens Paula Heinesen!
Ólavur í Beiti
rithevundur
Viðmerking
Sóknarpresturin í Fugla-
fjarðar prestagjaldi hevur
fingið og fær júst somu við-
ferð sum hinir prestarnir í
Føroyum, men tað galda
"ikki serligar lógir og reglur
fyri hann ella hansara
prestagjald. Tí verður eisini
hann noyddur at geva seg
undir tær lógir og fyriskip-
anir, sum galdandi eru í
kirkju okkara um alt landið
— eisini í Fuglafjarðar
prestagjaldi — og sum
longu vóru í gildi, áðrenn
sóknarpresturin var føddur.
Fyri ikki at særa sam-
vitsku hansara var ein av
minum fyrstu gerningum
sum biskupur at bj6da hon-
um mína hjálp í teimum før-
um, har slíkt kundi koma
fyri. Men tað var ikki ein
møguliga særd samvitska,
id var trupulleikin hjå s6kn-
arprestinum, og tí hevði
henda hjálp ongan áhuga.
At fólk nýta teirra lógliga
rætt at fáa annan prest at
hava gudstænastu í kirkjuni,
tá ið prestur teirra hevur
gudstænastu aðrastaðni,
hvørki kunnu ella skulu eg
og sóknarpresturin forða
fyri.
Hans Jacob Joensen,
biskupur
Sølu-
æ
framsyn-
ing í
Smiðjuni
Í døgunum 10. - 13. desember, skipar
Borgný Patursson fyri framsýning við
bundnavgrum, sum hon hevur tilvirkað
úr føroyskari ull.
Á framsýningini eru troyggir og
skjúrt, frakkar og bundnaturriklæði, sum
eru serstók á hvgr sín hátt, av tí
framsýnarin sjálv hevur gjørt mynstur
og snið, og at einki plagg líkist.
Framsýningin er opin í dag frá kl. 14
- 18, fríggjadagin kl.. 10 - 18 og sunnu-
dagin kl. 14 - 18.
Borgný Patursson, sum í døgunum 10.
- 13. desember skipar fyri framsýning
við bundnavørum, sum hon hevur
tilvirkað úr fóroyskari ull