hósdagur 10. desember 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 235 — 10. DESEMBER 1998
tíðindablaðið SOSG
ensjónin hækkar og
x
lestrarstudulin lækkar
— Andstødan var heilt órímilig í sínum króvum, sigur Jørgen Niclasen. Tað
eru vit ikki, sigur Vilhelm Johannesen
ÁKI BERTHOLDSEN
Seinnapartin í dag fer fíggj-
arnevndin at leggja álitið
um fíggjarlóg fyri komandi
ár fyri løgtingið.
Fíggjarnevndin legði
seinastu hond á verkið
seinnapartin í gjár, og aftur
í morgun skuldu tær sein-
astu rættingarnar gerast.
Jørgen Niclasen, formað-
ur í figgjarnevndini, sigur,
at tað verður ikki ein samd
nevnd, sum leggu álitið fyri
tingið.
Hann sigur, at umboðini
fyri samgonguna fara at
leggja eitt meirilutauppskot
fram einsamøll
— Tiverri eydnadist ikki
at fåa andstøduna at taka
undir við fíggjarlógini, sig-
ur Jørgen Niclasen.
Men hann sigur, at tað var
6møguligt at fåa andstød-
una vid, tf hon setti so 6-
rimilig krøv, at tað bar heilt
einfalt ikki til at ganga
henni å møti.
Hvørji krøvini vóru, vildi
hann ikki siga.
Men hann dylir ikki fyri,
at hann er vónbrotin av and-
støduni, tf tå id uppskotid
var til viðgerðar í tinginum,
tóktist andstødan at vísa
vilja til samstarv.
Lítið
Annars sigur hann, at álitið,
sum nú verður lagt fram, er
lítið broytt afturímóti tí,
sum landsstýrið legði fram
í heyst.
— Hann vil ikki avdúka út
í æsir, hvgrjar broytingarnar
eru.
Men høvudsbroytingin
er, at vit hava hækka játt-
anina til pensjónir, sigur
hann, uttan at hann vil siga,
hvussu nógv.
--Men tað hækkingina
hava vit tikið innaftur við
sparingum á ødrum økjum,
so endatalið er á leið tað
sama sum hjá Landsstýrin-
um.
Ikki órímilig krøv.
Vilhelm Johannesen, fíggj-
arnevndarlimur fyri javn-
aðarflokkin í andstødu,
heldur ikki, at hann hevur
sett ómggulig krøv.
— Landsstýrið skeyt í sín-
um uppskotið upp, at fíggj-
arlógin skuldi hava 127
milliónir í avlopi.
— Meirilutin í fíggjar-
nevndini vil hava avlopið at
verða 127,5 milliónir.
— Men eftir mínum upp-
skoti bleiv yvirskotið 121,5
milliónir.
— Tys, at vórðu okkara
krøv gingin á meti, heyði
avlopið blivið seks milliónir
minni enn meirilutin skjýtur
upp.
Vilhelm Johannesen sig-
ur, at hann skeyt upp spara
46 milliónir á tveimum gkj-
um, men at hann mælti til
at hækka útreiðslurnar til
onnur gki 52 milliónir.
— M.a. mælti eg til, heilt
at avtaka upphæddina uppá
40 milliónir, sum ætlanin er
at játta til endurnýgging av
fiskiflotanum.
— Orsøkin til tað er, at har
er ongin lóggáva.
— Og eg haldi, at vit skulu
hava eina lóggávu, áðrenn
peningur verður játtaður, so
vit vita, havt vit játta pen-
ingin til.
--Somuleiðis mæli eg til
at skerja tær seks millión-
irnar, sum ætlanin er at játta
til sjálvstýrisfyrisiting.
Hinvegins skjóti eg upp
at hækka fólkapensjónina
40 milliónir.
— Tvs, at 15 milliónir fara
til at regulera almannaveit-
ingar við.
--Men restina var ætlanin
at brúka at hækka fólkapen-
sjónina hjá teimum, sum
onga aðra inntøku hava.
Vilhelm Johannesen sig-
ur, at tað hevði ført við sær,
at pensjónin hjá teimum,
sum onga aðra inntgku
hava, hevði hækkað runt
roknað 1.000 krónir um
mánaðin.
— Somuleidis skeyt Vil-
helm Johannesen upp at
hækka lestrarstuðulin fimm
milliónir, úr 44 milliónum,
upp í 49 milliónir.
Hinvegin ætlar landsstýr-
ið at lækka lestrarstuðulin
tvær milliónir, niður í 42
milliónir.
— Eg haldi, at tað er skeivt
at lækka lestrarstuðulin.
— Tey lesandi hava so
trong kor, at tað heyði verið
rætt at hækka stuðulin í
nøkur år nú.
Hann skeyt eisini upp at
Marjus skræddi uppskotið
Orðaskiftið um setan av grundlóganevnd kom í hæddina, tå
umboð Sambandsfloksins, Marjus Dam, fór upp á tingsins
rødarapall og í ødini skræddi uppskotið hjá Høgna Hoydal
RIGMOR DAM
Orð sum statskvett, ballónir,
gluggapynt, formalisma og
jólagáva, vóru ngkur av
eyðkennunum fyri orða-
skiftið um grundlógar-
nevnd.
Ikki minst sambandsum-
boðið Marius Dam var
speiskur í orðunum, tá hann
segði:
- Tjóðveldispolitikkur er
eksponentur fyri tí mest
negativa og niðurbrótandi í
føroyskum politikki. Hend-
an deyðsfrukt veksur í Før-
oyum í løtuni, men ein dag
fara fólk at síggja hvat ið er
við at henda. Soleiðis mál-
bar Marius Dam seg í fyrstu
viðmerking sínari undir
orðaskiftinum. Seinasta
viðmerking hansara var at
skræða uppskotið hjá sam-
gonguni, um setan av
grundlógarnevnd.
Fleiri tingmenn átalaðu
gerðina, m.a. Hergeir Niel-
sen úr Tjóðveldisflokki-
num, sum segði, at ein
flokkur sum hevur ting-
menn, sum ikki tora at tosa
um dagsins politik, og sum
ræðist tey politisku viður-
skiftini, er ein ódemokrat-
iskur flokkur. Og uppskots-
stillarin Høgni Hoydal,
segði seg ikki vilja við-
merkja gerðina, men bara
staðfesta at spurningurin
um pressufrælsi og talu-
frælsi eisini fór at verða ein
partur av nýggju grundlóg-
ini.
Henan og eggið
Burtursæð frá hesi ógerð,
snúði kjakið seg enn eina-
ferð um ætlan samgongunar
um fullveldi. Eina løtu vóru
mótpartarnir teir náttúrligu,
andstødan og samgongan,
og eina aðra løtu vóru mót-
partarnir innanhýsis í sam-
gonguni. Grundleggjandi
stóð ósemjan millum and-
stóðu og samgongu um,
hvat eigur at gerast fyrst —
fyrireikingarnar ella grund-
lógarsmíðið. Javnaðar-
flokkurin segði seg ikki taka
undir við uppskotinum og
fýltist á, at samgongan
longu nú ger eina grundlóg.
Heldur átti henda at verða
krúnan á verkinum, aftaná
allar kanningar og fyrireik-
ingar vóru lidnar, segði
hann.
Jóanes Eidesgaard úr
Javnaðarflokkinum segði,
at nú samgongan ætlar at
melda okkum úr ríkisfelags-
skapinum, noyðist hon at
smíða eina grundlóg, um
ikki alt skal enda í lógloysi
og anarki. Aðrastaðni í
heiminum, m.a. USA, Frak-
landi, Danmark og Noregi
varð slík viðgerð umrødd
við stoltleika og tigni. Fel-
ags fyri hesar var, at hetta
var ein proses, sum hevði
verið í umbúnaði í longri
tíð; fyrireikingarnar vórðu
gjørdar.
Búskaparligt
frælsi ella..
Kjak stóðst eisini millum
samgonguflokkarnar, har
Fólkaflokkurin enn einaferð
staðfesti, at treytin fyri tjóð-
skaparligum frælsi, er bú-
skaparligt frælsi. Høgni
Hoydal úr Tjóðveldis-
flokkinum minti í tí
sambandi á, at Fólkaflokk-
urin ikki verður einaráð-
andi, tá fullveldið er veru-
leikin. Bjarni Djurholm úr
Fólkaflokkinum segði, at
politiski mynduleikin má
megna at at halda fast við
ein búskapar- og vinnulívs-
politik, har málið er skatta-
lættar og lønartillagingar.
Eisini segði hann, at íslenski
búskapurin má verða okk-
ara fyrimynd, við lægri
skatti, reguleraðum lønar-
lagi, minni almennum sek-
tori — samanlagt eitt lægri
kostnadarstødi. Og hann
legði afturat, at um málið
er verandi samfelagsbygn-
Marjus Dam, tingmaður
Sambandsfloksins
aður, so verður fullveldis-
ætlanin ikki annað enn eitt
tjóðskaparligt eksperiment
uttan innihald og ein prokla-
matión uttan veruleika.
Meirlutin ræður
Um hví Javnaðarflokkurin
kortini velur at fara uppí
arbeiðið at gera eina grund-
lóg, segði Jóannes Eides-
gaard, at flokkurin má taka
til eftirtektar, at samgongan
hevur sett sær fullveldi sum
mál, hóast flokkurin ikki er
samdur við hesum. Demo-
kratiska skipanin sigur, at
meirlutin ræður. Vit vilja tí
brúka tíð og orku uppá, við
demokratiskum amboðum,
at sannføra samgonguna um
at brúka skil og visa ábyrgd.
Soleidis kunnu vit fåa bent
ætlanina frå at vera ein ant-
in-ella loysn, til eina loysn,
har vit øll tora at møta
morgindegnum.
— Vilhelm Johannesen hevur skotið upp í fíggjarneynd-
ini at hækka fólkapensjónina 40 milliónir komandi ár
og lestrarstuðulin fimm milliónir. Hann fekk ikki við-
hald. Ætlanin er tó at hækka pensjónirnar, men lestrar-
stuðulin lækkar komandi ár
hækka játtanina til dag-
stovnar fýra milliónir fyri
at nøkta tørvin á barnaans-
ing, og hann mælir eisini til
at seta 3,5 milliónir av til
uppihaldshjålp, meirilutin
vil bara jåtta 500.000 krón-
ur.
Vilhelm Johannesen sig-
ur, at hann boðaði frå hesum
treytunum longu tå ið upp-
skotið var til 1. viðgerð, so
tað kann 6møguligt koma
óvart á Jórgen Niclasen, at
JÓLAGÓVA
javnaðarflokkurin fór at seta
ymisk krgv.
— Tá uppskotið var til við-
gerðar í unginum, boð frá,
at vit rættu samgonguni
hondina.
— Men Jørgen Niclasen
kann 6møguligt hava rokn-
að við, at vit fóru at gera
tað treytaleyst, uttan at seta
nøkur rímilig krøv fram,
sigur Vilhelm Johannesen.
Sov blitt og søtt
| Nýggja åtvarpsfløgan
| er at fáa kring alt landið
e Lena Andersen e Tøgn e Alex BR 169,-
| Bólkarnir, ið eru við:
e Margreta Poulsen e Sjey
e Malan Thomsen e Kim Hansen e James Olsen
Teitur Lassen
Joanna Johansen e Liv Dam e Sveiggj * Fuse
Ronnie Nielsen e Hinar e Edvard N. Debess