hósdagur 10. desember 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið SOSTAMLMT
Nr. 235 — 10. DESEMBER 1998
Nú er tað endaliga staðfest at
Oljuhavn verður gjørd á Tvøroyri
— Eg síggi hetta
sum bjargingina
hjá Suðuroynni,
sigur býráðsfor-
maðurin á Tvør-
oyri
AK! BERTHOLDSEN
-Avgerðin er tikin: Olju
havnin verður á Tvøroyri
Hetta hava tvørafåik fing-
staðfest-einaferð
>
Byråd g vinnul
Tveroyr hava akkurá
Í Danmark og kunnað seg
við oljuvinnuna
Við í ferðalagnum vóru
umboð fyri Tvøroyrar By-
umboð
Tveroyrar Oljuvinnu-
TOR, tey vóru Gud-
mund Mortensen og Knutur
Nygaard
— Ferðin varð gjørd, ti at
tað vóru fólk, sum fegin
vildi hava størri kunnleika
hvat ein oljuútgerðar-
havn er, sigur Páll Vang,
býráðsformaður á Tveroyri
--Vitjað var á einum 8-10
virkjum í Esbjerg, sum
høvdu við oljuvinnu at gera,
og vitjað var sjálvandi eisini
hjá Danbor, sum hevur ætl-
að at gera oljuútgerðarhavn
á Drelnesi
ráð, umframt
fyri
tvey
ráð
Avgerðin er fallin
--A Danbor fingu vit eina-
ferð enn staðfest, at olju-
havnin verður á Drelnesi,
sigur Páll Vang, býráðsfor-
maður á Tvøroyri
— Vit fingu staðfest, at
Danbor hevur gjørt av, at
teirra oljuhavn í Føroyum
verður á Drelnesi og at tað
er her, at teir fara at leggja
sítt virksemi, tá ið tað kem-
ur so langt.
Hann sigur, at teir fingu
at vita frá Danbor, at tey eru
tilbúgvin at gera oljuhavn-
ina og at bíða verður nú bara
eftir tí fyrsta útbjóðingar-
Tvøramenn hava verið á oljuferð í Danmark. Har vitjaðu teir 8-10 virki, sum hava við oljuvinnu at gera. Men teir
vitjaðu eisini ,
oljuhavn verður á Drelnesi.
umfarinum, so verður farið
til verka
Fyrimunir á Dreinesi
Páll Vang sigur, at hann
hevur skilt tað soleiðis, at
tað serliga eru tvey viður-
skifti, sum gjørdu seg gald-
andi, táið Danbor valdi
Drelnes til staðið, sum teir
hildu vera best egnað at
gera oljuhavnina á.
--Í fyrsta lagi er Suður-
oyggin stytsta leið at sigla
av oljuøkjunum sunnanfyri
Føroyar. Tað hevur nógv at
siga, tí í oljuvinnuni telur
hver minuttur, og hetta gev-
ur Drelnesi ein sjálvsagdan
fyrimun, heldur enn øðrum
plássum í Føroyum, sum
krevja fleiri tíma siglingar-
tíð afturat.
--Men ein annar fyrimun-
ur er, at gkið er stórt á Drel-
nesi, so verður tørvur á ti,
kann havnin útbyggjast
langt bæði eystureftir og
vestureftir so hvert sum tað
verður neyðugt.
B ngin
Påll Vang sigur, at hann
metir avgerdina hjå Danbor
um at gera oljuhavn å Drel-
nesi at hava ómetaligan tyd-
ning fyri Suduroynna.
Ja hann metir hetta enntå
at verða bjargingina hjá
Suðuroynni.
—Vit skulu hava í huga, at
tað eru ikki útlit til, at fleiri
arbeiðspláss verða i fiski-
vinnuni framyvir, hvørki á
sjógvi ella á landi.
— Tað verður heldur tvørt-
urímóti, tí tað ber illa til at
verða ósamd við teimum
sum halda, at fiskiflotin eig-
ur at minkast.
— Sostatt er tað neyðugt
at vit finna aðrar vinnuligar
møguleikar í Suðuroynni.
— Og tí síggi eg hetta sum
bjargingina fyri alla oynna,
at Danbor hevur gert av at
leggja sítt oljuvirksemi her.
Men Páll slær eisini kalt
vatn í blóðið á teimum, sum
vænta sær eitt øgiligt virk-
semi beinanvegin.
— Hetta tekur tíð at byggja
upp og hetta er ein fullkom-
iliga fremmand vinna hjá
okkum.
Hann sigur, at hann sær
fyri sær, at gongdin verður
tann sama í Føroyum, sum
hon hevur verið í Esbjerg.
— Tå id oljuvinnan tók seg
upp í Esbjerg uddi við
amerikanarum har, meðan
danir fingu næstan onki at
gera. Men so við og við
koma danir meiri og meiri
upp í part og nú er ikki ein
amerikanari eftir í Esbjerg.
Páll Vang heldur, at stød-
an verður tann sama í Før-
oyum. Danbor kemur at
hava alt við sær til Tvør-
oyrar eisini fólki. Men út-
lendingarnir fara at fækka í
tali, so hvørt sum føroying-
sum hevur ætlað at gera oljuhavn á Drelnesi. Og Danbor hevur einaferð enn staðfest fyri, at teirra
ar menna sín førleika og
kunnu átaka sær meiri og
meiri av tí arbeiði, og teim-
um tænastum, sum olju-
vinnan krevur.
Somuleiðis heldur býr-
áðsformaðurin á Tvøroyri,
at Páll Vang tað er óvist nær
nøkur oljuvinna yvirhøvur
kemur til Føroya.
— Oljuprisurin er so lågur
nú, at tað loysir seg ikki at
fara undir oljuvinnu her um
okkara leiðir, tí tað er 6-
metaliga dýrt at bora olju
upp av botni, har tað er so
djúpt sum her. Prísurin er
farin niðurum 10 dollarar
fyri tunnuna. Men hann skal
upp á einar 18 dollarar, áðr-
enn tað loysir seg at fara
undir oljuboring her.
Onki virki í Føroyum
Ein av teimum vinnulívs-
monnum, sum var við á
Danmarkarferðini, var
Knútur Nygaard.
Hann sigur, at eftir, hvat
hann sá, er ikki eitt virki í
Føroyum, sum er ført fyri
at átaka sær sáttmálar í sam-
bandi við oljuvinnuna.
— Hetta eru vit yvirhøvur
ikki til reiðar til. Oljuvinnan
er so ómetaliga stór og um-
fatandi, at tey smáu virkini
í Føroyum hava ongan
møguleika at ganga krøv-
unum á møti.
Tað, ið hann sær sum
okkara einasta møguleika,
í hvussu so er í fyrstuni, er,
at vit finna okkum onkrar
smáar vinnuligar hillar at
leggja okkum á, so at vit
kunnu verða undirleverand-
ørar av ymsum slag! til teir
stórri leverandørar til olju-
vinnuna.
Men hann leggur afturat,
at so hvgrt vit mennast,
verður okkara leiklutur
stórri og stórri, tí vit koma
at verða slúsað meiri og
meiri uppí oljuvinna, sum
tíðin líður.
Men hann ivast ikki í, at
ein oljuhavn á Drelnesi
verður gllum vinnulívinum
í Føroyum at gagni, tí virk-
semið er so ómetaliga stórt
og umfatandi.
— Td. hevur hver bori-
pallar millum 150-170 sátt-
málar um tænastuveitingar
frá undirleverandørum av
øllum handa slagi, lika frå
wc-pappiri og vasking, til
bóltar og borirør.
Hann metir eisini, at tað
avleidda virksemi av olju-
vinnuni verður stórt.
--Fólkatalið á Tvgroyri fer
kanska at tvífaldast, og bara
tað skuldi merkt ein sera
stóran framburð hjá gllum
vinnulívinum, tí øll hesi
fólkini skulu eisini hava sín-
ar tænastur, eins og fóki nú
skal hava sínar tænastur.
Annars vónar Knútur Ny-
gard, at vit fara fram við
varsemi í oljuvinnuni, so at
vit ikki vera tíkin heilt av
fótum. Og tað kunnu vit
skjótt verða, og um nógv
oljufeløg sleppa ígongd í-
senn.
Eru farnir at kanna møguleikan
fyri at gera flogvøll á Tvøroyri
Landsbyggifelag-
ið stendur fyri
arbeiðnum, men
enn er onki úrslit
komið
Áki BERTHOLDSEN
Í heyst samstykti Tvgroyrar
Býráð at kanna møguleik-
arnar fyri at gera flogvøll á
Tvøroyri.
Og býráðið legðist ikki á
boðini.
Tí nú hevur Býráðið biðið
Landsbyggifelagið kanna,
um tað ber til at gera flog-
vøll á Tvøroyri.
Býráðið hevur bidid
Landsbyggifelagið, m.a. tí
at tað hevur verið uppi í
øllum útbyggingum á flog-
vellinum í Vágum.
Landsbyggifelagið skal
kanna, hvar ein slíkur flog-
vøllur kann gerast á Tvør-
oyri, hvussu langur hann
kann verða, og, hvat hann
kostar.
Tað er ikki langt síðani,
at Landsbyggifelagið fór
undir arbeiðið og enn er
onki úrslit komið burturúr.
Felagið kannar umstød-
urnar í Íslandi og í Grøn-
landi at vita, hvør tørvurin
er hjá fólkatali sum okkara
og, hvørji slóg av flúgvar-
um eru best hóskandi.
— Tá ið teir hava funnið
útav, hvat slag av flogfari
er tað best hóskandi, vita
teir eisini, hvussu langur
flogvøllur krevst, sigur Páll
Vang, býráðsformaður á
Tvøroyri.
— Og síðani er at vita, um
tað ber til at gera ein slíkan
vøll onkustaðni í Tvøroyar
Kommunu.
Ger onki sjálv
Men hóast Tvgroyrar Býráð
hevur sett hesa kanningina
í verk, er tað ikki tí, at
kommunan ætlar sær at at
gera flogvgll á Tvgroyri.
—Vit gera ongan flogvøll,
sigur Páll Vang.
Hann sigur, at kommunan
hevur einans sett kanning-
arnar í verk fyri at vísa
Lendsstýrinum á eitt møgu-
ligt øki, har tað ber til at
gera flogvøll á Tvøroyri.
—I sambandi við framtid-
arsamferðslu í Føroyum er
flogferðsla nevnt sum ein
sjálvsagdur møguleiki.
— Og tað einasta, vit vilja
við hesum kanningunum, er
at vísa Landsstýrinum á eitt
øki og sostatt hjálpa tí á leið
í hesum máli, sigur Páll
Vang.