Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið S082luin Nr. 235 — 10. DESEMBER 1998 Forfeingiligheit telur meira enn veruligt sjálvstýri Samgongan skyldar Føroya fólki og sær sjálvum eitt svar uppá, hvussu hon figgjar raksturin av førovska samfelagnum við einum stóðugt skjótt minkandi ríkisstuðli. Her er ov lítið at siga, at tað er neyðugt, at vit seta okkum málið. Tá virkar tað politiska málið sum ein religiøs sannføring Hetta segði framsøgumadur javnaðarfloskins, tá ið upp- skotið um grundlógarneynd var til viðgerar í tinginum í gjárt Men Jóannes Eidesgaard helt, at tað kundi tykjast eitt sindur legið so lítið, sum Føroya Løgting hevur mett hetta tingmál, sum nú fær fyrstu viðgerð á tingi. Málið varð framlagt 1. des, men varð longu sett á dagsskrá til ei vidgerå annan dagin eftir, sum sam- bært tin er stytsta freist. Málið varð tikið av skrá, sum skilagott var, men er í dag sett inn sum numm- ar 6 av eini dagsskrá, sum telur 10 mál. Tað kann geva almenn- inginum eina fatan av, at hetta er bert eitt niinni mál, sum við lítlari og ongari umrødu skal fáast frá hondini. Hetta er bert eitt í brede: rim Vit í Ja K ner ikki samdir í hesum, tí meta sanniliga málið hes hugsan um ta kós, sum samgongan hevur lagt, i støduni millum Føroya og Danmark. Málið er greitt Hóast talan í fyrstu atløgu er um at seta eina nevnd. So er málið greitt. 2. okt. í ár samtykti Før- oya Løgting við 18 atkvød- um fyri og 12 atkvødum í- måti at farast skuldi undir fyrireikingar til samråding- ar við donsku stjórnina um at skipa Føroyar sum eitt land við fullveldi. Tann dagin varð sett út í kortið, og hóast Javnaðar- flokkurin atkvøddi ímóti, so eru vit nú í tí stóðu, at skipið nú siglir fram við tí stevnu, sum teir 18 hava lagt. Einari stevnu, sum eitur loysing frá Danmark og útmelding úr ríkisfelagsskapinum. Óttast vandasigling Og umborð á hesi skútu eru vit øll, bæði samd og 6- samd. > Samgongumenn ganga so hástórir eftir brúgvavonginum og hyggja hábærsliga upp á luftina, men síggja bert tær allar- bestu veðurvánirnar. Teir síggja hvørki óveð- ursskíggj ella nakra hótt- andi lágtrýst. Vit aðrir við umhugsni fyri skip og manning stúra fyri tí vanda- sigling, sum øll manningin átti at vitað, at vit stevna ímóti. Ein vandasigling, sum lættliga kann snýsa alt omanav og meira enn tað, men vónandi bera vit gll boð í bý. Men, sum longu er lagt fast, so skal skipsráð hald- ast, áðrenn vit leggja á fjørdin. Tá skal øll tann før- oyska manningin spyrjast til ráðs, og svarið er ikki givið frammanundan. Demokratiska skipan okkara ger, at vit sum minniluti eiga møguleikan at geva okkara hugsan til kennar, og tað gjørdu vit eisini, tá uppskotið til sam- tyktar um fullveldi var til viðgerðar, men eftirfylgj- andi mugu vit bert taka støduna til eftirtektar. Kósin er nú løgd. om pr an I dag snýr seg um setan av einari lógarnevnd, t.v.s. at lunnar nå skulu leggjast undir eina ilastaðni í heir i í heiminum er slík viðgerð umrødd við stoltleika og tign. Vit kenna td. søguna um tað ameri- kansku, fronsku, norsku og donsku grundlógini, har mætir menn í landinum fór undir hetta . Hetta var tá londini krýndu yvir- gongdina frá eini stjórnar- skipan til eina aðra. Td. tá norðmenn endiliga fingu sjálvstýri, og t.d. tå danir fingu fólkaræði í stað- in fyri einaveldi. Men felags fyri allar hesar grundlógir „Det grejer sig i sjóen“ politikkurin hjá samgong- uni gongur ikki, sigur Jóannes Eidesgaard var, at hetta var seinasta stigið í einari prosess, sum hevði verið í umbúnað í longri tíð. Fyrireikingarnar vóru fingnar frá hondini. Men hóast vit í Føroyum nóg illa hava sett spónin í greytin, so verður nú farið undir at smíða grundlóg. Um samgongan náar sín- um máli við loysing og út- melding úr ríkisfelagsskap- inum, so verður tað sjálv- sagt neyðugt at smíða eina grundlóg, um ikki alt skal enda í lógloysi og anarki. Við tí ætlan, sum Tjóð- veldisflokkurin, Fólka- flokkurin og Sjálvstýris- flokkurin hava valt við full- veldinum, verður talan um at melda seg út úr ríkisfel- agsskapinum við Danmark, og tískil verður danska grundlógin ikki longur galdandi í Føroyum. Tí hava teir fyri neyðuni at smíða føroyska grundlóg. Hetta arbeiðið, sum hetta logaruppskot leggur upp til, er seinasta stigið í loysing- arætlanini. Og tí er tað eftir ætlan samgongunnar eitt neyðugt stig. Vanligt er, at flokkar við fyrstu viðgerð boða frá sína stødutakan til eitt mål, og tað vilja vit frá Javnaðar- floksins síðu eisini gera. Vit ásanna, at Føroya Løgting 2. okt. f år hevur samtykt at fara undir samrådingar vid donsku stjórnina um at skipa Føroyar sum fullveldi ella fyri at loysa, fyri at brúka gamalt kent orðaval. Hetta hevur Javnaðar- flokkurin tikið til eftirtekt- ar, tó hann var alt annað enn samdur. Nú vil sami meiriluti samtykkja at seta eina gnundlógarevnd. Og hetta mugu vit sum andstøda eis- ini taka til eftirtektar, tí demokratiska skipan okkara sigur, at tað er meirilutin, sum ræður. Men samstundis sum vit taka hetta til eftirtektar, so hava vit eisini boðað frá, at vit ikki eru samdir og vildu havt gongdina ødrvisi. Javnadarfloksins uppskot til broytingar krevur ikki eina nýggja grundlóg, tí so leingi ríkifelagsskapurin er galdandi, hava vit donsku grundlógini, og vit hava okkara egnu stýrisskipanar- lóg. Og tað ber uttan iva ikki til at hava tvær síðu- stillaðar grundlógir í sama ríki. USA hevur bert eina grundlóg, so neyvan ber til, at Føroyar og Danmark hava hver sína í sama ríki. Nevnast kann eisini, at eitt so gamalt ríki sum Ong- land, onga grundlóg hevur. Vit vilja tó nýta alla okk- ara tíð og allar okkara kreft- ir til við demokratiskum amboðum at sannføra sam- gonguna um at brúka skil og visa åbyrgd fyri landi og fólki, so vit fáa beint ætl- anina frá einari “antin ella loysn" til eina loysn, har vit øll, uttan mun til stóðu okk- ara í samfelagnum, tora at meta morgindegnum. Rættiliga ofta seinastu tíðina hevur verið at hoyrt, at tað sum er avgerandi, er, at vit seta okkum málið. Við allari virðing fyri at seta sær politisk mál, so er tað ein sannroynd, at málið í sær sjálvum ikki loysir teir praktisku trupulleikarnar. ”Det grejer sig i sjøen”- politikkur dugur ikki. Nú fer stórur partur av føroyskari umsiting og gðr- um sakkønum at brúka nógva tíð og orku uppá at fáa orða eina føroyska grundlóg, gera uppskot til sáttmála millum Føroyar og Danmark og at gera búskap- arligar útgreiningar. Harumframt skulu øll stýrini í landsstýrinum eis- ini hvgr í sínum lagi gera drúgvt útgreiningararbeiði. Vit eru í Javnaðarflokk- inum onga løtu í iva um, at nógv av hesum útgreining- um vilja fáa stóran týdning fyri ta víðari málsviðgerð- ina, og at tær eru neyðugar fortreytir. Men tað skal tó ikki dylj- ast, at vit halda, at hetta grundarlag og hesar út- greiningar áttu at verið gjørdar óheftar av einari frammanundan valdari loysn. Tað hevði hóast alt verið eitt sindur meira skil á, um vit fyrst tóku stóðu, tá grundarlagið var fingið til vega. Men so var ikki. Van- ligt hevur altíð verið at strekt kjølin, áðrenn seglini verða sett. Men tá eg kallaði leist samgongunnar til loysing- ina at vera ein "det grejer sig í sjóen"- politikkur, so tað sjálvsagt tí, at tær an sigur skulu liggja aftan fyri ein sjálvberandi før- oyskan búskap, ikki verður gjørt nakað við. Og tað hevur heimssøgan ikki tær hepnastu royndir- nar av. Hissini hoyra vit um eina vinnu-strategi, sum skal út- vega okkum eykainntøkur, og síðan hoyra vit um eina kunningartøkni-strategi, sum skal útvega okkum aðr- ar inntøkur, sum skulu viga upp im6ti rikisstudulin, sum fer at fella burtur so ella so. Men hyggja vit eftir ti ar- beidi, sum verður lagt fram í samband við fíggjarlógina nú fyrsta dagin, so fær man ikki eygað á nakra satsning frá samgongunnar síðu á nøkrum av hesum økjum. Tverturímóti. Utbúgving- argkið verður skorið niður og vinnuligir satsningar sæðst einki til. Alt hetta kemur ikki av sær sjálvum ella "grejer sig í sjøen,.” Aðra tíðir hoyra vit frá aðari síðu í samgonguni um eina fíggjarliga tillaging, har raksturin av samfelag- num og harvið føroyska vælferðin verður umskipað til tær skjótt minkandi inn- tøkurnar. Men tíbetur hava vit enn einki sæð til hesa seinastu ætlanina, sum borgarligi vongurin í samgonguni stendur aftanfyri. Tí hevði tað verið ein góður spurningur, um gll henda orka, sum samgong- an nú skal brúka til útgrein- ingar í samband við eina føroyska grundlóg og annað líknandi arbeiði, ikki fyrst fór í holt við fyrireikingar til eitt meira reelt sjálvstýri heldur ennn tað formella, sum nú verður stýrt ímóti. At vit veruliga tóku nøkur skilagóð stig til tess at ger- ast meira fíggjarliga óheftir. At vit veruliga løgdu eina strategi fyri øktum inntøk- um til landskassan. Forfeingiligheit telur meiri enn veruligt Men enn einaferð mugu vit ásanna, at forfeingiligheitin við tí formalistiska sjálv- stýrinum, telur hjá sam- gonguni meira enn veruligt sjálvstýri. Fólkaflokkurin hevur annars altíð hildið fast um, at neyðugt var við fíggjarligum frælsi, áðrenn talan kundi verða um politiskt frælsi. Men hesin arbeiðshátturin er ikki í tráð við hetta sjónarmið. Ella er tað veruliga talan um politiskar heil ing- ar, har ávísur flokkur tryggj- ar seg, fyri seinni at kunna fara út til veljaran og siga, at vit setta tó hetta og hatta málið fram. Vit fingu løg- tingið at samtykkja full- veldið, og vit fingu løgting- iðat samtykkja at fyrireika grundlógina. Kunnu teir tá