Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 235 — 10. DESEMBER 1998 siga, at teirra partur lá ikki eftir? Ein tingmandur tók her fyri til orðanna nakað so- leiðis um loysingarætlan- ina, at tað var, sum man fyrst vildi spæla finaluna, so kundi man seinni finna útav, um teir innleiðandi dystirnir gjørdu, at ein kvalifiseraði seg. Og tað er rætt, tí tingini koma ikki í réttu raðfylgju. Og lat okkum hugsa okkum, at sáttmálin um loysingina ikki verður góðkendur við eina fólka- atkvødu, so er nógv av hesum arbeiði spill av góðum kreftum. Skilabetri heyði verið, at tit bíðaðu, til fólkið hevði talað um sáttmálan. Verður hann góðkendur, so er at fara undir at smíða grundlóg, og mót- satt, fellur sáttmálin við fólkaarkvgðuna, so kundi henda orka verið brúkt til okkurt skilabetri. Tað luktar ikki sért av forfeingiligheit og einari ívísari trongd eftir at sleppa at skriva søgu, at mál av so stórum týdningi í hast verða skundað í- gjøgnum í meira ella minni úrtíð. Tann lóggáva, sum her hjá okkum mest minnir um eina grundlóg, er okk- arar = stýrisskipanarlóg. Sambært tí ætlan, vit í Javnaðarflokkinum hava um sjálvstýri, so verður neyðugt, at henda verður útbygd í takt við gkta sjálvstýri. Soleiðis at skilja, at tá t.d. rættarmál er á føroyskum hondum, tá verður neyðugt at til- laga okkara stýrisskipan- arlóg til eisini at fevna meira nágreiniliga um dómsvald. Eg siggi, at landsstýrið ætlar, at grundlógar- neyndin eisini skal gera uppskot um eitt føroyskt dóms- og á-kæruvald. Men eg kann siga so mikið, at tað er einki at ivast í, at arbeiðið við fyr- ireikingum til eitt før- oyskt dóms- og ákæru- vald er minst líka vítt- fevnandi um ikki meira, enn tað at gera eina grundlóg. Tí vildi rættast verið, at hetta við dóms- og ákæruvaldinum var eitt arbeiði fyri seg, eisini tí tað fakliga er sera krevj- andi. So hóast vit mæla løgtinginum frå at seta eina grundl6garnevnd, so má Javnadarflokkurin innstilla seg uppá, at tá meirilutin hevur samtykt uppskotið, so mugu vit við ábyrgd fyri landi og fólki fara við í arbeiðið, tí tað kemur lógin at krevja av okkum. Men áðrenn vit leggja á strongin, meðan Røstin rísin rennur, tí vit ikki vilja geva okkum tíð at bíða eftir rætta sjóvarfall- inum, so skal Føroya fólk siga sína hugsan. Tey eiga seinasta orðið, tíbet- ur. Á ferð til Alta í F innmørkini: tíðindablaðið SOSlalfn Kósin sett norðureftir Í dag, Hósdag, stevnir eitt lið av norðurlendskum tíðindafólki norðureftir í- móti Alta í norður Noregi. Norðurlendska Journalistsentrið í Árhus og Nord- isk Informationskontor í Alta skipa fyri og við í ferðini eru eisini umboð úr Føroyum. Hetta er eitt sonevnt umhvørvisseminar, har ein umframt ferðaupp- livilsi, eisini fær vitan og kunning um livilíkindini og umstødur í økinum DAGFINN OLSEN Kósin er stungin út í kortið, tá norðurlendsk tíðindafólk hósdagin hittast í Oslo. Haðani liggur leiðin norð- eftir til Alta í Finnmørkini, har eitt sonevnt umhvørvis seminar er á skránni. Úr Føroyum eru Útvarp Føroya og Tíðindablaðið Sosialurin umboðaði á ferð- ini til Finnmørkina. Tað vera ávikavist Helgi Jacob- sen og Dagfinn Olsen, ið umboða Føroyar á ferðini. Norðurendin á Noreg er ikki stað, ið øll kunnu breggja sær av at hava ver- ið. Føroyskir sjómenn kenna nógvir henda part av Noreg, men vanligi føroy- ingurin, ferðamaðurin, leit- ar kanska oftast å sunnari breiddarstig, tå ferdaskjått- an er pakkad og fritidin stendur fyri durdum. Økid í Finnmørkini er kanska eisini heldur 6kent f hugaheimi okkara. Kunn- leikin hjå føroyingum um samar, og umstødur teirra, er helst avmarkaður. Ein kann eisini hava varhugan av, at økid, har teir búleik- ast, kennist kanska eisini fjart og ikki gestablitt í okk- ara hugaheimi. Liva við og í náttúruni Tá ein er so norðaliga, so er ein í artiskum gki. Ein yvir- skriftin fyri seminarið (ella vit kunnu kalla tað skeiðið), er eisini, hvussu ein livir við og í náttúruni í artiska part- inum av norðurlondum. Sum føroyingar kanska ' ikki hava so torført vid at skilja, so er umrådandi at fara væl vid nåttåruni. Hetta ger seg galdandi á nógvum økjum. Eittnú liva fólk í art- iska partinum av Norður- londum í týttum sambandi og samstarvi við náttúruna. T.d. eru veiðimenn og smar gera eisini nógv við reins- djórahald. Men eisini hava tey fingið eyguni upp fyri, at umráðandi er duga at hava ymiska vinnu, uttan at oyðileggja. Tað kann vera ferðavinna ella onnur vinna. Náttúran er stórsligin, men hjá einum, ið ikki er vanur við villu víddirnar og kuld- an, kann hon nærum tykjast ræðandi. Fyrireikararnir fyri um- hvørvis skeiðið siga, at nátt- úran setur eina harða dags- skrá, men teir vóna, at lut- takararnir á ferðini eisini gerast betri kunnaðir við økid. A kavascootara Á ferðini fáa tíðindafólkini nógv at vita. Fyrilestrarnir eru mangir, men tíðindalið- ið sleppur eisini at royna seg. Longu fyrsta kvøldid verður farið á kavascootara út at vitja samarnar og at fáa ein góðan bita av reins- djórakjgti frá teimum. Hó- ast kuldin kann tykjast lemj- andi, eini 15, kanska 20, minus stig, so búgva tíðind- afólkini náttina í samatjaldi. 15 Ymsar aðrar útferðir eru á skránni hjá tíðindafólku- num, ið koma úr Grønlandi, Danmark, Føroyum, Ís- landi, Russlandi, Noreg, Finnlandi, og Svøriki Alta Býin Alta hava mong hoyrt um. Navnið gjørdist av ålv- ara kent, tå strid t6k seg upp um útbyggingina av Alta- elva. I dag, meira enn 10 år eftir, at orkuverkið í Sautso varð liðugt, er stridsøksin grivin og byrgingin hevur víst seg at hava atdráttar- megi. Ferðafólk í hópatali ferðast norðureftir at síggja byrgingina. Saman við ødr- um merkisstødum, dregur 110 metur høga byrgingin fleiri túsund ferðandi árliga. Navnið Alta kemur ætlandi frá samiskum, Alphi, ið merkir ein svani. Í ártúsund hevur bygdin innast í Alta- fjørdinum drigið fólk at sær. Fruktagott og grønt er, so Alta hevur verið ein lyggj oasa í køldu Finnmørkini. Síðstu fimti árini hevur Alta ment seg frá at verða land- búnaðarbygd, til at vera fólkaríkasta kommuna í Finnmørkini. Fram til sunnudagin, verða tíðindafólkini kunnað um henda artiska partin av Norðurlondum, umframt, at tíðindaliðið sleppur útferðir, har tilber hjá tí einstaka sjálvum at síggja og upp- liva. Onkutíð verður tikið til, at einki er at skriva heim um. Soleiðis verður neyvan á hesi ferðini til kavakløddu Finnmørkina, so vónandi verður kuldin ikki so nógv- ur, at pennar og knappaborð frysta og bandupptakarar og myndatól ikki vilja mala. Vónandi eydnast við mynd- atólum at fastfrysta uppliv- ilsi og gerandislív. Og vón- andi spyrst burturúr ein túr- ur, við fløvandi, gevandi og spennandi uplivingum, ið verdar eu at skriva heim um. Eftir tilfarinum og upplegg- inum frá fyrireikarunum at døma, so er einki at ivast í, at so verður.