hósdagur 10. desember 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 235 — 10. DESEMBER 1998
tíðindablaðið S082lurfn
Skakk-Nielsen, fyrrv. formaður í Ráðgevandi Nevndini:
Olja fortreyt
fyri fullveldi
-Ein kann klára næstan alt, um man eisini vil taka avleið-
ingarnar av tí. Vilja fóroyingar gerast sjálvstóðug tjóð -
hvat eg havi virðing fyri - so mugu tit eisini verða tilreið-
ar at skula liva við einum væl lægri livifóti. Fiskivinnan
er so óviss, og hvórki ferðavinna ella kunningartókni eru
nóg mikið til at avloysa blokkin og framhaldandi varð-
veita sama livifót. Einans stórar nøgdir av olju og tvifalt
so høgir prísir sum í dag kunnu tryggja Fóroyum eitt full-
veldi, uttan at tað skal fáa álvarssamar avleiðingar fyri
livistødid sigur Skak-Nielsen, búskaparfróðingur
JAN MØLLER
Skak-Nielsen var formaður
í Ráðgevandi Nevndini hjá
danska forsætisráðharran-
um í árunum frá 1975 til 92.
Mong megu minnast hann
fyri sínar oftani sera av-
gjørdu og eisini atfinning-
arsomu frágreiðingar. Hann
ávaraði í mong ár móti
gongdini í Føroyum, sum
øllum kunnugt endaði við
tí stóru kreppuni fyrst í 90-
unum. Bæði føroyskir og
danskir politikarar og eisini
vinnulívsfólk eru seinni
vorðin kritiserað fyri ikki at
hava lurtað eftir ávaring-
unum frá Skak-Nielsen.
lgir væl við
óast tað eru meira enn
seks ár síðani, at Skak-Niel-
sen gavst í Ráðgevandi
Nevndini, so fylgir hann tó
sera væl við, hvat hendir í
Føroyum og í viðurskift-
unum millum Føroyar og
Danmark. Hann lesur allar
frágreiðingarnar frá Ráð-
gevandi Nevndini, og hann
fylgir við í pressuni. M.a.
hoyrdi hann sendingina í
danska sjónvarpinum um
ríkisfelagsskapin.
Sosialurin spurdi henda
kenda danska búskapar-
frødingin, hvørjar viðmerk-
ingar hann hevur til støduna
i Føroyum og ætlaninar um
fullveldi.
-Lat meg fyrst siga, at eg
havi tí størstu virðing fyri
førcyska ynskinum um at
gerast so suverenir sum
gjørligt. Men suverenitetur
hevur eisini sina avmarking.
Danmark er ein suverenur
statur, men vit hava nógv
forpliktilsi innan ES og
aðrar altjóða felagsskapir,
sum jú avmarkar rásarúmið.
Skak-Nielsen ber ótta
fyri, at tjakið í Føroyum
hevur fingið ta slagsíðu, at
man ímyndar sær, at Før-
oyar kunnu verða totalt
suverenar, nakad, sum als
ikki er til aðrastaðni.
-Eg veit td. ikki, hvat
føroyingar ætla á valutaøk-
inum, men eg kann ímynda
mær, at man sær fyri sær
eina myntunión saman við
Danmark. Út frá royndun-
um í E$ so krevur ein mynt-
unién,- at-tú mást halda
ymiskar spælireglar, og tað
havi eg varhugan av, at
føroyingar kanska ikki eru
heilt uppsettir uppá.
Skak-Nielsen sigur seg
annars vera bilsnan av, at
nettupp hetta málið ikki
hevur verið tikið upp frå
danskari síðu. -Her er frítt
spæl. Men tað at vera limur
av eini myntunion vita vit
frá ES leggur bond á teir
møguleikar ein hevur við
atliti til fíggjarpolitikk, eft-
irlit við búskaparliga útviki-
inginum osfr. Hetta eru real-
itetir, sum ein ikki kann
koma uttan um. Og skal ein
vera sjålvstødugur statur,
so må man eisini hava eina
velduga valutareservu i Før-
oyum.
Skak-Nielsen undirstrikar
sina virding fyri føroyska
ynskinum um størri sjålv-
styri og fullveldi, men spyr,
um føroyingar vilja gjalda
prisin fyri fullveldið!
-Eg lurtaði við stórum á-
huga eftir varaløgmanni,
Høgna Hoydal, sum segði,
at føroyingar vilja satsa
nakað, og at tað skal kosta
tilskotið úr Danmark. Men
spurningurin er so, um før-
oyingar sum heild vilja taka
undir vid hesum.
Vilji og avleiðingar
Uppá fyrispurning um hann
heldur føroyingar eru førir
fyri at taka fullveldi og vera
blokkin fyriuttan sigur
Skak-Nielsen, at man kann
klára nærum alt, bara um
man er tilreiðar at taka av-
leiðingarnar av tí.
-Men sjálvandi fer tað at
kosta í livistóðinum leggur
hann aftrat.
-Eg veit væl, at tað gong-
ur væl í fiskivinnuni í løt-
uni, men spurningurin er
bara, hvussu leingi tað varir.
Stødan í dag er eisini tann,
at tit hava ikki nógv eftirlit
við veiðini í tykkara egna
sjógvi bara við at hava
fiskidagar. Tað er ikki nøkur
verulig avmarking.
Skak-Nielsen sigur, at ein
kann jú eisini koma út fyri
tí, at fiskurin aftur hvørvur,
og tá er ein ómetaliga sár-
barur.
Oljan kann broyta alt
Fyrrverandi formaðurin í
Ráðgevandi Nevndini held-
ur, at einans olja kann
broyta myndina og skapa
Føroyum fortreytir sum
sjålvstødug tjóð. -Eg ivist
onga løtu i, at verða stórar
nøgdir av olju funnar og
verður prísurin dupult so
høgur sum í dag, so fara tit
í Føroyum uttan iva at velja
at vera fult og heilt óheftir
av Danmark. Tað er mín
varhugi, at soleiðis fer
„stemningurin“ at vera í
Føroyum, um olja verður
funnin, men tað er enn ikki
komið hartil. Verður eingin
olja næstu 10-20 árini, og
føroyingar framhaldandi
vilja hava fullveldi, so fer
hetta heilt avgjørt at kosta í
livistóðinum.
Og við tí stóru óvissuni,
sum bæði er knýtt at fiski-
vinnuni og møguligari olju,
so heldur Skak-Nielsen eina
suverana føroyska tjóð við
45.000 íbúgvum, sum skal
standa á egnum beinum
vera „en dristig sag og tvivl-
som“ ið hann málber seg.
Men kann eitt broytt og
úviklað føroyskt vinnulív
ikki skapa umstødur fyri
einum fullveldi eitt nú við
gktari ferðamannavinnu og
KT-vinnulívi!
-Ferðavinnan kann sjálv-
andi mennast nakað, men
als ikki so nógv sum til at
loysa trupulleikarnar. Tað
einasta, sum kann geva
einum suverenum Føroyum
eitt búskaparligt grundarlag
er olja í undirgrundini. Men
tað krevur so aftur, at olja
finst í stórum nøgdum og at
oljuprísirnir verða munandi
hægri.
Hvat viðvíkur útbúgving
og vitan, so hevur tað sjálv-
andi stóran týdning fyri eina
tjóð. Men tað er ikki so-
leiðis, at umheimurin stend-
ur í stað. Og her er kapp-
ingin so mikið hørd, at tú
skal vera nógv dugnaligari
enn umheimurin á hesum
øki, tá hugsað verður um,
hvar Føroyar liggja.
Skak-Nielsen sigur, at tað
er ein nåttårlig orsøk til, at
virki sum Dan-Foss, Lego
ol. ikki liggja i Føroyum. -
Føroyar hava nøkur nátúrlig
handicap, og m.a. takkad
verid blokkstudlinum finst
ein livifótur og liviútreiðsl-
ur, sum gera, at tað er ikki
so attraktivt at leggja slíkar
fyritøkur í økjum sum Før-
oyum og Grønlandi.
Hann vidgongur t6, at tå
talan er um KT- so hava vit
ikki hesi somu handicap.
Men harafturímóti er tað ein
sera torfør bransja fyri
minni fyritøkur. Og tað eru
eisini royndirnar man í Dan-
mark hevur, tá ein skal
standa upp ímóti teimum
stóru altjóða fyritókunum.
Spurningur hvat føroy-
ingar
Skak-Nielsen heldur ann-
ars, at spurningurin um full-
veldi er eitt mål, sum før-
oyska fólkið má taka stóðu
til. -Eru føroyingar fúsir til
at sleppa tí livifóti, sum teir
hava í dag orsakað av sam-
bandinum við Danmark?
spyr hann og sigur seg hava
stóra virðing fyri tí, sum
Høgni Hoydal sigur, nevni-
liga at hetta er ein moralsk
avbjóðing fyri Føroya fólk.
Samtíðis spyr hann, um
fólk vilja gjalda prísin, sum
kann gerast sera høgur.
Skak-Nielsen heldur ikki,
at føroyingar meta búskap-
arligu trupulleikarnar í nóg
stórum álvara, tá tosað
verður um fullveldi. -Eg eri
vitandi um, at tað gongur
nógv betur í Føroyum, at
eitt nú flakavirkini eru við
at verða kappingarfør. Hetta
er eitt stórt plus. Men eg
haldi ikki, at fiskivinnupoli-
tikkurin er nóg ábyrgdar-
fullur.
Danski biskaparfrøding-
urin, sum hevur brúkt stóran
part av lívi sínum til at
kunna seg við føroysk við-
urskifti, ivast onga løtu í,
at um blokkurin verður tikin
burtur, so fer tað at kosta í
vælferðini.
-Eg haldi eisini, at man
frá danskari síðu eigur at
vera konsekventur, soleiðis
at vilja føroyingar gerast
sjålvstødug tj6d, so mugu
teir eisini taka avleiðingina
og sleppa blokkinum.
-Men skilur tú ikki, at
føroyingar, sum kenna seg
sum eitt fólk og ein tjóð,
fegnir vilja hava sítt egna
land, og eitt nú verða
umboðaðir í ST sum sjálv-
stødug tjóð?
-Eg havi fulla virðing fyri
teimum føroyingum, sum
hava hetta sjónarmið, men
eg havi skilt, at tað finnast
eisini mong fólk í Føroyum,
sum vilja hava aðrar skip-
anir enn fullveldi.
Hvat heldur Skak-Nielsen
um atfinningarnar ímóti
blokkinum, sum verður
tengdur saman við sponsku
sjúku, tvs. at stuðul uttanfrá,
sum tú fær upp í hendurnar,
uttan at gera nakað stór-
vegis, forðar fyri einum
náttúrligum vinnulivi!
-Tað er rætt, at um einki
blokktilskot varð latið, so
hevði | liviféturin verið
lægri, og harvið hevði kapp-
19
Skak-Nielsen: -Tað
einasta, sum kann geva
einum suverenum
Føroyum eitt búskaparligt
grundarlag er olja í
undirgrundini. Men tað
krevur so aftur, at olja
finst í stórum nøgdum og
at oljuprísirnir verða
munandi hægri.
ingarførid eisini verið betri.
Ein kann eisini sleppa und-
an hesum óhepnu avleið-
ingum av blokki, um ein
klárar av halda lønirnar
konstantar í einum longri
tíðarskeiði.
-Men sær tú blokkin sum
nakað ringt!
-Tað veldst um, hvønn
málsetning tú hevur. Um
málsetningurin er ein livi-
fótur sum í gðrum londum,
so er tað eitt pluss. Men tað
er eisini rætt, at fyriuttan
blokkin, so hevði tú havt eitt
lægri útreiðslustgði, tú var
meira kappingarførur og
hevði møguleika fyri at
hava fleiri í arbeiði.
Skak-Nielsen vísir á, at
fáa føroyingar stórar inn-
tøkur frá oljuni, so ivast
hann tó stórliga í, um tað
kann loysa arbeiðsloysis-
trupulleikarnar. Hann held-
ur ikki, at nógv arbeiði á
landi ella á sjónum í sam-
bandi við eina oljuvinnu
kann loysa arbeiðsloysis-
trupulleikarnar.
Hetta virkar á sama hátt
sum blokkurin.