Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 tíðindablaðið Sosur Nr. 235 — 10. DESEMBER 1998 Fimti ár síðani ST Heimsyvirlýsingin um mannarættindi varð undirskrivað Tær undirskriftirnar, sum Amnesty International fór undir at savna fyri einum ári síðani, verða í dag handaðar ST aðalskrivaranum Kofi Annan. Samstundis gevur Amnesty International Fóroya Deild út bók við týdningarmiklastu mannarættindaskjólunum í fóroyskari týðing. Amnesty International Fóroya Deild fer eisini aftur í ár, at heita á fólk um at seta ljós í vindeyguni í dag fyri at minnast mannarættindini einum ári síðani fór Amnesty International und- r at biðja fólk skriva undir "Eg vil gera alt tað eg eri ment/ur fyri at tryggja at rættindini í alheimsyvirlýsingini um mannarættindi gerst veruleiki um allan heim Ætlanin við savningini var undirskrift- g síðani at henda tekst ns s arleidarun Innsavningin i Føroyum undirskriftir saman, og tá vit sendu okk- ara part til ta stóru bókina, vóru 1.007 undirskriftir savnaðar. Av hesum hevði BodyShop savna heili 600 Fyrstur at skriva undir í Før- yum var tåverandi løg- maður Edmund Joensen, og allir løgtingslimir við einum einstøkum undantakið hava eisini skrivað undir. Enn ber til at skrivað seg millum tey fólkini, sum vilja arbeiða fyri mannarættindum. Hetta kann gerast á básinum, sum Amnesty International Før- ya Deild í dag hevur uppi SMS Ljós í vindeyga mannarættindadagi i Dási n -1 ] i at keypa tey vældåmdu Amn- estyljósini, sum verða nógv brúkt hesar dagarnar. Við tíðini er tað vorðið siður at seta ljós í vindeyga manna- rættindadagin, 10. desem- ber, fyri at minnast sam- vitskufangar, og fólk, hvers mannarættindi á annan hátt ikki verða hildin. Tá Amn- esty International var stovn- að í 1961, segði stovnarin Peter Benenson um bú- merki hjá Amnesty: “Hetta ljós brennur ikki fyri okk- um, men teimum, ið vit ikki kláraðu at bjarga úr fongsli. Teimum, ið vóru skotin ávegis í fongsul. Teimum, ið vóru rænd. Teimum, ið "hvurvu”. Fyri teimum brennur ljós- ið." Amnesty International Føroya Deild fer aftur i år ut heita á fólk um at seta eitt ljós í vindeyga í dag Bók við mannarætt- indasáttmálum Í samband við fimtiåradagin hevur Amnesty Internatio- nal eisini avgjørt at geva eina bók út við teimum tydningarmiklastu manna- rættindasáttmálunum í før- oyskari týðing, sum Jóhan Hendrik W. Poulsen hevur týtt. Hetta er sjálv heims- yvirlýsingin frá 1948, sa- man við teimum báðum semingunum frá 1966, sum skuldu gera hugsanirnar um mannarættindini meira ftøk- ilig. Fyrri semingurin er um borgaralig og stjórnmálalig rættindi, meðan seinni er um búskapar-, almanna- og mentanarrættindi. Til fyrra semingin eru tvey gerða- skjól, sum eisini eru við í Evert ár vold sg semorst bókini. Samanlagt eru hesir sáttmálar høvudsgrundar- lagið undir øllum manna- rættindaarbeiði um allan heim. Í Amnesty Internati- onal Føroya Deild eru vit ikki sért fegin um, at tað loksins ber til at lesa hesi tydningarmiklu skjøl á før- oyskum. Saman vid sjålv- um såttmålunum er ein longri inngangur um søguna aftanfyri mannarættindini, hvønn tyding såttmålarnir hava, og hvussu teir eru komnir i, og hvussu gongd- in hevur verið, hesi 50 árini mannarættindini hava verið til. Hendan inngangin hevur Halgir Winther Poulsen skrivað. Aftast í bókini er eitt yvirlit yvir øll heimsins lond, og hvussu tað hevur gingist, at fingið tey at taka undir við sáttmálunum. Enn langt á mál Men Amnesty fer eisini at nýta høvid til at vísa á, at hóast stór framstig eru hend, er enn at langt á mál, áðrenn tey stóru idealini, sum heimsins stjórnarleið- arar samtyktu í 1948, eisini verða víst í verkið. Tí aft- anfyri allar tær góðu hugs- anirnar er veruleikin, og frágreiðingini hjá Amnesty International fyri 1998 ber til at lesa, at fleiri enn 1,3 milliardir fólk hava minni enn ein dollara at liva fyri um dagin. 117 stjórnir pína borgara sínar, í fleiri enn 87 londum eru samvitskufang- ar og minst 40 stjórnir taka sínar egnu borgara av døg- um. “Men stór framstig henda allatíðina" sigur Pierre Sané aðalskrivari í Amnesty Int- ernational, og tá hevur hann serliga málið um Pinochet og Altjóða Revsidómstólin, sum tað at enda eydnaðist at stovna 17. juli í ár. Sané per ren vónar, at málið um Pinochet verður eitt fordømi um at heimsins lond og borgara ikki góðtaka at mannarætt- indabrotsverk kunnu fara framvið órevsaði. Um Al- tjóða Revsidómstólin sigur Sané: “Hetta er eitt tað besta stigið altjóða samfelagið nakrantíð hevur tíkið. Ein hóskandi máti hjá heimsins stjórnum at hátíðarhaldi fimtiåradagin hevði verið at tikið undir við hesum dóm- stóli beinanvegin."