Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOSU Nr. 236 — 11. DESEMBER 1998 Atli P. Dam, fyrrverandi lógmaður: WTO gjørdi munin JOHN JOHANNESSEN Atli Dam er tann maðurin, ið longst hevur verið løg- maður i Føroyum, og hevur hann mangan roynt at fáa góðar avtalur í lag, føroysku fiskivinnuni at gagni. Tískil hava vit spurt hann, hví frí- handilsavtalan vid ES ikki er komin í lag fyrr enn nú og hvønn búskaparligan tydning hann heldur hana hava fyri føroyska samfe- lagið? Atli Dam svarar, at hann heldur, at ES hevur innsæð, at limaskapurin hjá báðum londunum í altjóða handils- felagskapinum, WTO, forð- ar ES at gera mismun mill- um lond í hesum felagskapi Hann leggur afturat, at tann fyrsta handilsavtalan við ES varð gjørd á tí grundarlagi, at um Føroyar seinni kundu prógva at kvoturnar vóru ov trongar, var møguleiki fyri at fáa tær hækkaðar. -Vóru vit ikki vísir í, at tann gamla avtalan kundi mýkjast seinni, høvdu vit als ikki skrivað undir, sigur hann Laksurin Atli Dam sigur, at sjálvt um nýggja avtalan inniber, at føroyingar nú frítt kunnu útflyta laks til ES, hevur eisini eftir gomlu avtaluni verið meguleiki at útflyta laks. Hann sigur, at av ym- iskum sløgum av laksaúr- dráttum, kundu góð 8.000 tons útflytast tollfritt. -Tað stóð eitt annað minni tonsa- tal í avtaluni, men um laks- urin var vidgjørdur á ymisk- ar hættir, so bar til at útflyta góð 8.000 tons, sigur Atli Dam -Fór útflutningurin av laksi upp um hesi 8.000 tonsini, var tollurin 2 pro- sent, og hildu vit ikki hetta talið vera so stórt, at avtalan ikki kundi fåast i lag. Sum stødan var tá, varð mett, at tað var sera åtrokandi at fáa í lag eina avtalu. Atli a metir, at talan er um eina góða avtalu og vísir á, at tað einasta, ið enn væntast at fáa góða avtalu í lag um, eru tær pilkaðu rækjurnar. -Eg rokni tó við, at tað fer at bera til at mýkja ES, so at ein góð avtala fæst á hesum øki, sigur hann. Samfelagsbúskapurin Spurdur, hverja åvirkan nyggja avtalan kemur at hava á samfelagsbúskapin í Føroyum, svarar Atli Dam, at hann heldur tað vera ógvuliga torført at seta tel á hesa ávirkan. Hann grund- gevur hetta svar sítt við at siga, at føroyingar als ikki hava gagnnýtt kvotuloftini, og at vit tískil ikki hava havt teir heilt stóru vansarnir við gomlu avtaluni. Men hann heldur, at um vit gagnnýta hesa avtaluna til fulnar, er góður møguleiki fyri, at hon kann koma at hava sam- felagsbúskaparligan týdn- ing fyri Føroyar. ; 4 Tie Jógvan Arge signerar "Teir tóku land" i dag kl. 16.00-17.00 í Gamla Bókahandli. | H. N. JACOBSENS Vaglið 1 - Tlf. 311036 Kollveltandi handilsavtala við ES Nú eydnaðist tað umsíðir fóroyingum at fáa í lag eina góða handilsavtalu við ES. Avtalan er so umfevnandi, at 97 prosent av handlinum millum Føroyar og ES nú kann fara fram uttan forðingar av ymiskum slag JOHN JOHANNESSEN Grundleggjandi broytingar eru farnar fram í handils- sáttmálanum millum Føroy- ar og ES. Hesar broytingar innibera, at handil okkara við ES nú kann kallast fyri fríhandil. Avtala er nevni- liga gjørd um, at fullur frí- handil skal verða fyri tær verur, ið hava verið av- markaðar av ávísum lofti og hagtalseftirliti. Somuleiðis er avtala gjørd um, at Før- oyar skulu selja laks til ES lond, uttan at renna seg inn i nakrar tollfordingar yvir- høvur. Samanumtikið merkir hetta, at allar sølukvotur, allir minstuprísir og allur revsitollur dettur burtur, tå ið avtalan kemur í gildi einaferð í 1999. WTO Føroyar og ES eru bædi limir í altjóða handilsfelags- skapinum World Trade Organisation, stytt WTO, ið m.a. hevur til endamáls, at nærum allur handil (95 %) millum limalondini skal fara fram uttan handilsav- markingar. Soleidis hevur ikki verid millum Føroyar og ES, og tí hevur føroyska samrådingarnevndin nytt hetta sum ein trumf móti ES. Og trumfurin hevur ver- ið góður, tí nýggja hand- ilsavtalan inniber, at um | 97% av handlinum millum londini nú skal fara fram uttan avmarkingar. Kollveltandi Fólk í almennu fyrisitingini meta avtaluna at vera eina kollveltandi avtalu fyri før- Herluf Sigvaldsson er maðurin, ið hevur megnað at fáa í lag eina fríhandilsavtalu við ES oysku útflutningsvinnuna, og skíra tey hesa avtaluna eina fríhandilsavtalu, hóast ikki bar til at til at sleppa av við tollin á pilkaðum rækj- um. Undir samrådingunum stóð rættuligt stríð um rækj- urnar. ES vildi hava, at før- oyingar skuldu gjalda fullan toll fyri allar rækjur, ið seld- ar verða ES londum. Hetta vildu føroyingar ikki ganga við til, og eydnaðist tað før- oysku samrådingarnevndini vid Herlufi Sigvaldsson å odda at fåa semju um, at londini framhaldandi skulu halda seg til gomlu avtaluna viðvíkjandi útflutningi av 18 spildurnýgg innspælingar -meiri enn 1 tími av tónleiki Mynd: Jan Miller pilkaðum rækjum. Hendan avtalan sigur, at føroyingar sleppa at útflyta eina nøgd á 2.000 tons av pilkaðum rækjum um árið. Hóast ein góð handils- avtala er komin í lag millum Føroyar og ES, merkir hetta ikki, at Føroyingar als ikki hava slakað í krøvunum mótvegis ES. Men tó verður hildið, at hetta ikki hevur so stóran tydning fyri Før- oyar. Teir vgrubólkar, har slakað er í, eru vgrubólkar, ið ikki hava nakran serligan tydning í føroyskari útflutn- ingsvinnu.