fríggjadagur 11. desember 1998síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22
tíðindablaðið SOSTAlUMN
Nr. 236 — 11. DESEMBER 1998
Tú lærir nógv
av at tapa 10-0
— Við bert at spæla móti londum sum San Marino fáa vit einki burturúr,
hvorki ítróttarliga ella fíggjarliga. Lat okkum so heldur halda fram saman við
teimum stóru og taka skrædlini, tá tey koma — tí vit sleppa ikki undan teimum
nú og tá. Tá mugu vit vera fyrireikað til at skula reisa okkum aftur, sigur HB-
formaðurin Gunnar Mohr m.a. í práti um HB, landsliðið og annað í sambandi
við fótbólt
EMiL L. JACOBSEN
ÁLVUR HARALDSEN
Allir føroyingar, sum hava
áhuga fyri fótbólti, munnu
kennast við navnið Gunnar
Mohr. Og eisini tey, sum
ikki fylgja sd væl við,
munnu hava hoyrt navnið
nevnt av og á.
Frá miðskeiðis í 80-unum
til miðskeiðis í 90-unum var
Gunnar Mohr millum rask-
astu málskjúttar i føroysku
fótbóltskappingini. Í 1997
>legði hann frá sær< sum
fótbóltsspælari og gav
plássið til aðrar yngri menn.
Sama árið tók hann við sum
formaður í HB
Gunnar Mohr, sum í dag
er 35 ár, er Havnarmaður
og HB-ari við stórum H.
— Eg byrjaði at spæla fót-
bólt sum sjey ára gamal.
Tað var í HB, og har havi
eg so spælt síðani, fram til í
fjør, tå eg gavst, greiðir
Gunnar frá.
— At eg endaði í HB, var
mest tí, at eg búði úti í
Grønland: — í »karde-
mummubýnum< — og tað
var HB-umhvervi. Tí fór eg
tann vegin, tað var bert nátt-
årligt.
— Og har var gott at
vera...
— Ja, sjálvandi. Eg eri jú
av tí gamla skúl-
anum, sum sig-
ur, at tú
kanst
skifta religión og konu, men
tú kanst ikki skifta fótbólts-
felag... Eg veit, at tað er
gamaldags, men tað er so
mín persónliga áskoðan,
hóast eg arbeiði í einum fel-
ag, sum ikki hugsar soleiðis
longur.
— Hvussu klárar tú so at
blanda tað saman við for-
mansarbeiðið í HB?
— Tað er eingin trupul-
leiki. Ein er jú nóyddur at
fylgja við menningini. Tað
kann eisini væl vera, at um
eg var ungur í dag, heyði
eg hugsað á sama hátt, sum
teir ungu gera í dag. Alt
verður jú meira kommersi-
elt, sigur Gunnar.
Hann sigur, at tá hann
byrjaði at spæla fótbólt,
kom tað næstan ikki fyri, at
spælarar skiftu millum fel-
øgini í Havn.
— Tú gekk ikki inni i velt-
uni hjá hinum. Tú góðtók
hver tú var, men tað var ikki
fanatiskt. Og harafturat
skalt tú eisini minnast til, at
B36 ikki var so sterkt tá,
sum tað er í dag. HB var
nógv sterkari felag tá. Tað
sigi eg ikki, bara tí eg sjálv-
ur eri HB-ari. men HB var
eitt betri felag. Har var
meira skil á ungdómsar-
beiðnum, og teir høvdu eitt
nógv betri 1. lið. Við
ødrum orðum
sótu teir á
tí mesta
tá, og vit
merktu
ikki
kapp-
ingina
vid B36 at vera so stóra. Tað
var ikki fyrr enn í 80-unum,
tá tað fór at ganga væl frá
B36 — og HB kanska
slakkaði eitt sindur av. Í dag
er tað ødrvisi, tí feløgini eru
eins sterk og eins góð.
Gjerdi ikki nógv við
tað sum unglingur
— Tað gekk væl í ungdóms-
árunum. Persónliga vil eg
kortini siga, at eg ikki slóg
igjøgnum fyrr enn seinna
árið í dreingjadeildini. Eg
var lítil av vøkstri, og eg vil
heldur ikki siga, at eg gekk
so høgt upp í tað inntil tå,
sigur Gunnar.
— Tá var eg á einum sera
góðum liði, og tað gav mær
helst blóð á tonna. Aðrir á
liðnum tá vóru Kári Reyn-
heim, Bjarni Jacobsen, Jul-
ian Hansen og aðrir. Vit
blivu føroyameistarar, og so
vaks hugurin aftur.
Síðani fluttu teir upp í
unglingadeildina.
— Menn sum Bjarni og
Julian fóru upp á 1. deild-
arliðið longu sum 1. års
unglingar, og liðið datt
sundur. Vit fingu hug at
ganga í býin, og frá 1979 til
1982 gjørdi eg ikki nógv við
fótbóltin. Tú fekk onnur
lívsvirði, men so í 1982 fór
eg rættiliga í gongd aftur og
spældi á 2. liði alt tað árið.
Ég sat ein dyst sum eyka-
maður í 1. deild. Tað var í
Fuglafirði, men eg kom ikki
inn, greiðir Gunnar frá.
— Men í 1983 bleiv Ole
Skovbo venjari, og tá bleiv
eg rímiliga fastur í 1. liðs-
hópinum.
Gunnar hevur altíð verið
áleypari, og um hetta mund-
ið vóru eisini menn sum
Helgi Olsen, Kári Reyn-
heim, Bjarni Jacobsen, Suni
Jacobsen og Kári Nielsen á
liðnum, so tað var torført at
sleppa inn í hitan.
Gunnar sigur, at hóast tað
gekk upp og niður hetta
árið, so var tað eitt stuttligt
ár, og hann var á 1. deild-
arliðnum fyri fyrstu ferð. Tá
var hann 20 ára gamal.
Í 1984 og 1985 spældi
hann ikki nógv við, ti hann
bleiv skaddur í rygginum,
men í 1986 bleiv danski
Jack Johnson venjari, og tá
bleiv Gunnar Mohr fastur
maður á 1. deildarliðnum.
Tvey ár seinni, í 1988,
bleiv HB føroyameistari
fyri fyrstu ferð síðani 1982,
og hetta var eisini fyrstu
ferð, at Gunnar upplivdi at
vinna gull í 1. deild.
— Tað var ótrúligt. Eg
hevði spælt i so nógv ár tá.
Vit blivu meistarar í síðsta
dystinum, sum vit vunnu
móti TB. B36 lá annars heilt
suverent á odda í kapping-
ini, meðan vit vóru eini sjey
stig aftanfyri (tá gav vunnin
dystur bert tvey stig), og
eingin ivadist í, at B36 bleiv
føroyameistari. Men minn-
ist meg rætt, so fekk B36
bert fimm stig f seinnu
helvt, medan vit vunnu allar
dystirnar uttan ein, so tå av-
tornaði, haldi eg vit lógu
eini fimm stig frammanfyri
grannarnar. Tað gjørdi tað
eisini stuttligari, at vit
kundu enda á toppinum, tá
vit høvdu ligið so langt aft-
anfyri eitt skifti, sigur
Gunnar og vísir á, at B36-
liðið var rættiliga styrkt við
Abraham Hansen og Mein-
hard Dalbúð umframt
gamla liðfelagan Kára
Reynheim, sum tá hevði
skift til grannafelagið.
— Árið eftir bleiv B71
meistari, men í 1990 blivu
tað so aftur vit, men tað var
ikki heilt tað sama upplivilsi
sum í 1988. Tað vóru bert
tvey ár síðani seinast, og eg
haldi heldur ikki, at kapp-
ingin var so hgrð tað árið.
Vit vóru í so suverenir og
gjørdust eisini meistarar
rættiliga
tíðliga.
Tað var lítið hugsandi tá,
men 1990 bleiv seinasta ár-
ið, Gunnar bleiv føroya-
meistari við HB. Felagið
vann ikki FM aftur fyrr enn
í ár, og tá var Gunnar givin.
Hinvegin hevði hann tá
vunnið sjey steypafinalur
við HB...
— Hví gekk so lang tíð
ímillum, at HB bleiv fóroya-
meistari?
— Eg veit ikki rættiliga.
Persónliga haldi eg, at disci-
plinin kanska hevur haltað
eitt sindur. Vit hava eftir
mínum tykki havt fólkið til
tað okkurt av hesum árun-
um, men tað hevur manglað
tað seinasta. Tað eina árið
snúði tað seg bert um sek-
und.
— GÍ kláraði at vinna fýra
ár á rað, og trý av hesum
bleiv HB nummar tvey. Hvat
hevði GÍ tå, sum HB ikki
hevði?
— Eg gangi út frá, at tað
hevur verið ein ella annar
vilji, sum teir hava havt,
men sum vit hava manglað.
Onkuntíð hava vit kanska
hildið, at tað var lættari, enn
tað í veruleikanum var. Vit
hava kanska eisini manglað
impulsir aðrastaðni frá, so
sum vit hava havt tað í ár.
Tí tað er eingin ivi um, at
vit hava havt tilfarið til tað,
sigur Gunnar.
Stóra steypaliðið HB
Árið eftir gullárið í 1990
gekk alt av skriðuni, og
1991 var ringasta árið hjá
HB og er tað enn.
— Alt gekk av hundanum
til. Vit høvdu so at siga
sama liðið og eisini sama
venjara. Tað gekk bara illa
— vit byrjaðu við at tapa
móti Sumba í Havn, og so
gekk tað bara skeiva vegin.
Vit komu í finaluna í
steypakappingini, sum vit
taptu 1-0 móti B36 — bert
eina viku eftir, at vit høvdu
vunnið teir 8-2 í landskapp-
ingini...
Árið 1991 var annars eitt
gott dómi um, hvussu væl
HB stendur seg í steypa-
kappingini. Júst tað at koma
í finaluna, hóast tað gekk
illa í landskappingini.
— Hvussu ber tað til, at
HB altíð stendur seg so væl
í steypakappingini?
— Tað er bara traditión,
haldi eg. Tað er hetta við, at
tú skal vinna, og at tú ikki
fær ein møguleika afturat.
Tað haldi eg HB-ararnir
duga væl.
— Sigur tú, at traditiónir
kunnu vinna dystir?
— Tær kunnu í øllum før-
um lyfta eitt lið nógv.
Henda trúgvin uppá, at tú
plagar at vinna hesar dyst-
irnar. Eg rokni eisini við, at
tað åvirkar m6tstødulidini
eitt sindur.
Føroyskur fótbóltur er
broyttur sera nógv
seinastu árini, og
Gunnar Mohr
hevur verið
2 mitt í rokin-
Gunnar Mohr
um í øllum hesum broyting-
unum.
Í 1986 varð graslíki lagt
á ovara vøll í Gundadali, og
hetta var startskotið til eina
rúgvu av vøllum runt alt
landið, har grúsið varð skift
út við graslíki.
— Veturin í 1985-86 var
sera keðiligur. Tað frysti
nógv og kavaði illa, og ov-
ari vøllurin fór sera illa.
Hann var frostsprongdur, og
tað var greitt, at tað fór at
kosta nógv at seta hann í
stand aftur, minnist Gunnar.
— Tá høvdu vit Jack John-
son sum venjara. Hann
hevði ferðast nógv og kendi
tí nógv til vellir av ymsum
slag. Hann arbeiddi í Idé-
húsinum og kannaði so ym-
iskt fyri teir. Tað var soleið-
is, tað byrjaði. Hann kom
við einum tilboði, og býráð-
ið hugdi upp á tað. Tað fór
at kosta so nógv at gera ov-
ara vøll í stand aftur sum
grúsvgll, at avgjørt varð at
gera ein graslikisvøll í stað-
in.
Gunnar sigur, at sum fót-
bóltsspælari var hetta ein
sera spennandi tíð.
— Eg minnist, at vit søgdu,
at vit sum einki kundu
spæla alla fyrru helvt á nið-
ara velli, sum eisini var
rættiliga ringur. Tað gjørdu
vit eisini tað árið, og HB og
B36 fingu næstan einki stig
í fyrru helvt. B36 flutti nið-
ur, men vit kláraðu so at
reisa okkum aftur í seinnu
helvt eftir at hava ligið
næstniðast í summarsteðg-
inum. So fingu vit graslík-
isvøllin, vunnu átta dystir
upp í slag og endaðu á gðr-
um plássi! Tað var ein sera
stuttlig kapping.
— Hvussu hava graslíkis-
vallirnir ávirkað fótbóltin
her heima?
— Teir hava havt risastóra
ávirkan. Ferðin er vaksin so
ótrúliga nógv — at byrja við
vaks hon helst ov skjótt, og
førleikin fylgdi ikki við.
Men menringin í fótbóltin-
um hevur verið so stór, at
tað als ikki kann samanber-
ast. Venjingarumstødurnar
gera, at menn eru nógv bet-
ur fyri í dag. Eg minnist, at
fyrst í 80-unum gleddu
nógvir HB-arar seg til
summarsteðgin, tí teir vistu,
at tá komu fleiri upp úr Dan-
mark at spæla. Krumtapp-
urin á HB-liðnum var ofta
teir, sum komu upp niðri
frá. Tað ber als ikki til í dag,
uttan so, at teir eisini venja
niðri, sigar Gunnar og
minnist, at teir í HB kallaðu
hesar, sum komu upp úr
Danmark, fyri »asfalts-køb-
enhavnarar<.
Hóskandi við
liðum
8 varð 1. deild víðkað
til 10 lið, og eisini hetta var
ein rímiliga stór broyting tá.
— Vit vóru ímóti tí tá. Tað
stóð nokkso nógv á hjá Fót-
bóltssambandinum tá, og
bert ein atkvgða var á muni,
sigur Gunnar.
— Men eg haldi ikki, at
tað hevur verið so óheppið
— Eg rokni ikki við, at gongdin sum er
nú við at HB og B36 fara avstað við
øllum teimum góðu spælarunum, fer at
halda fram í so nógv ár afturat, heldur
F
4
|