Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 236 — 11. DESEMBER 1998 íðindablaðið SOS!alfn 23 I ——————————————————iøSÚ—i—eeeeeeeeeeeeee %£I — Eg havi ongantíð drukkið áðrenn fót als ikki góðtaka tað. Eg haldi tað vera ót Kr = sum ganga í býnum áðrenn dyst kortini. Nú er tað farið at skilja seg eitt sindur aftur, men í okkara felag hava vit so valt ikki at brúka kreftir upp á at fáa kappingina nið- ur á átta ella seks lið. Tað vinnur ikki frama kortini, og vit halda eisini, at tað skal hava eitt sindur av tíð afturat til at stabilisera seg. Gunnar vísir á, at tað eis- ini eru baksíður við at lækka talið av liðum í ovastu deildini. —Lið sum B71 fara aldrin at koma í 1. deild, um tað bert eru seks lið í 1. deild, og tað fer uttan iva at minka um áhugan úti í bygdunum. Eg veit, at tað sum birti á- hugan fyri fótbólti hjá øllum B71-liånum, sum bleiv meistari í 1989, var steypa- finalan, sum bleiv spæld á Sandi millum HB og TB í 1978. Teir siga, at teir fara ongantíð at gloyma, tá mill- um 2.000 og 3.000 fólk komu til Sands at hyggja, og allir teir stóru føroysku fótbóltsspælararnir tá komu til Sands at spæla fótbólt, sigur hann. — Tað var tað, sum setti gongd í B71, og tað rokni eg við fer fyri skeytið, um tey stóru felggini ikki koma út á bygd at spæla. Eg ivist ikki í, at øll børnini gleða seg heilt ótrúliga nógv til at síggja landsliðsspælarar hjá HB, B36 og GÍ koma til teirra bygd at spæla móti teirra liði. Tí haldi eg, at vit skulu bíða eitt sindur, áðr- enn vit fara at minka deild- ina aftur, sigur Gunnar, sum eisini heldur, at gongdin við at HB og B36 fara avstað við gllum teimum góðu spælarunum, ikki fer at halda fram í so nógv ár aft- urat. — Tað eru eisini nógvir sera góðir fótbóltsspælarar úti í teimum smærru feløg- unum. Í løtuni er tað lokk- andi at spæla í Havnini. Her eru betri umstødur og peng- ar, men eg síggi ikki so svart upp á tað. Góð ávirkan Altso nógvar broytingar í fótbóltinum, men tað sum Gunnar heldur hevur havt størstu positivu åvirkanina av øllum, er landslidid, sum fyri tíggju árum síðani fór upp í tað fína europeiska fótbóltsselskapið. — Eg minnist fyri nógvum árum síðani, at eg og Jógvan Norðbúð blivu spurdir av Árna Gregersen í sjónvarp- inum, um vit skuldu fara uppí. Eg minnist, at Jógvan var ímóti, meðan eg helt, at vit bara skuldu leypa út í tað. Og eg haldi tað var heppið, at vit fóru uppí. — Hvussu heyði verið, um Føroyar ikki høvdu vunnið móti Eysturríki. Hevði tað so verið heppið? — Ja, tað haldi eg. Tað hevði jú eisini eitt sindur óhepnar fylgjur, at vit vunnu á Eysturríki, heldur Gunnar. — Tað eru framvegis nógv, sum krevja ov nógv av okk- ara landsliði. Eg haldi ikki, at vit skulu missa mótið, hóast vit fáa onkran sekk av og á, tí tað hava vit fingið, og tað fara vit uttan iva eis- ini at fáa í framtíðini. Men framgongdin síðani 1990 er eyðsæð. Vit hava framvegis dystir, har alt gongur av hundanum til, men tað mugu vit bara taka við — tað slepst ikki undan, sigur hann. — Sjálvur bíði eg bert eftir dystinum, sum endar 10-0 til métstødulidid, og eg haldi eisini, at fólk eiga at fyrireika seg til tað. Tað nyttar einki at siga hetta her við, at vit skulu vinna, og tá vit so tapa, gongur alt Føroya land við gron og sig- ur, at vit skulu melda okk- um úr aftur o.s.fr., sigur Gunnar og tekur dystin móti Estlandi í juni mánaði sum dómi, har Føroyar taptu stórt 5-0. — Tad var okkara egna skyld, at vit taptu so nógv. Tað var lagt upp til, at vit skuldu vinna henda dystin, men Estland hevur eitt fínt fótbóltslið í mun til okkum. Tað vísir seg ofta, at vit skrúva tað upp til, at nú skal tað verða, ella verður tað ongantíð. Og har hjálpa fjølmiðlarnir ofta til. Men tak dystin móti Spania, har bóltsdyst. Eg veit, at tað verður gj t eingin væntar nakað, men har vit spæla ein fínan dyst og fáa eitt flott úrslit. Tú lærir nógv av at tapa 10-0 — Eg havi eisini sjálvur roynt tað í Europa Cup við HB, har vit hava fingið ein sekk upp á 10-0. Tað er sjálvandi ikki nakað stuttligt upplivilsi, men tú lærir 6- trúliga nógv av tí — meir enn av at tapa 1-0. HB-ararnir hava lært ógvuliga nógv av tí. Eg vil siga, at tað eru tveir dystir, sum HB hevur lært sera nógv av. Annar var móti Sumba í 1991, har vit taptu 3-1, og hin var í Tromsg, har vit taptu 10-0. Hugburðurin hevur so sera nógv at siga, vísir Gunnar — Dysturin móti Tromsø byrjaði fínt fyri okkara við- komandi. 0-0, tá tjúgu min- uttir vóru spældir, men so brast ballónin, og alt hjá okkum gekk galið, sam- stundis sum alt hjá teimum riggaði. Tað er kanska eisini ein sovorðin dystur, tú bíðar eftir, at landsliðið skal hava. — Væntar tú, at tann dyst- urin kemur skjótt? — Tað er sjálvandi ikki nakað ein vónar, men eg haldi at ein skal vera fyri- reikaður upp á tað og fyri- reika seg til at reisa seg aftur í staðin fyri at stilla seg í tað kórið, sum sigur, at vit skulu halda okkum til at spæla móti londum sum San Marino. Tí tað fáa vit einki burturúr, hvørki ítróttarliga ella fíggjarliga. So mugu vit heldur halda okkum til tey stóru og taka skrædlini, sum fylgja við. Og um tú hyggur eftir teimum positivu og teimum negativu uppliving- unum, so eru tey positivu í stórum meiriluta. Og tað hevur smittað ógvuliga nógv aftur á føroyskan fót- bólt, heilt niður til tey ungu. Stuttlig tíð á landsliðnum Gunnar Mohr hevur sjálvur spælt á føroyska landsliðn- um. Fyrstu ferð var móti Kanada í apríl 1989, og seinasti landsdysturin hjá ørt í dag, eisini í HB, men eg kann rúliga óserigst og ókollegialt, og eg kann blíva svakur inn á menn, 56 Gunnari var á Svangaskarði móti Wales í juni 1993. Hann sat á bonkinum allan dystin móti Eysturríki í Landskrona og spældi við seinasta korterið móti Dan- mark í Ítróttarparkini. — Tað var eitt ótrúligt upp- livilsi. Heilt ótrúliga stutt- ligt. Eg plagi framvegis at arga teir nýggju HB-ararnar við at taka gaggurnar fram og reypa um, at hesar hava spælt í gomlu Ítróttarpark- ini... Vinarlagið var heilt ótrúliga gott. Tað er tað iva- leyst eisini í dag, men nú er alt meira professionelt. Vit sluppu ymiskt undir Páll, sum teir ikki sleppa í dag. Men serigsiteturin var tann sami sum í dag. — Tit fóru tó ikki í býin áðrenn dyst...? — Nei! Tað havi eg altíð verið ímóti, og eg havi ong- antíð drukkið áðrenn fót- bóltsdyst. Eg veit, at tað verður gjørt í dag, men eg kann als ikki góðtaka tað. Eg haldi tað vera ótrúliga óserigst og ókollegialt, og eg kann blíva svakur inn á menn, sum ganga í býnum áðrenn dyst. Eg veit at hetta verður gjørt, eisini í HB, men eg veit ikki, hvat ein kann gera við tað. Eg haldi, at spælararnir skulu halda seg frá tí og eisini halda seg frá teimum verdsligu stød- unum. Ikki tí teir drekka nakað, men bara tað at teir eru har, setir nakrar tankar í gongd hjá fólki, sigur Gunnar, sum heldur, at før- oyskir spælarar, sum fáa pengar fyri at spæla, enn mangla eitt sindur av á- byrgdarkenslum á hesum øki. Størsta ynskid hjå HB Kravið til altjóða luttøku er m.a. ein góðkendur gras- vøllur. Ein slíkan hava vit havt á Toftum í nøkur ár, og nú er arbeiðið upp á ein grasvøll í Havn eisini farið í gongd. HB-formaðurin fegnast um, at útlit nú eru fyri, at tað fer at bera til hjá HB og landsliðnum at spæla sínar altjóða dystir í Havn. — Tað hevur sera nógv at siga fyri felagið, at vit fáa ein grasvøll her í býnum. Eg skal ikki taka nakað frå toftafólki, men okkara landsstadion liggur altso ikki serliga væl plaserað geografiskt. Størsti parturin av fólkinum býr í Havn, og bæði til landsdystir og Eu- ropa Cup dystir er eisini neyðugt, at tú fært so nógv- ar marginaláskoðarar sum gjørligt við, heldur Gunnar. — Hví fara HB-viðhalds- fólk ikki á Svangaskarð at hyggja eftir HB? Tað er hó- ast alt íkki meir enn ein lítil tími at koyra? — Tú kanst siga, at vit í HB hava eini 400 rættiliga trúgvar áskoðarar, og so hava vit kanska eini 2.- 3.000 marginaláskoðarar, sum eru við, tá vit spæla móti liðum sum B36, TB og Kl. Oli fótbóltslið hava nokkso nógvar áskoðarar sum ikki fara til allar dyst- irnar, men sum pilka burt- urúr, sigur Gunnar, sum vís ir á, at tey flestu av hesum høvdu komið til altjóða dystir hjá HB, um teir vórðu spældir í høvudsstadnum. — Harafturat er at siga, at tað er sera trupult at fáa havnarfólk út um bøgard- arnar. Tað kennist sera tungt hjá havnarfólki at koyra inn á Toftir at hyggja eftir ein- um fótbóltsdysti. Her er alt samlað á einum stað, meðan tað kanska ikki er so tungt hjá t.d. einum gøtumanni at koyra til Havnar. Soleiðis er tað bara. Tú sært tað sama í ødrum londum, og tað ber ikki til at broyta. Fótbóltur og pengar - Í fjør tók HB stig til at lóna spælarum og ikki fjala tað, sum tað annars hevur verið vanligt hjá føroyskum fót- bóltsliðum. Eitt partafelag varð stovnað, sum skuldi reka yrkisdeildina leyst frá Havnar Bóltfelag, og knappliga var HB í nógvar mátar professionelt fót- bóltsfelag. Gunnar Mohr sigur, at tey í HB sóu, at tað var neyðugt við hesum fyri at fylgja við í kappingini. — Leiðslan í felagnum sá seg ikki rættiliga føra fyri at reka hetta, og tí varð eitt partafelag stovnað, har fólk uttanífrá saman við einum parti av nevndini skuldu stýra hesum, sigur Gunnar. — Eg vil siga, at tað fyrsta árið hevur hilnast nógv bet- ur, enn nakar av okkum tordi at hugsa um. Vit hava fingið eina ótrúliga góða byrjan, so vit fara við góð- um treysti inn í næsta árið. — Eru nakrar »justering- ar«, sum skulu gerast á tí økinum? — Sjålvandi. Hetta hevur verid eitt innlæringsår, og | Spældi við HB 1983-97 Landskappingardystir: 197 Steypadystir: 5 >Fótbóltslandsliðið — í altjóða fótbólti í 10 ára vit hava gjørt feilir — stórar feilir. Tað sigur seg sjálvt, at onkrir trupulleikar eru í byrjanini, men øll hava sagt sum so, at >hetta er fyrsta árið, og lat okkum nú síggja, hvussu tað gongst< Og vit hava eisini ætlanir um at útbyggja tað við at gera meira við 2. lið og ung- lingarnar. — Merkja tit eisini, at við- haldsfólkini taka undir við hesum? — Uttan undantak. Tað er tað, sum eg eri mest bilsin um. Vit hava havt aðalfund- ir og limafundir, og tað hev- ur nóg illa verið eitt negativt orð at hoyra. — Tað hevur ikki verið so vanligt, at spælarar úr gør um felógum koma til HB Hvat halda viðhaldsfólkini um tað? — Onkur er sjálvandi eitt sindur ónggdur, men tað eru tey allarfægstu. Men tað er ein náttúrlig gongd, sum ikki slepst undan, sum nú er. Og nú er klaksvíkingurin Allan Mørkøre eisini stóra stjórnan í HB. Allir teir smáu, sum meta upp til venjing, eru nummar 9, so hann hevur spælt seg inn í hjørtuni hjá øllum HB-ar- um... Tað gamla er farið — Alt hatta gamli er farið, og tað mugu vit bara viður- kenna. Tað sum vit royna at halda fast við, er tað, sum vit kalla >tann gamli HB- andin<, og sum eisini kann tykjast eitt sindur arrogant- ur. Men tað haldi eg ikki bilar nakað. — Er tað nakað, tú saknar við >tí gamla HB«? — Feløgini eru blivin so stór, og nógvir pengar eru í tí. Persónliga sakni eg onk- untíð tað gamla HB-húsið niðri við niðara vøll. Góður stemningur, hugni, kaldar brúsur og ein h... ballada. Ein fantastisk sjarma við eini lítlari kiosk... tað er rein nostalgi, sigur Gunnar og leggur afturat, at um HB ikki hevði vunnið føroya- meistaraheitið í ár, hevði hann selt HB-húsið, tí fram til nú hevði HB ikki verið føroyameistari í nýggja hús- inum... So vítt hevði tað helst ikki komið, men tað er einki at ivast í, at seinastu átta árini hava verið tung hjá HB, sum áðrenn árið í ár hevði vunnið 14 føroyameistara- heiti. Tað 15. vunnu teir so í ár. At tað so var við góðari hjálp frá klaksvíkingum, miðvingum, eysturoyingum og øðrum taka tey í HB ikki so tungt. Gullið endaði aftur í HB-húsinum, har øll HB- viðhaldsfólk hava longst eftir tí so leingi...