leygardagur 12. desember 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Soleiðis fíggja
vit loysingina?!?
VAR ein av yvirskriftunum í 14. Sept. undan seinasta
vali. Men innihaldið var eitt neyðaregg, ið reisti fleiri
Spurningar uttan at geva nakað svar. Staðan í dag er
ikki ødrvisi. Hvussu figgja vit loysingina? Hetta er ein
sera viðkomandi spumingur fyri flestallar føroyingar,
og svarið eigur at vera meira ítokiligt enn: „...táið nú
karmarnir fyri føroyskum búskapi eru broyttir. „táið vit
sjálvi hava ábyrgdina fyri egnum landi....táið sjálvræðið
hevur skapt nýggjar fyritreytir....táið blokkurin ikki longur
avlagar búskap okkara...osfr.“
FLESTALLIR búskaparfroðingar eru á einum máli um,
at Feroyar kunnu vera sjálvbjargnar, men at hetta kostar
vælferð. Hesa uppfatan hava Paldam, Skak-Nielsen,
umframt fleiri føroyskir buskaparfrødingar. Tá Høgni
Hoydal sigur, at blokkurin ikki rindar fyri føroyska væl-
ferð, eigur hann at vera fegin um, at hann sleppur frá at
siga hetta til eina samfelagsfrødiliga próvtoku - annars
hevði hann verið noyddur at fyrireika seg til nýggja
próvtoku.
HOAST seinasta „Krosskast“ í SVF var áhugavert, so
kom kortini ikki nógv nytt fram. Fullveldismálaráðharrin
førdi fram, at í 1998 vóru lånsgjøld landskassans á
stødd við blokkin. Men einki verður sagt um, at reallønin
í dag er 20% lægri enn í 1990. Hetta krevja fakfeløgini
nú at fáa aftur, uttan at hædd er tikin fyri hesum á
fíggjarlógini. HH „gloymir“ eisini at fortelja okkum, at
heildarveitingin úr Danmark er munandi størri enn blokk-
urin. Td. rindar danski staturin fyri: løgreglu, dómsvald,
uttanríkistænastu, verju, kirkju, útbúgvingarstuðul, út-
bugvingar, krigspensjån v.m. So hóast blokkur=låns-
gjøld, so resta flein hundrað milliónir kr. í, men fullveldið
skal ikki ganga útyvir vælferð fólksins - sigst.
FOLKAFLOKKURIN meinar, at vit hava eina alt ov
stóra almenna umsiting, og at her kann sparast nógv.
Tjóðveldisflokkurin meinar, at blokkurin avlagar bú-
skapin, og at lensemið økist, tá blokkurin er horvin.
Fólkaflokkurin eigur at siga okkum, hvussu mong og
hvørji almenn starvsfólk, ið skulu koyrast til hús aftaná,
at fullveldið er „bjargað“, og hvat hetta kemur at kosta
samfelagnum í t.d. ALS ella forsorgarjåttan. Tjóðveldið
eigur at fortelja okkum, hvussu eitt nú fiski- ella alivinnan
kann fáa betri lønsemi, av tí at landskassin fær færri
pengar frá danska statinum. Tað øvugta kann lættliga
gerast veruleiki, at av tí at minkar, verður
tað almenna noytt at skatta t.d. vinnulívið harðari og
harvið gera kappingarforið verri.
FÍGGJARLÓGARUPPSKOTIÐ 1999 er ein stór skomm
fyri fullveidið Føroyar! 900 mió. í blokkinntøku, umframt
aðrar veitingar frá danska statinum. Fiskiskapur og
fiskaprísir eru metstórir og ílegurnar á fíggjarlógini eru
óvanliga lágar samanborið við bruttutjóðarúttakuna.
Kortini er aviopið hjá fu um bert 100
mió. í fíggjarlógaruppskotinum fyri 99. Heilsuverkið
hevur í dag stórar ílogur og ábetur fyri neyðini. Tað er
bert ein spurningur um tíð, so slepst ikki ímillum oyggj-
amar, av tí at strandfaraskipini í meðal eru umleið 30
ára gomul. Pensjénimar eru so afturútsigldar, at vit ikki
kunnu bjóða eldra ættadiðnum mannsømilig kor. Men
tá heildarveitingin er horvin, tá verða livikorini betri smb.
fullveldislandsstýrið. Skil tað hvor ið vil.
TRAÐANIN eftir størri sjálvstýri er nåtturlig, og hon er
rett og skilagóð. Spurningurin er, hvussu vit gera hetta.
Samgongan vil fullveldiskósina her og nú, sambandið
vil einki annað enn lata standa til, og javnaðarflokkurin
vil nakað, sum liggur mitt ímillum. Hver enn hevur og
fær rætt, so eigur einki at verða dult ella fjalt. Allir spum-
ingar eiga at verða umrøddir og svaraðir. Tað kemst
ikki uttan um, at livif6turin verður lækkaður, verður hetta
ikki gjørt við skili og stig fyri stig. Annars fáa vit nakrar
sosialar trupulleikar, sum neyvan nakar er førur fyri at
mesærlg. Javnaðarflokkurin hevur fingið skotið
, at hann hevur verið ov lítið ítokiligur í síni
. Tað kunnu helst mong taka undir við.
verður at hoyra, hverji boð flokkurin hevur,
nú hann kemur við faldara í hvort hús. ; ;
Sosialurin
Steintalvur og semjur
At seta fólk í bás er helst
ein partur av politiska spæl-
inum. Í sambandi við eitt
stórmál sum at seta eina
grundlógarnevnd, vórðu
fleiri ferðir samanberingar
gjørdar millum ætlanirnar
hjá landsstýrinum og reli-
gi6n. Tingmenn vórðu rópt-
ir apostlar. Samanberingar
vórðu gjørdar millum ein
landsstýrismann, sum legg-
ur eitt uppskot fram, og
Móses, sum kom niður av
fjallinum við steintalv-
unum.
Sjålvandi kunnu vit velja
at taka tad sum skemt og
svara aftur, at tað verður
helst neyðugt at hava lóg-
aruppskotini á steintalvum,
so leingi ein ávísur sam-
bandsmaður situr á tingi.
Vantandi virðing
Men eg haldi tað er vant-
andi virðing fyri religiónini,
at brúka hesar samanbering-
ar. Politiska málið um sjálv-
stýrið snýr seg sjálvsagt um
at trúgva uppá felagsskap
og felags mál hjá føroysku
tjóðini, sum grundarlag fyri
einum sjálvberandi samfel-
ag. Men tað eigur ikki vevj-
ast saman við átrúnað. Einar
sjålvstødugar Føroyar skulu
hinvegin tryggja i sini
grundlóg, at vit kunnu virka
saman uttan mun til ymsar
politiskar og átrúnaðarligar
spurningar.
Hin hugsanin um, at før-
oyska vælferdin skal koma
frå einum donskum stats-
kassa til ævigar tidir, bara
vit skikka okkum væl m6t-
vegis donskum politikarum,
minnir eftir mínum tykki
meira um eitt slag av av-
gudadyrkan. Í hvussu er, er
talan um trúgv uppá eina
megi, sum vit ikki hava
ræðið á fólkaræðisliga.
Eitt gott útspæl
Kortini haldi eg, at tað er
gleðiligt at allir flokkar fara
at taka lut í grundlógarar-
beiðnum við opnum sinni.
Og bæði undir viðgerðini av
uppskotinum um grundlóg-
arnevnd og seinni í sjón-
varpssendingini “Kross-
kast”, hómi eg møguleikan
fyri at finna ta breiðari
semjuna, sum vit øll ynskja.
Formaður Javnaðarfloksins
skjeyt upp, at blokkstuðulin
skuldi minka burtur eftir
einum frymili í mun til
bruttotjóðarúrtgkuna - ella
framleiðsluna í landinum.
Sum eg skilji tað, so merkir
hetta, at tá framleiðslan fer
upp og vøkstur er í búskap-
inum, so verður blokkurin
skorin niður í mun til hetta.
Hóast eg síggi nógvar pol-
itiskar trupulleikar í eini
slíkari loysn - t.d. um hetta
gevur nakra veruliga ábyrgd
- so haldi eg avgjørt vit eiga
at viðgera ein slíkan møgu-
leika.
Samgongan og lands-
stýrið hava jú ikki lagt seg
fastan á hvussu blokkstuð-
ulin verður minkaður og tí-
ansheldur vita vit, hvat
danska stjórnin kann ganga
við til.
Semjur krevja
greiðar stødur
Ég tulki hetta tí sum ein
møguleika fyri loksins at
tosa í álvara um eina breiða
semju. Samstundis kann eg
endurtaka, at samgongan al-
tíð er tilreiðar at samráðast
við andstøduna um at finna
semjur. Tað sum hevur vant-
að higartil er júst, at onki
itøkiligt útspæl er komið frá
andstøduni um, hvat hon
ynskir. Áðrenn tað er komið
á borðið ber heldur ikki til
at finna semjur.
Tí vil eg mæla til, at Javn-
aðarflokkurin arbeiðir víð-
ari við hesum og leggur eitt
útspæl fram. Eg hugsi neyv-
an, at munurin er serliga
stórur, tá samanum kemur.
Samstundis vil eg minna á,
at ein partur av arbeiðssetn-
inginum hjá såttmålanevnd-
ini, sum landsstýrið hevur
sett, er at lýsa dømir um
skipanir, sum liggja millum
heimastýrisskipanina og
fullveldi. Hetta skal tryggja
eitt sakligt grundarlag undir
politisku viðgerðini av
ymsu møguleikunum.
Gott treysti
Vit nærkast jólum og nýggja
árinum. Hóast skræðing í
tinginum, haldi eg vit eiga
at halda jól og nýggjár við
framtíðina.
góðum vónum um komandi
árið og framtíðina. Búskap-
arfrødingar hava sligið fast,
at vit tosa als ikki um nakað
skrædl í einum búskapi utt-
an blokkstuðul - men um
krøv til ein skilagóðan bú-
skapar- og vinnulívspolitik.
Orðaskiftið í almenningi-
num er á tremur við kjaki
um møguleikar og krøv til
Nærløgd og
dugnalig fólk arbeiða nú
burturav við at lýsa hesar
møguleikar og krøv út í æs-
ir. Bæði tingið og fólkið fáa
alt hetta tilfar til viðgerðar,
áðrenn tey skulu taka stóðu
til framtíðarskipanina. Vit
hava sum ættarlið ein søg-
uligan møguleika í einum
grundlógararbeiði at við-
gera tey grundleggjandi
virðini, rættindini og skyld-
urnar í okkara samfelag.
Og gleðiligast er, at annað
beinið er um at koma úr
skotgrøvunum millum sam-
gongu og andstødu, nú í-
tøkilig boð koma frå and-
støduflokkunum.
Høgni Hoydal
landsstyrismadur
Jolakonsert i Vesturkirkjuni
Havnakórið, Havnar Hornorkestur og G.H.M.
Harmoniorkestur fara at framføra tónleik á
jólakonsertini í Vesturkirkjuni sunnukvøldiå kl.
20.00.
Í morgin, sunnudagin 13.
desember kl 20.00, verður
Vesturkirkjan karmur um
konsertina, sum er á hvørj-
um ári undan jólum.
Havnakórið undir leiðslu
av Olavi Hátún fer at syngja
sangir, sum hoyra jólunum
til, og føstu gestirnir á jóla-
konsertum í Vesturkirkjuni,
Havnar Hornorkestur, undir
Nú sunm
bæði í Leirvik og Gøtu.
Leirvík, ið fer at syngja
Fjølbroytt jólakonsert
i Leirvik og Gøtu
: mjlagin 13. desember, sum er triði sunnu-
dagur í advent, verður stór 0;
bæði nýggjar og
sálmar og sangir. Umframt at
. synge. verðureisini eitt barnakór at hoyra á konsert
fyrra konsertin verður í Leirvíkar
og seinna konsertin verður í Getu kirkju kl. 20.
Felagskórið Gøta/Leirvik
leiðslu av Ova Olsen og
G.H.M. Harmoniorkestur
undir leiðslu av Atla Peter-
sen og Kennet Jones, verða
eisini við í ár. Harumframt
fer Jógvan Thomsen at
spæla orgulkoralir úr >Das
Orgelbiichlein«.
Havnar Hornorkestur
byrjar konsertina við 5 stutt-
um stykkjum. Teirra millum
Dr ólakonsert
ið Gøta/
gamlar
Felagskórið fer at
kirkju kl. 18
eru >Einglar Guðs av himni
høga«, >Joy to the World<
og >Gabriels massage<. So
fer Havnakórið at singja:
>Julen har bragt..< og >Eitt
barn er føtt í Betlehem«.
Manskór úr Havnarkórinum
omma okkara
andaðist og varð jarðað.
leguni.
arrík orð.
hvíldarstað.
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, id syndu sam-
kenslu, tá ið elskada kona, mamma, vermamma og
SOLVEIG EMILIE KLEIN,
Stóra tøkk til tykkum á B6 á Landssjúkrahúsinum
Án góða viðgerð og umsorgan undir longu sjúkra-
Tøkk til allar prestarnar fyri trúliga vitjan og troyst-
Tøkk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og tykkum
mongu, sum fylgdu mammu til hennara seinasta
Tøkk fyri køkur, blómur, kransar og heilsanir.
Páll, Súsan, Jórun og Finnur
syngur »Føgur er foldin«.
G.H.M. endar konsertina,
og teir fara at spæla >Christ--
mas fantasie<, sum Jan de
Haan hevur lagt til rættis og
»Largo« av Håndel.