Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. desember 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 237 — 12. DESEMBER 1998 tíðindablaðið S0S2lurn tað vera torført at sammeta jólasgluna í ár við í fjør, av tí at Benetton tá seldi klæð- ir til børn og tilkomin, tó at tey samanlagt hava selt meira í ár. Í februar fóru tey undir at selja banrnaklæðir burturav, og tað heldur Anida Jo- hannesen var eitt sera gott hugskot, tí viðskiftiafólkini eru fegi um at ein barna- handil er í miðbýnum. — Harnæst eru nú møgu- leikar at hava nógv stórri úr- val. Tað hevur eisini víst seg, at barnaklædir selja betur, sigur Anida Johanne- sen, sum er stak væl nøgd við jólasgluna, men ikki vil siga, hvussu nógv meirsøl- an er í ár, í mun til í fjør. Mads Andreas Winth- er, stjóri í Elding: — Sølan í ár hevur gingið væl, men í ár er ein broyt- ing, tí nú brúka fólk meira pening til gávur og vilja hava góðskuvgrur. Eitt nú tá fólk fyri trimum - fýra árum síðan keypti eina kaffimaskinu fyri 200 krón- ur, velja tey í dag heldur eina, sum kostar 500 kro- nur, sigur Mads Andreas Winther. Elding hevur nógvar vørub6lkar at bjóða, sum kosta frá 200 og upp í fleiri túsund krónur. Miðaltalið fyri hvat fólk brúka í jóla- gávum eru um 1500 krónur, av tí at sølan fevnir um alt frá sjónvarpi til hondpísk- arar. Keypisáttmála Spurdur um fólk gjalda kontant ella velja keypisátt- mála, tá sjónvarp, hvitvørur o.a.verður keypt, verður sagt, at vanligt er við sølu- sáttmálum, sum fyritøkan sjálv fíggjar, men at pen- ingastovnarnir nú eisini eru lagaligari enn áður viðvíkj- anfi fígging. Í Elding vilja tey ikki upplýsa, hvussu nógv jóla- sølan veksur í ár, men við- ganga, at sølan verður hægri í ár, enn undanfarin ár. Eivind av Reyvi, stjóri í Reyni Service: — Hjá okkum hevur sølan verið jøvn gjøgnum alt árið. Vanliga selja vit minni í desember og januar mán- aða, tó at nakrir vinnureka- ndi bilar verða seldir við árslok, sigur Eivind av Reyni. Sølan hjá Reyni Service í ár er 10 pst. hægri enn í 1997. Sambært skráseting- ini hjá Bileftirlitinum vóru í fjór vóru seldir 1470 bilar í Føroyum, og væntandi verður talið í ár 1700 bilar. Hjá Reyni Service gera teir onki hóvasták burtur úr, við at hava opið um kvgld- arnar fyri jól. Fólk keypa bilar alla ársins tíð, tá neyð- ugt er at skifta bilin út ella keypa nýggjan bil. Tað er ikki vanligt at søl- an veksur í desember mán- aða, og tað ger hon heldur ikki í ár, sigur Eivind av Reyni, sum kortini er nøgd- ur við sølutølini fyri árið. Finnbjørn Mourit- sen,stjori i Veruhúsið å Hjalla: — Sølan hevur verid javnt góð seinastu triggjar vikur- nar, og vit hava selt meira enn í fjór um somu tíð. — Tær stóru gávurnar keypa fólk í vikuni fyri jól, men hóast veðrið hevur ver- ið so vánaligt seinastu tíð- ina, hevur tað ikki tarnað søluni, sigur Finnbjørn Mouritsen. Selur smålutir fyri litid og lætt Veruhúsið selur smålutir í hópatali fyri lítið og lætt. Umframt tað eru møblar teppir og onnur vørusløg at fáa, og sum krevja eitt sindur meira av peninga- punginum. nm Keyðpisáttmálar kunnu gerast í Vøruhåsinum, men tó bert við sølu av møblum. — Vit hava bæði bíligar og dýrari møblar, men av tí at hesir eru av slíkum slag, sum tilkomin fólk keypa, tá tey skulu skifta onkran lut út heima,verður ofta keypt kontant. Bert í fáum fórum verður keypisáttmáli skrivaður. Fólk eru meira varin í dag. Tey fara ikki til handils at keypa, uttan so at tey eiga peningin, sum veran kostar, sigur Finnbjørn Mouritsen. Rúsan setir met í ár Hóast jólasólan ikki rættiliga er byrj- að, vænta tey í Rúsuni at selja meira enn nakrantíð áður Tað sigur Jógvan Jacobsen, rakstarleiðari í Rúsuni.. Vanliga er sølan í desem- ber mánaða stór, men tað kemst eisini av, at tað er vorðið alt meira vanligt at arbeiðspláss og fyritøkur bjóða til jólaborðhald. — Í ár byrjaðu jólaborð- haldini longu seinast í nov- ember mánaða. Kanna vit tølini sæst, at Rúsan í fjør Rúsan hevur havt metgott år, og væntandi verður sølan í ár tilsamans umleið 6 pst. hægri enn í fjør frå 15. november og fram til um hesa tíð í år, seldi fyri umleið 6,1 mió. krónur. Í sama tíðarskeiði í ár er selt fyri 6,3 mió. krónur. — Hetta árið hevur sett met, og tað merkist at nógv- ur peningur er í samfelag- num, sigur Jógvan Jacob- sen, sum vænar, at sølan í desember í ár verður umleið einar 13 mió. krónur. Sp ØD OR MR