leygardagur 12. desember 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 237 — 12. DESEMBER 1998
+ 2 i sår > 7 - N og
Nú nærkast jólini, og fólk eru farin at keypa-“* 2
jólagávur. Sosíalurin hevur mátað dýpið, tosað
við handilsfótk um sølutøl o.a. í samband við
Handilsjólin
Schumann Hjaltalin,
stjóri í Handiskjarna-
num:
— Nei, eg hugsi ikki, at júst
vørusløgini í okkara handi-
um, sum selja harra- og
damuklæðir, leikur og
skógvar, fara at selja meira
í ár, enn í fjør.
— Fólk byrjaðu longu at
keypa jólagávur seinast í
november, og nú gongur
sølan væl, men hugsandi
verður meira selt, tá handl-
arnir fara at hava opið út á
kveldið.
— Mín meting er, at sølan
fer at liggja umleið eitt pst.
jélahandilin. I år hava fólk valt at keypa
góðskuvgrur fram um at at velja bíligastu
loysnirndT, vilja handilsfólkini vera við
hægri í ár, í mun til í fjør.
— Fólk hava kortini meira
pening um hendi í ár, men
eg hugsi, at tey nú fara at
keypa húsbúna, bilar og tí-
líkt, sum hevur ligið á láni
seinastu árini, sigur Schu-
mann Hjaltalin.
Vagn Andersen, stjóri
í HN Jacobsen bóka-
handil:
— Ein litil framgongd er
at hóma i søluni í år, sam-
mett við í fjør. Fólk hava
meira eftir í lønarposanum
í år til gåvukeyp, men tað
hava tey eisini havt størsta
partin av hesum árinum.
— Jólasglan byrjar ikki
rættiliga fyrr enn 18. des-
ember, tá vit fara at hava
opið um kvøldid. Leysliga
mett, vænti eg at vit í ár fara
at selja fyri umleið 5 pt.
meira enn í fjør, sigur Vagn
Andersen, sum eisini metir,
at bókin >Villinistíggir>,
eftir Ólavur Christiansen,
verður mest selda bókin í
Karin Meyer, leiðari í
Kallkyn:
— Sølan er avgjørt størri í
år, og um vit meta um sølu-
tølini, er ikki óhugsandi, at
vit selja fyri 20 - 30 pst.
meira í ár enn í fjør.
— Higartil hava fólk keypt
til menn og synir, umframt
til gávur uttanlands, og eg
haldi at gávurnar hava verið
stórri í ár. Fólk spyrja ikki,
hvat klæðini kosta. Eg havi
varhugan av, at tey heldur
vilja keypa dygdarvørur og
tílíkt, sum tey hava brúk
fyri, sigur Karin Meyer,
sum heldur, at sølan hetta
árið sum heild er hevur ver-
ið størri enn í fyrrárið.
Poli Persson, stjóri í
Radiohandlinum:
— Jólasglan hevur hilnast
Ord: Dagny Joensen
Myndir: Jens Kristian Vang
væl f år, og vit fara at selja
væl meira enn f fjør. Vit
selja sjónvarp, video, para-
bolir og sterioanlegg í prís-
um frá 2700 - 20.000 krón-
ur. Leysliga mett eftir eftir-
spurninginum og søluni
higartil, metir Poli Persson,
at sølan í ár verður 15 - 20
pst. hægri, enn í fjør.
Spurdur um fólk gjalda
kontant, tá so stórar upp-
hæddir skulu gjaldast, sigur
Poli Persson, at ngkur fólk
velja at gera keypisáttmála,
men at tey eisini siga, at tey
kunnu gjalda kontant.
Hyggja og spyrja
Jólasglan í Radiohandlinum
hevur árini framman undan
verið mest seinastu vikuna
áðrenn jól, men at fólk
longu eru farin at hugsa um
jólagávurnar.
— Nógv fólk kemur inn at
hyggja eftir útboðnum hjá
okkum. Tey spyrja, hvussu
nógv vøran kostar í dag. Tað
gjørdu fólk ikki áður.
Tey koma kanska inn at
tosa við okkum tvær og
tríggjar ferðir, áðrenn tey
gera av, hvat tey vilja keypa.
Eg haldi, at fólk spyrja seg
fyri og sammeta við, hvat
vøran kostar aðrastaðni.
Vørusløgini eru eisini
'98
umfatandi í slíkum handl-
um. Bert sjónvarpsúrvalið
eini 4 Mm ISK 2
Anida Johannesen,
stjori i Benetton:
— Jólasglan í fjør byrjaði
nógv seinni enn í ár, nú fólk
longu hana keypt jólastás til
børnini. Gávurnar eru eisini
stórri í ár, og fólk hugsa
heldur ikki so nógv um prís,
men hyggja meira eftir, hvat
tey ynskja sær.
Anida Johannesen heldur