Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 246 — 30. DESEMBER 1998 Soren Ryge tíðindablaðið S0S2/Vin hittir Trond Kendi danski sjónvarpsmaðurin Søren Ryge Petersen kemur í januar til Føroya. Tróndur Patursson fær vitjan av Søren Ryge, ið ætlar at gera sendingar um listamannin. DAGFINN OLSEN Kendi danski sjónvarps- maðurin Sgren Ryge Peter- sen kemur 4. januar 1999 til Føroya. Tað verður Tróndur Patursson, lista- maður í Kirkjubø, ið fær vitjan av Søren Ryge. Søren Ryge ætlar at fylgja Tróndi nakrar dagar og burturúr spyrjast so vænt- andi nakrar sjónvarpssend- ingar. Søren Ryge hevur við vilja lagt ferðina til Føroya á vetrardegi, tí hann heldur tað ikki vera rætt bert at vísa norðurlendsku náttúruna á sumri. Søren Ryge metir, at ein fær minst líka góðar og vakrar myndir í gðrum veðri, enn júst summar- veðri. Hann sigur seg einki hava ímóti vindi og regni hesar dagarnar, hann er í Føroyum, men sjálvandi vónar hann floglíkindi. Søren Ryge hevur fleiri ferðir fingið áheitanir frá fólki um at vitja listamannin í Kirkjubø. Men Søren Ryge hevði ongantíð hitt kenda listamannin, men á eini framsýning í Danmark, har Tróndur luttók, hittust teir. Tróndur Patursson er spennandi persónur og eisini kendur í Danmark, so at enda gjørdi Søren Ryge av at spyrja Trónd, um loyvi at vitja nakrar dagar. Hetta var eingin trupulleiki, so 4. januar kemur Søren Ryge Petersen at vitja. Júst hvat ætlanin er at gera hesar dagarnar veit Søren Ryge ikki, tað stendur eisini til Trónd at avgera. Sørn Ryge er kanska mest kendur fyri sendingarnar år urtagarði sínum, sum ofta eru sendar beinleiðis. Men eisini eru sendingar hans- ara, har hann vitjar fólk ymsastaðir í norðurlondum, sera væl umt6ktar. Søren Ryge sigur seg ikki leggja sendingarnar tilrættis so- leiðis, at alt er avgjørt frammanundan. = Heldur roynir hann at finna áhuga- verd fólk og síðani at fylgja teimum og at koma so nær teimum, sum til ber. Tískil veit hann ikki, hvat verður á skránni, tá vitjað verður í Kirkjubø, tað stendur eisini til Trónd at leggja skránna. Men spennandi verður at vita, hvat spyrst burturúr, tá kendi danski sjónvarpsmað- urin vitjar líka kenda lista- mannin í Kirkjubg. 4. januar 1999 fær Tóndur Patursson vitjan av danska sjónvarpsmannin- um Søren Ryge Petersen Mynd: Dagfinn Olsen Spennandi verður at vita, hvat Tróndur hevur á skránni, tá danska sjónvarpið kemur á vitjan Mynd: Jens Kr. Vang »Eg vil eisini vera væl fyri uttan fyri vøllin. Tí havi eg valt at taka PCKOYRIKORT hjá Formula Xerox!« Hvat er eitt PC-koyrikort? Tað er eitt prógv fyri, at tú hevur grundleggjandi førleika í kunningartekni og teldunýtslu. PC- koyrikortið er í dag góðkend útbúgving í flestu europeiskum londum, og tað kann bert takast á altjóða góðkendum telduskúla. Hevur tú PC-koyrikort, so hevur tú ein góðan trumf, tá ið tú sekir arbeiði. Formula Xerox er góðkendur telduskúli. Vilt tú vita meira, so send lepan niðanfyri til okkara. Sendið mær vinarliga fleiri upplýsingar um PC-koyrikortið og skeiðætlan! Navn: Geta: Bygd/býur: Tlf. /fax/E-postur: Stidjagøta 11 * 100 Tórshavn Tlf. 31 11 15 * Fax 31 71 11 * formuladformula.fo