Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið Nr. 246 - 30. DESEMBER 1998 Finnbogi Arge, landsstýrismaður í vinnumálum, verður noyddur at greiða frá: Uppsøgnin av landsverkfróð- inginum endar nú í tinginum — Um Finnbogi Arge ikki dámdi Henning Jacob- sen, skuldi tað borið til at loyst trupulleikan, utt- an at kollvelt all- an bygnaðin. Nú haldi eg, at stór- ur vandi er fyri, at landsverkfróð- ingurin fer í knas, og at fleiri verkfróðingar stinga av heldur Jóannes Eides- gaard, sum reisur málið í tinginum Axl BERTHOLDSEN — Eg vil hava at vita, hví Henning Jacobsen, lands- verkfrødingur nå er upp- sagdur Jóannes Eidesgaard. for- maður javnaðarfloksins, tekur uppsøgnina av Henn- ingi Jacobsen í Tinginum so ålvarsliga, at hann fer at reisa málið í tinginum Hann fer tí at reisa ein fyrispurning í tinginum til Finnboga Arge, landsstýr- ismann í vinnumálum um orsøkirnar til, at Lands- verkfrødingurin nú er upp- sagdur. Fyrispurningurin varð fráboðaður í tinginum í gjár og tað verður atkvøtt um hann hósdagin 7. januar. Jóannes Eidesgaard skilir nevniliga ikki, hverjir fyri- munirnir eru við at siga Henning Jacobsen, og at seta ein figgjarfrøding at stýra landsverkfrødingin- um. Hann fýlist eisini á, at ein so stór avgerð verður tikin uttan um løgtingiå. — Eg vil tí hava Finnboga Arge at greiða tinginum frá, hví tað er fyrimunur at leggja tveir stovnar saman, sum eru so ymiskir, sum Strandferðslan og Lands- verkfrødingurin eru. — Annar stovnurin er ein tænastustovnur burturav, og hin stovnurin er ein tekn- iskur stovnur burturav, og eg dugi ikki at síggja, hvussu tey bæði starvsøkini kunnu sameinast, sigur Jó- annes Eidesgaard — Eg hevði skilt tað betri, um ætlanin var at leggja Strandferðsluna og Post- verkið saman, ella um ætl- anin var at leggja Lands- verkfrødingin og Matrikk- — Tað er væl eisini ein uppgåva hjå lands- styrismanninum at leggja sín verumáta um, so at hann kann sam- starva við fólki. — Hann kann ikki bara kappa høvdiåd av øllum, hann ikki klárar upp við, og reinsa út frá hond, heldur Jóannes Eidesgaard ulstovuna saman. — Har kundi eg sæð ein ávísan rationaliseringsfyri- mun, tí hesir stovnarnir líkj- ast meiri hver øðrum. Formaðurin í javnaðar- flokkinum heldur ikki, at tað er nakað endamál í sær sjálvum at leggja stovnar saman . — Tað skulu vera onkrir fyrimunir við samanlegg- ingini. — Og eg vil fegin hava Finnboga Arge at greiða tinginum frá, hvar teir itøki- ligu fyrimunirnir eru, og hvar tær ftøkiligu sparing- narnar eru í rakstrinum. Finnbogi Arge hevur boð- að frá, at verða stovnarnir lagdir saman, ber til at spara bæði í rakstri og í í- løgum. — Men eg dugi ikki at síggja, hvar tann rakstrarligi vinningurin er við at leggja Strandferðsluna og Lands- verkfrødingin saman, tí teir báðir stovnarnir eru so ymiskir at tað ber ikki til at leggja partar av virksem- inum saman. — Og eg dugi heldur ikki at síggja, hvussu tað ber til at spara í fløgunum. Tí eftir mínum tykki eru fløgurnar ein politiskur spurningur, sum løgtingid tekur stóðu til. Arbeiða eftir reyv Nú hevur landsstýrismað- urin boðað frá, at hetta stjóraskiftið er fyrsta stigið í eini bygnaðarbroyting, og at annað stigið verður at útgreinað og kanna virk- semið at vita, hvar tað ber til at spara? — Ja, men haldi, at hetta er at arbeiða eftir reyv. Fyrst verður tann stóra avgerðin tikin. Og so verður kann- ingin sett í verk at vita, um nakrir fyrimunir eru. Sjálvandi skulu kanning- arnar gerast fyrst. Tí hvat hendir nú, um nidurstødan av teimum verður, at tað verður dýrair at leggja báðar stovnarnar saman? — Hetta er Finn Normann Christensen umaftur. Hann kollvelti allan tann almenna bygnaðin uttan fyrst at løysa hann út í æsir at vita, hvat virkaði og, hvat ikki virk- aði. — Nú verður sama mistak endurtikið. Tað mátti borið til at vita, hvar hesir báðir stovnarnir kunnu sam- starva, uttan at fara so álv- arsliga til verka, sum her er gjørt. Eigur leiðarin á einum stovni sum Landsverkfrød- inginum at verða teknikari? — Ja, tað haldi eg. Eftir mínum tykki er ongin sum helst ivi um, at leiðarin á Landsverkfrødinginum má vera ein teknikari, sum hev- ur førleika til at taka fakl- igar og tekniskar avgerðir. Tað er neyðugt, at starvs- fólkið hevur ein leiðara við drúgvum, tekniskum roynd- um at hella seg til. — At seta ein figgjarfrød- ing at stjórna landsverk- frødinginum er at leggja ov stórar byrðar á herðarnar á honum, tí tað mátti verið ómetaliga trupult, fyri ikki at siga 6møguligt hjá stjór- anum á Strandfeðsluni at tikið tekniskar avgerðir. — Men er tað neyðugt við ymsum fíggjarligum útrein- ingum, hevði tað borið til at fingið ein figgjarfrøding at ráðgivið Landsverkfrød- inginum eina avmarkaða tí, uttan at avhøvdad leiðsluna á stovninum. Vandi fyri at fleiri Jóannes Eidesgaard sigur, at hann vil eisini hava Finn- boga Arge at greiða ting- inum frá, hvussu ætlanin er at tryggja, at tann førleiki og tann vitan, sum Lands- verkfrødingurin hevur bygt upp seinastu 50 árini, verð- ur varðveitt í Føroyum. Hann metir nevniliga, at tað, sum er hent, kann verða til álvarsligan vanda fyri landsverkfrødingsstovnin og allan tekniskan kunn- leika i Føroyum. Fara arbeidsumstødurnar hjå Landsverkfrødinginum at broytast munandi, ella at versna munandi, er vandi fyri, at fleiri verkfrødingar fara at siga upp. — Og tá ið vit so eisini vita, at sannur gravgangur er eftir verkfrødingum bæði í Danmark og Noregi t.d., er freistingin stór hjá teim- um at rýma, um tað fakliga umhvervið í Føroyum ikki er nøktandi. Og Jóannes Eidesgaard heldur, at tað hevði verið ein vanlukka fyri Føroya land, um vit missa hesa vitanina og hendan førleika av land- inum. Eitt nú heldur hann, at tað er ein heilt ótrúlig niður- gerðing av teknisku serfrød- ini í hesum landi, at ein nevnd nú er sett at standa fyri tunlinum undir Vest- mannasundi, men at lopið verður lætt og elegant upp um ein kapasitet sum Landsverkfrødingin í hes- um arbeiðnum, so at hann ikki sleppur í hesa nevnd- ina. — Ikki minst, tá ið Lands- verkfrødingurin altíð hevur tikið undir við føstum sam- bandi um Vestmannasund, tó at hann heldur tað vera óneyðugt at biða útlend- ingar gera arbeiði fyri okk- um. — Tað mátti eisini ríma betri við fulveldisætlanina at vit gera sum mest arbeiði sjálvir og ikki biðja útlend- ingar gera tað fyri okkum, sum vit megna sjálvir. Gera Feroyar meiri Annars vísir Jóannes Eid- esgaard á, at ráðgevandi nevndin hjá forsætismála- ráðnum nevnir í seinastu frágreiðingini møguleikan at selja burturav hjá Strandferðsluni, og at bjóða bussrutur og ferjurutur út. — Samstundis vita vit, at hetta stendur í samgongu- skjalinum. — Tí vil eg eisini hava at vita frá Finnboga Arge um hetta er ein líður í arbeið- num at gera Føroyar meiri borgarligar. Ongantíð havt trupulleikar Men tá ið tú íkki sært nakra sparingar, ella aðrar fyri- munir, hevur tú so gjørt tær nakrar metingar um, hvørj- ar tær veruligu grundirnar kunnu verða til, at Lands- verkfrødingurin nú verður uppsagdur? — Er tað so, at Finnbogi Arge ikki dámar Henning Jacobsen, skuldi trupulleik in verðið loystur Øødrvisi utt- an at kollvelt tann almenna bygnaðin. — Annars dugi eg heldur ikki at síggja, hví Finnbogi Arge skal hava havt trup- ulleikar av Landsverkfrød- inginum. — Eg veit onki annað enn, at hann hevur verið sera loyalur ímóti Landsstýrin- um. Sjálvur havi eg havt eitt sindur við hann at gjørt í mínari tíð sum landsstýris- maður og løgtingstings- maður, men eg havi ong- antíð hildið, at hann hevur verið trupul at samstarva við Tað er væl eisini ein uppgáva hjá landsstýris- manninum at leggja sín verumáta um, so at hann kann samstarva við fólki. — Hann kann ikki bara kappa høvdid av øllum, hann ikki klárar upp við, og reinsa út frá hond, heldur Jóannes Eidesgaard.