mikudagur 30. desember 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 30. DESEMBER 1998
Jákup Sólstein, formaður
i Reidarafelagnum:
- Vit halda ikki
afram við sama
sáttmála
Formaðurin
tíðindablaðið
í Fóroya Reiðarafelag er als ikki sinnaður at
halda áfram við verandi sáttmála millum Reiðarafelagið
og Skipara- og Navigatórfelagið.
Formaðurin í Reiðarafelagnum, Jákup Sólstein, heldur,
at føroyskir navigatørar fáa eina alt ov høga hýru
JOHN JOHANNESSEN
— Skipara- og Navigatørfe-
lagið tulkar alt ov ofta ver-
andi sáttmála skeivt. Tískil
koyra fleiri rættarmál mill-
um Skipara- og Navigatør-
felagið og Reiðarafelagið.
Hetta er nakað, ið vit ikki
kunnu halda áfram við, og
tískil eru vit ikki sinnaðir at
leingja verandi sáttmála,
sigur Jákup Sólstein, for-
maður í Reiðarafelagnum.
Vika seg ikki
Í blaðnum í gjár segði for-
maðurin í Skipara- og
Navigatørfelagnum,
Ellindur Abrahamsen, at
hann ikki útihýsir møgu-
leikanum fyri einum verk-
falli, um Reiðarafelagið ikki
er sinnað at halda áfram við
verandi sáttmála. Til hetta
sigur Jákup Sólstein, at
møguleikin fyri verkfalli
altíð er ein samráðingar-
spurningur. Men hann legg-
ur afturat, at Reiðarafelagið
als ikki er sinnað at halda
áfram við verandi sáttmála
millum feløgini bæði.
— Limirnir í Skipara- og
Navigatørfelagnum tulka alt
ov ofta verandi såttmåla
skeivt. Hetta inniber, at tað
tey seinastu tvey árini fleiri
ferðir er komið fyri, at teir
hava lagt sak móti skipum
og skipaeigarum. Millum
annað meina limirnir í
Skipara- og Navigatørfelag-
num, at bonusskipanin til
flakatrolarar ikki er farin úr
gildi. Teir tulka støddina av
inntøkutapstryggingunum
skeivt og eisini tulka teir
uppsagnarreglurnar á heilt
annan hátt enn hini feløgini,
sígur formaðurin í Reiðara-
felagnum.
Jákup Sólstein sigur, at
fyri at sleppa undan øllum
teim skeivu tulkingunum
frá Skipara- og Navigatør-
felagnum, má høvudssått-
málin millum Reiðarafelag-
ið og Skipara- og Naviga-
tórfelagið broytast. Tískil
stendur hann fast við, at
uppskotið hjá Skipara- og
Navigatørfelagnum, um at
halda áfram við verandi
sáttmála, als ikki kann brúk-
ast.
Ov høga løn
Ellindur Abrahamsen, for-
maður í Skipara- og
Navigatørfelagnum, sigur,
at felagið ikki fer at seta
fram nakað krav um lønar-
hækkan, men at tað sanni-
liga heldur ikki fer at góð-
taka eina lønarlækkan. Men
ætlanir Reiðarafelagsins eru
júst at skerja lønina hjá ein-
um stórum parti av yvir-
monnunum í føroyska fiski-
flotanum. Formaðurin í
Reiðarafelagnum metir
nevniliga, at lønirnar hjá
ávísum føroyskum yvir-
monnum eru alt ov høgar.
Hann sigur, at nógvar av
føroysku yvirmannahýrun-
um liggja millum eina og
tvær milliónir, ið hann metir
vera ov nógv í mun til lønir-
nar hjá vanliga dekkaran-
um.
--Teir yvirmannapartarnir,
ið vit meta vera ov høgir
eru m.a. teir á isfiskalinu-
skipunum, har skiparin fær
3,5 partar og stýrimaðurin
fær 2 partar, harafturat
mugu yvirmannapartarnir
eisini lækkast á verksmiðju-
trolarunum og rækjutolar-
unum, sigur Jákup Sólstein,
formaður í Reiðarafelag-
num.
Jákup Sólstein sigur at
enda, at lønarspurinigurin
bert er ein partur av tí, ið
Reiðarafelagið ikki kann
liva við í verandi sáttmála.
Men hann leggur afturat, at
tað stendur fast, at Reiðara-
felagið fer at krevja hýrur-
nar lækkaðar.
Ellindur Abrahamsen, formaður í
Skipara- og Navigatørfelagnum:
— Vit broyta
als ikki
sáttmálan
Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum heldur
tad vera markleysan frekleika bert at hugsa um at
lækka lønirnar hjå føroyskum yvirmonnum, einans ti
tad hevur hilnast væl hjå teimum tey seinastu årini.
JOHN JOHANNESSEN
— Tå fiskiskapurin var
vánaligur, tå lógu yvir-
mennirnir eisini niðri á
minstuløn. Nú er fiski-
skapurin góður, og tískil
er inntøkan hjá yvir-
monnunum eisini vorðin
betri. Men fyri tað, at
fiskiskapurin er vorðin
betri, skal lønin hjá yvir-
monnunum ikki lækka.
Tað kunnu vit als íkki
góðtaka, sigur formaður-
in í Skipara- og Naviga-
tórfelagnum, Ellindur
Abrahamsen.
Ellindur Abrahamsen
heldur tað vera undarligt,
at sáttmálin skal broytast,
bert tí tað gongur væl í
løtuni. Og vísir hann á, at
línusáttmálin, ið Reiðara-
felagið leggur seg mest
eftir at broyta, hevur virk-
að av tí allarbesta í
tredivu ár.
Hevuðssáttmálin
skeivt tulkaður
Ellindur Abrahamsen
sigur, at tað er rætt, tá
Jákup Sólstein sigur, at
hevuðssáttmálin millum
Reiðarafelagið og Skip-
ara- og Navigatørfelagi0
i heilum verdur skeivt
tulkadur. Men hann held-
ur ikki, at tad er Skipara-
og Navigatørfelagid, ið
tulkar såttmålan skeivt.
— Vit halda tað tó vera
skeivt av Reiðarafelag-
num at byrja at
um viðurskiftini í høv-
uðssáttmálanum, áðrenn
tey eru avkláraði í rættin-
um. Men tað ber ikki til,
verið góðir í seinastuni,
og tískil er lénin or
monnum .
svarandi, sigur formal
Skipara- og Na-
Visrflagnum, Elin
Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum,
Ellindur Abrahamsen, heldur tað vera beinleiðis
vamlisligt at tosa um lønarlækkan fyri yvirmenn á
føroyskum fiskiførum
ur Abrahamsen. Hann sigur
vidari, at hann heldur tad
beinleidis vera vamlisligt av
Reidarafelagnum at byrja at
tosa um at lækka lønina hjå
yvirmonnunum i føroyska
fiskiflotanum.
Ellindur Abrahamsen iv-
ast i, um reiðarar yvirhøvur
gen a inn fyri ætlanum
afelagsins. = Hann
, at hann hevur tosað
onkran reiðara, ið als
ikki gonur inn fyri at lækka
lønirnar hjá yvirmonnun-
um. — Hesin reidarin sigur,
at um lønirnar hjå yvir-
monnunum lækka, er úr-
slitið tað, at fólkið rýmir. Og
førir hetta við sær, at reið-
arin stendur eftir við einum
fær mannað, og tá er einki
vunnið greiðir Ellindur
Abrahamsen frá.
eitt ár
Abrahamsen sig-
ur, at Skipara- og Naviga-
tørfelagid mælir til, at
hildið verður fram við
verandi sáttmála í eitt ár
afturat, meðan viðurskift-
ini millum Reiðarafelagið
og Skipara- og Navigatør-
felagið verða fingin í
rættlag. Hann sigur, at
livast kann als ikki við,
at sáttmálin allatíðina
verður tulkaður skeivt, og
mælir tískil til, at rættlag
verður fingið á hesi við-