mikudagur 30. desember 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tíðindablaðið SOS
—————W—W—s— OUT FR RÁAAAIMAGUUTJSUUA Í fy fy f[yffffff——Je|[f|—"—[[[[[f[—||)ØU|f)fOfULHI—o—Ø.—[———
Yngd nr. 34 - 30. des. 1998
Nr. 245 — 30. DESEMBER 1998
18 ára gamla havnargentan Elsa Bech fór í summar við felagsskapinum STS til Australia at ganga í
skúla í eitt ár. Ein vitjan á einum festivali fordi við sær, at Elsa nú eisini gongur á einum modell-
skúla og hevur gingið modell, meðan breiðvaksnir trygdarmenn hava staðið undir liðuni á henni ...
Terji Nielsen
Í nógv ár hevði unga havnargentan
Elsa Bech gingið við einum dreymi
um at fara til Australia at verða í eitt
ár. Av somu orsøk arbeiddi Elsa
nógv og savnadi sær harvið pening
til at gjalda fyri eitt slíkt uppihald,
sum kostar rættuliga fitt av peningi.
Elsa fór til Australia fyrst í juli mán-
aða, og tað var ætlanin, at hon skul-
di ganga á high-school og so annars
bara uppliva landið. At hon so eisini
skuldi enda sum modell, var púra
óvæntað, men ger hetta uppihaldið
hjá Elsu í Australiu bara enn meiri
upplivingaríkt.
Bleiv steðgað á einum
festivali
Elsa býr í stóra býnum Melbourne
hetta árið, ið hon er í Australia, og
tað er eisini har, at modellsegan hjá
Elsu byrjar.
Einaferð miðskeiðis í oktober mán-
aða var Elsa, saman við australsku
familjuni hjá sær, á árliga Melbour-
ne-festivalinum, sum er ein stórur
festivalur við tónleiki, selubúðum,
sjónleiki og nógvum ødrum tiltøk-
um. Meðan tey standa og hyggja at
einum bási, har ein maður tekur
myndir av ungum gentum, vendir
hesin myndamaðurin sær til Elsu og
spyr, um hann kann sleppa at taka
myndir av henni. Elsa var rættuliga
trek og gjørdist samstundis illa við,
men familjan eggjaði hana til at
royna seg, og meðan ein rúgva av
fólki stóð og hugdi at, bleiv Elsa
avmyndað úr alskyns vinklum.
Dagin eftir tosar “fosturpápin" hjá
Elsu í Australiu og myndamaðurin
saman í telefon, og teir báðir gera
av, at Elsa og fosturpápin skulu
koma ein túr inn á skrivstovuna hjá
myndamanninum at tosa nærri
saman.
Heimið hjá Elsu í Melbourne liggur
ein góðan tíma at koyra frá miðbýn-
um, og tey bæði Elsa og fosturpápin
fóru so inn at práta við myndamann-
in. Hendan samrødan førdi so vid
sær, at Elsa fekk bjóðað pláss á
fremsta modellskúlanum í Australia,
Maria Louise Model School, har
einar 1000 vónríkar ungar gentur
hvert ár sekja um uppteku, men bert
einar 60 sleppa inn. Elsa tók av og
skrivaði sáttmála við skúlan fyri tað,
sum er eftir av uppihaldinum hjá
henni í Australia.
Hesin skúlin er ógvuliga væl umtók-
tur í Australia, og tað er vanligt, at
mótafólk leita sær hagar, tá ið tey
skulu brúka modellir til mótasýning-
ar av ymsum slag.
Skúlin er uppkallaður eftir einari
kendari australskari modell, og
hendan Maria Louise hevur hverja
viku eina sjónvarpssending um móta
í australskum sjónvarpi, og tað eru
altíð gentur frá skúlanum, ið verða
nýttar til hesar sendingar, so hetta
hevur Elsa eisini roynt.
At modellskålin ger uppihaldið hjá
Elsu í Australia væl strævnari er
einki at siga til. Umframt at hava
fulla tímatalvu á high-school, hevur
una á modellskúlanum. —
„.Modellskúlin er hvønn leygardag frá
klokkan 11 til 17, og haraftrat eru
eisini tímar onkuntíð týsdag og mik-
udag.
Hetta gevur ikki Elsu nógvar friløt-
ur, men tó so hevur hon nakað av
frítíð, og tær nýtir hon oftast til sítt
stóra fritidaritriv, sum er aerobic.
Tá ið Elsa er í skúla leygardag, sær
tímatalvan nekunlunda soleiðis út, at
hon frá klokkan ellivu til eitt hevur
venjingar í at ganga modell. Síðani
er ein dogurðasteðgur til klokkan
tvey, har genturnar so hava tímar í
ti, sum tey rópa "acting", har tær
læra at tosa og "uttrykkja” seg.
Vald út at ganga við dýrum
prýðislutum
Sum áðurnevnt so vitja mótafólk
ofta modellskúlan hjá Elsu at finna
sær modellir at ganga við sínum
verum. Ein dagin vitjaði so kendasti
gulismiðjurin í Australia skúlan, tí at
hann skuldi brúka sjey gentur, sum
skuldu vísa nýggjastu og dýrastu
hálsprýðini, armprydini, oyraring-
arnar og ringarnar hjå honum fram.
Millum tær sjey genturnar, sum
hann valdi var Elsa so ein.
Mótasýningin var í eini stásiligari
hell í miðbýnum í Melbourne, og
har vóru øll tey kendu í Australia og
hugdu at. At hetta gjørdist ein stór
uppliving hjå Elsu er einki at siga
til, og hon gjørdist ikki minni
spennandi av, at Elsa bleiv vald at
ganga við teimum dýrastu lutunum,
sum tilsamans høvdu eitt virði av
umleið tímum milliónum krónum!
Tað er heldur ikki torfert at skilja, at
meðan Elsa og hinar gingu og vístu
dýru prýðislutirnar fram, gingu tveir
vælvaksnir trygdarmenn undir liðini
á teimum fyri at tryggja, at ongin fór
at royna at stjala lutirnar.
Hendan stóra mótasýning var so
mikið vælumtókt og kend, at hon
bleiv víst í australskum sjónvarpi.
Elsa er jarðbundin
Nú eru tað óivað nógv, sum hugsa,
at Elsa fer at hava stórar ætlanir um
at gerast modell í Europa, tá ið hon
kemur aftur hendanvegin, men so er
ikki.
Unga havnargentan er jarðbundin,
og hon sigur í telefonini úr Melbour-
ne, at hon tekur modelltíðina bert
sum eina eyka uppliving í sínum