Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 246 — 30. DESEMBER 1998 uppihaldi hinumegin knettin. Tað, sum hon veruliga hevur hug til, er at gerast fittnessvenjari, og tað ætlar hon sær at læra til, so skjótt, sum tað er gjørligt. Elsa er gjøgnum sini modellarbeidi komin til at kenna hópin av fólki í Melbourne, og hon hevur tað stak væl í Australia annars. Tó segði hon, hetta kveldið stutt fyri jól, tá ið Yngd tosaði við hana, at henni longdist eitt sindur heim, nú jólini stóðu fyri, og henni saknaði eisini nógv býarlívið í Havn, hóast býarlívið í Melbourne so sanniliga eisini er gott. Har er tað bert óhugs- andi hjá eini 18 ára gamlari gentu at ganga einsamøll úti um kvøldarnar. Ødrvisi jól Sum vit nevndu i áðni, so prátaði Yngd við Elsu stutt fyri jól. Tá ið vit spurdu hana, hvussu hon fór at halda jól, var svarið ikki júst tað, sum vit vanliga seta í samband við jól her í Feroyum. Í Australia er í løtuni summar, og tískil hevur Elsa eisini summarfrí nú. Jólaaftan verður ikki gjørt nakað serligt burturúr í Australia, men jólamorgun lata australiarar allar jólapakkarnar upp. Soleiðis verður tað eisini hjá Elsu og teimum, men so skjótt sum jólagávurnar eru pakk- aðar upp, fara tey eina útferð oman á strondina. Nú summar er í Australia, liggur hitin um eini 40 hitastig, so hugs- ingur er ikki um at verða inni, og tískil fer Elsa saman við fosturfam- ilju síni at halda jól á strondini. Fosturfamiljan hjá Elsu er av holl- endskum uppruna, og tey hava eina dóttur, sum er javngomul við Elsu, og eina sum er 14 ár. tíðindablaðið SOS 20. Ferðast um landið Meðan Elsa er í Australia, hevur hon eisini ætlanir um at síggja so nógv av stórsligna landinum sum gjørligt. Hon hevur longu vitjað í høvuds- staðnum Brisbane, og sunnudagin fór hon á vitjan í Perth. Í mars mánaða fer hon so á eina tríggjar vikur langa safari um alt Australia, tó serliga inni í landinum. Eisini hevur hon havt føroyska vitj- an, meðan hon hevur verið í landi- num. Herfyri vóru havnargentan og fyrr- verandi starvsfelagin hjá Elsu, Malan Mikkelsen og vestmenning- urin Petur Frank Joensen og vitjaðu Elsu. Tey hava verið og fjakka, og móti endanum av teirri fjakkaraferð komu tey so til Melbourne, har tey steðgaðu í eina viku. Tað vikuskiftið gistu tey bæði so hjá fosturfamiljuni hjá Elsu. Kundi hugsað sær meiri tíð Tá ið samreðan hjá Yngd við Elsu er við at nærkast endanum, letur Elsa endiliga heilsa øllum har heima og siga, at hon hevur tað sera gott. Henni leingist heim vidhvørt, men tó kundi hon hugsað sær eitt sindur betur tíð til at sæð seg um í stór- sligna landinum hinumegin jørdina. Eisini ætlar at hon sær at royna gyrðislop og okkurt annað, áðrenn hon einaferð móti sumri aftur verður at síggja her heima á klettunum. Myndir av Elsu og vinfólki í Australiu: privat Yngd nr. 34 - 30. des. 1998 17 20 tær mest seldu fløgurnar í 1998 Yvirlit frá 3 aranum — . Ymisk: Jólaflegan Ymisk: Absolute Music 18 Pipar & Salt: Pipar & Salt Celine Dion: Let's talk about love Filmsfløga: Titanic Savage Garden: Savage Garden Ymisk: Absolute Music 19 M.C. Restorff: Sålmar og Sangir Moirae: Sangir år Nåttini Ymisk: Now 40 Lena: Long Distance Ymisk: Now 39 - Boyzone: Where we belong 14. Five: Five. | . . . VÆNODSUNKULN 15. Ymisk: Absolute Music 17 16. Modern Talking: Back for Good 98 17. Ymisk: Sov blítt og sett 18. Emilia: Big big world 19. Maggie Reilly: The best of 20. Jóannes Jakobsen: Myrkursins gongumenn