Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 3 - 7. januar 2004 Kyndil og Stjørnan best nøgd Bæði kvinnur og menn hjá VÍF verða partur av tveimum hørðum hálvfinalu- dystum móti ávíka- vist VB og StÍF COCA-COLA KAPPINGIN Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Lutakastið um, hvussu leikast skal í hálvfinalun- um í Coca-Cola kappingini hjá kvinnum og monnum, var í ÍSF-húsinum mána- kvøldið, einki er at ivast í, at tað mundu vera menninir hjá Kyndli og kvinnurnar úr Stjørnuni, sum vóru best nøgdar um úrslitið av hesum. Hjá kvinnunum lagaði lutakastið seg soleiðis, at Stjørnan skal royna seg móti Kyndli, og einki er at ivast í, at oddaliðið her er risafavorittur móti liðinum, sum í løtuni er á niðasta plássinum í bestu deildini. Hin hálvfinalan er so mill- um VB og VÍF, og einki er at ivast í, at her verður talan um tveir tættar dystir, har tað væl kann henda seg, at tað verða teir so væl kendu smáu marginalarnir, sum verða avgerandi. Hjá monnunum var tað sera óvæntað, at H71 í fjórðingsfinaluni basti Neistanum, og tí er einki at ivast í, at júst H71 var liðið, sum hini helst vildu fáa í sín pott. Tað gjørdist Kyndil, sum gjørdist vinnarin í hesum spælinum, og so er spurn- ingurin bara, hvørt Kyndil megnar at liva upp til fav- orittleiklutin í hálvfinal- unum. Tað megnaðu teir so ikki í fyrra landskappingar- dystinum millum liðini, har Kyndil fyri einastu ferð í landskappingini higartil í ár var við undirlutan. Hin hálvfinalan verður so aftur í ár millum StÍF og VÍF, og tað er so nakað, sum er um at gerast fastur siður í føryskum mans- hondbólti. Vanliga hava steypadystirnir millum hesi bæði liðini verið framúr spennandi, og eitt nú var tað bert reglan um flestu málini á útivølli, sum sendi StÍF víðari, so tað er lítið at ivast í, at hetta verður satt krás fyri áskoðararnar hjá feløgunum báðum. Eisini hóast neglirnar kanska onkra tíð fara at gerast dekan ov niðurbitnar. Dystirnir í hálvfinaluni verða leiktir ávíkavist 21. og 28. januar. Tó er enn ikki fastlagt, hvussu kvinn- urnar hjá VÍF og VB av- greiða sínar hálvfinalur, tí ferðasambandið til Suður- oyar ger, at tað er eitt sindur óhøgligt at spæla miðviku- dystir hjá teimum. Aftur í ár bresta StÍF og VÍF saman í steypakappingini, og tað plagar í øllum førum at borga fyri góðum undirhaldi Maersk og Tjaldur í ferðalag Hondbóltsfelagið Tjaldur og Maersk Air hava gjørt stuðulsavtalu. SPONSORAVTALA Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hondbóltsfelagið Tjaldur hevur fingið sín fyrst høvusstuðul. Mánadagin varð gjørd sponsoravtala millm Hondbóltsfelagið Tjaldur og Maersk Air, sum kom- andi hálva annað árið ger danska flogfelagið til høvuðsstuðul hjá hond- bóltsfelagnum. Sum vant, tá slíkar avtalur verða gjørdar, so ynskja partarnir ikki at kunngera smálutirnar í hesari, men í tíðindaskrivi verður tó sagt, at báðir partar eru nøgdir um inni- haldið í hesari. Úr Tjaldri verður ann- ars sagt, at hendan avtalan – saman við teimum, sum felagið frammanundan hevur – fer at viðføra, at tað í størri mun er møgu- ligt hjá felagnum er reka eitt munagott ungdóms- arbeiði, soleiðis at felagið í framtíðini aftur verður at finna á ovastu rók í før- oyskum hondbólti. ífylla C M Y K 26 Nr. 3 - 7. januar 2004 27 Rætting til frágreiðing um tryggingarvirksemi Í frágreiðing frá 23.des.2003 varð givið tryggingar- takaranum 4 mánaðir at mótmæla, at S/F Trygging- arfelagið Føroyar hevði søkt um at avhenda trygg- ingarmongdir til P/F Tryggingarfelagið Føroyar. Nevnda freist er av misgáum vorðin ov long. Freist- in verður hervið broytt til og við 31. mars 2004. Frágreiðing: Eftir § 91 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi verður givin henda frágreiðing: S/F Tryggingarfelagið Føroyar hevur søkt um loyvi at avhenda tryggingarmongdir til P/F Tryggingar- felagið Føroyar. Avhendanin hendir í sambandi við at S/F Trygging- arfelagið Føroyar hevur gjørt av at avhenda øll síni aktiv í fyrsta umfari til Tryggingarfelagið Føroyar Holding P/F, men hvat viðvíkur allari sínari trygg- ingarmongd, beinanvegin víðari til Tryggingar- felagið Føroyar P/F og samstundis broytir S/F Tryggingarfelagið Føroyar navn til Ognarfelag Tryggingartakaranna. At tryggingarmongdin verða avhendað ber ikki í sær, at tryggingartreytirnar verða broyttar, herímill- um tryggingargjald fyri tryggingarnar, sum verða avhendaðar. Tryggingartakarar við tryggingum, sum avhendan- in fatar um, hava rætt til at mótmæla at avhendað verður. Avhendanin ber ikki í sær ein serligan rætt at slíta tryggingaravtaluna, jb. § 91, stk. 3 í løgtings- lóg um tryggingarvirksemi. Verður mótmælt, skal tað verða gjørt skrivliga í seinasta lagi 31. 03.2004. Tryggingareftirlitið Skálatrøð 20 100 Tórshavn Tryggingareftirlitið, 23.12.2003 Lastbilur til sølu Volvo FL 14 v/ kassa bíliga til sølu. Tlf. 228063 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi partafelag: Skrásetingar-nr. P/F 3690 Navn: P/F Tryggingarfelagið Føroyar Holding Adressa: Kongabrúgvin, 100 Tórshavn. Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 18.12.2003 Viðtøkudato: 18.12.2003 Kapitalur: Kr. 1.000.000.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 1.000.000.000,00 í øðrum virðum til kurs 122,2089. Stovnari: S/F Tryggingarfelagið Føroyar, Kongabrúgvin, 100 Tórshavn. (2750) Nevnd: Trygvi F. Guttesen, Fjalsgøta 10, 100 Tórshavn (formaður), Jákup Birgir Mohr, 210 Sandur (næstformaður), Jákup Sólstein, Garðavegur 57, 700 Klaksvík, Jógvan L_tzen, Stoksoyrarvegur, 700 Klaksvík, Jan M_ller, Sleipnisgøta 10, 100 Tórshavn og Ronald Poulsen, Turiðargøta 27, 100 Tórshavn. Stjórn: Gunnar á Liða, Mouritsarvegur 1, 188 Hoyvík (forstjóri) og Mortan Poulsen, Lýðarsvegur 4, 188 Hoyvík. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av allari nevndini ella formanninum saman við einum stjóra ella tveimum stjórum í felag. Grannskoðari: P/F Rasmussen & Weihe, á Glaðsheyggi, 100 Tórshavn og P/F Grannskoðarafelagið Inpact, R. C. Effersøesgøta 26, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 01.07.2003 - 31.12.2003 Endamál: Endamál felagsins er sum holdingfelag at eiga partabrøv í øðrum feløgum, umsita peningaognir og reka fíggjarvirksemi v.m., eiga og reka fasta ogn o.t. og allan handil í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 30. desember 2003 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi partafelag: Skrásetingar-nr. P/F 3706 Navn: P/F Faroe Finance Hjánavn: P/F Faroe Seafood Finance (P/F Faroe Finance) Adressa: Undir Bryggjubakka 31, 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 23.12.2003 Viðtøkudato: 23.12.2003 Kapitalur: Kr. 17.000.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 17.000.000,00 til kurs 100. Stovnari: P/F Faroe Seafood, 100 Tórshavn (P/F 2452). Nevnd: Kaj Andreasen, Ellemosevej 65, Ramløse, DK-3200 Helsinge (formaður), Hákun Steingrímsson, Mikkjalstrøð 5, 100 Tórshavn og Árni Arge, Torsteinsgøta 2, 100 Tórshavn. Stjórn: Carl-Johan Falkesgaard Mohrsen, Hulvejen 16, Mastrup, DK- 9530 Støvring. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra saman við nevndarformanninum, av tveimum nevndarlimum saman, ella av allari nevndini. Grannskoðari: Sp/f KPMG, statsaut. revisorar, Staravegur 17, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 23.12.2003 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at reka fígginarvirksemi gjøgnum keyp av tilgóðahavnadi hjá viðskiftafólki hjá móðurfelagnum, Faroe Seafood P/F, og dótturfeløgum hjá Faroe Seafood P/F, umframt sjálvstøðugt frá hesum virksemi at umsita skuldarbókhaldið hjá Faroe Seafood konsernini. Skráseting Føroya tann 5. januar 2004 Kristin Balle _______________________ Landssjúkrahúsið FO 100 Tórshavn Læknaskrivari Á Medisinska deplinum er fast fulltíðarstarv sum læknaskrivari leyst at søkja til setan 1. februar 2004 ella eftir avtalu. Førleikakrøv: • útbúgving sum læknaskrivari • tænastusinni • dugir at raðfesta arbeiðið, sum til tíðir er krevjandi • góð samstarvsevni • góður røkjuskapur • teldukunnleiki Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Sæunn Ólavsdóttir Hansen, leiðsluskrivara, telefon 313540, lokal 232. Umsóknarfreistin er 21. januar 2004 kl. 12.00. Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og viðmælum e.l. skulu sendast til Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo -tað loysir seg 27