Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sambært íslendskum miðlum, hevur Fram – umframt Fróða Benjaminsen – eisini gjørt avtalu um keyp av Hans Fróða Hansen. Trupulleikin í hesum er tó, at B68 einki kennir til málið FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Sum vit skrivaðu í gjár, so fer toftamaðurin, Fróði Benjaminsen, komandi kappingarárið at royna seg í íslendskum fótbólti, har hann hevur gjørt sáttmála við Fram í Reykjavík. Tá skrivaðu vit eisini, at íslendingarnir eisini hava sýnt áhuga fyri Hans Fróða Hansen, og sambært heimasíðuni hjá Fram, so er hetta nú meira enn bara áhugi. Her stendur nevnliga, at felagið hevur gjørt trý ára sáttmálar við bæði Fróða og Hans Fróða, og verða teir báðir annars bodnir at vera væl komnir í felagið. B68 veit einki Soleiðis tykist alt vera komið í rættlag við skiftin- um, men har er tó ein trupulleiki, sum ikki er loystur. Á Toftum vita tey nevn- liga einki sum helst um skiftið, og tá vit týsmorg- unin tosaðu við formannin í felagnum, Niclas Davidsen, var hann sera bilsin um at hoyra, hvat íslendingarnir vistu at siga um hetta. - Eg má bara siga, at hatta kenni eg einki til. Fram hevur verið í sam- bandi við okkum um Hans Fróða, men enn er ikki tikin støða til, hvat víðari hendir í hesum, var einasta við- merkingin, sum formaðurin hevði til hetta. Í stríð við reglurnar Hóast vit dúgliga royndu at fáa fatur á Hans Fróða Hansen, so eydnaðist tað okkum framvegis ikki at koma í samband við hann, men tær báðar mótstríðandi útsagnirnar frá Fram og B68 benda í øllum førum greitt á, at hetta verður eitt skifti við stórum trupulleik- um. Tá Hans Fróði kom aftur til Føroya eftir at hava roynt seg í norskum fótbólti, var tað soleiðis, at toftamenn máttu keypa hann leysan úr sáttmálanum frá Sogndal. Hvussu stór upphæddin fyri hetta var, hevur ikki eydnast okkum at fáa upp- spurt, men sum skilst var talan um eina – eftir før- oyskum mátistokki – stóra upphædd. Afturfyri hetta, so tryggj- aði B68 sær tó, at talan gjørdist um ein langan sátt- mála, og tað merkti í sein- asta enda, at Hans Fróði tá skrivaði undir ein fýra ára sáttmála, og enn er so eitt ár eftir av hesum. Tað merkir við øðrum orðum, at Hans Fróði Han- sen sambært bindingunum av sáttmálanum við B68 als ikki hevur loyvi at samráð- ast við annað felag, uttan so at B68 er partur av hesum samráðingum. Hartil siga galdandi FIFA-reglur, at eitt felag ikki kann seta seg beinleiðis í samband við leikara, uttan so at hesin hevur í mesta lagi hálvt ár eftir av sáttmála sínum Nr. 3 • mikudagur • 5. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Hans Fróði í sáttmálaklemmu Revsingin kann verða hørð Sum umrødda málið liggur í løtuni, so bendir alt á, at bæði Hans Fróði Hansen og íslendska Fram hava gingið uttan um galdandi sáttmálar á økinum. Og sambært teimum reglum, sum FIFA hevur á økinum – og sum FSF eisini gong- ur undir – so kann hetta í ringasta føri viðføra harða revsing fyri bæði felag og leikara. FSF-reglurnar fyri leikarasáttmálar siga, at um so er, at leikari brýtir sáttmála, so hevur felag hansara møguleika at krevja endurgjald, sum svarar til higartil út- goldnu lønina í sátt- málaskeiðnum umframt tær positivu útreiðslur, sum felagið hevur havt av leikaranum. Hetta vil við øðrum siga, at B68 kann krevja antin Hans Fróða Han- sen, ella íslendska Fram eftir eini upphædd, sum svarar til ta løn, sum leikarin tey fyrstu trý árini av sáttmálanum hevur fingið útgoldið umframt keypspeningin, sum B68 í síni tíð rindaði norska Sogndal fyri leikaran. Bara hetta í sjálvum sær kann helst gerast ein munandi upphædd, men hartil hevur FIFA eisini møguleikar at revsa bæði leikara og nýggja felag hansara. Fyri leikara er gald- andi, at hann kann verða dømdur at rinda eina bót fyri brot á sáttmálaregl- urnar, umframt at FIFA eisini kann geva boð um, at leikarin ikki kann hava spæliloyvi í nøkr- um FIFA-landi í ávíst tíðarskeið. Fyri felagið - altso Fram – er galdandi, at tey eisini kunnu fáa bót, og hartil kann FIFA gera av, at felagið í ávíst tíðarskeið ikki hevur loyvi at gera nýggjar leikarasáttmálar. Okkum kunnugt er málið tó ikki koyrt nakran veg til hvørki FSF ella FIFA enn, men spurningurin er, hvat hendir, nú leysasøgurnar um møguliga skiftið eru staðfestar av keypandi felagnum. Og lítið er at ivast í, at enn er seinasta orðið ikki sagt í málin- um. jm Einasti trupul- leikin tykist vera, at B68 als ikki er kunnað um skiftið Íslendska Fram hevur á heimasíðu sínari boðað frá, at teir hava gjørt 3-ára sáttmála við Hans Fróða Hansen 25 24 Nr. 3 - 7. januar 2004 Master class við Cathrine Sadolin SANGSKEIÐ Tíðindaskriv Í døgunum 23.-25. januar 2004 verður skipað fyri master classs sangskeiði við Cathrine Sadolin í Norðurlandahúsinum. 15 fólk kunnu verða bein- leiðis við í undirvísingini, meðan rúm er fyri hópin av áhoyrarum. Cathrine Sadolin er kend frá hópin av sjónvarpssendingum og bókum, har hon lærir fólk at nýta røddina. Freistin at tekna seg er úti fríggjadagin hin 9. januar 2004. Sangskeiðið er treytað av nóg stórari luttøku og tilmeldingar- bløð eru á www.petra.fo Pláss er fyri 15 aktiv- um, sum fáa induviduella undirvísing. Ein treyt fyri at kunna luttaka sum aktivur er, at tú ikki ert nýbyrjari og harumframt hevur ein heilt konkretan trupulleika, sum tú vilt hava hjálp til, eitt nú hvussu ein kann náða ein hægri, ella lægri tóna, ikki verða hásur av at halda ein langan fyrilest- ur, ella syngja eina ávísa strofu. Allir mátar at syngja eru galdandi og vælkomnir, frá heavy til klassiskt. Havið tónleika- dømi við á fløgu, so sang- urin kann verða greinað- ur. Takið 1-2 sagir, ella partar av sangi við, har trupuleiki er, umframt nótar og besifringar til pianistin. Danska Cathrine Sadol- in hevur givið út bókina Komplet Sangteknik (Shout Publishing), sum byggir á 15 ára gransking innan allar mátar at syngja uppá. Í hesum ar- beiði hevur Sadolin varn- ast eina higartil ókenda skipan, ið liggur til grund fyri hvussu vit brúka røddina. Bókin og virk- semi hennara ger upp við vanahugsan og gongur nýggjar, óvæntaðar leiðir, har møguleiki er at geva øll hugsandi ljóð frá sær - uttan at skaða røddina. Catherine Sadolin nýtir fýra eginleikar, sum nat- úrliga eru í øllum rødd- um. Hesar eginleikar verða nevndir neutral, curbing, overdrive og belting. Settir saman, fevna hesir eginleikar um allar mátar at syngja, tað verið seg klassiskt ella heavy. Eisini tá umræður dis- tortion, ral, growl, knekk, skríggj, hása rødd, luft í røddini og ornamenter- andi teknikk. Verður bygt á ta tøkni, sum Catherine Sadolin nýtir, kunnu allar hesar ræddarvenjingar fremjast á skilagóðan hátt og uttan at skaða virðis- miklasta amboð okkara - røddina. Bók og skeið er ætlað leikum og lærdum, sum av álvara arbeiða við rødd og sangi, tað verið seg sangarar, blásarar, upples- arar, lærarar, læknar, tal- upedagogar og øll, ið hava trupuleikar av røddini og vilja arbeiða við hesum. Tó hava børn undir 16 ár ikki atgongd til skeiðið. Fyrireikari er Petra Iver- sen (petra@kallnet.fo) úti á Bø í Kvívík. Meiri kann lesast um Catherine Sadolin á www.sadolin.net/dk <http://www.sadolin.net/ dk> Sjónleikarin Anna úr Kunoy hevur fingið vind í seglini sum sjónleikari í Dan- mark. Hon er hálvur føroyingur, kristin fult og heilt og hon droymir ikki um at broyta navnið hjá sær, hóast hon ongantíð hevur verið í Kunoy PRÀT Heri á Rógvi Høvuðsleiklutin í stóru uppsetingini av sangleikin- um um Peter Pan á Århus Teater hevur Anna ur Kunoy. Men Anna hevur ongantíð verið í Kunoy. Við einum tílíkum eftir- navni sum hesum, so hava vit sjálvandi við Føroyar at gera. Og Anna er eisini hálvur føroyingur. Pápin kallast Jakob úr Kunoy, og føroyski parturin av henn- ara familju er úr Norða- gøtu. Einar fimm ferðir hevur Anna vitjað í Føroy- um, men ongantíð hevur hon verið í Kunoy. Sjónleikur Pápi hennara hevur at kalla alt lívið búð í Danmark, or- sakað av at foreldrini fluttu til Danmarkar áðrenn kríggið og sluppu av góð- um grundum ikki aftur til Føroya og vóru síðani ver- andi, tá kríggið varð av. Anna er í dag tretivu ár hesa seinastu tíðina hevur havt høvuðsleiklutin í sang- leikinum Peter Pan á Århus Teater, sum hevur verið framúr væl móttikin. Hon er uppvaksin í Keypmannahavn. À eftir- skúla fær Anna á fyrsta sinni áhuga fyri sjónleiki, og hon søkir og sleppur inn á sjónleikarskúla sum átjan ára gomul í 1992. Fýra ár seinni er hon útbúgvin sjónleikari á Århus Teater- skole. – Eg var øgiliga ung, tá eg slap inn á sjónleikar- skúla og hevði ikki upp- livað nógv av lívinum áðr- enn. Alt mítt vaksna lív havi eg verið sjónleikari, og tað sigur seg sjálvt, at tað hevur merkt meg, at eg var so mikið ung og visti so lítið til lívið, tá eg byrjaði á sjónleikarskúlanum, sigur Anna ur Kunoy. Yrkisleiðin sum sjónleik- ari hevur ført hana til nógv- ar uppgávur. Hon byrjaði á Svalagangen, sum er eitt leikhús í Århus, og síðani hevur hon arbeitt ymsa- staðni í styttri ella longri tíð. Í løtuni spælir hon fjórða árið á rað barnaleik á Århus Teater. Hóast aldurin er um tey tríati, so kann hon meira enn so nýtast til barnaleikir, og leiklutir sum drongur klárar hon eisini. – Eg elski at spæla fyri børnum. Haldi eisini leik- urin um Peter Pan er so gevandi, hóast hann rýmir til síðst, og leikurin kanska ikki endar so væl, so haldi eg leikurin kann kveikja nakað gott hjá børnunum. Peter Pan flytir til eina dreyma verð av tí at hann kennir seg særdan. Tað er ikki fyrr enn at hann hittir Wendy og harvið kærleikan fyri fyrstu ferð, at hann kemur fyri seg aftur, sigur Anna ur Kunoy. Kristin Um tað hevur nakað við arvaeindina úr Eysturoynni at gera er ikki gott at vita, men í øllum førum hevur kristindómurin ómetaliga stóran leiklut í lívinum hjá Onnu. – Eg gjørdist kristin fyri sjey árum síðani, og í dag hevur hetta at kalla alt at siga fyri meg. Eg sigi stundum nei til at spæla við í leikum ella filmum, tá eg ikki kann standa inn fyri teimum. Tað skal vera nak- að lív í teimum — nakað lívsjáttandi, sigur Anna ur Kunoy. Tað er sjón fyri søgn, at Anna av fullum huga er kristin. Í skiftingarrúminum hjá henni hevur hon rættað sær eitt lítil altar, sum hon rópar tað, til við livandi ljós- um fyri at halda seg nær at gudi. Til dagligt býr Anna, sum hvørki er gift ella eigur nøkur børn, saman við trimum øðrum kristnum í einum húsi í Århus. – Vit styðja hvønn annan, biðja saman og hjálpa hvørj- um øðrum, sigur Anna, ið sum kristin hvørki nýtir rúsdrekka ella spælir kort. Vil ikki broyta navn Hóast hon altso hvørki hev- ur verið í Kunoy ella dugir føroyskt, so vil hon ikki hoyra talan um at broyta ella sleppa sær av við føroyska eftirnavnið. – Navnið er á ein ella annan hátt partur av mær. Og eg eri eisini errin av mínari føroysku rótum, sig- ur Anna ur Kunoy, sum fegin vil heilsa Emmu og Elsu í Norðagøtu. Hon hevur áður havt eitt millumnavn, men tað varð strikað, men hon er nú eina- ferð úr Kunoy, og tað verður hon verandi, sigur hon. Hvussu er og ikki so heldur Anna fyribils fram sum Peter Pan stutta tíð afturat. Tað er ikki heilt greitt, hvat fyri sjónleikar- lig avbjóðing stendur fyri framman, men Anna nýtist ikki at keða seg, tí hon er í løtuni í holt við at útbúgva seg sum kirkjusangara, sum sameinir áhuga og yrki fyri hálva føroyingin. Peter Pan úr Kunoy Hálvi føroy- ingurin Anna ur Kunoy er kristin fult og heilt, og hetta hevur ein sera stóran týdning í hennara lívi. Mynd: Jan Jul/- Århus Teater Anna ur Kunoy hevur seinastu mánaðirnar verið at sæð í høvuðsleiklutin- um í sangleikinum um Peter Pan á Århus Teater. Mynd: Jan Jul/Århus Teater C M Y K 24