mikudagur 7. januar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 3 - 7. januar 2004
Nr. 3 - 7. januar 2004
23
UTTAN ÚR HEIMI
Sleppur ikki so
Hóast amerikanska stjórnin sigur seg fegnast um, at
Libya hevur gjørt av at sleppa sær av við síni hóp-
oyðingarvápn, hevur George W. Bush, forseti, ongan
hug at lata stýrið hjá Muammar Gaddafi sleppa so.
Tvørturímóti hevur Bush gjørt av, at amerikonsku
handilstiltøkini ímóti Libya verða verandi í gildi. Tey
vórðu sett í verk í 1986. ST setti eisini tiltøk í verk
ímóti Libya, men tey fóru úr gildi í september í fjør, tá
Libya játtaði at rinda 2,7 milliardir dollarar í endur-
gjaldið fyri tilburðin, tá eitt amerikanskt ferðamanna-
flogfar varð sprongt yvir skotska býnum Losckerbie í
desember í 1988.
Libya hevur tengt hesa játtanina at einari amerik-
anskari tilsøgn um at sleppa handilstiltøkunum ímóti
landinum. Libyski forsætisráðharrin hevur sagt, at
verða amerikonsku tiltøkini ikki sett úr gildi innan 12.
mai, fer Libya bara at rinda 40 prosent av endurgjald-
inum.
Leita nú eftir øðrum
Síðani avgjøldini á rúsdrekka fullu í Danmark herfyri,
hava teir donsku tollararnir funnið meiri rúsevni enn
frammanundan.
Tollararnir siga, at teir fingu minni at gera, tá rús-
drekkaprísurin fall í Danmark, tí nú var tað ikki so
lønandi longur at fara til Týsklands at keypa rúsdrekka.
Tað gjørdi, at teir fingu betri stundir til at leita eftir øðr-
um, sum fólk høvdu við sær um markið, og tað hevur
givið úrslit. Í fjør funnu tollararnir 121 kilo av rúsevn-
um, og tað var fýra ferðir meiri enn í 2002. Tá er hasjið
ikki við, men eisini her gjørdu donsku tollararnir kvetti
í fjør. Teir funnu ikki minni enn trý tons av hasji, og tað
var næstan tjúgu ferðir meiri enn í 2002.
Men tað góða úrslitið sigur eisini tollverkinum, at
nógv verður smuglað um markið til Danmarkar, og tí er
avgjørt at leggja uppaftur størri dent á at avdúka tey,
sum smugla rúsevni um markið.
Spælir við vøddunum
Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, spældi enn
einaferð við vøddunum mánadagin, tá hann endurtók
hóttanina um at byrgja palestinararnar inni í teirra egnu
økjum.
Ein tílík avgerð hevði havt við sær, at tær jødisku
niðursetubygdirnar í teimum palestinsku økjunum
mugu takast niður, og tað hóvar als ikki høgravongin-
um í ísraelskum politikki. Heldur ikki í Likud-flokkin-
um hjá Sharon eru menn líka fegnir um hugsjónina hjá
forsætisráðharranum, og sambært blaðnum Haaretz
umhugsar floksleiðslan at krevja, at hon skal góðkenna
allar hugsjónir forsætisráðharrans, áðrenn hann al-
mannakunnger tær.
Teir høgrasinnaðu flokkarnir, sum mynda samgong-
una saman við Likud, vilja ikki hoyra talan um at taka
niðursetubygdirnar niður. Niðursetumenninir hava hótt
við borgarakríggi, verður avgerðin hjá Sharon framd í
verki.
Ov mikið av ákærum
Tað fer eftir øllum at døma ikki at standa á at finna
ákærur ímóti fyrrverandi irakska forsetanum Saddam
Hussein, sum situr fangi hjá amerikanarunum.
Í gjár kunngjørdu myndugleikarnir í Kuwait, at teir
hava ikki færri enn 178 ákærur ímóti Saddam Hussein
og hansara næstu medarbeiðarum. Talan er um krígs-
brotsverk, sum irskska leiðslan verður løgd undir at hava
framt, tá Irak hersetti Kuwait í 1990. Talið verður helst
størri, tí kuwaitiski uttanríkisráðharrin sigur við AFP, at
ákærurnar helst verða einar 200 í tali, tá alt er gjørt upp.
Irak hersetti Kuwait í sjey mánaðir í 1990 og 1991.
Kuwaitar vilja vera við, at iraksku hermenninir framdu
fleiri krígsbrotsverk í hersetingartíðini, og at minst
1.000 sivilir kuwaitar lógu eftirá. Harafturat vórðu
fleiri ósek fólk tikin, summi vórðu pínd, og irakar
løgdu eisini hald á kuwaitiska ogn.
Bretskir søgufrøðing-
ar vilja vera við, at
tann rætti arvingurin
til ta bretsku trúnuna
býr í einari bygd í
Avstralia.
SÍÐULOP
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Elizabeth II hevði var als
ikki tann rætti arvingurin,
tá hon tók við bretsku
trúnuni. Tann rætti var tann
nú 62 ára gamli Michael
Hastings, sum býr í bygdini
Jerilderie í New South
Wales í Avstralia.
Tað sigur bretski søgu-
frøðingurin Michael Jones í
einari nýggjari sjónvarps-
sending. Søgufrøðingurin
vísir á, at ein av forfedrun-
um hjá drotningini, Edward
kongur Fimti, var úrslit av
einum síðulopi hjá mamm-
uni og tí als ikki borin til
trúnuna, tá hann tók við í
1461. Tann rætti arvingurin
var harafturímóti hertogin
av Clarence, sum var ein av
forfedrunum hjá avstralska
Michael Hastings, sigur
Michael Jones.
Sjálvur ætlar avstraliu-
maðurin ikki at krevja trún-
una frá Elizabeth drotning.
– Drotningin fer ikki at
fáa bræv frá mær um, at
hon skal fara út av Buck-
ingham Palace við sínum
innan tríggjar vikur, ella at
hon skyldar mær húsaleigu
fyri 500 ár, sigur Michael
Hastings við tíðindasto-
vuna AFP.
Elizabeth skuldi ongantíð
havt arvað trúnuna
Bush skal verjast ímóti
mótmælum
Ongar mótmælis-
gongur. Eingi mót-
mæli. Ongar plakatir
ella herróp. Soleiðis
verður sjónvarps-
myndin av George W.
Bush, forseta undir
valstríðnum í ár.
VALSTRÍÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er Secret Service, sum
skal tryggja, at einki mót-
mælisfólk ella nøkur mót-
mælandi
plakat
verður
nærri enn ein kilometur frá
forsetanum hetta til forseta-
valið í heyst.
Sabært blaðnum San
Fransisco Cronicle hevur
løgreglan tikið fleiri fólk,
sum hetta seinasta árið eru
komin í so nær forsetanum
við
mótmælisplakatum.
Sambært løgregluni eru
fólkini tikin, tí tey kundu
koma bæða sær sjálvum og
forsetanum í vanda.
Felagsskapurin American
Civil Liberties Union hevur
stevnt Secret Service fyri at
hava brotið tey grundlógar-
tryggjaðu rættindini hjá
amerikanarum at siga sína
hugsan.
Felagsskapurin
sigur, at Secret Service og
Hvítu Húsini nýta trygdina
hjá forsetanum sum skálka-
skjól, men at talan í veru-
leikanum er um politiskar
orsøkir, tí tað ræður um at
halda teimum niðri, sum
hava hug at siga forsetanum
ímóti ella at finnast at
politikki hansara.
Tí slíkar myndir mugu
ikki koma á amerikonsku
sjónvarpsskíggjarnar
í
einum forsetavalári, sigur
American Civil Liberties
Union.
Hvítu Húsini hava ongar
viðmerkingar til ákærurnar
hjá felagsskapinum.
George W. Bush, forseti, skal
verjast ímóti mótmælisfólki
og mótmælandi herrópum
hetta til forsetavalið í
november
I AM móttiknir
við opnum ørmum
Teir eru hvørki
bygdaligir ella yt.
Gospelbólkurin I AM
hevur fingið vind í
seglini sum ongantíð
áður. Nú seta teir kós
út í heim, og í summ-
ar skulu teir spæla
uttanlands. Nýggja
fløgan hjá teimum
skal eisini seljast í
Norðurlondum
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
I AM eru – nakað fyri seg.
Bólkurin blandar kristiligan
boðskap og rocktónleik í
eitt tónleikabland, ið hevur
givið teimum undirtøku,
sum neyvan nakar føroysk-
ur gospelbólkur av hesum
slagi áður hevur havt.
Teir hava verið virknir í
fleiri ár og hava verið væl
umtóktir, men summi hava
havt hug at kalla tónleikin
hjá teimum bygdaligan.
Men soleiðis er ikki
longur.
Við nýggju útgávuni áðr-
enn jól staðfesti bólkurin,
at teir eru nógv broyttir,
tónleikurin er vorðin mod-
ernaður, og sangirnir, sum
altíð hava verið styrkin hjá
bólkinum, standa framveg-
is mát – eisini í nýggja bún-
anum, har løgin ljómborðs-
ljóð og hoppandi teldu-
trummum verða rend sam-
an við vanligu ljóðførini.
Og undirtøkan, sølan og
levnaðurin til framførslur-
nar hjá teimum vísa, at
teirra
dagførdi
gospel-
rockur er móttikin við opn-
um ørmum allastaðni.
Ovfarnir av
móttøkuni
Longu fyrstu vikuna, eftir
at fløgan Xthree.one.four
var komin út, varð greitt, at
her var talan um fløgu, sum
fór at selja væl.
– Vit vóru fullkomiliga
tiknir á bóli av tí frálíku
móttøkuni. Vit hildu kortini
sera tætt at kroppinum, og
nærum eingin slapp at
hoyra nakað av fløguni,
áðrenn hon kom út, so vit
vóru sera spentir hvat
áhoyrarar fóru at halda um
fløguna. Tey nærmastu siga
altíð at tað ljóðar væl, men
tá miðlar, tónleikarar, um-
mælarar og fólk yvirhøvur
fegnast um úrslitið, tá
gleðir tað sjálvandi okkum
sera nógv, sigur Birgir Sig-
urðsson, sangari í bólk-
inum.
– Tað er trupult at siga,
hví fløgan hevur fingið
slíka móttøku. Hetta er er
ikki júst fólksligur tónleik-
ur sum til dømis Frændur
ella Magni Christiansen,
men tað er ymiskt, sum
kann hava hjálpt til við
áhuganum. Millum annað
koma fáar rockfløgur út í
Føroyum, so um man gevur
eina slíka fløgu út til røttu
tíðina, kann man rættiliga
fáa vind í seglini.
– Saman við góðari
marknaðarføring og sera
nógvari orku frá okkum
øllum í bólkinum, hevur alt
gingið upp á stás. Kanska
er fløgan eisini bara góð.
Spælt allastaðni
I AM hevur gjørt nógv fyri
at føra seg og tónleikin hjá
sær fram. Teir hava spælt til
óteljandi tiltøk seinastu
vikurnar, og teir hava verið
við til evarska smá og risa-
stór tiltøk. Einki hevur ligið
á láni.
– Tað er strævið at skula
spæla so nógv, men tað
hevur eisini verið stuttligt
og minniligt. Vit byrjaðu
longu í september mánaði
at gera promotion fyri
fløguna, og síðani hava vit
spælt til eina rúgvu av til-
tøkum. Tá man sum kristin
rockbólkur vanliga spælir
fyri fullan útblástur, er tað
altíð áhugavert og annað-
leiðis at royna onnur tiltøk
enn tær vanligu høll-kon-
sertirnar,
sigur
Birgir
Sigurðsson.
– Allar framførslur hava
sína sjarmu og geva okkum
nakað, men hesaferð vóru
tað serliga útgávukonsertin
hjá okkum á Eiði og Nýggj-
árskonsertin í Havnini, ið
standa eftir.
– Á Eiði vóru vit so
hepnir at sleppa at hava
fyrstu konsert yvirhøvur í
teirra nýggju ítróttarhøll, so
tað vóru vit sera glaðir fyri.
Bygdarráðsformaðurin
kom og klipti tráð og helt
røðu, tað høvdu vit ikki
upplivað fyrr.
– Vit høvdu ikki roynt at
spæla til Nýggjárskonsert-
ina áður, so vit vóru eitt
sindur í iva um, hvat vit
skuldu vænta. Fóru hesu
ungu havnafólkini halda
okkum vera yt ella bygdas-
ligar. Vit funnu skjótt útav,
at fólk dámdu okkum sera
væl og vóru við frá okkara
fyrsta tóna. Tey sungu við
av lív og sál og klappaðu
okkum enntá uppaftur. Tað
er altíð stuttligt at hoyra
1.300 fólk duga tínar sangir
uttanat,
sigur
Birgir
Sigurðsson.
Seta kós út í heim
Nú hevur I AM mest sum
tráðroynt á føroysku grunn-
unum, og teir hava sett kós
út í heim til nýggjar fiski-
leiðir.
– Okkara ætlanir eru nú
at koma víðari út í heim.
Vit hava eina nýggja fløgu í
viðførinum, og hon kann
nýtast til at marknaðarføra
okkum uttanlands eisini,
sigur Birgir Sigurðsson.
– Vit hava fingið sera
nógvan respons uttanlands,
frá festivalum, miðlum,
søluumboðum og øðrum.
Vit hava verið uttanlands
áður og spælt, so vit hava
fleiri kontaktir uttanlands at
senda tilfar til. Umframt
tað hava vit seinastu mán-
aðirnar havt samband við
fleiri søluumboð í Norður-
londum
og
verður
xthree.one.four
útgivin
uttanlands um nakrar mán-
aðar. Hetta verður nokk
meira at frætta um heilt
skjótt.
– I AM fara heilt vist at
spæla uttanlands í summar.
Vit vunnu Gospel Prix
2003, og har var vinningur-
in at koma uttanlands at
spæla á einum stórum festi-
vali. Vit hava eisini havt
samband við fleiri aðrar
festivalar, sigur Birgir Sig-
urðsson, sum tó vil bíða eitt
sindur við at vera meira
ítøkiligur um útlendska
áhugan.
Men við einum tryggum
føroyskum
palli
sum
grundarlagi, ætlar bólkurin
at royna flogið uttanfyri
landoddarnar.
Og so fæst at síggja, um I
AM eisini har eru – nakað
fyri seg.
– Vit hava fingið sera nógvan respons uttanlands, frá festivalum, miðlum, søluumboðum og øðrum, sigur Birgir Sigurðsson, sangari í I AM
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
23
22