Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 1998síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

24 tíðindablaðið = ver Nr. 246 - 30. DESEMBER 1998 Kommandórparið letur upp hurðarnar til embætisbústaðin: i 79 t >. Trivast nógv betri í Førovum enn væntad Í fyrstani vildi Ingelise Dinesen ikki til Føroya, men nú hon hevur verið her í nærum hálvt triðja ár trívist hon so væl, at hon og maðurin hava avgjórt at leingja tíðina her til fram móti árslok 2002. — Vit trívast væl her. Tað hevur verið nógv betri enn væntað. Vit hava fingið nógvar fóroyskar vinir og kenn- ingar, so vit hava biðið Verjuna um at leingja starvstíðina her, siga tey bæði »g ráru hús- 1 hesum myrku desemberdøgum við Nólsoyarfirði baksýni, strálar við jólastjórnum i hverjum glugga og minnir um ett ævintýrslott? Í húsunum Úti við Strond, ið liggja so nær havinum, at bert ein væl røktur gras- vøllur eigur mun millum hús og hav, býr komman- derparið Ingelise og Jesper Dinesen. Síðani juli 1996 hava tey búð í húsunum. og tey lata fegin hurðarnar upp til stórfingnu villuna. ið inn- an er jólaprýdd og innbúgv- ið er merkt av teirra mongu antikvitetum og ráru brúks- lutum. keyptir í t.d. Belgía og Rom — Tá fólk hoyra um, at vit búgva her, siga tey: >Húsini hava vit lagt til merkis, tá vit koyra framvið úti við Strond<. Vit læta fegin upp, so fólk kunnu síggja húsini innan. Húsini hava hoyrt til Færøernes Kommando síð- ani 1953, og kommandør- arnir, ið eru sendir til Før- oya í tíðaravmarkað starv, hava síðani skiftivís búð her, sigur Ingelise Dinesen, sum í juli fyri tveimum ár- um síðani kom til Føroya við manni sínum Jesper Dinesen. Meðan hann tók við starvinum sum leiðari fyri Færøernes Kommando (Marinustødini og verju- skipini, ið skiftast at vera í føroyskum sjógvi), fór Ing- elise í gongd við at innrætta heim teirra komandi årini við egnum innbúgvi. — Upprunaliga stóð nakað av mahogniinnbúgvi her, sum Færgernes Kommando hevði keypt fyri mongum árum síðani. Húsini kendust myrk og afturlætin. Ístaðin fyri at nýta innbúgvið, ið var her, loysti tað seg betri fíggjarliga hjá Verjuni at læta okkum fáa við okkum eina bingju við innbúgvi okkara, sum av tilvild vísti seg at hóska væl til húsini, sigur Ingelise, ið skjótt inn- rættaði húsini ljós og bæri- lig. Tað hevði skund at seta húsini í stand hevdi skund, ti kommandørparid skuldi taka ímóti danska verjuov- astanum Hans Jørgen Garde og fylgi hansara. Sum kunn- ugt fekk ferð teirra til Før- oya syrgiligan enda. Flog- farið datt niður nærhendis flogvøllinum í Vágum. Millum teirra í Føroyum, sum upplivdu vanlukkunar ræðuleika tætt hjá, vóru Ingelise og Jesper Dinesen. Í nýinnrættaða heiminum hjá parinum stóð Ingelise klár við døgurdanum til verjuovastan og konu hans- ara og eisini millum onnur ríkisumboð og løgmann, tå óhugnaligu boðini um flog- vanlukkuna komu. — Tað var ræðuligt og ver- uleikafjart, minnist Ingelise Dinesen, sum síðani hevur havt nýggja danska verju- ovastan Christian Hvidt á vitjan í kommandgrhúsu- num. Kommandórbústaðurin - sum húsini verða rópt - er í sonevnda funkisstílinum og vórðu bygd í 1951. Eitt lið av føroyskum arkitektum bað um at síggja funkishús- ini, stutt eftir at komman- dørparid var flutt til Føroya. Ingelise Dinesen greiðir frå, at arkitekturin, ið teknaði húsini, Eyðun á Heygum, ofta argaðist inn á byggi- harran, handilsmannin Hav- grím Johannesen, sum alla tíðina gav arkitektinum boð um broytingar eftir enskum sniði. Havgrím Johannesen ferðaðist tá nógv í Onglandi og kom heim við nýggjum hugskotum um, hvussu hús- ini skuldu síggja út. Tá hús- ini stóðu liðug í 1951, flutti Johannesen og familja inn- ar. Men tey vóru ikki einsa- møll. Táverandi ovastin fyri Marinustødina, E.H. Mad- sen, leigaði eitt kamar í hús- unum og tá Havgím Jo- hannesen í 1953 seldi hús- ini, keypti Færgernes Mari- nedistrikt, soleiðis kallaðist Færgernes kommando tá, húsini. — Sostatt hava komman- dørar búð í húsunum síðani tey vóru liðug, nakrir hava