mikudagur 30. desember 1998síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 30. DESEMBER 1998
tíðindablaðið
25
havt konuna við, men verri
enn so allir, og tað hevur
merkt húsini, at ein persón-
ur ikki hevur verið inni, ið
gjørdi tað hugnaligt og gott
at vera. Tó skal sigast, at
tann dag, Færgernes Kom-
mando ikki longur nýtir
húsini, so hevur Tórshavnar
Kommuna forkeypsrætt,
sigur Ingelise Dinesen, sum
eisini nýtir stóran part av
síni tíð til at fáa tann sosiala
partin á Marinustødini at
virka. Tey umleið 40 fólk-
ini, ið starvast á stødini -
nógv tann størsti parturin av
donsku monnunum eru gift-
ir føroyskum konum - hava
m.a. nýliga verið til jólatræ
við børnum, eitt tiltak, ið
Ingelise var primus motor
í. Ingelise og maðurin trív-
ast eisini so væl í Føroyum,
at tey hava biðið Verjuna
um longda tíð her.
Vit trívast væl her. Tað
hevur verið nógv betri enn
væntað. Vit hava fingið
nógvar føroyskar vinir og
kenningar, so vit hava biðið
Verjuna um at leingja
starvstíðina her, til Jesper
skal pensjónerast móti end-
anum av ár 2002. Uppruna-
liga áttu vit at farið heim
við árslok 1999. Tað er 6-
vanligt at biðja um tað og
líka óvanligt, at ein fær
loyvi til tess, sigur Ingelise,
sum í síni tíð segði nei til at
fara til Føroya.
Maður hennara Jesper var
annars sera hugtikin av Før-
oyum, eftir at hann í 1988
hevði vitjað táverandi
kommandørin.
— Tað var í mai mánað og
veðrið var av tí fagrasta.
Sólin stóð hegt á himni og
kommandørurin tók meg
- Tå vit komu i kommandørhusini kendust tey myrk vid gomlum
nógv i Rom og Belgia
Stór og snotulig eru tey at síggja til uttanífrá, Kommandørhusini Yviri við Strond og um jóltíðir hevur Ingelise Dinesen gjørt serliga nógv fyri at
x
# á
gera tað eykað hugnaligt, eitt nú við stjórnum í hvørjum einasta vindeyga í ovaru hæddunum
við ein túr, har vit sóu nógv
av Føroyum, m.a. Kirkjubø.
Eg var seldur, fyri at siga
sum er, og heimkomin segði
eg vid Ingelise: Vit mugu
til Føroya. Men hon var sera
avgjørd og segði nei takk,
sigur Jesper Dinesen, sum
nøkur år seinni fekk tilboð
um at gerast kommadørur i
Føroyum.
— Eg segði nei í fyrstani,
ti eg helt ikki Ingelise vildi
koma vid. Men tad visti seg,
at hon hevði broytt meining.
Millum annað, tí hon fyrr
hevði sagt starv frá sær, fyri
at fylgja mær 3 ár í Belgia.
Eg skundaði mær tí at boða
frá, at eg hóast alt fegin vildi
til Føroya, sigur Jesper Din-
esen, sum kom til Føroya,
mahogniinnbúgvi og vit fingu í.
eftir 3 år í Belgía. Har var
hann í starvi hjá ovastanum
fyri felagsverjuliðunum í
Europa, og hann skifti um
pláss við fyrrverandi
kommandørin Knud Erik
Christiansen, ið tók plássið
í Belgia, meðan Jesper Din-
esen gjørdist kommandørur
i Føroyum. Jesper Dinesen
er ovasti fyri umleid 40
monnum, ið starvast á Mar-
inustødini, og er somuleiðis
ovasti fyri vaktarskipini, ið
eru í føroyskum sjógvi.
Parið, bæði koma úr
Keypmannahavn - hon er
uppvaksin á Frederiksberg
og hann á Eysturbrúgv-
hevur einmælt samtykt, at
tá tíðin í Føroyum er av, so
skal pensjónistatilveran ikki
livast í Keypmannahavn.
— Tað hevdi verið okkum
6gjørligt at flutt til slíkan
stórbý, eftir at hava búð í
hesi náttúruni. Vit skulu til
eitt stað, har ein hevur frið
og náðir. Vit eru liðug við
Keypmannahavn og rokna
við at fara til Jutlands, siga
Ingelise og Jesper Dinesen
>
staðin loyvi at taka við okkara egna innbiigv, sigur Ingelise Dinesen,
ið hevur keyp!