mikudagur 30. desember 1998síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
26
tíðindablaðið
Philippe Carré, listamaður:
Fyri meg føra allir vegir til Torshavn
— Mín musa er Havnin, og har er ongin endi á,
hvussu nógvar mátar man kann avmynda hana.
Í eygum ferðamansins hevur Havnin eitt slag av
reinleika, tú ikki finnur nógva aðrastaðni, sigur
Philippe Carré.
Til mánadagin komandi er hóvið at síggja fram-
sýning hansara, “Havnin - konstruktión undir
stjórnunum " í Smiðjuni í Litluvik.
? g é É ;
g ur man at enda í la
g a tað
TURIÐ KJØLBR
=
flestu stórb í heim
a g ugaverdar
syning s og nyggj
" 1 +
CIK os NICIKa
á ø > i
unum“ hjá fransmanninum
Philippe Carré læt upp tann
17. desember. Hon er opin
til 4. januar, so fólk kunnu
nýta onkra lotu hesar fri-
dagarnar til at støkka inn á
gólvið í Smiðjuni og upp-
liva Havnina á ein eitt sind-
ur eðrvísi hátt
Konstruktión
Konstruktión er eitt sera
dekkandi orð, tá ið tú skalt
greiða frá hesum myndun-
um. Tað er talan um eina
uppbygging. eina lading,
sum eru håsimi laðað uppi
eitt og eitt. onkuntíð sum í
einum setikassa, húsini í
hver sínum lítla kassa form-
aðir av gøtunum sum eru
rundan um tey. Gøturnar eru
sæddar úr luftini og á teim-
um standa håsafasadurnar,
ið eru sæddar, sum stóðst
tú beint framman fyri tær
Sostatt er ikki talan um nak-
að vanligt perspektiv i
myndini, alt hevur sama
støddarstig.
I hvørji mynd sært tú ein
heilan býling. Býurin verð-
ur sæddur meira i størri
eindum, og ikki bara sum
úr einum vindeyga ella á
eini vanligari fotomynd. Av
ti at gøturnar tykjast visa
veg gjøgnum myndirnar,
hevur tå eina kenslu av
rúmd í hesum bylingi,
hvussu tað er at standa mitt
í honum, ella kanska rættari
ganga runt í honum. Tú sært
øll húsini, sum tå vanliga
bara veitst eru har, men ikki
sært soleiðis við berum eyg-
um
Tað sum hevur størsta
týdningin er at finna tey ser-
gu arkitekttonisku eyð-
í hverjum býlingi,
tað sum tú minnst býlingin
fyri, og royna at endurskapa
atmosferuna
Hetta fyrsta lagid i mynd-
ini, gøturnar við húsunum
i, er sum eitt slag av nót,
men ofta hevur tú eisini eina
kenslu av himmali ella havi
ella báðum tveimum í senn
Stjørnurnar koma fra:
ú helt tað var hav, ella ald-
har tú hugsaði tær himm-
Í Føroyum verða ele-
blandað saman,
himmal og hav standa so
KENNMINI
Hugmyndasamband
Oftast er eisini eitt triðja lag
aftan fyri hesi fyrru, eitt slag
av rimaverki. Philippe sigur
frá, at tað eru nógvar ym-
skar hugmyndir saman-
bundnar her, td. kunnu vit
hugsa okkum rimaverkið
sum eim byggipall, sum tá
ið tú byggir eini hús, ella
stórviðurin á einum húsi
undir bygging. sum hann
sæst, áðrenn klædningurin
er smíðjaður uppá.
Ella sum eitt klivlag á ein-
um spæliplássi, ella sum um
vit eru farin handan pall í
einum sjónleikarhúsi, og
síggja, hvussu pallurin er
uppbygdur, tog og ymiskar
rammur sum halda allari
pallmyndini. Eisini ber til
at fara enn longri í hug-
myndasambandinum.
Rimaverkið kann vera ein
fiskinót, grundarlagið undir
okkara samfelagi, ella tað
kann bindast saman við hes-
ar stálborgirnar. boripallar-
nar, sum kanska einaferð
fara at standa mitt úti í havi
okkara. Eisini kann hetta
rimaverkið bera okkum aft-
ur í tíðina, fleiri milliónir
ár, so vit minna okkum á, at
einaferð var hetta eitt træ-
vaksið land, veldugar
metasequoia, sum kola-
lyndirnar bera boð um.
Ein mynd "Vágsbotn,
Smiðjan í Lítluvík - Ponte
Vecchio" er eitt dómi uppá
eitt annað slag av hug-
myndasambandi. Her er tað
ein umskapan frá eini mynd
til eina aðra, ella nakrir
formar í einum býlingi í
Havn, sum fáa teg at hugsa
um tað kendu Ponte
Vecchio í Firenze í Italia.
Skapið av gøtunum kring
Vágsbotn og Skålatrød,
jólaljósketurnar, skapið sum
ljósin av bilunum gera, tå
ið teir koyra um kveldið,
gera bogar, sum
kunnu fáa teg at hugsa um
formarnar á Ponte Vecchio,
ein brúgv úr midøld, har hús
vóru bygd uppiå. Tá id tú
hyggur at hesi brúnnið fært
tú hava eina kenslu av, at
húsini bara eru málað uppá
sum ein mynd
nakrar
Føroyar, Havnin
og ferðamaðurin
Vit hoyra ofta, at føroyskir
listamenn hava ringt vid at
fara aðrastaðni i verðini at
fáa íblástur til sínar myndir.
Hvat fær ein fransmann til
at halda á at gera myndir av
Føroyum og serliga Havn-
ini
Tað sum fyri ferðamannin
er so hugtakandi við Før-
oyum er fyrst og fremst
havið. Tað er havid, sum
hevur formað oyggjarnar og
fólkið sum býr her. Hugtak-
andi eru eisini hesar basalt-
borgirnar, fjøllini klødd við
klorofyl, og at mitt í hesi
dominerandi náttúruni glitra
her og har hesi stjórnureiðr-
ini innast í dølunum, - bygd-
irnar. Tá ið tú kemur av
Oyggjavegnum og hyggur
út yvir Havnina, er tað sum
flýgur tú yvir einari dýnu
av stjørnudusti. Vanliga siga
vit, at allir vegir føra til
Rom, men fyri meg føra all-
ir vegir til Tórshavn, sigur
Philippe.
- Listamenn finna sær
ofta eina modell, eina musu,
sum teir avmynda á óenda-
liga nógvar mátar og royna
at gera so stórfingna og
vakra sum til ber. Mín musa
er Havnin, og har er ongin
endi á, hvussu nógvar mátar
man kann avmynda hana. Í
eygum ferðamansins hevur
Havnin eitt slag av rein-
leika, tú ikki finnur nógva
aðrastaðni. Í mun til aðrar
høvudsstadir hevur Havnin
varðveitt sína menniskjans-
ligu dimensión. Hóast alt er
her, sum tú væntar tær av
einum høvudsstadi, er ein
kensla av bygd ella menn-
iskjansligum nærleika.
Havnin er ikki ein "smink-
aður" byur, her er onki gjørt
fyri at tekkjast ferðavinn-
uni, hann er ein ektaður bý-
ur
Havið og náttúran sum
heild avgera urbanismuna
Tá ið tú gongur framvið ein-
um av hesum stóru klett-
unum, sum liggja berir so
nógva staðni í býnum, skil-
ur tú, hvussu nær tú ert upp-
runanum. Í øðrum stórbýum
er alt slættað og undir í
betong, — her kennir tú,
hvussu tað var, tá ið okkara
tíðaraldur byrjaði. Her er
enn heyggjut og bratt, gøt-
urnar eru kringlutar og
fylgja landslagnum, og hús-
ini liggja sjáldan eftir eini
beinari striku. Í mun til ta
veldugu, dominerandi
náttúruna, og tað óblíða
vedurlagid, er býurin sjålv-
ur so hugnaligur. Eitt sum
ein kann undrast å er, at
hóast tú kundi hugsað tær,
at vit kanska áttu at bygt
sterkar bygningar, nærmast
borgir, fyri at standa ímóti
náttúrumáttunum, so er
tvørturimåti bygt smátt, lætt
og hugnaligt. Havnin hevur
staðið ímóti betonginnrás-
ini, teir fáu stóru klombrutu
bygningarnir standa heldur
sum eitt rædudømi um,
hvussu man ikki eigur at
gera, og undirstrika, hvussu
hugnaligar og vakrar tær
smærru og lættaru trækon-
strukt:ónirnar eru. Í øðrum
býum, har náttúran hevur
mist valdið, vantar ofta
hesin hugnin.
- Litirnir í myndunum eru
bjartir og kortini eru teir
oftast teir veruligu litirnir,
Nr. 246 - 30. DESEMBER 1998
sum vit finna í býnum. tí
eitt av sereyðkennunum við
Havnini og øðrum býum og
bygdum í Føroyum er hóast
alt litirnir, ið standa sum
mótsetning til ta ofta myrku
náttúruna. Hesar "konstruk-
tiónirnar undir stjørnunum"
leiða okkum út á eina ferð,
sum er veruleiki okkara, og
gevur eygum okkara møgu-
leika at enduruppdaga býin
NORRØNI
EFTIRSKULIN
Okkum tørvar lærara, sum kann undir-
visa í onkrum av hesum lærugreinum:
týskum, enskum, tónleiki, støddfrødi og
foroyskum.
Arbeiðið umfatar undirvísing og næm-
ingaumsjón.
Lon og setanarkor sambært sáttmála
millum danska Fíggjarmálaráðið og
Lærernes Centralorganisation í Dan-
mark.
Føroyskir lærarar/undirvisarar kunnu fáa
%
4
starvsaldurin við sær úr føroyska fólka-
skúlanum.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til skúlastjóran Kjell Birknes á tlf.
097836100 ella 097836612.
Umsókn skal stílast til Eftirskúlafelagið,
Undir Fossum 66, 700 Klaksvík, tlf.
456062 og skal vera nevndini í hendi
sum skjótast.
Skúlin byrjar aftur 6. januar 1999.
Nevndin fyri Norrona Eftirskúlan