Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. januar 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 1- 5. JANUAR 1999 tíðindablaðið Formaður Tjóðveldisfloksins: Framferðin hjá Finnoga Arge er púra høpisleys: Kanska er hetta ein snildur máti at máa álitið undan samgonguni r — Tad er ein spurningur, hvussu nøgv ein landsstýrismaður kann sleppa at bróta niður, áðr- enn bikari flýtur yvir. Men eg dugi ikki at síggja nakra meining í at slíta samgong- una uppá málið um Landsverk- fróðingin, tí so seta vit okkum uttanfyri alla á- virkan AKI BERTHOLDSEN Vit standa ikki aftanfyri Finnboga Arge, og vit taka ikki undir við honum. Heini O. Heinesen. for- maður tjóðveldisfloksins á tingi sigur, at hann er 6- metaliga harmur um, at Finnbogi Arge nú fullkomi- liga hevur beint fyri øllum møguleikum fyri samstarvi ímillum landsverkfrødingin og Strandferðsluna. Við síni óstorstligu framferð hevur hann nú nið- urbrotið allar møguleikar fyri, at starvsfólkið á Strandferðsluni og Lands- verkfrødinginum kunnu samstarva. - Tað einasta, hann hevur vunnið við síni framferð, er, at hann hevur fingið øll starvsfólkini á Landsverk- fróðinginum ímóti sær. Og tað er eitt sár, sum tað fer at taka nógv ár at grøda. Heini O. Heinesen ivast onga løtu i, at var lands- stýrismaðurin ikki farin so skilaleyst til verka, hevði tað uttan nakran sum helst iva eydnast at fingið báðar stovnarnar at samstarva, har tað bar til. — Men nú er hesin møgu- leikin farin fyri skeyti. — Ti tað er heilt ómgguligt at tosa um samstarv við ein stovn, sum ein hevur fingið ímóti sær. Hann heldur eisini, at tað er ein ring gerð ímóti Reid- ari Nónfjall, stjóra á Strand- ferðsluni, at seta hann sum stjóra á Landsverkfrøding- inum eisini. Tað er ikki hvør sum helst, ið kann vera stjóri á Landsverkfrødinginum. Og eg haldi, at Reidar Nónfjall hevdi staðið seg best við at hildið fingrarnar langt burtur, so ungur og oroyndur sum hann er Mátti beinast av vegnum Formaður Tjóðveldis floksins sigur. at hann skilir ikki. hví hesir báðir stovn- arar skulu leggjast saman, tí enn hevur ongin víst á nakrar sum helst fyrimunir. Fyribils nidurstødan er tann, at Henning Jacobsen skuldi beinast av vegnum fyri at fáa sett eina aðra ætlan í verk. Fáir, fyri ikki at siga ongin, stovnsleidari hevur verið so trúgvur mótvegis politiska myndugleikanum, sum akkuråt Henning Jac- obsen So frægt av royndum havi eg av honum eftir nógv ár sum løgtingsmadur og kommunalpolitikari. — Men hann var eisini ein maður, sum hevði sína fakl- iga stoltleika og sína mein- ing, og sum ikki var til sølu, um tað gekk honum ov nær. — Men tað var kanska hetta, sum Finnbogi Arge ikki hevur tolt. Heini O. Heinesen sigur, at hann dugir ikki at síggja nakað sum helst endamál við hesum, uttan tað, at ætl- anin nú er at avreida øll am- bod, allar maskinur, og øll arbeiði, umframt 50 ára vit- an, til nøkur privat feløg, sum hava lært seg tunnils- arbeiði í Føroyum, og sum vit hava goldið fyri, t.d. Højgaard & Schultz og Phil & Søn. — Tad haldi eg, at eg dugi at lesa av teirri nevnd, sum er sett at standa fyri arbeiðn- um at gera fast samband um Vestmannasund, tí har er Henning Jacobsen settur til síðis og SEV stjórin settur ístaðin, hóast hann er 6- gegniður við tað, at hann skal levera orkuna til ar- beiðið. — Nú er eisini vandi fyri, at fleiri verkfrøingar rýma av landsverkfrødinginum vitanina við og taka taka sær. Tilætlad provokation Heini O. Heinesen stúrir fyri, at framferð. sum hendan frá landsins hægsta, politiska valdið. kann gera sitt til at máa stødid undan ålitinum á samgonguna, eis- ini í fullveldismálum. I fullveldismálinum hava vit lagt alstóran dent á at hava eina skipaða gongd og at øll mál verða lyst út í æsir, so at vit finna útav fyrimunum og vansum áðr- enn nakað verður sett í verk. Hetta hava vit lagt dent á fyri ikki at taka nøkur óráð fyri Og hesin framferðar- háttur eigur eisini at verða brúktur, tá ið talan er um aðrar broytingar. Annars missir sam gongan trúvirðið Heini O. Heinesen sigur. at illgruni kann verða um. at slik høpisleys framferd, sum tann, ið ráðharrin i samferðslu hevur víst í mál inum um Landsverkfroð- ingin, er onki annað enn ein tilætlad provokatión fyri at fáa Tjóðveldisflokkin at slíta samgonguna. Men tað kann eisini verða ein smartur máti at måa støðið undan samgong- uni uppá. fyri soleiðis at beina fyri fullveldisætlan- unum. Tí tað er ongin, sum veit, um Finnbogi Arge ikki er sambandsmadur enn, sigur Heini O. Heinesen. — Eg dugi heldur ikki at siggja, at hetta er i samsvari vid samgonguskjalid uppå nakran måta. - Rationaliseringum hava Finnbogi Arge hevur borið seg so ófantaliga at, at nú hevur hann í hvussu so er beint fyri øllum møg- uleikum hjá Strandferðsl- uni og Landsverkfróðingi- num at samstarva. Sostatt hevur hann fingið tað øvugta burturav enn tað hann ætlaði. Hetta er so langt úti, at spurninguri? er, um hett la er ein provo kulton fyri at maa stóðið da amgongunIt, SIG Heini O. Heinesen, for ma vit onki ímóti. Men vit hava avgjørt nakað ímóti. at tað verður gjørt, uttan at fyri- munir og vansar verða kannaðar Slíta ikki Heini O. Heinesen sigur „at Tjóðveldisflokkurin tí hev- ur biðið um samgongufund um málið A miðdegi í gjár var ikki avgjørt, nær samgongu- fundurin skuldi vera Ovist er, hvørji krøv, Tjóðveldisflokkurin fer at seta å fundinum - Tað er óvíst. hvørji krøv, tað ber til at seta, ti gjørd ger fær onga vend — Og tað er bara lands- styrismadurin, sum kann taka uppsøgnina aftur. Og umsitingin í Lands- stýrinum hevur fingið so stórt vald nú, at tað er eisini ein spurningur, hverji krov flokkurin logfrødiliga I kann seta Men vit fara ikki at slíta samgonguna uppá um landsverkfrøding Tad hevði verið heilt meiningsleyst, tí so seta vit okkum uttanfyri alla ávirk an málið inum Men samstundis er tað eisini heilt greitt. at tað er eitt mark fyri, hvussu nog áðre við i gonguni ðurpí tað tað erður IKK bjarga Me I g ett IKd IKA 1 På Asháttinur 0 ett 109 I g málum um at leggja eina fram alment. og at viðgera hana í samgonguni og kanska á tingi við Vit fara eisini at biðja teir vísa okkum á. hvorjir fyrimumir og vansar eru áðrenn broytingar verða gjørdar. og at møguligar broytignar verða iðgjord: uw saman við leiðslu, fakfel- øgum, álitisfólki og ollum starvsfólki annars á stovn unum Vit fara eisini at gera Løgmanni og landsstyris- manninum pura greitt, at vit taka ikki undir vid hesum, og at vit eru stak misnøgd vid, at slíkar stórar broyt- ingar fara fram, uttan at orð ella eið í samgonguni, sigur formaðurin í Tjóðveldis flokkinum. Gamla Hospital verður flutt niðan í Sigmundargøtu Gamla Hospital er bygning- ur við søguligum virði bæði fyri landið og fyri Havnina. Tað var tikið í nýtslu í 1829 og var leingi einasta sjúkra- hús í landinum. Við góðari hjálp frá Tórs- havnar kommunu og Tórs- havnar Skipasmiðju, sum eigur bygningin, er nú ætlan gjørd, sum kann varðveita Gamla Hospital í sínum søguliga umhvørvi. Bygn- ingurin verður fluttur einar 40 metrar niðan ímóti Skip- aragøtu og síðani umvældur og settur í stand har. Tað eru Sjúkrasystrafelag Føroya og Læknafelag Før- oya, ið saman við Foroya Forngripafelag hava tíkið stig til at varðveita Gamla Hospital, og ætlanin er at kunna hýsa einum sjúkra- hússavni í bygninginum, tá ið hann einaferð er umvæld- ur. Men eisini onnur søgulig endamál kunnu koma upp á tal, og eitt samstarv er hugsandi við komandi bý- arsavnið, sum Tórshavnar býráð hevur ætlað at skipa í Miillers pakkhúsi beint nið- anfyri. Farið verður undir flyt- ingina fyrst í komandi ári, og týsdagin 5. jan. 1999 kl 10.00 setur býráðsformað- urin Leivur Hansen spakan í jørðina til nýggju grund ina Tórshavn 30.12 vegna áhugabólkin fyri Gamla Hospital. Oli Mikkelsen 1998