Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. januar 1999síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið R 1 Ær Nr. 1 — 5. JANUAR 1999 1 ES-avtalu: Kann økja munandi um útflutningin í 99 NÁ JAN M R g ES. Avtalan, s KS K ind ind g5 € € 4 )KKU e » ES á g ØKJUI er urs 3 dda fyn samrådingunum Men tað er greitt, at tað hava eisini verið mong onnur fólk, sum hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa hesa avtaluna í hús. Millum teirra er Tommy Petersen, sum eitt skifti heyði ES sum sítt målsøki í Tinganesi. Tað var eisini hann, sum fekk stýrt málinum inn í ta legu, sum at enda gav okkum eins so frægan sáttmála. Men eisini aðrar góðar kreftir hava verið við í drúgvu telv- ingini øll hesi árini. Ein teirra er Oli Samróð, sum landsstýrið hevur brúkt sum raðgeva. Anfinn Kallsberg, løg- maður gjørdi viðmerkingar til avtaluna í loftmidlunum fyri eini tid síðani. Hann sigur seg eisini vera fegnan um avtaluna og ikki minst um tað arbeiði, sum er gjørt frå føroyskari síðu Løgmaður s sur tað vera spennandi at siggja, hvussu gongdin verður i 99, tå vit sleppa at royna nýggju av- taluna í verki -Ég síggi fyrst og fremst størstu møguleikarnar í nýggju avtaluni við ES at liggja í laksavinnuni, har tollur og loft higartil hava verið ein stór forðing. Nú er tollurin á alifiski til ES burtur og ikki minst hevur tað eisini tydning, at loftini eru burtur. Tad kann gera, at avmarkingarnar hjå vinn- uni at gera iløgur, ti ein livir við hóttanini um loftini, nú fara at geva einum størri liðiligheit og tað merkir so aftur møguleika hjá vinnuni fyri meira langsiktaðari til- rættalegging. Nú kann vinnulívið meira laga seg til eina langsiktaða strategi. Tað skuldi so aftur skapar møguleikar fyri eini øking í okkara útflutningi. Nýggja avtalan kann gera, heldur løgmaður, at vit fara at framleiða nakrar vør- ur, sum vit ikki framleiða í dag, og sum kunnu geva nógv størri útflutningsvirði enn tær geva í dag. Sum heild er løgmadur sera fegin um gongdina á vinnugki- num, nú nýggj avtala er fingin við ES. Komandi ár fer so at vísa, hvussu av- talan fer at hilnast í verki. ST lurtar eftir ávaring frá Greenpeace: Vilja verja St Kilda moti Jan Muti Spur in andan yri dálk frá komandi St Kilda vestan fyri Bret- land verður nú tíkin upp í eini ST-nevnd. Tað er um- hvervisfelagsskapurir Greenpeace, sum hevur latið gera eina frågreiding um oljuvinnuna á Atlants- mótinum og hvussu henda kann dálka umhvørvid her, ið hevur fingið „The World Heritage Committee“ undir oljudálking Unesco at taka málið upp ST-stovnurin fer longu í hesum mánaðinumat senda bræv til bretsku stjórnina, har hann fer at heita á hana um at taka øll møgulig stig til tess at verja St Kilda og ti rika og sermerkta um- hvørvinum móti møguligari „hóttan“ frá oljuleiting og framleiðslu á Atlantsmót- inum. Fleiri fuglasløg halda til á St Kilda. Onkur fugla- stovnurin á oynni er heims- ins størsti av sínum slag St Kilda var bygd fram til umleið 1930. I dag verð- ur oyggin mett sum eldo- rado fyri fugl. Tad er ,,The National Trust for Scotland", sum eigur ella hevur åbyrgdina av St Kilda. Stovnurin hev- ur ådur gjørt vart vid vand- an, sum møgulig dålking kann hava á henda náttúru- dýrgrip og hevur stovnurin eisini áður heita á mynd- ugleikarnar um at bera so í bandi, tá oljuvinna tekur seg upp, at strangar reglur verða settar fyri borivirk- semi ol. Undir herrópinum ,,No new oil“ hevur Greenpeace roynt at forða fyri oljuleit- ing vestan fyri Hetland. Umboð fyri felagsskapin eru sera væl nøgd við av- gerðina hjá ST-stovninum um at skriva bræv til bret- sku stjórnina. Greenpeace- fólk siga, at tann sannroynd at ein stovnur undir ST tek- ur teirra frágreiðing í álvara, er ein stórur sigur fyri tey. Ein umboðsmaður fyri „The Scottish Office“, sum hevur ábyrgdina av at verja St Kilda sum eitt framtíðar náttúrugki sigur við skotska blaðið Press & Journal, at arbeitt verður longu við um- hvørvisætlanum fyri oynna Bretskir myndugleikar ar- beiða í løtuni við einum svari til ST uppá frágreið- ingina hjá Greenpeace. Um frágreiðingina, sum Greenpeace hevur latið Greenpeace fólk royna at forða oljupalli at leita eftir olju á Atlantsmótinum gera, sigur ST-nevndin m.a.: „This report has raised serious concerns on poten- tial inpacts to this site, particularly in the event of a possible oil spill. There are importent threats asso- ciated with pollution deri- ved from by-procucts of oil exploration and drilling activities.“ Fleiri oljuboringar eru annars í umbúnað á hav- leiðunum vestan fyri bret- sku oyggjarnar, eitt nú eisini nærhendis St. Kilda. Marathon Oil hevur æt- lanir um at bora ein brunn 120 kilometrar norðan fyri St Kilda í apríl 99. Men víst verður annars frå Greenpeace á, at sjålvt ein oljukelda sum tann á Foinaven -feltinum, sum liggur 225 sjómíl frá St Kilda, kann verða ein hóttan, um har skuldi hent ein dálkingavanlukka. Olja haðani kann røkka St Kilda eftir bert 87 tímum verður sagt. Greenpeace og Feroyar! Spurt kundi verið, um spurningurin, sum nú hevur tikið seg upp við St Kilda hevur ella kann fáa nakran týdning ella avleiðingar fyri føroyska økid, nú olju leiting ætlandi skal byrja im tt ett tve år um! Cl ta LYCY al Í 1993 var eitt føroyskt ferðalag á vitjan á St Kilda. Her liggur Norðlýsið nær oynni. St Kilda liggur rættiliga sunnaliga, men tó so at náttúran og fuglalívið er líkt tí her finst. Enn hava Greenpeace fólk so ikki umrøtt Føroya- økid sum so í sambandi við herferð teirra móti nýggjari oljuleiting. Men tað er greitt, at so skjótt markna- trætan verður loyst, og olju- feløgini fara at fáa tillutað øki bæði í Hvíta sonuni og inni á føroyska landgrunn- inum, so er møguleiki fyri, at umhvørvisfelagsskapurin fer at víðka um áhugagkið sítt. Felagsskapurin hevur áður víst á, at nettup millum Føroyar og Hetland finnast koralskógir á havbotninum, sum kunnu verða hótt av eini oljuleiting. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina við- merking frá Greenpeace til komandi leitingina á At- lantsmótinum annars