Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. januar 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 1 — 5. JANUAR 1999 Søren Ryge Petersen: — Einstaka tíðindablaðið 5065 Hetta sigur Søren Ryge Petersen um sjónvarps- sendingar sínar. I gjár kom kendi danski sjónvarpsmaðurin til Fóroya. Hann skal á ferðini vitja í Kirkjubó og er tað Tróndur Patursson, sum Søren Ryge ætlar at vitja og gera sjónvarpssending um. Hann hevur vitjað í Fóroyum fleiri ferðir áður og hevur vinfólk her. Søren Ryge Petersen avmyndaður á flogvøll- inum í Alta, Noreg, har hann saman við eini 20 norðurlendskum luttók á sámavitjan og náttúru- evnislestri í desember '98. Mynd: Dagfinn Olsen DAGFINN OLSEN Vit kenna hann gll úr sjón- varpinum og so seint sum sunnukvøldid var hann á sjónvarpsrútinum við frálík- ari sending úr Íslandi. Kendi danski sjónvarps- maðurin Søren Ryge Peter- sen er kendur fyri sínar náttúrusendingar, har hann so róliga sigur frá á sín ser- staka hátt. Til tíðir heldur ein hann kanska vera heldur ironiskan, men altíð verður fylgt upp, so hyggjarin skil- ir, at talan er um inniligan, persónligan fråsøguhått, við stødi í vinalag og virðing fyri persónum ella fyri- brigdum, ið sendingin snýr seg um. Sjálvur sigur Søren Ryge, at hann ikki leggur stórvegis til rættis, tá hann lýsir per- sónar. Soleiðis at skilja, at hann heldur mest umráð- andi vera at finna áhuga- verdar persónar og síðani at koma teimum so nær, sum tilber, so sendingin ikki verður tilgjørd, men náttúr- lig og lýsir viðkomandi í gerandisdegnum. Hevur egið „show“ Í samband við, at Sosialurin var við, tá eini 20 norður- lendsk tíðindafólk hittust í Norðurnoreg, í Alta, herfyri nýttu vit høvid at gera ei prát við Søren Ryge Peter sen, sum hevur vitjað For oyar fleiri ferðir. Tað stóð ikki í kortunum, at Søren Ryge skuldi gerast sjónvarpsmaður. Hann hev- ur lisið danskt og kom av tilvild at fáast við sjón- varpsarbeiði og honum dámdi væl. - Eg skrivi eisini nógv, so eg fáist við at bera fram og upplýsa, sigur Søren Ryge. Søren Ryge Petersen er programmedarbeidari á Danmarks Radio og hevur verið tað í 25 ár. Harav hevur hann verið sonevndur freelance medarbeiðari tey fyrstu 10 - 15 árini, men síðstu 10 árini hevur hann verið í føstum starvi. Hann hevur gjørt nærum tað sama øll árini, nevniliga sjón- varpssendingar. - Ein amerikumaður segði tað so rámandi, tá eg royndi at greiða frá mínum dagliga yrki, hann segði: Okey, you got your own show!, skemt- ar Søren Ryge Petersen. - I Amerka kalla tey tad eitt show, líka so skjótt ein hevur egna sending, sigur Søren Ryge, men hann er ikki samdur í, at hansara sendingar eru show, tí hann fæst við at gera náttúrusend- ingar, persónslýsingar og urtagarðssendingar. Urtagarðssendingarnar hevur hann altíð gjørt og Søren Ryge ger tær enn. Einar 20 - 25 beinleidis sendingar årliga. - Tær ganga fyri seg „derude“. tí eg arbeiði á redaktiónini, ið nevnist DR- derude, og so einar 2 - 3 ferðir árliga ferðist eg uttan- lands og havi gjørt tað síðstu 10 árini, greiðir Søren Ryge frá. Søgan aftanfyri, at hann fæst við náttúru og urta- garðar er , at hann hevur havt hetta sum ítriv og áhugamál í 25 ár. Eg havi havt hettæ sum itriv, eisini á rættiliga høg- um stødi, men eg havi ong- antíð givið meg út fyri at vera serfrøding. Tá eg havi gjørt ur ssendingar 25 år, so er týdningar mesta tey upplivilsi og spælið, ið eru „derude“ Tey mistøk eg geri og sjålv- ironiin eru líka tydningar- mikil fyri meg, sum tað at vísa plantur og blómur fram, sigur Søren Ryge. Ferðast Søren Ryge ferðast næstan bert í Norðurlondum. Ikki tí, at hetta eru arbeiðstreytir hansara, men tí honum dámar hetta so ófgra væl. - Ferðasendingar mínar eru eisini merktar av ferða- hugi, forvitni og ofta havi eg hoyrt um okkurt, men oftast skal eg út at hitta menniskju í sínum um- hvørvi, sigur Søren Ryge. Hóast Søren Ryge ikki leggur til rættis til sidsta minutt, so er tað tó ikki so, at hann stendur á flogvøll- inum og hugsar: Hvat nú? - Sjálvsagt havi eg gjørt mær mínar hugsanir. Tað besta er, uttan mun til hvussu langt burtur ein er, at finna fólk, menniskju, sum siga og gera okkurt og sum liva í náttúruni, greiðir Søren Ryge frá. Hann hevur fleiri ferðir verið í arbeiðsgrindum í Føroyum áður og hann hev- ur einki ímóti vetarveðri og regni og stormi, tí hann heldur, at náttúran skal vís- ast og er eisini vøkur um veturin. T.d. minnist hann, tá hann var í Mykinesi, har hann hevur verið nakrar ferðir. Einu ferðina skuldu teir hava myndir um vetur- in og av vetrarstormi. Flog- farið setti seg nærum íkki vegna veður og tyrluna náddu teir akkurát, so ferðin eydnaðist akkurát. Hóast teir vónaðu storm, so mundi júst veðrið tileinkisgjørt ferðina. Vinfólk í Føroyum Sína fyrstu sjónvarpssend- Søren Ryge Petersen er sera áhugaður í náttúru, fólki og livihátti, Her roynir hann í sámatjaldi turt reinsdjórakjót. ing uttanfyri Danmark, gjørdi Søren Ryge í Føroy- um. Hann hevði gingið á studentaskeiði saman við einum sumbingi, sum hann enntá enn minnist fulla navnið á, hóast hetta eru 35 ár síðani. - Eg og Daniel Petur Fritjof Magnus Djurhuus úr Sumba vóru bestu vinmenn tey 2 árini, vit gingu á stu- dentaskeiði saman. Sálvsagt skuldi eg upp at vitja hann og eini tvey ár seinni fór eg. Eg skuldi verða hjá honum og familju hansara í 2 vikur, men eg varð í 3 mánaðar. Ég gloymi tað ongantíð, eg gjørdist bara partur av familjuni og var við til alt, seyðin, hoyggið, brúdleyp og jarðarferðir. Har misti eg hjartað til Føroyar, sigur Søren Ryge og nevnir nøvn á persónum og stóðum, sum hann minnist. Soleiðis var eisini við Mykinesi. Søren Ryge helt oynna vera spennandi og burtúr komu 4 sendingar. Men hann stendur fast við, at heilt lagt til rættis er alt sera sjáldan. Tað kemur, tá hann er á staðnum. Soleiðis er eisini, tá hann í hesum døgum vitjar í Kirkjubø. Men eitt tykist víst. Tróndur Patursson kemur á sjónbandið og skal ein meta frá gðrum send- ingum hjá Søren Ryge, so spyrst ein góð og hugnalig sending burturúr. Og tað letur til, at hann eisini her hevur fylgt síni egnu uppskrift. At finna ein spennandi persón, vitja hann nakrar dagar í egnum umhvørvi og læta viðkom- andi seta part av skránni. - Oivad fara vit at pråta um alt møguligt, veður og vind. Hetta haldi eg vera ein góðan arbeiðshátt. Læsir ein seg fastan á hetta og hatta, Mynd: Dagfinn Olsen so er ikki víst at tað riggar, sigur Søren Ryge, ið metir nakað av tí besta, hann hevur gjørt, er komið av sær sjálvum, spontant. - Spontaniteturin hevur týdning. Eg royni jú heldur ikki at fevna um allar Før- oyar upp á ein tíma, tí tað er 6gjørligt. Tað er einstaka menniskjað, sum er mið- depil, sigur Søren Ryge Petersen. Bíleggið nú á tel 31 59-00} a: jið eftir Fla per YRIL + = = + NE AA