Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. januar 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 1- 5. JANUAR 1999 Viðmerkingar Hvor dugir til leiðar - Kravið og fordringurin Eingin hevur duga at lýst hæddir og dýpið, dygdir og lastir í mannasálini - eisini í ævinleikans per- spektivi - sum Søren Kierkegaard. Eitt evni hann eisini í serklassa reflekterar um, er fordringurin - kravið til ein leiðara. Fordringurin í stuttum er hetta, tað kravið ein rættur leiðari setir sær fyri: at á mínum øki, tað veri seg á skipi, stovni ella í heimi, skal eg røkja tað so væl, at tað skal verða ringt hjá nøkrum at koma aftur um aftur, og gera tað betri. Tílík fólk finnast tíbetur í flestu londum, stættum og fyritókum. Tí mangla tey, verður einki virkið, land og heim standandi, og vit kunnu gloyma øll tey dýru orðini sum ment- an, mannavirding, full- veldi, serstøk tjóð o.s.fr. Niðanfyri nøkur dómi vit kunnu dvølja við: 1. Pauli Dahl Hetta kravið hevði Pauli Dahl, vanliga neyndur Dr. Dahl. Sjúklingurin kom í fremstu rød. Fór Dahl í fjørdin, so var avtalan tann: verður nakað åfatt, so hong eitt lak í ávíst vindeyga, og um so varð, bleiv í skundi hildið til lands. Heldur ikki fór Dr. Dahl í veitslu, uttan hann greitt visti hvat álitisfólk hevði ábyrgdina, og sum hevði skalpellina innanfyri arm- alongd at siga. Ofta bað hann um betri tól til sjúkraviðgerð. Ong- antíð um meiri løn til sín sjálvan, er mær sagt. Um sami andi ræður á sjukrahåsøkinum í dag, tað vita onnur betri um at siga. 2. Fordringurin var heldur fkkt ókendur fyri eitt nú skiparum okkara so sum Kaj úr Hvannasundi og brødrum hansara. Aðrir har á leið kundi verið nevndir sum: Jóan Jakku Oman Lið, Magnus og Esmar Fuglø o.fl. Teir og manningin løedu lív og sál í at koma heilskapaðir og fullfermd- ir aftur til lands til tíðina, tí annars sveið svongdin og sorgin í mongum heim- um. 3. Henda fordringin høvdu okkara móður undir krígnum, sum skuldu halda heimið, uppala børn, vera kona (og maður) í vandatíðum, og vitandi, at hvørja ferð tær søgdu monnum teirra farvæl, kundi lika so væl verda fyri seinastu ferð. Tað hendi eisini mangan. Hesar hetjurnar eiga ongantíð at verða gloymd- ar í Føroyum. 4. Hetta kravið hava mangir av okkara virkis- og stovnsleidarum í dag; men her tykist tíverri vend verða komin í, teir bestu kunnu í dag ikki kenna seg tryggar. Hinir meiri líkasælu gera ongan maler. Eg hoyrdi um ein (politiskt settan?) skúlastjóra, hvørs høvudsuppgåva var at lesa blødini. Tað var gott, at hann soleiðis víðkaði sín horisont; men betri var, um komandi ættarlið eis- ini fekk nakað gott í bein- ini. 5. Eitt dómi afturat. Ein dapran dag druknaði ein maður í Hólmasundi 48 ára gamal. Navn hansara var Einar Kallsberg. Eingin, eg sigi eingin, var betri hvalifiseraður til starvið, sum skrivstovu- stjóri í Tinganesi, - men tað bleiv tíverri ov stutt. Hann hevði breiða út- búgving (cand.polit.) og starvaðist í mong ár í min- isteriunum í Danmark og var eisini eitt skifti í Wash- ington, áðrenn hann í góð- um árum kom heimaftur á klettarnar. Tað var sorg kring land- ið og í grannalondunum við, táið feigdarboðini spurdust. Eisini hjá LV var stórur saknur. Tá segði til dømis ør- indagentan hjá LV hesi orð: >Var hetta skrivstov- ustjórin?! Táið eg komi út í Tinganes við snarboðum ella brævi, og ikki veit hvar eg skal fara, tí summi vísa ongan áhuga, og onn- ur bara vimsa forbí við onkrum hittni arki í hond- ini, tá fari eg altíð handa mannin. Hann er hvørja- ferð líka fyrikomandi og fryntligur, og vísir mær júst, hvar eg skal fara, ella tekur hann sær av brævi- num sjálvur!< Her var talan um ein leiðara, sum hevur yvir- skot av evnum, kunnleika og fólkaligheit, og sum dugdi fakið fyrst og fremst. Finnast tílík fólk í Tinganesi enn, ella gongur alt bara sum best ber til? Ella druknar alt í makt- kampinum? Leiðarar eru ymiskir, sum fólkini eru, og tó hava teir nakað felags. Fordr- ingin hava eitt nú fakfel- agsleiðarar, sum Óli Jac- obsen og Karl Johansen.. Tað sama høvdu Johan Djurhuus og Mikkjal Helmsdal, og somu leið hevur Henning Jacobsen hildið ul jólagksin stóð millum herðabloðini á honum. Eftir er bara at spyrja tey heiðursfólk, sum enn eru á tingi og í landsstýri: Er hetta hitt trygga og góða landið tit kappbjóðaðu okkum til seinasta val. Ella verður hetta leiðin framyvir, sum Henning fekk? Vit eru mangir velj- arar sum spyrja. Arnstein Niclasen 03.01.99 tíðindablaðið 15 2| Samanleggingin verður brúkt sum undanførsla A fundi í Verkfrødingafel- agnum tann 3/1 1999 har verkfróðingarnir á LV- skrivstovuni vóru saman við nevndini fyri felagið, varð henda yvirlýsing sam- tykt: >Fundurin átalar harðliga mannagongdina, tá lands- verkfrødingurin Henning Jacobsen varð sagdur úr starvi. Í jólafrítíðinin møtti landsstýrismaðurin upp á stovninum, sum lundi á jól- anátt, og kunnaði nøkur hissini starvsfólk um ætlan- ina at leggja Landsverk- frødinginsstovnin og Strandfaraskip = Landsins saman. A sama fundi hótti lands- stýrismaðurin starvsfólkið við at siga: >Um nakar trýr. at eg ikki havi politiska uppbakking at gera sum eg geri, so fer hann skeivur< Síðani er komið alment fram, at hvorki Tjóðveldis- flokkurin ella Sjálvstýris- flokkurin taka undir við ætl- anini hjá landsstýrismanni- num. Landsstýrismaðurin brúkar hugtøkini samskip- an/samanlegging sum best ber til, hóast einasta for- mella grundgevingin fyri at siga landsverkfrødingin úr starvi er bygnaðarbroyting- ar sum fara fram. Hetta er greitt såttmålabrot, serliga havandi i huga, at landsstyr- ismadurin alment hevur sagt, at arbeitt hevur verið við hesum í 1/2 ár uttan at kunna hverki leiðara ella starvsfólk. Umframt hetta segði landsstýrismaðurin, at rokn- skapirnir hjá stovnunum Vóru »Ogjøgnumsigtigur«. Hetta seinasta hóast stovn- urin nýtir eina roknskapar- skipan, sum fíggjarmála- stýrið hevur sett í verk, og sum stovnurin hevur fingið álagt at nýta. Annars er tað roknskapurin hjá strand- ferðsluni, sum í seinastu frá- greiðingini frá ráðgevandi neyndini verður lagndur undir at vera »Ogjøgnum- sigtigur«. Tann nú fyrrverandi landsverkfrødingurin verð- ur av landsstýrismanninum alment lagdur undir at aft- urhalda upplýsingum og at verða leiðari á einum aftur- latnum stovni. Hetta eru bert pástandi frá landsstýrismanninum, sum eisini raka oll starvsfólk á stovninum. Annars verður víst á, at fólk frá landsverk- frødinginum einkoi hava ímóti eini almennari kann- ing av hesum viðurskiftum. Tann setti stjórin verður sagdur at hava spart tvey- siffraðar milliónaupphæddir á strandferðsluni, men einki verður sagt um. at tann nú fyrrverandi landsverkfrød- ingurin hevur saman við sínum fólki spart trýsiffra- ar milliónaupphæddir uttan at bróta óneyðugt niður fak- liga og menniskjaliga. Tað sum landsstýrismað- urin hevur sagt alment kann tulkast soleiðis. at saman- legging verður brúkt sum undanførsla til at siga lands- verkfrødingin úr starv, hóast tað eru samstarvstrupulleik- ar millum vinnumálastýrið go ein stovnsleidara sum tykjast verða høvudsorsøkin leysir Verkfrødingafelagid átalar mannagongdini hjá Finnboga Arge . Okkurt bendir enntá á, at landsverkførdingurin = er koyrdur vegna góða leiðslu og ikki øvugt Felagið sær hetta málið sum eitt princippmál um tryggleika ella ótryggleika á arbeiðsplássinum- Tórshavn 3/1-99 Foroya Verkfrødingafelag — Få skil á beinanvegin Opið bræv til Anfinn Kallsberg, lógmann Tann 22. desember kom al- ment fram í Utvarpinum at Landsverkfrødingurin og Strandferðslan skuldu leggjast saman. og at hetta fór at hava við sær umfat- andi broytingar. Tann 23. desember boðar Starvsmannafelagið í skrivi landsstýrismanninum Finn- boga Arge frá, at hesar ætl- anir, um tær verða settar í verk, eru greið brot á sátt- málan. Tann 28. desember varð Landsverkfrødingurin upp- sagdur vid teirri grundgev- ing. at stovnarnir báðir skuldu leggjast saman. Seinni sama dag boðar landsstýrismaðurin starvs- fólkunum á Landsverkfrød- inginum frá hesum. og fyrsta stigið í hesi saman- legging er, at starvið sum Landsverkfrødingur verður niðurlagt. Somuleiðis boðar hann frá, at hann heyði valt, at ikki hevði valt, ikki at boða starvsfólkunum frá ætlanunum, áðrenn tær vóru settar í verk. Landsstýrismaðurin hev- ur váttað, at hann hevði fingið og lisið skrivið frá Starvsmannafelagnum áðr- enn hann gav starvsfólku- num hesa fráboðan A fundi tann 29. desem- ber við álitisfólk á Lands- verkfróðinginum. umboð fyri neyndirnar í Starvs- mannafelagnum og Verk frødingafelagnum boðað landsstýrismaði t orsøkin til alt rumblið var. at Henning Jacobsen ikki heyði fylgt boðunum um, at onki skuldi koma fram um, at stovnarnir skuldu leggjast saman. I tíðindunum 31. desem- ber á middegi boðar lands- stýrismaðurin síðani frá, at einasta sum hent er, er at ein stonvsleiðari er frá- koyrdur. Var talan um uppsogn. eru heilt greiðar reglar í tænastumannalógini um. hvussu tað skal ganga fyri seg. Tær reglur eru ikki fylgdar. harafturímóti er grundgevingin, at stovnar- nir skulu leggjast saman og at stovnarnir skulu leggjast saman og at hetta er liður í eimi bygnaðarbroyting. Tá talan er um avgerandi broyt- ingar á almennum stovnum sigur sáttmáli greitt í grein 2 stk I og 2, at starvsfølk skulu hava bod um hetta i góðari tíð. Tað er ti einki ivamål um, at Vinnumála- stýrið enn einaferð hevur framt sáttmálabrot A fundi vid starvsfólkini á Landsverkfrødinginum greiddi Finnbogi Arge frá. at um nakar ivadist, so skuldi hann vissa fólk um, at hansara politiska bakland var í lagi Fólkaflokkurin hevur síð- ani boðað frá, at um talan bert er um at koyra ein stovnsleidara frá. taka teir } tir við æti: 13 Sjálvstýrisflokkurin hava seinni boðað frå, at teir ikki taka undir við ætlanini. Tað má verða púra greitt, at gongdin í hesum máli hevur ført við sær, at vit fullkomiliga hava mist álit- ið á Vinnumálastýrið. Fram- ferðin er grovg sáttmálabrot og tað nyttar lítið fyrst at bróta sáttmálan. fyri síðani at lova at fylgja honum. Fyri okkum er tað eisini nytt, at Vinnumálastýrið kennir såttmålan. Vit minna á, at hetta bert er eitt av fleiri brotum. Sum dømi varð Menningarstovan nidurløgd eftir einum degi Ursliid av øllum hesum er, at ikki bara skal Lands- verkførdinguroin sum heiti er niðurlagdur, men at stovnurin sum heild er syndraður. Tað undrar okk- um stórliga, at tú letur tær lynda, at orðaði starvsfólk- apolitikkurin sum tír egna skrivstova roynir at seta í verk. fullkomiliga verður brotin Vit kunnu undir hesum mustødum ikki garantera fyri friði á stovninum, og krevja tí av tær sum ovasta starvstólkaleiðara í landi- num, at tú fært greiðu á hes- um máli beinanvegin. Hetta skal vera gjørt eftir sáttmál- unum t. v. 8. í tøttum sam- starvi vid starvsfólk og vid- komandi fakfeløg. Torshavn 3. januar 1999-01-03 Fakfeløgini krevja av løg mannin, at hann beinan- vegin fær skil å vidurskift- unum á landsverkforðings STOVNINUM Starysmannafelagið Gunnleivur Dalsgarð Verkfrødingafelag Føroya Simin Hammer Byggifroðingafelagið Dánial Syderbø