Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 6. JANUAR 1999 tíðindablaðið Preben Jack Petersen, blaðstjóri á Nordic Travel Journal: - Eg havi einki frætt frá Arge Landsstýrismaðurin í vinnumálum gjórdist heitur um skallan, tá hann í blaðnum Nordic verður siteraður fyri at vilja privatisera Atlantic. Lands- stýrismaðurin sigur seg ikki eiga eitt orð í greinini DAGNY JOENSEN Júst sum bygnaðarbroyting- arnar og tað, at Landsverk- fróðingurin verður lagdur undir Strandferðsluna leikar á sum harðast, fær lands- stýrismaðuri í vinnumálum enn ein trupulleika at berjast við. Í danska ferðavinnublað- num >Nordic Travel Jour- nal> er prát við Finnboga Arge, har hann upplýsir at Atlantic skal privatiserast. Privatfólk skulu fáa høvi at keypa partabrøv í felagnum og tann møguleikan skulu útlendsk flogfeløg eisini fáa. Hann heldur eisini. at tað hevði verið gagnligt um Atlantic. SAS og Smyril Line vóru felags um flog- terðluna til og úr Føroyum, tí bert frí kapping gevur rætta flogseðlaprisin. Sjálvur sigur Finnbogi Arge, at hann ikki eigur eitt orð í greinini, sum er skeiv úr enda í annan. Preben Jack Petersen, blaðstjóri á Nordic, sigur við Sosialin, at hann einki hevur frætt frá Finnboga Arge um at greinin ikki var í lagi. Hann hevur ikki tíkið samrøðuna upp á band, men gjørdi bert notatir. tá hann tosaði við landsstýrismann- uger FLE 5 re EADERS OF NORDIC TRAVEL JOUR in. Eg havi gjørt nógvar samrødur við Finnboga Ar- ge, og geri honum altíð tann beina, at eg sendi honum handritið til góðkenningar, áðrenn tað verður prentað í blaðnum. Tað gjørdi eg eis- ini hesaferð. Landsstýrismaðurin krav- di nakrar rættingar, og tær havi eg gjørt, sigur Preben Jack. Keðilig sega Hvat sigur tú til, at lands- stýrismaðurin ikki kennir orðini aftur í greinini? Tað er ein keðilig soga, men eg havi fingið skrivligu rættingarnar frá Vinnumála- stýrinum, og havi tikið tær = — 4 www.nordictravel.com til eftirtektar. Eg veit ikki, hvat lands- styrismaðurin ikki kennir aftur. Hann sigur m.a., at sum limur í Fólkaflokkinum er hann fyri privatisering- um, og kemur við nøkrum uppskotum, sum kanska meira er teori enn praksis, men eg veit sum sagt ikki. hvat Finnbogi Arge er 6- Samrødan við Nordic Travel Journal er gjørd ri jól. Finnbogi Arge er á forsíðuni endurgivin fyri al siga, al hann mælir til at privatisera Atlantu ! nøgdur vid, tí hann hevur ikki vent sær til min. Preben Jack Petersen Sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður í ferðavinnumálum: Manipulering av grovasta slag — Eg eigi ikki lut í tí, sum ferðavinnublaðið endurgevur meg fyri at hava sagt, sigur landsstýrismaðurin DAGNY JOENSEN Tað kom landsstýrismann- inum dátt vid,tå hann fekk blaðið Nordic Travel Jour- nal upp í hondina og sá seg endurgvinan á forsíðuni fyri at vilja privatisera Atlantic Airways. - Eg risti bert á høvdid og hugsaði ikki stórvegis meira um hetta, sum eg ikki átti lut í, sigur Finnbogi Ar- Tge. Noyddur at avsanna Tá útvarpið síðani bar søguna, noyddist eg at gera vart við, at eg var skeivt endurgivin, sigur Finnbogi Arge, sum er rættiliga kroystur í løtuni, og als ikki heldur seg hava brúk fyri hesi umrøduna, omaná allar hinar í hesum døgum. Landsstýrismaðurin hev- ur gjørt rættingar til grein- arnar, sum danski blaðstjór- in hevur skrivað. men hann heldur tað vera torfort at meta um innihaldið, sum er ballað væl inn. Greinarnar eru tríggjar í tali og eru um ferðavinnu sum mál hjá landsstýris- manninum, prát við fólk í ferðavinnuni í Føroyum, umframt tann tiltikna grein- in um flogferðsluna, har Finnbogi Arge verður end- urgivin fyri at siga, at hann mælir til at privatisera At- lantic Airvays. Spurdur um hann íkki hevur góðtikið innihaldið, sigur Finnbogi Arge, at hann hevur sæð handritið og fingið rættingar gjørdar, men at júst greinin um At- lantic og forsíðuávísingin á Nordic Travel Journal, eigur hann als ikki lut í. - Eg eigi fyri so vítt held- ur ikki lut í nøkrum í hesi greinini, sigur Finnbogi Arge. Hvussu er henda grein- in so vorðin til? Vit tosaðu um leyst og fast, og Preben Jack Peter- sen greiddi mær frá ymsum ferðavinnumálum, sum hann hevur stórt innlit í. sigur Finnbogi Arge. Preben Jack Petersen er kendur blaðmaður innan ferðavinnuna í Danmark. har hann hevur arbeitt á ymsum tíðarritum seinastu nógvu árini, og er eisini kendur fyri at nýta stórar yvirskriftir. Legði Finnboga orð í munnin Undir samrøduni gav blaðstjórin mær eina rúgvu av upplýsingum um ferða- vinnu sum heild, sigur Finn- bogi Arge. - Tá hann síðani spurdi meg, um hetta og hatta kun- di hugsast at verða ein loysn fyri Føroyar o.s.fr., svaraði eg eins leysliga, at tað kans- ka kundi verið ein møgu- leiki av nógvum o.s.fr. Hetta er grovasta mani- pulatión ella villleiding, sum eg als ikki kann góð- taka. Maðurin leggur mær orð í munnin, sum hann sjálvur hevur sagt . og end- urgevur síðani meg fyri tað. sigur Finnbogi Arge. Finnbogi Arge, landsstýrismaður: -Preben Jack Petersen, blaðstjóri, hevur lagt mær orð í munnin, sum eg als ikki eigi lut i i ;*