mikudagur 6. januar 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Dagstovnar
eru betri fyri
småbørn enn
ansing heima,
vísa norskar
og svenskar
kanningar. Á
stoyninum
læra born,
hvussu tey
skulu klára
seg sostalt
Q og
aðrar mátar.
DO () 1 Fr j
irnar. Alt
hetta hevur
tydning fyri,
hvussu tey
klára seg
seinni í lívin-
um.
Eftir øllum at døma er tað
eim mýta, at børn hava tað
best við at ganga heima
hjá mammuni. Eingin ivi
er um, at tað er við teim
bestu ætlanunum. at
mamman ella pápin velja
at vera heima hjá børnun-
um meðan tey eru lítil
Politikararnir fegnast og
tað sama gera tey sum
mynda áskoðanina í
fjølmiðlunum
Men tað letur til, at børn
ikki neyðturviliga hava tað
best við at vera heima.
Úrslit av kanningum í
Noregi og Svøriki benda
nevniliga á. at pedagogar
hava ein tydningarmiklan
leiklut í lívinum hjá børn-
um og at børn mennast
nógv betri við at ganga í
dagsstovni enn at vera
herma millum teir fýra
veggirnar.
Tá ið serfrødingar
kunnu vidmæla, at børn
eiga at verða ansað uttan
fyri heimið, er tað við
steði í nøkrum gransk-
ingarverkætlanum, sum
hava verið gjørdar
gjøgnum nógv ár. Og
sambært kanningunum er
eingin ivi um, hverjar
dygdir eru í dagstovn-
unum. Bengt-Erik Anders-
son, sum er professari á
svenska læraraháskúlanum
hevur í fleiri ár kannað
menningina hjá børnum
líka til tey eru 17 ár, og
hann boðar frá heilt greið-
um úrslitum. Í kanningun-
Tað er
tíðindablaðið
Nr. 2 - 6. JANUAR 1999
Born mennast betur á stovnum
í dagstovnunum, at børnini fáa hylling á lívsins viðurskiftum. Norðurlendskar kanningar vísa millum annað á, at børn, sum hava verið í
ggustovu og barnagarði sum smá, koma í gjøgnum fyrsta skúlaárið betri enn javnaldrarnir, ið hava verið heima hjá foreldrunum.
um hevur hann borið
menningina hjá børnum.
sum ganga í dagstovni og
børnum, sum ikki ganga i
dagstovni saman. Viður-
skifti sum skúlakunnleiki.
hvussu viðkomandi
tillagar seg skúlan og
hvussu vidkomandi er
sosialt umframt annað,
sum hevur týdning í upp-
vøkstrinum. Og úrslitini
tala fyri seg.
- Longu fyrsta skúlaárið
var heilt týðiligur munur
millum bólkarnar. Á øllum
økjum kláraðu børnini,
sum hava gingid å
dagstovni seg betri, sigur
Bengt-Erik Andersson.
Tilsvarandi kanningar,
sum vórðu gjørdar, tå ið
hesi børnini komu í sætta
og níggjunda flokk vístu,
at munurin millum hesar
bólkarnar av børnunum
bara gjørdist stórri. Við
ðrum orðum tey sterku
gjørdust sterkari, tey veiku
veikari.
- Børnini frá dagstovn-
unum vóru heilt greitt
nógv betri fyri, sigur
Bengt-Erik Andersson.
Jú fyrr jú betri
Ein onnur nidurstøda av
kanningini er, at tey børn
sum fåa mest gagn av
dagstovnunum eru tey,
sum byrja tidliga. Longu
áðrenn børnini verða års-
gomul hava tey fyrimun
vid at byrja i vøggustovu.
Svenska kanningin visir,
at møguleikarnir hjå
børnum at mennast å
øllum menningarstigum
eru væl betri um børnini
byrja sum heilt små.
Bente Sorgenfrey, sum
er forkvinna i BUPL, ið
stendur fyri Børne- og
Ungdomspædagogernes
Landsforbund, leggur
serligan dent å vinabond-
ini, sum verða knytt í
dagstovnunum. Tey hava
stóran týdning fyri
menningina seinni. Hon
heldur, at tað er í teimum
fyrstu árunum, at børnini
byggja týdningarmesta
førleikan upp.
- Samstarvsevni eru av
stórum týdningi fyri
nútíðarmenniskju. Í
framtíðini ber ikki til at
fáa arbeiði, um ein ikki
dugir at samstarva, sigur
Bente Sorgenfrey.
Sambært Bente Sorgen-
frey menna dagstovnarnir
eginleikar sum kreavitet,
nýfikni, sjálvsvirði,
hugflog og førleikan til at
duga at velja. Hon metir,
at hesir eginleikar eru
altavgerandi alt lívið.
Mødur við týdningi
Ikki bert dagstovnarnir
hava týdning fyri, hvussu
børnini klára seg. Svenska
kanningin peikar á onnur
viðurskifti, sum øll hava
eina ávirkan á framtíðina.
Eitt nú hevur útbúgv-
ingarstigið hjá mammuni
sera stóran týdning.
Júst ávirkanin frá
mammuni á barnið er
kannað av Ellen
Hartmann, ið er professari
í sålarfrødi í Noregi og
sum arbeiðir við eini
líknandi verkætlan. Eins
og Bengt-Erik Andersson
er hon komin fram til
somu niðurstøðu, ið sigur,
at børn, ið hava gingið á
dagstovni hava nógv betri
útlit heilt upp til tey eru
vaksin. Tey fáa betri
útbúgvingar og klára seg
betri sum heild enn javn-
aldrarnir, sum hava verið
heima hjá mammuni.
Norska kanningin leggur
eisini stóran dent á
ávirkanina mammurnar
hava á teirra børn. Hart-
mann kannaði í síni
kanning, hvussu væl
mammurnar dugdu at vísa
og læra børnini ymiskt, ið
hoyrir uppalingini til.
Urslitid av hesum var eins
merkisvert og eyðsýnt
sum uppihaldið á dag-
stovni. Tey børn, hvors
mødur dugdu best at læra
børnini upp, kláraðu seg í
miðal nógv betri enn
restin upp gjøgnum
ungdómsárini og seinni.
Lítla ávirkan
At ávirkanin frá dag-
stovnauppihaldi røkkur so
langt inn í framtíðina
hongur neyvt saman við,
at innførslan til skúlan
hevur alstóran týdning
fyri, hvussu restin av
skúlatíðini verður. Ellen
Hartmann undirstrikar. at
teir eginleikar, sum
barnagarðurin gevur
børnunum, geva bestu
byrjanina til skúlatíðina.
Hóast viðurskifti og
uppaling hjá børnum hava
verið í andgletti seinni
árini hava úrslitini frá
hesum kanningum ikki
havt stóru ávirkanina á
samfelagsgongdina. Í
Noregi var granskingin hjá
Ellen Hartmann fyrstu
árini brúkt sum grundgev-
ing fyri at økja um talið á
barnagørdum. Men eftir
síðsta stjórnarskiftið hevur
politikkurin broytt kós. Í
staðin hevur stjórnin valt
at geva foreldrum 3000
krónur um mánaðin fyri
sjálv at ansa børnum - tað
vit rópa kontantgjald.
I Svøriki hava myndug-
leikar givið úrslitunum frá
hesum kanningunum
gætur. Bengt-Erik Anders-
son greiðir frá, at politisku
flokkarnir í miðjuni og
vinstraflokkarnir hava
tikið úrslitini til eftirtektar,
meðan flokkar við meiri
tradisjónellari familju-
vinarligari hugmyndafrødi
hava valt at sæd burtur frå
úrslitunum.
I Danmark hevur ikki so
nógv verið at hoyrt um
úrslitini frá hesum kann-
ingum og leiðarin á
BUPL, Bente Sorgenfrey,
eftirlýsir eini danskari
gransking á gkinum.
Tilvildarlig mynd
- Úrslitini eru áhuga-
verd, tey gera meg als ikki
ovfarna, sigur hon.
Familjupolitiski
ordførarin í Kristiliga
Fólkaflokkinum í Dan-
mark, Jann Sjursen, ivast í
trúvirðinum i kanning-
unum.
- Eg trúgvi ikki, at børn
sum verða ansað av
foreldrunum eru verri fyri
í menningini enn onnur.
Hann heldur, at familj-
urnar skulu sjálvar finna
fram til, hvat er best fyri
børnini. Dagstovnar eru
ikki einasta loysnin,
spælistovur eru eitt annað
tilboð.
Ellen Hartmann er ikki
samd í hesum.
- Tað týdningarmesta er
dygdin. At útbúgvið
starvsfólk eru á stovn-
unum hevur altavgerandi
týdning fyri, hvussu
tilboðið á stovninum er,
sigur hon.
Bæði svenska og norska
kanningin taka stødi í, at
starvsfólkini á dagstovn-
unum eru útbúgvin á økin-
um. Sambært serfrøding-
unum er tað teirra ávirkan,
sum ger størsta munin
millum ymsu bólkarnar av
børnum.
tk/leysliga úr Aktuelt frá
17.12.98