mikudagur 6. januar 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 6. JANUAR 1999
tíðindablaðið
Carita Bjørklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag:
Heima gott,
uti best
- Myndin er ikki so einfóld, tí menningin
hjá barninum fer fram í einum neyvum
samspæli millum umhvórvi og heim. Men
kanningar geva týðiligar ábendingar um,
at jú fyrr bórn koma á dagstovn jú betri
mennast tey, sigur Carita B
JO?
klund, sum
saknar ein heildarpolitikk á barnaøkinum.
TURIÐ KJØLBRO
Romantiska imyndingin
um, at børnini skulu vera
heima hjá mammuni allan
dagin, heldur ikki longur. ti
samfelagið er SO
broytt. Foreldrini velja at
vera heima í bestu meining,
men tað er spurningurin í
dag, um tey ikki gera børn-
unum eina bjarnatænastu
við at vera heima hjá teim-
um. A dagstovnunum hava
tey tilboð, sum tey ofta ikki
hava heima. Har eru nógv
onnur børn at spæla við og
annars møguleikar fyri ym-
iskum, sum foreldur ikki
hava umstødur at bjóða
børnum sínum.
Hetta sigur Carita Bjørk-
lund, forkvinna í Føroya
Pedagogfelag, í viðmerking
til niðurstøðurnar í norður-
lendsku granskingarverk-
ætlanunum, ið greitt boða
frá, at børn mennast betri
við at vera á dagstovni enn
heima hjá foreldrunum. Tey
klára seg betri sosialt, í
skúlanum og seinni í lívin-
um.
Hetta er ein rættiliga
viðkvæmur spurningur at
umreða, tí sjálvandi skulu
foreldrini ikki lastast fyri
tað valið, sum tey gera. Og
Vit eiga eisini at hava í huga,
at dagstovnarnir einsamallir
hava ikki æruna av, at børn-
ini mennast væl. Tað er eitt
samspæl millum børn, for-
eldur og stovn. Tað er mun-
ur á foreldrum, tað er munur
nog
Tilvildarlig mynd
å umhvørvi eins og tad er
munur å børnum. I dag
mugu vit bara siggja i eyg
uni, at tað eru bert få born.
sum eru heima hjá foreldi
unum og hesi hava ikki
somu møguleikar og tilboð
sum tey, sum eru á stovni.
sigur Carita Bjørklund
Alt av tilvild
Ta0 er uppi í tíðini at orða
ein politikk ella stevnumið
fyri eitt oki sær. Fleiri lond
hava ein orðaðan heildar-
politikk á barnagkinum,
sum greitt setir út í kortið,
hvørji tilboð, karmar og
møguleikar samfelagið hev-
ur at bjóða barninum frå ti
tað kemur í verðina til tað
er vaksið. So er ikki í For-
oyum og tað saknar for-
kvinnan í Føroya Pedagog-
felag.
- Alt er reint tilvildarligt
sum nú er. Barnagarðarnir
hoyra undir Almanna- og
heilsumálastýrið. og tá ið
hesi børnini fara í skúla
koma tey undir Undirvís-
ingar- og mentamálastýrið.
Børnini flyta úr einum stýri
í annað, her er eingin heild
í. Sum er fáa vit fysisku
karmarnar og játtanina frá
landinum til stovnarnar,
men eingin tosar um inni-
haldið. Tað er tað vit sakna,
ein politikk sum orðar eitt
innihald og eina ætlan fyri
alt økid.
- Fakfeløgini og politik-
ararnir eiga at vera við til at
orða ein slíkan politikk. I
mínum hugaheimi eiga dag
stovnarnir at hoyra undir
Undirvísingar- og menta
málastýrið. Samfelagið eig
ur at viðurkenna dagstovn
arnar og týdningin teir hava
Ikki sum eitt stað fyri
ansing, men sum ettt stað
fyri menning undir tryggum
umstødum. Tíðin er farin frå
hesum hugtakinum. ið
sigur, at børn verða ansað á
dagstovnum. Í dag vita vit,
at børn mennast frá tí tey
koma í verðina. Tí skal dag
stovnurin fatast sum eitt
pedagogiskt tilboð til børn.
eitt tilboð, ið eigur at standa
øllum børnum í boði
- Kanningin hjá svianum
Bengt-Erik Andersson, sum
er vorðin heimskend og
viðurkend, bendir týðiliga á,
at tað sum fyrr æt ansing
eitur í dag umsorgan, menn-
ing og læring. Børnini taka
ímóti lærdómi alla tíðina.
Lítið og einki hevur verið
tosað um hesi viðurskifti
Fyrr varð hildið, at barn-
dómurin var eitt tíðarskeið
sum bara skuldi verða yvir-
staðið. Í dag vita vit, at hetta
tíðarbilið í lívinum hevur
altavgerandi týdning fyri
restina av lívinum. Tað er
sjálvt grundarlagið. Born
hava krav uppá og rætt til
hesa menningina. Tá ið tey
koma í skúla fáa tey frålæru,
men tey hava í grundini
krav uppá hetta frá byrjan
av. Spæl og læra eru ikki
hver sítt, tey hoyra saman
og eru ein fyritreyt fyri
Eg vil ikki siga, at starvsfólkini á stovninum kenna børnini betri enn foreldrini. mer
rákið fer tann vegin, at ábyrgdin fyri barninum fer meiri yvir á stovnin, av ti at børnini
eru har so stóran part av degnum, sigur Carita Bjørklund
hvort annað. Uppgávan hjá
pedagogunum er at vegleiða
børnini, lurta eftir teimum,
vera við at menna tey og
læra tey at fáa hylling á ym-
iskum, sigur Carita Bjørk-
lund
Frek og framlig
Sum pedagogur á ymsum
dagstovnum í tjúgu ár eru
tað eisini royndirnar hjá Ca-
ritu Bjørklund, at tey børn
sum koma sum smá á dag-
stovn eru best fyri í menn-
ingini
- Lærarar siga eisini, at
tað er stórur munur at fáa
børn úr dagstovnum og børn
heimanifrá í skúla. Fyrr
søgdu fólk, at børn sum
komu úr barnagørdum vóru
so frek, - í siga vit, at tey
eru so framlig. Meðan tey
sum koma heimanifrá eru
stillfør og meiri smæðin og
detta tí lættari niðurímillum
Og tað er ti, at stovnsbørnini
eru von við at vera saman
við nógvum børnum og
duga at gera seg galdandi.
Norðurlendsku kanning-
arnar, sum vit sipa til, kann-
ingin hjá Ellen Hartmann
og hjá Bengt-Erik Anders-
son, taka stødi i, at tað eru
útbúnir pedagogar, sum ar-
beiða á stovnunum. Veru-
leikin i Føroyum - og aðra
staðni eisini í ein mun - er,
at starvsfólkini á dagstovn-
unum í rættiliga stóran mun
eru hjálparfólk. tað vil siga
fólk, ið ikki hava útbúgving
sum pedagogar
- Hetta er ein stórur trupul
leiki, tørvurin er ótrúliga
stórur á pedagogum. Høvdu
vit ein heildarpolitikk á øk-
inum hevði útboðið av peda
gogum verið í samsvari við
útboðið av stovnum. Vit
eiga at útbúgva fólk í tann
mun tørvur er. Tað er ikki
nog gott at gera stovnar og
fylla børnini í teir, um út-
búna starvsfólkið ikki fylgir
við. Tað hevði verið óhugs-
andi at bygt ein skúla, fylt
børn í hann og ikki sett út-
búnar lærarar í starv
- Sum fakfelag hava vit
roynt at lagt trýst á at fáa
fleiri pedagogflokkar, og
sum eg havi skilt er ætlanin,
at Læraraskúlin tekur ein
eykaflokk inn í ár. Utbúgv-
ingin eigur samstundis at
verða skipað betri, í løtuni
er tað reint av tilvild um ella
nær ein flokkur verður tíkin
inn.
Í mun til bidilistarnir, sum
eru til dagstovnarnar, hevur
bert ein góður tridingur í
boði eitt pláss
- Hetta er alt ov lítið í
einum samfelag sum okk-
ara, sigur Carita Bjørklund
Foreldur tilvitad
Gongdin í Noregi eitt nú og
lutvíst í Foroyum hevur ver-
ið. at foreldur hava fingið í
boðið kontantgjald fyri at
ansa børnum heima. Norska
Mynd: Jens Kr. Vang
stjórnin vónaði við hesum
tilboði. at bidilistarnir til
dagstovnarnar fóru at minka
munandi, men so hevur als
ikki verið. Bert familjur, ið
eru sera illa fyri figgjarliga,
hava tikið av tilboðnum
- Tað er øvugta vegin at
fara at mæla fólki frá at
koyra børnini á dagstovn
Er ætlanin at fáa bíðilist-
arnar at minka er kontant-
gjald eingin loysn. Foreldur
eru tilvitað um, at dagstovn-
ar eru eitt gott tilboð til børn
og tí taka so fá av kontant-
gjaldinum. Samstundis eru
fólk væl útbúgvin í dag og
vilja út á arbeiðsmarknaðin.
Ikki so nógv hava hug at
vera heima
- Fólk hava tikið synd í
hesum smáu sum byrja í
vøggustovu, men tað er als
ikki synd í teimum. Tey
hava aðrar møguleikar har
enn heima at menna seg
bæði likamliga og sálarliga.
Kanningin vísir eisini, at jú
fyrr tey koma á stovn, jú
betri eru tey fyri. Foreldur
hava ringa samvitsku av at
lata børnini út so tíðliga og
tað skilji eg væl sum for-
eldur. Sjálvandi er tað keði-
ligt hjá foreldrunum ikki at
vera so nógv við í gerand-
isdegnum hjá bernunum.
men tey flestu hava sum oft-
ast einki val. sigur Carita
Bjørklund at enda
Kanningarnar, sum sipað verður til í samreðuni við Caritu Bjørklund, eru
kanningin hjá svianum Bengt-Erik Andersson, professara á svenska lærara-
háskúlanum, og kanningin hjá norsku Ellen Hartmann, professara í sálarfreði.
Tær eru umrøddar á síðu 6.