hósdagur 7. januar 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 7. JANUAR 1999 tidindabladid I ll 7
Heini Olsen, verkfrødingur hjå Landsverkfrødinginum sidani 1965:
lvasamt um vit megna
Heini Olsen, verkfrødingur: — Eg
at stýra við hetta lag
— Um fólkavaldu okkara í samgonguni óttast meira sam-
gonguslit og hava stórri fyrilit fyri samgonguni og teirra
egna valdi enn fyri rættvísi, so er samfelagið í vanda, sig-
ur Heini Olsen, sum síðani 1965 hevur starvast hjá
Landsverkfróðinginum
DAGNY JOENSEN
JENS KR. VANG
Heini Olsen fór frá vegna
aldur í 1997, og hevur havt
góðar stundir at fylgja við
íkomnu støduni á gamla ar-
beiðsplássi sínum. Hann
hevur skrivað drúgva grein
um málið aðrastaðni í blað
num í dag.
Gamli verkfrødingurin er
kki hvør sum helst. Hann
imyndin av
stovninum øll hesi árini, og
vur arbeitt bæði út
eimi og heima á landi
Hann kom ul Føroya i
1965, eftir at hava verid å
fyritøkuni Kampsax, sum
eisini hevur lånt hansara
serkønu hjálp fleiri ferðir,
har hann hevur arbeitt í til-
afturkomnum londum, eins
og hann hevur arbeitt fyri
Danida, eisini útlæntur av
Landsverkfrødingsstovnin-
um. Hann er eisini kendur
fyri sinar upplysandi og
undirhaldandi útvarpsend-
ingar um vidurksiftini i
teimum londum, hann hev-
ur arbeitt í.
evur verið
Ikki tað vit
droymdu um
Heini Olsen sigur um stød-
una í dag í Føroyum, at
hetta sanniliga ikki líkist tí,
sum hansara foreldur og tey
ungu tá vónaðu, tá tey
droymdu um eitt virðiligt
sjálvstýri. Hann setir sær
spurningin, um tað veruliga
er so galið í Føroyum, at vit
ikki megna at stýra okkum
sjálv.
— Hvat droymdu tit um á
ungum dógum ?
— Foreldur míni tosaðu
um at Føroyar skuldu meg-
na at skipa seg figgjarliga.
Tað merkti at hvør familja
sær, bygdin og landið skuldi
svara hvørjum sítt. Tá vit
vóru komin so mikið áleið-
is, so vóru vit sjålvstødug,
og kundu fara undir at sam-
ráðast við Danmark ella
annað land, og á tann hátt
fáa virðiligt samband úteftir
á jøvnum føti við onnur
lond
Eg skammist
Hvussu hevur tað kenst at
vera eygleiðari til tað, sum
hendi landsverkfróðing
inum
Nú eri eg farin frá vegna
aldur, so tað kann vera líkað
mikið fyri meg persónliga,
men í løtuni skammist eg
av okkum føroyingum, sig-
ur Heini Olsen.
— Vit verða til ta turru
rukku f grannalondunum, tå
tað frættist, hvussu vit byrja
okkara fullveldi - eins og
fúlastu einaveldistjóð.
Er stýrisskipanarlógin
ikki nóg góð, ella megnar
politiska valdið ikki at um-
sita hana?
Eg haldi veruliga at
stýrisskipanarlógin krevur
åbøtur, fyri at løgmaður í
minsta lagi kann vita, hvat
landsstýrismenn seta í verk.
Lógmaður átti eisini í
minsta lagi at hava undir-
skriva slíka ætlan, sum tann
at leggja tveir av størstu
stovnunum í landinum sam-
an og seta landsverkfrød-
ingin frá, áðrenn ætlanin
varð framd, sigur Heini Ol-
sen, sum ímyndar sær, hvat
kann henda, um ein ørvitis-
fiskur við flogviti gongur
berserkargongd í Tinganesi,
innan karmin av verandi
lóg.
Rættarskipanin
í vanda
— Nógv bendir eisini á, at
rættarskipanin er í vanda, tá
maður, sum einki skeivt
hevur gjørt, heldur ikki inn-
an lógarinnar karm, soleiðis
kann koma út fyri kollvelt-
ing í lívi sínum og vera æru-
meiddur, uttan tó at hava
nakran verðsins møguleika
at verja seg.
Eftir nýggju skipanini
við ráðharraábyrgd hevur
landsstýrismaðurin heimild
at fremja slíkar ætlanir?
Eg gevi lítið fyri hasum
við ábyrgd landsstýris-
manna. Slíkur ófantaligur
atburður kann bert føra við
sær eina meira ella minni
skemtiliga >ngs> ella
»neps» ella hvat teir nú
kalla tað - uttan at hugsað
verður um hann, sum situr
við sviðanum restina av lív-
inum, sigur Heini Olsen
Einki væl skikkað fólk
fer at søkja
Hann hugsar nógv um, hvat
nú fer at henda við lands-
verkfrødingsstovninum, og
stúrir fyri, at einki skikkað
fólk fer at søkja starv har,
tá viðurskiftini eru so
ótrygg
Tá verða tað bert tey,
sum einki annað vita sær til
taks, og sum einki annað
starv fáa, ið vilja arbeiða á
stovnium
- Tað merkir, at arbeiðs-
lag og vitan sindrast og at
stovnurin sum heild søkkur
niður á eitt stødi, sum hann
ongantíð áður hevur verið
á. Stovnurin missir soleiðis
tann týdning, sum hann
hevur havt fyri fólkið alt í
hvørjari einastu bygd í Før-
oyum - undantikid Gåsa-
dali, men tað var í hvussu
so er ikki okkara skyld, sig-
ur Heini Olsen.
Bida Henning koma
aftir til arbeidis
— Kann stovnurin bjargast?
— Einasta virdiliga loysn
á hesum óvirðiliga máli er,
at tað verður lagt fyri tingið
og at Henning Jacobsen, við
eini almennari umbering,
verður biðin um at seta seg
aftur í sessin.
Heini Olsen heldur, at tá
tað er gjørd, kann farast
undir at kanna, hvat skila-
best er at gera. Hann leggur
aftrat:
— Eg noyðist at taka upp
aftur hetta við stýrisskip-
anini og rættarsamfelagn-
um: Um okkara fólkavaldu
óttast meira samgongusliti
ella hava stórri fyrilit fyri
samgonguni og teirra egna
skammist av
verða til
londunum, tá t.
okkum {4
tað turru rukku í granna
royingum. Vit
ið frættist. hvu {
byrja okkara fullveldi
valdi enn fyri rættvísi, so er
alt samfelagið í vanda, sigur
Heini Olsen
Viðmerkingin hjá
Heina Olsen stendur
at lesa á síðu 13-14
Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum:
Samgongulimir spektir
eftir faum tímum
— Eg hevði ikkki vænatð annað úrslit av samgongufundi-
num týsdagin, men undrist kortini um, at Sámal Petur í
Grund og Heini O. Heinesen eftir fáum tímum eru vorðn-
ir so spakir sum heimalomb, sigur formaðurin
DAGNY JOENSEN
Formaðurin í Sambands-
flokkinum sigur í viðmerk-
ing til urslitid av samgong-
ufundinum um landsverk-
frødingsmålid, at fram-
ferðin í hesum máli hevur
verið sera klossut, og er tek-
in um vánligt politikst
hegni.
Nú hevur landsstýris
maðurin fingið eina >ngs>
og hevur, sum eg skilji, bid-
ið um forlátilsi, sigur Ed-
mund Joensen, sumeinki
hevur at siga til tað
Tað undrar meg kortini
at samgongulimirnir Heini
O. Heinesen og Samal
Petur i Grund, sum lovadur
bál og brand fyri jól, og
nærum órógvaðu jólafriðin,
eftir fáum tímum eru vorðn-
ir so spektir sum fitt heima-
lomb, sigur Edmund
Joensen
Andsteðan einki innlit
Hann Iheldur samstundis, at
tað er torført at meta um,
hvat er hent í málinum, av
ti at andstødan ikkihevur
innlit, og ikki veit í smålut-
um, hvat er hent í málinum
um samanleggingina og
uppsøgnina av landsverk-
frødinginum.
- Tad er i hvussu so er
sera óheppið fyri politisku
skipanina, at so klombrut er
farið fram. Tað skapar ó-
trygg viðurskifti.
Hvat hevði tú annars
væntað av hesum fundi?
— Eg hevði ikki væntað
annað enn tað sum hendi,
men sum eg skilji hetta, so
vil Tjóðveldisflokkurin ikki
annað enn fullveldi, og letur
tí Fólkaflokkin fáa sín vilja
í hesum máli. Hvat Sjálv-
stýrisflokkinum viðvíkur,
so hongur hann bara uppi í.
Ongantíð talan um at
leggja saman áður
— Tað hevur ongantíð verið
upp á tal áður at leggja
stovnarnar saman, og nú
bíði eg spentur eftir frá-
greiðingini, sum skal av-
dúka, hvgrjir fyrimunir eru
við samanleggingini, sigur
Edmund Joensen, sum ikki
skilir hvi stovnarnir skulu
leggjast saman, tå teir bådir
eru undir sama aðalstýri
Sjálvandi, um hetta er
politiski viljin, so kunnu terr
føra ætlanina út í lívið. Bert
tykist eingin samanhangur
vera í hesum, sigur formað-
ur Sambandsfloksins