hósdagur 8. januar 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 4 - 8. januar 2004
Nr. 4 - 8. januar 2004
3
Eitt rangvørgt nýggjársynski
Hermann Oskarsson
Seinnapartin nýggjársdag
sat eg og lurtaði eftir Út-
varpinum.
Tá hoyrdi eg, at fremsta
ynski hjá stjóranum á Før-
oya Fiskavirking nýggjárs-
dag var, at lønirnar hjá
ófaklærdum
arbeiðarum
skuldu vaxa so lítið sum
gjørligt. Hann ynskti beint
fram at tær fóru at dragna í
mun til tilsvarandi lønir í
grannalondunum Íslandi og
Bretlandi.
Hetta var ikki eiti á
ynski. Eg spyrji meg sjálv-
an, meðan eg siti og lurti
eftir honum hendan fyrsta
dagin í 2004, um tað ber til
at ynskja so rangvørgt - at
ynskja
teimum,
sum
frammanundan hava lægstu
lønirnar í landinum, uppaft-
ur lægri løn komandi árini.
Tríggir aðrir tilkomnir
menn sótu í útvarpsstovuni
saman við stjóranum - men
eingin teirra talaði at ella
bar í bøtuflaka fyri stjóran.
Bakkurin á
Landsliðinum
Hvat er tað, sum ger av
hvussu høgar lønir vit hava
í Føroyum?
Samráðingarúrslitið,
svarar tú beinanvegin. Tí
tað er saktans í samráðing-
um millum arbeiðarafeløg
og arbeiðsgevarafeløg, at
lønarlagið verður sett?
Tað kann so væl vera, at
so er, men okkurt er, sum
setir mark fyri hvussu langt
partarnir sleppa undir sam-
ráðingunum. Summir ar-
beiðsgevarar hava so tað
markið, at nakrir teirra selja
vørur til útflutnings, har
ongin teirra hevur ávirkan á
prísin.
Prísurin á útflutningsvør-
unum setir soleiðis eitt
mark fyri hvussu langt løn-
irnar kunnu fara - uttan at
flakavirkini fara á húsa-
gang. Tí er tað, at stjórin á
Føroya Fiskavirking spælir
bakkur á landsliðnum hjá
arbeiðsgevarunum - tað er
hann, sum skal takkla
áloyparan, so at hann ikki
skjýtur mál.
Vánaligt samanspæl
Hann er ein frálíkur bakkur,
stjórin á Føroya Fiskavirk-
ing. Hann megnar kortini
ikki at halda málið reint
einsamallur og krevur at
allir áloypararnir skulu
koma aftur á vøllin at verja
málið.
Árini beint eftir kreppuna
spældu allir í verjuni og
haraftrat var lítið bit í
álopinum hjá mótpartinum.
Síðani
kreppuna
hava
áloypararnir viljað sloppið
fram á vøllin at spæla, men
bakkurin hevur togað í
troyggjuna hjá áloyparun-
um og kravt at teir verða
standandi í verjuni saman
við honum.
Teir halda kortini sum so
- SEV, Føroya Tele, byggi-
virkini, flutningsfyritøkur-
nar og heilsølurnar - at teir
vilja fegnir gjalda kravdu
lønina, heldur enn at fara út
í drúgv verkføll.
Hjá
tykkum
gongur
roknistykki upp - rópar
stjórin á Føroya Fiskavirk-
ing - men ikki hjá mær! Eg
kann ikki seta prísin upp, tí
her koma bæði kinesarar og
baltar við sínum fiski, sum
er nógv bíligari framleiddur
enn okkara fiskur er. Prís-
urin gongur øvugtan veg.
Nú stendur tað so til hin-
ar at avgera - um teir vilja
standa stjóranum við lið
ella lata hann sigla egnan
sjógv.
Tá av tornaði vísti tað
seg, at hinir mæltu stjóran-
um til at finna sær fólk
aðrastaðni, tí teir vildu
sjálvir hava føroyingar at
arbeiða hjá sær. Teir leggja
nakrar krónur oman á sátt-
málalønina - uttan um sátt-
málan sjálvandi - og so má
stjórin fáa sær fólk uttan-
eftir, sum tímir at skera flak
fyri sáttmálaløn.
Hin deyva Fortuna
Antin hevur Fortuna vent
deyva oyrað til ella hevur
stjórin spurtungu, tí sum frá
líður fer helst at ganga
beint øvugtan veg, enn
hann ynskti nýggjársdag
2004. So leingi hinir allir
halda seg hava ráð at gjalda
meira fyri fólkið, enn
stjórin á Føroya Fiskavirk-
ing, fara lønirnar at vaxa ár
undan ári.
Og hvussu leingi er so
tað?
Gera vit myndina ein-
falda, ber til at siga, at tá
lønin
gongur
uppeftir,
brúka fólk ein part til at
keypa innflutning og hin
partin til at keypa tænastur,
framleiddar á heimamarkn-
aðinum.
Tá vit keypa innfluttar
vørur gjalda vit afturímóti
við útflutningi. Oman á
tann partin fáa vit so ríkis-
veitingina frá dønum at
innflyta vørur fyri. So
leingi vit fáa nóg mikið í
kassan uttaneftir fyri út-
flutningin og ríkisveiting-
ina - so leingi halda vit
fram at økja nýtsluna av
innfluttum vørum. Heilt til
tann dag tað stendur á jøvn-
um millum inntøkur og út-
reiðslur í uttanlandsvið-
skiftunum.
Tá vit keypa tænastur á
heimamarknaðinum har-
afturímóti, er mark fyri
hvussu nógvar tænastur eru
til. Vit eru bara 48.000 fólk
og vit klára bara at fram-
leiða eitt ávíst tal av tæn-
astum, tá tey eru tikin frá,
sum framleiða til útflutn-
ings. Hvørja ferð eftir-
spurningurin eftir tænast-
um økist, fer prísurin upp
og lønin fer við uppeftir.
Fyri at heimamarknaðar-
virkini skulu fáa meira
fólk, má lønin setast upp.
So her kostar í bæði borð.
Tá vit keypa innflutning
minkar avlopið mótvegis
umheiminum. Tá vit keypa
føroyskar tænastur trýsta
vit lønirnar upp.
So hvørt sum lønirnar
vaxa, verður torførari at fáa
útflutningsvinnu at bera
seg. Av tveimum orsøkum.
Partvíst tí at fólk rýmir av
flakavirkinum í aðra vinnu.
Og partvíst tí lønarvøxturin
tyngir kostnaðin, meðan
prísurin á marknaðinum
stendur fastur.
Øll hendan tillagingin
endar tá gjaldsjavnin stend-
ur á null og tá brúkarin fær
tað hann vil hava av bæði
innfluttum
vørum
og
heimamarknaðartænastum,
soleiðis sum prísirnir nú
einaferð eru.
Hvør skal hava
skyldina?
Tað sýnist sum halda
summi, at tað er onkur her í
landinum,
sum
spælir
hund.
Er tað Karsten Hansen,
sum hevur trýst lønarlagið
uppeftir? Eru tað tey ungu
konufólkini, sum eru so
forvand og spilt, at tær ikki
tíma at standa við skeri-
borðini? Er tað skúlin, sum
hevur oyðilagt ungdómin?
Eru tað kinesararnir og
fyrrverandi kommunistar-
nir í Baltalondunum, sum
stjala fiskin undan okkum?
Eru tað norðmenn, sum
geva flakavirkjunum studn-
ing, so at tey standa seg
betri enn okkara? Eru tað
jauararnir, sum bara eru so
forbrendir, at teir skumpa
okkum út av rókini? Ella
kanska Búskaparráðið, sum
ynskir
flakavirkini
har
pipari grør?
Listin av syndabukkum
er alinlangur. Men lagnan
hjá fiskavirkjunum verður
avgjørd heima hjá okkum
sjálvum - ikki í Kina, Nor-
egi ella Íslandi. Trupulleik-
in hjá fiskavirkjunum er, at
tey tapa kappingina um
arbeiðsfólkið her heima.
Búskaparráðið kann ikki
leggjast undir, at virkið,
sum Meinhard Jacobsen er
stjóri á, gongur illa. Tað
einasta Búskaparráðið kann
gera er, at vísa á gongdina í
samfelagsbúskapinum og at
vísa hvønn veg gongdin
væntandi verður komandi
árini.
Og hesa kappingina tapa
tey ikki av tramanskapi
annara. Tey tapa, tí fólk
velja sær okkurt annað at
gera til nyttu, sum tey antin
fáa meira burtur úr, tí
framtíðarútlitini eru betri
ella umstøðurnar betri á
annan hátt.
Eru virkini væl rikin?
Um virkini verða skilagott
rikin, er so ein heilt annar
spurningur, sum valla hoyr-
ir
heima
í
almenna
kjakinum. Tað átti at verið
ein
spurningur
millum
leiðsluna og partaeigarar-
nar.
Tá leiðslurnar á fiska-
virkjunum gremja seg um
at virkini ikki fáa fatur á
nóg mikið av rávøru, fáa
ikki nóg góðan prís fyri eitt
produkt ella á annan hátt
síggja trupulleikar í rakstr-
inum av virkinum, so átti
hetta ikki at verið alment
kjakevni. Um Tonito fær
kapping um brævbjálvar á
marknaðinum ella Føroya
Bjór er í harðari kapping
við Coca Cola, so er hetta
ikki alment kjakevni í
bløðunum ella umrøðuevni
í Løgtinginum. Slíkt eru
spurningar um góða virk-
isleiðslu og professjonellar
partaeigarar.
Umráðandi er, at parta-
eigarin er professjonellur
eigari - og ikki passivur
eigari, sum tað almenna
ofta hevur lyndi til at vera.
Tann
professjonelli
og
aktivi partaeigarin spyr seg
sjálvan um partapeningurin
verður trygt og visjonert
umsitin av fyritøkuleiðsl-
uni, tí hann skal ikki bara
hava avkast av partapen-
inginum í dag, men eisini
komandi árini Hann krevur,
at leiðslan hevur eina skila-
góða strategi, alt eftir
hvussu umstøðurnar laga
seg. At leiðslan dugir at
laga framleiðsluna eftir
kostnaðargongdini
og
gondini á produktmarknað-
inum. At tøkniliga menn-
ingin fer tann vegin, sum
rættast er at fara.
Hetta eru ikki samfelags-
búskaparlig kjakevni, men
ein spurningur um parta-
eigararnir halda peningin
liggja nóg tryggan í hond-
um leiðslunnar.
Hvagar rørt tú
Snopprikkur?
Munur er á at síggja heimin
av skrivstovuni hjá Føroya
Fiskavirking og at líta at
gongdini sum samfelags-
borgari.
Sum samfelagsborgarar
eru vit fegin um, at før-
oyskur ungdómur fær sær
útbúgving.
Foreldrini
ynskja sjálvandi barninum
holla útbúgving og trygga
framtíð og samfelagið sum
heild strembar tann vegin,
at kunnleikin verður sum
mestur. Framtíðin hjá ein-
um ættarliði verður í stóran
mun avgjørd av hvussu væl
skúlað tey eru. Ja, framtíð-
arútlitini hjá heimsins lond-
um er í stóran mun treytað
av kunnleikastøði og út-
búgvingarstøði.
Men kagar tú gjøgnum
rútarnar á skrivstovuni á
Føroya Fiskavirking, so
vilja teir ikki bara hava nóg
mikið av fólki til at manna
borðini, men helst ov mikið
av fólki, so at lønarkravið
ikki verður teimum ov
høgt.
Útbúgvingarstøðið
hjá
teimum ungu gerst alt
hægri, so at valmøguleikar-
nir til arbeiði bæði heima
og úti gerast alt rúmari.
Hava tey ungu fleiri arbeiði
at velja í, verður torført at
fáa tey á fiskavirkið at
arbeiða.
Fyri
fiskavirkisfram-
leiðsluna kann tað tí gerast
ein trupulleiki, at ungu
konufólkini útbúgva seg,
meðan tað opnar ein heilan
heim av møguleikum fyri
ungu genturnar sjálvar.
Sjálvvirkandi máttir
Ein avgerandi orsøk til at
lønargongdin er á veg upp-
eftir er, at allar fortreytirnar
eru til staðar til tess. Av-
lopið á gjaldsjavnarokn-
skapi okkara hesi seinastu
10 árini upp á eina miljard
um árið verður í dag fatað
sum eitt greitt tekin um, at
her her rásarúm fyri størri
nýtslu og fleiri íløgum,
uttan at útflutningsfram-
leiðslan nýtist at fylgja við.
Fyrstu árini eftir krepp-
una var eingin, sum leit á,
at hendan gongdin fór at
standa við, men sum frá
hevur liðið, hevur tað heilt
greitt víst seg, at rúm er fyri
størri nýtslu. Spurningurin
var meira, hvør ið fór at fáa
mesta partin av henni.
Fyrstu tríggjar mánaðar-
nar í fjør helt eg framløgu
fyri Sjálvstýrisflokkinum,
Tjóðveldisflokkinum
og
enntá eisini fyri øllum ar-
beiðsgevarafeløgunum,
sum fyrireikaðu seg til
sáttmálasamráðingarnar.
Boðskapurin var, at áhald-
andi avlopið á gjaldsjavna-
roknskapinum fór at føra til
kapping um at brúka peng-
arnar, sum vístu seg at vera
til avlops. Kappingarneyt-
arnir eru hesir:
• Landskassin, sum við
vaxandi nýtslu til fyrisiting
og vaxandi útreiðslum til
íløgur og sosial mál kann
brúka meira fólk og hava
hall
á
roknskapinum.
Landskassin kann eisini
geva skattalættar til borgar-
arnar at brúka.
• Løntakararnir, sum fara
at leggja størri dent á lønar-
vøkstur, fyri at fáa part av tí
gagni, sum í løtuni fer til
peningaútflutning.
•
Fyritøkurnar,
sum
kunnu troyta Landskassan
eftir studningum av ymsum
slag, so at vit fáa hildið
nøkrum
útflutningsvirk-
semi gangandi við halli og
brúkt tilfeingi inoptimalt.
Ikki var hetta beinleiðis
nakar spádómur, tí megin-
parturin av tillagingini var
longu farin í gongd.
Heldur ikki er hetta
nøkur genial observasjón, tí
í veruleikanum er eingin
annar møguleiki, tá avlopið
á gjaldsjavnaroknskapinum
er ein miljard um árið í 10
ár og nettoognin uttanlands
veksur ár undan ári.
Ongin bíðar eftir heimarøkt
í Norðoyggjum
Suðurstreymoy tørvar sambýli
Støðan á heimarøkta-
røkinum í Suður-
streymoy er ikki góð.
Tað staðfestir Anna
Maria Oskarsson,
økisleiðari. Tey hava
nógvar tungar brúk-
arar, sum liggja í
heimunum og fáa ta
røkt, sum tey áttu at
fingið á stovni. Hetta
ørkymlar bæði brúk-
arar og starvsfólk. Og
fleiri liggja og bíða,
sum onga heimarøkt
kunnu fáa, sum nú er
HEIMARØKT
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Eittans sambýli er í Suður-
streymoyar heimarøktarøk-
ið. Og har búgva níggju
brúkarar. Tað eru níggju
brúkarar av yvir 400 til-
samans í øllum økinum.
– Tað er so sanniliga ikki
tí, at vit ikki hava brúk fyri
sambýlum, at vit ikki hava
fleiri, sigur Anna Maria
Oskarsson.
– Tað er tí, at vit eru full-
komuliga afturúrsigld á
hasum økinum, sigur hon.
Nógvir brúkarar fáa stovns-
hjálp í teirra egna heimi,
men tað er ikki nøktandi,
sambært økisleiðaranum í
Suðurstreymoy.
Brúkararnir
verða
ótryggir, og starvsfólkið
gremur seg um, at tey ikki
fáa gjørt teirra arbeiði til
lítar og soleiðis, sum tey
høvdu viljað tað, tí brúkar-
ar, sum eiga at vera á
stovni, liggja heima. Fyri
fleiri brúkarar hevur tað
somuleiðis nógv at siga, at
fólk eru um tey allatíðina,
og tað fremur ótryggleika,
at tey ikki hava tað.
– Tá tað er sagt, so skal
tað beinanvegin leggjast
afturat, at avvarðandi runt í
býnum gera eitt megnarar-
beiði saman við heima-
røktini fyri brúkararnar,
sigur Anna Maria.
Hon rósar teimum av-
varðandi fyri teirra tolsemi,
tá tað kemur til heimarøkt
og fyri allan innsatsin, sum
tey gera sjálvi fyri teirra
kæru.
Veikt netverk
Anna Maria Oskarsson sig-
ur, at hon skilir væl tey av-
varðandi, sum geva upp og
ikki orka at stríðast fyri at
fáa heimarøkt.
– Tey eldru hava eitt
veikari netverk aftan fyri
seg enn til dømis tá tað
kemur
til
barnaansing.
Børnini hava jú ung for-
eldur, sum hava orku til at
stríðast, meðan børnini hjá
fleiri av okkara brúkarum
sjálvi eru farin um tey
seksti. Hesi orka stutt sagt
ikki at stríðast so nógv, so
tað er onki at siga til, at tey
geva upp, sigur hon.
Viðvíkjandi lógaráseting
um heimarøkt, sigur Anna
Maria, at við verandi visita-
tiónsskipan (tað er, tá tey
fara út at meta um tørvin,
blaðkv.), hevði tað verið
sera óheppið við eini lógar-
festing, tí tað mugu broyt-
ingar til, um ein tørvur skal
skjalprógvast.
Heimahjálp og
sjúkrarøkt
Heimarøktarøkið í Suður-
streymoy er umfatar ikki
bara eldraøkið. Tey eru
somuleiðis eisini um yngru
fólk, sum ikki megna alt
sjálvi av eini ella aðrari
orsøk.
Tvey sløg av heimahjálp
eru. Persónlig hjálp og
pratisk hjálp. Persónlig
hjálp er til brúkaran sjálv-
an, tað kann vera lata tey í,
vaska teimum og so fram-
vegis. Praktisk hjálp er
reingerð í heiminum, inn-
keyp og annað.
Somuleiðis eru tað ikki
bara heimarøktarar, sum
ganga runt til brúkararnar.
Tað gera sjúkrarøktarfrøð-
ingar eisini. Og tí er tað
gjørligt, at brúkarar fáa
stovnshjálp í teirra heimi,
hóast tann loysnin ikki
kann sigast at vera nóg góð.
Í Suðurstreymoy eru tríggir
brúkarar, sum liggja á
sjúkrahúsinum og bíða eftir
heimarøkt. Ein er, sum júst
er útskrivaður av sjúkrahús-
inum, sum eisini tørvar
heimarøkt. Síðani eru fýra
onnur, sum ikki hava havt
nakað tilknýti til sjúkrahús,
sum eisini hava sagt frá.
Afturat hesum eru 31
brúkarar, sum bíða eftir
praktiskari hjálp.
– Júst tá tað kemur til
praktiska hjálp, hevði ein
lógarfesting verið góð,
sigur Anna Maria Oskars-
son at enda.
Hóast ongin liggur
beinleiðis og bíðar
eftir heimarøkt í
Norðoyggjum, so er
støðan sera spent á
økinum, tí nógvir
brúkarar eru. Men
Elsba Lützen, økis-
leiðari, heldur, at tey
størru økini møguliga
eru betur fyri, tí har
ber til at flyta starvs-
fólk millum bygdirnar
HEIMARØKT
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Støðan á heimarøktarøk-
inum í Norðoyggjum kann
samanlíknast við støðuna í
Vágunum á fleiri økjum.
Men ikki tá tað kemur til
veitan av heimahjálp. Tí í
Norðoyggjum er tað ongin,
sum hevur tørv á heima-
røkt, sum ikki fær hana.
Økið er um allar Norð-
oyggjar, og hetta er ein fyri-
munur, heldur Elsba. Hon
sigur, at um tað ikki er so
nógv at gera á til dømis
Viðareiði, so sendir hon
boð eftir heimarøktarum
har og fær tær at koma til
arbeiðis í Klaksvík ella
onkra aðrastaðni í økinum,
har tørvur er.
– Tað hevur nógv við
geografiina at gera. Nú veit
eg ikki, hvussu tey arbeiða í
hinum økjunum, men í
Klaksvík er tað soleiðis, at
tær arbeiða út í eitt allan
dagin. Ongin skái er, sigur
hon.
Sum Elsba hevur skilt, so
er tað soleiðis á onkrum av
hinum økjunum í landin-
um, at heimarøktararnir
fara út í einar tveir tímar,
síðani heim eina løtu og so
útaftur. Tað er sum sagt ikki
støðan í Norðoyggjum, tí
hon fær flutt heimarøktir-
nar millum bygdirnar. Og
tað er ein stórur fyrimunur,
heldur Elsba.
Sambýlini kosta
Eitt øki sum er at saman-
líkna er, tá tað kemur til
sambýlini, sum jú eru undir
heimarøktini.
Í Vágunum eru trý sam-
býli, sum hýsa 24 brúkar-
um. Í Norðoyggjum eru
tvey sambýli, sum hýsa 26
brúkarum. Hesi sambýli
kosta nærum helvtina av
játtanini til heimarøktina í
økinum og ger, at teir 130
brúkararnir, sum eru úti í
báðum økjunum, fáa somu
peningaupphædd
sum
ávíkavist 24 ella 26 aðrir, ið
sita á sambýlum.
Hetta er ein trupulleiki,
sambært Elsbu Lützen.
Hon heldur, at tað hevði
kanska verið betur, um
sambýlini fingu eina játtan
fyri seg, tí sum hon vísir á,
at tá sparingar skulu gerast,
verður ikki lagt eftir stovn-
unum.
– Sambýlini fáa jú teirra
pengar kortini, og tí verður
spart úti í økinum, og tá
merkja teir brúkararnir tað,
sigur Elsba.
Hon heldur, at so gerst
talan um at undirgrava
heimarøktina á hendan hátt.
Umframt
sambýli
og
heimarøktina so umsitur
Elsba eisini Norðoya Røkt-
arheim. Og tað er her, at
dømi um serstaka játtan til
stovn kemur fram. Røktar-
heimið hevur sína egnu
játtan, og er tað lættari at
fáa alt at ganga upp við tí.
Tí har er ein føst peninga-
upphædd, sum er til taks,
og hon er til Røktarheimið.
Meðan á heimarøktar økin-
um er tað ein upphædd,
sum skal býtast millum
brúkararnar úti í økinum og
tey, sum eru á sambýlum.
– Játtanin er tann sama
hvørt ár, og vit skulu halda
hana.
Men
samstundis
koma nýggj sambýli, so tað
kann verða so skjótt, at
sambýlini fara upp um
fimti prosent av játtanini,
sigur Elsba Lützen, økis-
leiðari í heimarøktini í
Norðoyggjum.
Anna Maria Oskarsson,
økisleiðari fyri heimarøktini í
Suðurstreymoy, sigur, at
tørvurin á sambýlum í
Suðurstreymoy er stórur
Mynd: Jens K. Vang
Elsba Lützen, økisleiðari í heimarøktini í Norðoyggjum,
heldur, at størsti trupulleikin við játtanini av pengum til
heimarøktina er, at hon verður verandi tann sama, meðan alt
fleiri sambýli koma afturat
Savnsmynd
C
M
Y
K
3
2