Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 VARPIÐ 2 VARPIÐ Meistaradetektivurin Ta› er neyvan nakar fiktivur persónur, sum á sama hátt sum Sherlock Holmes, hevur fingi› eina veruleikakenda tilveru, har ta› fyri uttanfyristandandi kann vera trupult at skilja ímillum, hvørt talan var um veruleika ella beran heilaspuna burtur úr væl hugsandi heilanum hjá Sir Arthur Conan Doyle, i› jú var ma›urin aftan fyri heimskenda detektivin. Sjálvandi er ta› hetta seinna, sum er galdandi, men ta› skerst ikki burtur, at mytan um Sherlock Holmes framvegis livir sítt egna lív. Somiki› væl livir hon, at fer lesarin ein gongutúr eftir Baker Street í London, so ber til at ste›ga á vi› íbú› nummar 221B, har Sherlock Holmes jú var búsitandi sambært høvundanum, og eisini er hann at finna millum kendu andltini i vokskabinettinum hjá Madame Tussaud. Og ver›ur leita í bókemtum av ymsum slag, so ber uttan stórvegis hóvasták at seta eina biografi saman um persónin. Eftir øllum at døma, so var› Sherlock Holmes borin í heim tann 6. januar í 1854, og er hann solei›is júst vor›in 150 ára gamal. Eitt høvi, sum Viasat-rásin nú n‡tir til at senda eina rø› av filmum vi› kenda bretanum. Eitt nú eru hundurin í Baskerville, Kvinnan í grønum, Terror by Night og Dressed to Kill millum filmarnar, sum í næstum koma á skíggjan, og har Holmes og vælkendi hjálparma›ur hansara, Dr. Watson, síggja loysnir, sum eingin annar hev›i megna› at funni›. Fyrstu fer›, ta› bar til at lesa um brøgd hansara, var í 1891, tá Strand Magazine prenta›i eina rø› av søgum um hann, og í árunum, 1881-1904 var hann ma›urin, sum uppklára›i hópin av málum. Høgi og klæni ma›urin vi› dimma hárinum, gráu eygunum og heyka-líknandi nøsini var altí› í gó›ari venjing, og um ta› so snúi seg um bardagar í eysturlendskum stíli, so var hann eisini ma›ur fyri at klára hetta. Ta› er tó ikki alt í hansara livimáta, sum samsvarar vi› nútí›ar idealini fyri slíkt. Eitt nú er hann trúfastur roykjari, og pípa hansara er ongan tí› langt burturi, og eisini dámar honum væl at fáa sær eina innspræning vi› kokain. Ein óvani, sum Watson til fán‡tis hevur roynt at fingi› hann burtur frá. At hetta ikki lat seg gera, er tó eisini ein undirstrikan av, hvussu stóran dent Holmes altí› leg›i á alkymi’ina. Eitt kynstur, sum hann var sannur meistari í, og sum ofta var honum ein stór hjálp í royndunum at uppklára mál Tá hann ikki strí›ist vi› at uppklára brotsverk av ymsum slag, dámar honum sera væl at slappa av vi› eitt sindur av tonleiki, og í nógvar mátar tykist hann liva eitt sera fri›sælt lív, har eitt av stóru frítí›arítrivunum sjálvsagt er at fara til konsertir, og serliga er ta› t‡skur violin-tónleikur, sum hevur hansara stóra alsk. Hinvegin er ikki alt so lætt hjá honum. Hóast ta› ikki er ein lagna, sum hann hevur valt sjálvur, so er hann gamal drongur, men oftani droymir hann tó um Irenu Adler, sum var hansara einasta eina. C M Y Evni hansara at uppklára brotsverk hava ey›vita› eisini gjørt, at hann millum ár og dag hevur fingi› sær hópin av fíggindum. Millum teir mest vandamiklu teljast støddfrø›ingurin, James Moriarty, men eftir ein bardaga vi› Reichenbach fossin í Sveis eydna›ist tó Holmes at sleppa heiminum undan hesum bølmenni. Dey›in fanga›i eisini tveir a›rar av stóru fíggindunum. Charles Augustus Milverton var sambært Holmes ljótasti ma›urin í London, men hann mátti at enda geva skarvin yvir, tá hann var› skotin av eini kvinnu, sum hann hev›i kroyst ov hart, og Sir Grimesby Roylott, sum oftani var eftir Holmes, var› at enda sjálvur offur fyri slangunum, sum hann ætla›i skuldu taka lívi› av Holmes. Hóast hann gavst vi› arbei›i sínum í 1904, so var Holmes einstakar fer›ir aftur at síggja. Í 1907 hjálpti hann til, tá mor›i› á Fitzroy McPherson skuldi uppklárast, og í 1912 játta›i hann bretska uttanríkisrá›harranum at hjálpa til at seta eina njósnaradeild á stovn. Í hesum sambandi var hann í august mána›i í 1914 í Chicago, men si›ani hann kom aftur frá hesi fer›ini, hevur eingin hoyrt naka› til Sherlock Holmes.