Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 4 - 8. januar 2004 Nr. 4 - 8. januar 2004 5 DJ og karaoke Leygarkvøldið verður DJ-show og karaoke í Badmintonhøllini í Havn UNDIRHALD Tíðindaskriv Leygarkvøldið tann 10. januar verður DJ-show og karaoke í Badmintonhøllini í Havn. Nógv góð hit vóru frammi í árinum sum júst er farið afturum, og er hetta kvøldið fyrst og fremst ætlað til løg, sum hava verið frammi í 2003. Eisini fáa tey sum hava hug høvi til at syngja Karaoke. Nakað sum eisini var sera væl mótitikið í fjør í samband við tær sokall- aðu karaoke-kappingarnar. Men leygarkvøldið verður tað einamest fyri stutt- leikar. Tiltakið byrjar klokkan 23.30 og endar kl. 3.30 sunnunáttina. Bussar koyra aftur og fram, og longu nú ber til at bíleggja sær pláss á hesum. Randi vann hjá Elding C M Y K 5 4 Randi vann hjá Elding TÍÐINDASKRIV Fyri jól hevði Elding eina av sonevndu gitu-kapping- unum á skránni, har ein DVD-spælari og eitt sjón- varp kundi vinnast. Í sýnisglugganum hevði elding sett eina stóra lykt av gamla slagnum, og varð hendan fylt við nøtum. So var tað upp til kundarnar at gita, hvussu nógvar nøtir vóru í lyktini. Í alt vóru 585 nøtir í lykt- ini, og tað talið var tað eingin, sum gitti, men summi komu heilt nær. Randi Arge úr Havn metti sjálv, at einar 580 nøtir vóru í lyktini, og hetta var nærmasta skotið, so tá allir seðlarnir vóru eftir- hugdir, fekk hon at vita, at hon var hepni – ella skuldi man kanska sagt dugnaligi – vinnarin. Mánakvøldið fekk hon so sjónliga prógvið fyri vinningin handað.