Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 4 - 8. januar 2004 Nr. 4 - 8. januar 2004 7 Ingeborg Vinther: Kortanei til lønarsteðg fyri skattalætta – Føroya Arbeiðara- felag kundi aldrin funnið uppá at góð- tikið at lønarsteðgur verður settur í verk afturfyri eina avtalu um skattlætta, sigur Ingeborg Vinther LØNARSTEÐGUR OG SKATTALÆTTI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Føroya Arbeiðarafelag fer aldrin at ganga við til at gera eina avtalu um, at løn- irnar hjá verkafólki ikki skulu hækka meiri. Tað sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. Hon sigur, at tað er ein stór misskiljing, eru tað fólk sum hava fingið fatan av, at Føroya Arbeiðarafelag tekur undir við, at lønin skal ikki hækka meiri, men at skatt- urin skal lækka afturfyri, so at keypiorkan hækkar. – Eg havi ikki sagt eitt orð um lønarsteðg og eg góðtaki ikki lønarsteðg, sigur Ingeborg Vinther. – Hvussu kunnu vit tosa um lønarsteðg. Tað eru so nógv viðurskifti, sum ávirka keypiorkuna hjá fólki, sum vit ikki hava tað minstu ávirkan á, og tí ber ikki til at tosa um lønar- steðg, leggur hon afturat. – Eitt nú hækka vøruprís- irnir í heilum, umframt barnaansing, sjúkrakassar, sjónvarp, útvarp og onnur gjøld, og tí kunnu vit undir ongum umstøðum binda okkum til at lønirnar ikki skulu hækka. Hon sigur, at tað, sum hon hevur sagt, er, at Før- oya Arbeiðarafelag kann umhugsa at tosa við poli- tikarar um at lækka lønar- krøvini eitt sindur undir ávísum treytum. – Men tað er als ikki tað sama sum lønarsteðgur. Men skulu vit ganga við til at lækka lønarkrøvini eitt sindur, skulu vit hava eina eina 100% trygga avtalu um at skattur og avgjøld lækka, eitt nú mvg, oljuavgjaldið og onnur brúkaragjøld. Hon leggur dent á, at skal talan yvirhøvur vera um at tosa um lønarsteðg í verk, er tað ein avgjørd fortreyt at príssteðgur eisini verður settur í verk. Og tað sær hon sum eina ómøguliga uppgávu. – Vit hava onki príseftirlit og sostatt stendur handils- fólki frítt fyri at áseta teir prísir, sum teir vilja, uttan nakað sum helst eftirlit og undir slíkum umstøðum fara vit ikki at tosa um prís- steðg. Hon minnist einaferð, at príssteðgur var í Føroyum. Tá var pápi hennara fakfel- agsmaður og Petur Mohr Dam var løgmaður. Tá varð skipanin tann, at prís- steðgur varð settur í gildið, men landið betalti handils- monnum tað, teir mistu. – Hetta varð ein so dýr skipan fyri landið, at polit- ikarar tá á døgum gjørdu heilt greitt, at hetta fór aldrin at verða gjørt aftur. Hon vísir eisini á, at hon hevur ikki serliga stórt álit á politikarunum. – Men skulu vit yvirhøvur viðerða spurningin um at avmarka lønarkrøvini, skulu vit fyrst hava fulla trygd fyri, at skattur og avgjøld lækka so at keypiorkan hækkar, tí tað má hon. Men hetta er framvegis ikki tað sama sum at seta lønarsteðg í verk. Mugu tosa saman Men hon sigur eisini, at hetta er eitt so álvarsligt mál, at fakfeløgini mugu viðgera tað nógv meiri, áðrenn støða verður tikin. Samstundis má málið við- gerast nærri í Føroya Ar- beiðarafelag, so vit kunnu gera støðuna upp innanhýs- is fyri at vita, um hetta er nakað, sum vit yvirhøvur eru sinnað at taka upp, tí tað er slett ikki vist. Og hon leggur eisini afturat, at hesin spurning- urin kann í fyrsta lagi verða tikin upp við politikararnar eftir at eitt nýtt landsstyrið er skipað eftir valið. Bæði Norrøna og Smyril broyta ferða- ætlananina so at tað verður nógv truplari hjá fiskavirkjunum at arbeiða ÚTFLUTNINGUR AV FISKI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Suðuroy: Umstøðurnar hjá fiskivinnuni í Suðuroynni versna alsamt. Og nú verður tað enn truplari hjá flakavirkjunum. Orsøkin er, at ferðaætlanin hjá Norrønu verður broytt fyri at fáa sína ferðaætlan at passa saman. Og tá ið Norrøna broytir ferðaætlan, noyðist Smyril eisini at broyta ferðaætlan. Og tað er júst hósdagar, tá ið allur útflutningurin skal avstað, at ferðaætlanin verður broytt. Higartil hevur Smyril siglt úr Suðuroy hósdagar klokkan 17.30. Hetta er ein fiskivinnu- túrur burturav, tí hendan túrin fer allur fiskurin, sum er virkaður í Suðuroy í vik- uni, norður við Smyrli, so at hann kann fara av land- inum við Norrønu. Men nú verður hesin túr- urin framskundaður í heilar teir tímar, so frá næsta hós- degi 15. januar at rokna, fer Smyril at silgla klokkan 15.30. Hetta gevur fiskavirkjun- um í Suðuroynni tveir tímar minni a arbeiða í. Nógv av teimum, sum hava skil fyri fiskivinnuni hava sagt og skrivað, at besti máti hjá fiskivinnuni at yvirliva, helst í Suðuroy, er at leggja seg eftir at útflyta fesk fløk. Men til tað krevst, at gott ferðasamband er niður á meginlandið, so at tað slepst av við fiskin. Men tað, sum hendir er júst tað øvugta, at møgu- leikar at sleppa av við fesk- ar fiskavørur alsamt versna. Fyri nøkrum árum síðani sluppu virkini í Suðuroy av við fiskin fríggjadagar seinnapartar. Men í 1996 varð Teistin seldur og tá helt beinleiðis skotlands siglingin hjá Strandferðsluni uppat. Eftir tað fór Norrøna at flyta tann feska fiskin og síðani hevur Smyril verður noyddur at laga sína ferða- ætlanin eftir Norrønu. Í fyrstuni sigldi Smyril sostatt úr Suðury hóskvøld klokkan 19.Men síðani hevur Norrøna framskund- að ferðaætlanina tvær ferð- ir og Smyril hevur verið noyddur at fylgt við. Fyrst var fráferðin hjá Smyrli sostatt framskundað til kl. 17.30, sum hon er nú, men nú verður hon so aftur frasmskundað tveir tímar afturat, til klokkan 15.30. Høvdu onki val Kristiani Davidsen, stjóri á Strandferðsluni sigur, at Strandferðslan hevði onki val. – Smyril Line hevur boð- að okkum frá, at fráferðin hjá Norrønu verður fram- skundað og flyta vit ikki fráferðina hjá Smyrli tveir tímar, sleppa suðuroyingar ikki av við við fiskin yvir- høvur og tað hevði verið ein ólukka fyri vinnulívið. Men hann ásannar eisini, at tað er ivaleysa óheppið, at fráferðin verður flutt tveir tímar, tí hann veit, hvussu stóran týdning, nett- upp hesin túrurin seinna- partar hósdagar hevur fyri suðuroyingar. Tað, sum nú hendir, er, at frá 10. januar verður ferða- ætlanin hjá Norrønu broytt, so at hon framyvir siglir av Havnini hóskvøld kl 20.30 ístaðin fyri kl 22.00, tvs, at fráferðin er framskundað hálvanannan tíma. Sostatt kemur Smyril hereftir at sigla soleiðis hósdagar seinnapart frá 15. januar at rokna: Av Drelnesi hósdag kl 15.30 (ístaðin fyri kl 17.30) Av Havnini hóskvøld kl 19.00 (ístaðin fyri kl 21.00) – Eg havi ikki nevnt lønarsteðg við einum orðið: Tað sigur seg sjálvt, at lønarsteðgur kann ikki ikki koma uppá tal hjá verkafólki, sigur Ingeborg Vinther Aftur eitt bakkast fyri fiskivinnuna í Suðuroy Smyril broytir nú fráferð úr Suðuroy hósdag, so tað verður enn truplari at arbeiða fisk í Suðuroy. Broytingin er ein avleiðing av, at Norrøna broytir sína ferðaætlan At vit nú skulu noyðast at at gevast at arbeiða á miðdegi hósdagin er avgjørt eitt stig tann skeiva vegin, siga virkis- leiðarar í Suðuroy ÚTFLUTNINGUR AV FISKI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – At Smyril framskundar fráferðina úr Suðuroy hósdagar, er eitt stórt bakkast fyri fiskavirkini, sum útflyta fesk fløk. Tað eru virkisleiðarar í Suðuroy samdir um. Bjarni Hansen, virkis- leiðari á Fiskavirking á Tvøroyri sigur, at umstøð- urnar at virka feskan fisk í Suðuroy, eru nú so truplar, at Fiskavirking á Tvøroyri arbeiðir við at leggja framleiðsluna fyri ein stóran part, um til at útflyta fryst. Magnus Jespersen, stjóri á Delta, sigur, at tað gongur bara skeivan vegin og at tað avgjørt er eitt bakkast, at virkini nú skulu noyðast at gevast at arbeiða á miðdegi hósdag. Hann sigur, at tað verður truplari og truplari hjá feskfiskavirkjunum at arbeiða. Kappingarførið versnar Eisini Rógvi Reinert, stjóri á flakavirkinum í Hvalba, sigur, at hetta er avgjørt eitt stig tann skeiva vegin. – Hetta ger, at fram- leiðslutíðin verður tað styttri. Onkur vildi kanska sagt, at tað ber til at heinta tað innaftur í hinum end- anum og byrja eitt sindur fyrr. Men so koma vit inn í yvirtíð, sum er nógv dýrari fyri virkið. – Alt í alt er hetta tískil eitt stórt afturstig fyri kappingarførið hjá virkj- unum. Hann hevur ikki kannað ferðaætlanina út í æsir, men skal hetta eisini føra við sær, at fiskurin kemur at liggja longri og bíða, er hetta eisini eitt afturstig fyri dygdina. – Førir hetta, at fráferð- irnar eru framskundaðar, ikki eisini við sær, at keypararnir fáa fiskin eitt sindur fyrr, verður fiskur- in tað eldri og tað er ikki fremjandi fyri dygdina, sigur Rógvi Reinert. Gongur bara skeivan vegin hjá fiskivinnuni í Suðuroy Í Rytuvík og Æðuvík fingu tveir ungir menn skaða av vanda- miklum fýrverki, sum teir sendu upp nýggj- ársaftan. Annar drongurin fekk 10 pentur í andlitið; hin breyt hondina í fimm støðum. Báðir brendu seg, og heppið var, at teir ikki mistu eyguni FÝRVERK Nýggjársaftan fingu tveir ungir menn, Kristian Olsen í Rytuvík (16) og Tummas Johannesen í Æðuvík (24), rættiligan skaða av fýrverki. Hendingin í Rytuvík fór fram stutt fyri kl. 23 og hendingin í Æðuvík stutt fyri midnátt hetta kvøldið. Báðir fingu teir skaða av sama slagi av fýrverki, har sonevndar tivolikúlur verða koyrdar niður í eitt rør. Eftir hvat Sosialurin hevur skilt, stóðust eisini aðrir skaðar av hesum fýrverki kring landið. Tað var eisini hetta slagið, sum tók lívið av einum dana nýggjársaftan. Í leysari luft Mamma Kristian Olsen, Laura, var saman við øðr- um á staðnum í Rytuvík, tá ið sonurin var fyri ógvus- ligu hendingini, sum kundi endað við eini rættiligari vanlukku. Fýrverkið varð nýtt eftir forskriftunum, men eftir hvat skilst, kann hetta slag- ið av fýrverki vera rættiliga vandamikið. Fjúsið, sum koyrt verður niður í rørið, er meira enn hálvan metur langt, men hvørki í Rytuvík ella Æðu- vík sóu ungu menninir fjús- ið nakrantíð brenna. Alt eksploderaði, og tá ið hetta fýrverk er rættiliga kraft- mikið, er ikki gamansleikur at vera fyri kúlunum, sum koma upp úr rørinum. Fýr- verkið eigur ikki at eks- plodera, fyrr enn tað er ko- mið langt upp í luftina. Í Rytuvík hendi tað, at ein av hesum kúlum kom upp undir øsið á Kristiani, og so mikið stór var megin, at drongurin lyftist upp frá og datt afturav. Hann slerdi økslina í lendið aftanfyri og fekk rættiliga ilt. Kristian fekk sjey pentur í kjálkan, tríggjar í høkuna og brendi seg annars í and- litið. – Tað fyrsta, sonurin rópti eftir hendingina, var: "Eg síggi…!" Laura sigur, at tey stúrdu fyri, at hann hevði mist ann- að eygað, tí alt eygað var bera krút, og eygnahár og eygnabrýr vórðu sviðin burtur. Breyt hondina Hendingin í Æðuvík var ikki minni álvarslig enn hendingin í Rytuvík. Sum skilst, tók Tummas hondina uppfyri, tá ið fýrverkið eksploderaði. Hetta kostaði honum tríggj- ar brotnar fingrar og tvey brot á handliðin. Haraftrat brendi Tummas seg í nøsina og pannuna. Kristian og Tummas komu á skaða- stovuna á Landssjúkrahús- inum um nøkulunda somu tíð, men umframt kvinn- una, sum tók ímóti teimum, var bert ein lækni á vakt. Hetta merkti, at onnur, sum komin vóru at skaðastov- una við eitt nú børnum, ið høvdu fingið smærri bruna- sár og annað, noyddust at bíða, til teir báðir vóru viðgjørdir. Laura sigur, at Kristian og Tummas vóru til viðgerðar á skaðastovuni samstundis, og Kristian lá á skaðastovuni í hálvan fjórða tíma. – Sum vit skiltu, var eingin tilkallivakt hetta nýggjárskvøld, og tískil máttu einir fimm sjúklingar, sum komnir vóru á skaða- stovuna, bíða rættiliga leingi, áðrenn teir sluppu fram at við børnum sínum. Seinni hava Kristian og Tummas eisini hitst á Heilsumiðstøðini í Runa- vík, har teir hava verið til eftirkanningar og reinsing- ar. Tað er á Heilsumið- støðini, myndirnar, sum vit prenta saman við hesi greinini, eru tiknar. Reyði Krossur Laura heldur, at um ikki tilkallivakt var eina slíka nátt, so kundi eitthvørt ann- að verið gjørt, soleiðis at fólk fingu eina fyrstuhjálp. – Tað eru fleiri, sum brúka samarittar hjá Reyða Krossi, tá ið ymisk tiltøk og stevnur eru. Hesir kosta einki. Tað hevði lætt um hjá teimum, sum bíðaðu, um onkur var at taka sær av teimum hesa náttina. Henda hjálp kundi verið veitt uttanfyri skaðastovuna – um ikki á sjálvari skaða- stovuni. Onkur var, sum hevði smærri brunasár, og onkur var, sum bløddi. Slíkt kundi hond verið tikin um, heldur hon. vj Fingu stóran skaða av fýrverki Ein harður umgangur. Tað er ikki gamansleikur at fáast við nýggju og kraftmiklu sløgini av fýrverki Hondin á Tummasi sær ikki vøkur út. Tríggir brotnir fingrar og tvey brot á handliðinum Hetta sær ikki so tespiligt út. 10 pentir í andlitið og brunasár. "Eg síggi…" rópti Kristian, tá ið hann kom fyri seg aftur C M Y K 7 6