Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juni 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Helst verður tað næsta hósdag at avgerðin fellur – Kemur landsstýrið ikki aftur við einum góðum úrsliti av fundinum hósdagin, er fullveldisætlanin helst kolldømd, heldur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins inum fyri, at halda fast um eina skiftistíð uppá eini fýra ár. – Eg havi ongum donsk- um politikara møtt enn, sum ikki tekur undir við stjórnini í hesum málinum. Formaður javnaðarfloks- ins vísur eisini á, at stjórnin hevur greitt víst aftur, at út- seta ígildiskomuna av full- veldissáttmálanum fyri at „keypa“ Føroyum nøkur ára eyka skiftistíð afturat. – Tað er heilt greitt, at úrslitið av samráðingunum ímillum Føroyar og Dan- mark skal setast í verk bein- anvegin. Skal sáttmálin ikki koma í gildi um eini 10-15 ár, so verða samráðingarnar heldur ikki fyrrenn tá. – Sostatt er tað onki, sum bendir á, at skiftistíðin verð- ur longri enn tey fýra árini, sum stjórnin fleiri ferðir hevur fráboðað. Stendur og fellur So er spurningurin, hvar fullveldisætlanin stendur, um skiftistíðin ikki verður longri enn fýra ár. Jóannes Eidesgaard held- ur, at tað er mangt, sum bendir á, at fullveldisætl- anin stendur og fellur við tí, sum fæst burturúr næsta samráðingarfundi hósdagin. –Tað, sum er serliga á- hugavert, er, at nú er full- veldismálið gjørt til eina danska avgerð, tí nú er tað danska stjórnin sum ger av, antin vit fáa fullveldið ella ikki. Tað veldst alt um hvat stjórnin vil ganga við til av skiftistíð. –Og tað haldi eg, er ein ógvuliga mannminkandi støða fyri føroyingar. – Men tað er júst tað, sum løgmaður ger, tí nú hevur hann tríggjar ferðir kunn- gjørt, at verður skiftistíðin bara trý, fýra ár, verður ikki ÁKI BERTHOLDSEN Hósdagurin verður allar- helst ein heilt avgerðandi løta fyri fullveldisætlanina hjá landsstýrinum. Tað heldur Jóannes Eid- esgaard, formaður javnað- arfloksins. Hósdagin verður triði samráðingarfundurin ímill- um landdsstýrið og donsku stjørnina um føroyskt full- veldi. –Og tað er mangt, sum bendir á, at hetta verður fundurin, sum fer at gera av, antin, antin fullveldisætlan- in kollsiglur, ella ikki. Jóannes Eidesgaard held- ur tað vera ógvuliga lítið sannlíkt, at partarnir fara at samráðast um smálutirnar í einum møguligum fullveld- issáttmála fyri Føroyar. –Helst verða tað tey stóru málini, sum fara at merkja fundarskránna og á fremst av øllum, skiftistíðin. Jóannes Eidesgaard ivast stórliga í, um tað uppá nakr- an máta fer at bera til hjá landsstýrinum fáa eina longri skiftistíð enn tey trý, fýra árini, sum danska stjórnin ferð eftir ferð hevur boðað frá, verður tað, sum hon kann strekkja seg til. – Danska stjórnin hevur ferð eftir ferð gjørt greitt, at talan verður bara um eina skiftistíð upp á trý, fýra ár. Og tað er ongin ivi um, at danska stjórnin hevur heilt stóra undirtøku í fólkating- talan um nakra fólkaat- kvøðu. –Og vit mugu ganga út- frá, at fullveldið verður ikki sett í verk, uttan at eina fólkaatkvøðu. –Tí mugu vit eisini ganga útfrá, at sostatt er fullveld- ismálið kollsiglt. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað tí er vælhugsandi, at løgmaður eftir samráðing- arfundin hósdagin verður noyddur at leggja kongin og at viðurkenna fyri Føroya fólki, at landsstýrið rakk ikki málinum. – Og tað verður spenn- andi at síggja, hvussu løg- maður loysir tann trupul- leikan. –Í øðrum londum rund- anum okkum er tað vanligur siður, at ein stjórn leggur frá sær, tá ið ein so stór, politisk ætlan miseydnast, so at onn- ur kunnu sleppa framat. – Men møguliga kemur løgmaður heldur til ta nið- urstøðu, at tað er vert at royna einaferð afturat, men við einum øðrum samráð- ingaruppleggið til donsku stjórnina. Og tað verður helst eitt upplegg, sum meiri fer at líkjast tí, sum javnaðar- flokkurin hevur lagt fram. – Eg vænti tó, at tað verð- ur trupult saman við tjóð- veldisflokkinum, tí hann hevur ferð eftir ferð gjørt púra greitt, at ríkisfelags- skapurin er markið fyri, hvat flokkurin vil góðtaka. Og tað skal skiljast so- leiðis, at tjóðveldisflokkurin vil ikki góðtaka nakra sum helst avtalu við danir, sum ikki ber í sær, at Føroyar fara úr ríkinum. – Tað verður ringt at siga, hvussu leikur ferð, men eftir næsta samráðingarfund fer uttan iva okkurt at henda, sigur Jóannes Eidesgaard. – Eg vænti, at tann næsti fundurin hósdagin verður heilt avgerðandi fyri fullveldisætlanina hjá landsstýrinum. Og aftaná fundin kann tað væl henda, at løgmaður noyðist at leggja kongin, heldur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins Tónleikafestivalur in Summartónar var fyrstu ferð í 1992. Tað vóru føroysk tóna- skøld og tónleikarar sum tóku stig til festivalin og að- alendamálið var at fáa før- oysk tónlistaverk framførd á so høgum støði sum gjør- ligt, bæði av vitjandi út- lendskum - og føroyskum tónleikarum. Festivalurin Summartónar hevur verið á hvørjum árið síðani og er hann vaksin munandi síðani byrjan. Nógv føroysk verk eru hesi árini løgd avtrat føroyska tónleikaskattinum, og fleiri eru nýggju føroysku tónaskøldini, sum hava sett av við at hava fingið framført tónleik í samband við Summartónar. Eisini hava føroyskir tón- leikarar, bæði herbúgvandi og tey sum búgva í útlond- um, havt stóra gleði og menning av festivalinun. Hann er blivin árliga savn- ingarstaðið fyri føroysku klassisku tónlistafólkini. Í ár verður Summartónar frá 23. juni til 3. juli og verða konsertir um alt land- ið. Høvuðsdenturin á festi- valinum í ár verður lagdur á norðurlenskan tónleik av íslendska tónaskaldinum Atli Heimir Sveinsson og dananum Ib Nørholm, men eisini verður hugt útum norðurlond og har verður denturin í ár lagdur á Johannes Brahms. Fyriuttan hetta, og nógv føroysk verk, verður eisini spældur alskins annar klass- iskur tónleikur teir 11 dag- arnar festivalurin varðir. Sum nakað nýtt verður í ár kórstevnan Atlantsljómur hildin sum sjálvstøðugur partur av Summartónum. Kórstevnan verður hildin í tíðarskeinum 26/6 til 2/7- 2000 og endar við tveimum konsertum í Norðurlanda- húsinum 1. og 2. juli 2000. Hetta er á øðrum sinni, at „Atlantsljómur“, í núver- andi hami, verður fyriskip- aður í Føroyum. Fyrstu ferð var í 1998, tá ið ‚Verdis Requiem‘ var framført á tveimum sera væl eydnað- um konsertum í Norður- landahúsinum. Tað árið vóru 4 luttakandi kór; eitt úr Íslandi, tvey úr Noreg og eitt úr Føroyum. Orkestrið var Lyngby-Tårbæk Symf- oniorkester úr Danmark og solistarnir vóru úr Íslandi og Polandi, og dirigentur úr USA. Á konsertunum í ár verða trý verk eftir Johannes Brahms framførd, byrjað verður við ”Akademische Festoverture” fyri orkestur, síðani ”Schicksalslied” fyri kór og orkestur og endað verður við megnarverkinum „Ein Deutsches Requiem“ sum eisini er fyri kór og orkestur. Kórið og orkestrið er hesuferð sett saman av tónleikarum og sangarum úr Norra, Danmark, Eysturríki og Føroyum. Solistarnir eru úr Danmark og Føroyum, meðan dirigenturin kemur úr USA. Tað eru Føroysk Tóna- skøld, sum í neyvum sam- starvið við Norðurlandahús- ið og Atlantsljóm leggja festivalin tilrættis. Atgongumerkini til kon- sertirnar verða at fáa í Norð- urlandahúsinum. Skráin verður kemur at liggja frammi á støðum um alt landið fyrsta dagin. Tónleikafestivalurin summartónar byrjar 23. juni 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 109 - 9. juni 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Undirbrotligheitin Viðmerking: Vit hava ikki ábyrgdina av flóttarfólkamálum, tí kunnu vit ikki taka støðu í málinum ella geva viðmæli um serbisku flóttafólkini. Vit føroyingar eru bert at meta sum eitt komm- unustýri í hesum málinum. Hettar eru orð Høgna Hoydals. Um Føroya Landstýri var at meta sum eitt kommunustýri, so hevði danska stjórnin neyvan biðið um tilmæli frá Føroya Landstýri. Høgni Hoydal hevur sjálv- ur úttalað seg um hettar málið fyrr, og liggur nú sum hann sjálvur hevur reitt og torir eftir øllum at døma ikki at taka støðu í málinum. Føroya Landstýri tørvar ikki nøkrum evsta valdi fyri at geva eitt tilmæli, ið við vissu verður fylgt av donsku myndugleikunum. Tað tykist sum um, at parolan, ið sigur, at tá vit fáa fullveldi, so verður alt gott, eisini umfatar, at vit kunnu ikki hettar og hava ikki heimild til hattar uttan so, at vit fáa fullveldi. Er tað so, at Føroya landstýri roynir at skáka sær undan ábyrgd við at tosa um heimildir, so er spurningurin, um teir ikki áttu at givið skarvin yvir til flokkar, ið megna at liva upp til ta ábyrgd, ið teir hava fingið frá føroysku veljarunum. Løgið er, at føroyingar ikki kunnu frá- ella tilmæla um flóttarfólk, tí at lóggáva um økið ikki er uppá pláss og at heimildirnar liggja í Danmark. Landstýrið himpraðist ikki við at innkalla útlendskar sendiharrar og sendi- stovustarvsfólk til sokallaðan kunnandi fund um fullveldisætlanina í Keypmannahavn, hóast Føroya Landstýri formelt ikki hevur uttanlandsmál. Heldur Høgni Hoydal eisini, at vit skulu gevast við at samráðast um fiskiveiðuavtalur við aðrar tjóðir, tí vit ikki hava evsta vald og fullu ábyrgdina av uttan- landsviðurskiftum? Í einum landi við 46.000 íbúgvum má vænt- ast, at viðhvørt stinga mál seg upp, har øll lóggáva ikki er uppá pláss. Sjálvandi er best, um lóggáva er fingin uppá pláss, men eitt Landstýri kann ikki seta seg hendur í favn og bíða við avgerðum í upp til fleiri ár, tí lóggáva ikki er gjørd til fulnar. Vit mugu ansa eftir, at tað ikki eydnast hesari samgonguni at steðga øllum upp fyri at royna at fáa tesuna, har einki ber til uttan fullveldi, til veruleika við ikki at vilja taka støðu, tí tað sambært teimum undirbrotligu ikki ber til undir heimastýrislógini. Siðvenja er, at tá føroyingar fyrst hava fingið avgerð- arrætt á einum øki, so verður hann ikki tikin frá okkum aftur. Eitt er vist, og tað er, at um danska stjórnin gav serbisku flóttafólkunum uppihaldsloyvi í Føroyum utttan at spyrja Landstýrið eftir, so hevði verið ramaskríggj úr Føroyum. Pínligt er tað, men kann tað veruliga hugs- ast, at Landstýrið stingur høvdið í sandin, og vil ikki taka støðu í flóttarfólkamálum, tí lættast er at sleppa frá í slíkum kensluborn- um málum? Leygardagin kl:10.00 hev- ur 8. b á Venjingarskúla- num ein stóran marknað- ardag úti á stóra vøllinum við Læraraskúlanum. Har verður m.a: ponyríðing, fiskibrunni, hoppiborg, matsøla og mangt annað. Í Marknaðardagurin er til frama fyri námsferð hjá flokkinum í august mánaði til London. Marknaðardagur á Venjingarskúlanum Tað eru ikki bert bispar og kongalig, sum vitja Havnina á hvítusunnu. Heili 16 fólk koma úr Danmark at hava eina sokallaða krossferð (møtirøð) í Havn á hvítu- sunnu. Danski vekingarfel- agsskapurin „Evangelist“ hevur leigað ítróttarhøllini á Hálsi á hvítusunnu, har ein fýra daga krossferð við vek- ingarfundum og bíbliuund- irvísng verður hildin. Tiltakið er gjørt í sam- starvi við seks føroyskar samkomur, men tað er „Ev- angelist“, sum hevur fíggj- arligu ábyrgdina av kross- ferðini, sum hevur eina kostnaðarætlan uppá kr. 150.000 krónur. Aftan fyri felagsskapin „Evangelist“ stendur Christian Hede- gaard, ein 33 ára gamal prædikumaður úr Danmark. Hann hevur fyrr prædikað á krossferðum á afrikanska heimspartinum, men hesi seinnu árini er hann hildin uppat at ferðast so nógv fyri heldur at prædkia á okkara leiðum. Á krossferðum í Afrika sær hann, hvussu menniskju taka við evangeliinum og verða frelst, fríað frá illum andum og grødd frá enntá ógrøðandi sjúkum. Tað sama væntar hann fer at henda í Føroyum. Føroying- ar skulu síggja kraft Guds virka á vekingarmøtunum í ítróttarhøllini á Hálsi, sigur Christian Hedegaard, evan- gelistur. Samkomurnar, sum sam- starva um tiltakið vænta stór ting undir krossferðini, og tær hava longu havt sam- band við fleiri í felagsskap- inum „Evangelist“. Í mars mánaða var danska sangkvinnan Lena Løbner í Føroyum fyri at savna eitt tvørkirkjuligt gospelkór við 40 - 50 sangarum, sum skulu luttaka við sangi og tónleiki undir krossferðini á hvítusunnu, og í mai mán- aði var ein ungdómsbólkur her og vitjaði. Í sama mán- aði var bókin „Sejr ov dæ- moner“ útborin í hvørt heim í Havnini. Umframt hesi 16 fólkini úr Danmark, kemur kendi norski prædikumaðurin En- evald Flåten eisini at lut- taka. Krossferðin byrjar fríggjadag og endar 2. hvít- usunnudag. Hvønn dag verður seminar frá kl. 10.15 til kl. 12.15 og frá kl. 14.15 til kl. 16.15. Vekingarfundur verður fríggjadag og leyg- ardag kl. 20.00 og 1. og 2. hvítusunnudag kl. 18.00. Tað verða tó ikki bert út- lendingar at síggja á palli- num í Ítróttarhøllini á Hálsi á hvítusunnu; limir úr sam- komunum, sum samstarva við Evangelist, luttaka ak- tivt á stevnuni. Samkomur- nar, sum samstarva við „Ev- angelist“ eru: Betania, Skopun; Keldan í Skála- botni; Lívsins Orð í Runa- vík; Rhema í Havn; Evang- eliihúsið í Havn; Filadelfia í Havn. Stór hvítusunnustevna í Havn Nú sær út til, at eggið er farið at læra hønuna. Í Gøtu hevur stríð altíð staðið um og úr missiónshúsinum, Uni tú skalt vita, at tað eru fleiri, sum eru skelkað av ung- dómi í Gøtu, tú ert ikki fyrsti persónur, sum ikki ert góður nokk fyri fundament- alistarnar í missiónshúsi- num í Gøtu, tað er hent fyrr, tað er ikki vert at ríva upp gomul sár her. Uni, vónandi tekur tú ikki hesi ungu so tungt, og vónandi kemur tú skjótt aftur til Gøtu at hava gudstanastu í okkara fínu kirkju. Olofsson kom, hann sáð- aði, og tað bleiv tann bera svartaspilla, tað besta er so, at vit eru sloppin av við handan mannin, og at nú kann man fara til gudstæn- astu uttan at føla, at man verður fyltur við hatri og óndskapi móti øllum. Eitt annað er eisini, hvussu ber tað til, at Olofsson skal vera best lærdur prestur í ríki- num, hann fær ikki eitt tað einasta arbeiði sum prestur í Danmark. Hann skuldi við sínari vitan minst verið bispur, kanska staðið enn nærri Pávanun enn tað, við allari tí vitanini hann sigst hava. Til ungdómin í missións- húsinum í Gøtu eri eg sum foreldur helst noyddur at taka tað støðu, at børn míni ikki kunna koma í slíkt stað, har bert tílíkur óndskapur er. Man følir sum um tað eru islamskir fundamentalistar úr Iran, sum eru komnir og hava tikið maktina har. Eitt uppskot kundi verið at sunnudagsskúli var sam- stundis sum gudstanastan, Tøkk til ungdóm úr Gøtu hann kundi verið í kjallar- anum, so kundu foreldur og børn farið samstundis og kanska fingið nakað gott burturúr. Til prestarnar standi sam- an, um tað er neyðugt verið so bara vekk úr misiónshús- inum, har er onki gott at heinta kortini. Til seinast vóni eg, at tit skamma tykkum, eg føli sera stóra skomm av at vera bygdarmaður tykkara. Við vón um betran. Jeffri Olsen Syðrugøta Hvat vilja føroyingar, sam- band ella loysing? Tað er tað, sum politiska stríðið stendur um. Vit í Sambands- flokkinum hava ongantíð verið í iva um - at tað er í ríkisfelagsskap- inum, at Føroyar kunnu ger- ast alt meira sjálvbjargnar. - at tað er í ríkisfelagsskap- inum, vit varðveita og menna vælferðarsamfelag- ið. - at tað er í ríkisfelagsskap- inum, vit geva komandi ætt- arliðum fjølbroyttar møg- uleikar eisini í altjóða høpi. Landsstýrið og tey sum standa aftanfyri tað, vilja hava loysing frá hinum part- inum av ríkinum. Eydnast henda loysingarætlan, so fær hon ikki bara álvarsligar fíggjarligar avleiðingar fyri Føroya fólk, men føroying- ar missa eisini grundlógar- tryggjaði rættindi, sum ikki kunnu metast nóg høgt. Landsstýrið má frá Sitandi samgonga bleiv skipað júst til at fremja loys- ingina. Tí má tað vera so- leiðis, at eydnast tað ikki landsstýrinum at fremja sín altavgerandi málsetning, so má landsstýrið fara frá og val útskrivast. Ein miseydnaður poli- tikkur, má fáa politiskar av- leiðingar. Alternativið Alternativið til politikkin hjá landsstýrinum er Ný- skipanaruppskot Sam- bandsfloksins. Føroya fólk vil hava ný- skipanir av ríkisviðurskift- unum, og ikki loysing. Tí eigur landsstýrið at leggja frá sær, so at vit kunnu fara undir arbeiði, sum er at fremja fólkaviljan. Loysingarætlanin hevur kostað alt ov nógv Vit skulu minnast til, at verandi landsstýri hevur staðið fyri eini politiskari ætlan, sum bæði hevur kost- að hópin av milliónum krónum, og hevur sett nær- um alt annað til síðis í før- oyska samfelagnum í tvey ár. Umframt tað, hevur pol- itikkur samgongunar for- pestað viðurskiftini í ríkis- felagsskapinum á flestu økj- um. Slíkt má sjálvandi fáa pol- itiskar avleiðingar beinan- vegin. Alternativið er Ný- skipanaruppskot Sam- bandsfloksins, sum er ein nýmótansger ríkisviður- skiftunum samsvarandi fólkaviljanum. Landsstýrið má tí fara frá, so at aðrar kreftir kunnu fara undir hetta arbeiðið. 7. juni 2000 Edmund Joensen Samband ella loysing