fríggjadagur 9. juni 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 109 - 9. juni 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 109 - 9. juni 2000
støðirnar kring landið
Í Gundadali
tel. 31 47 70
Í Kollafirði
tel. 42 10 83
Í Saltangará
tel. 44 91 33
Í Klaksvík
tel. 45 73 53
Í Sørvági
tel. 33 20 01
Í Leirvík
tel. 44 33 60
Í Skálafirði
tel. 44 12 00
VIKA 23
VIKA 23
1 American Pie
1 American Pie
2 Thomas Cr
2 Thomas Crown Af
own Affæren
en
3 T
3 Teaching Mrs. T
eaching Mrs. Tingle
ingle
4 End of Days
4 End of Days
5
5 Generalens datter
Generalens datter
6 Instinct
6 Instinct
7 She's all that
7 She's all that
8
8 Fight Club
Fight Club
9 Deep Blue Sea
9 Deep Blue Sea
10 Simon Sez
10 Simon Sez
p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0
007 The World is
Not Enough
Ninth Gate
Mickey Blue Eyes
Sýningarnar lata upp aftur
Ikki fyrstu ferð
RÆTTING: Í vikuni skrivaðu vit greinastubba
um Andras Olsen, ið er komin við í úrmæl-
ingabólkin Orkester Norden. Upplýst varð,
at hetta var fyrstu ferð, at føroyingur er við.
Andras hevur gjørt vart við, at so er ikki.
Sjálvur var hann við í 1993, í 1999 og so
aftur í ár. Mikal Blak var við í bólkinum í
1994 og 1995.
Andras leikar trombon og brátt skal hann
til Svøríkis, har venjingarnar til konsertirnar
í summar byrja.
- blðm -
Eftir at hús og framsýningar eru umvæld, hevur Náttúrugripasavnið aftur latið hurðarnar upp við stásiligum sýning-
um og nýggjum og áhugaverdum savnstilfari
DAGFINN OLSEN
Eftir at hava umvælt hús og
framsýningar, er aftur veru-
liga komið skikkur á aftur á
Náttúrugripasavninum.
Nú eru hurðarnar aftur
opnar fyri vitjandi og eftir
at bert sýningar á leysum
veggum hava verið, eru nú
aftur veggfastar sýnngar.
Grias
Fuglar, plantur og fiskar.
Og eisini løgnir fiskar.
Í 1997 kom undan kavi á
Føroya Banka leiðini ein
undarligur fiskur, ið fekk
kelinavnið Grias. Ein sjáld-
samur fiskur, sum ikki er í
mongum eintøkum oman-
fyri vatnskorpuna kring
knøttin.
Eisini eru onnur nýggj og
forvitnislig savnsfyribrigdi
at uppliva og hyggja at hjá
vitjandi.
Ikki allir eru vakrir. T.d.
er stóra Laksastyrjan at
síggja. Hon sigst smakka
væl betri, enn hon sær út og
er til tíðir at fáa á gistingar-
húsum í Føroyum.
Tað er Kristian Meitil, ið
hevur gjørt framúr avstoyp-
ingarnar úr plasti av havsins
íbúgvum. Hann var konser-
vator, til hann fór frá fyri
kortum.
Grindir
Hvalir og beinagrindir av
hvalum eru komnar upp at
hanga og tann risastóri
skølturin av einum Augusti
er eisini at síggja. Henda
hava tey á Náttúrugripa-
savninum sjálvi fingið á
savnið, eftir at Augusturin
rak á land í Rituvík. Hetta
er ein hannur, tí tað eru bert
teir, ið eru á leiðini kring
Føroyar.
Náttúrugripasavnið hevur
um dagarnar eisini givið út
plakatir og kalendara við
fuglamyndum fyri 2001 og
bókina Flora. Eisini ber til
at vitja á heimasíðuni
www.ngs.fo, har eisini listi
er yvir plantur býttar upp
eftir økijum, har tær vaksa
í Føroyum. Eisini er ein
Listahátíð Føroya
Norðurlandahúsið hevur ætlanir um broytingar í
festivalpolitikkinum og at stovna Listahátíð føroya
Einar 10 til 14 dagar í august ætlar
Norðurlandahúsið at hava Listahátíð
Føroya. Fyrireikingar eru gjørdar at seta
á stovn Listahátíð Føroya – viðtøkurnar
fyri Listahátíð Reykjavíkar umsettar –
og fundir hava verið við umboð fyri
Jazzfestivalin, Summartónar og Fólka-
tónleikarastevnuna, LISA, Tórshavnar
Býrað og Undirvísingar- og Mentamála-
Myndir: Jens Kristian Vang
nýggj planta, sum varð
funnin í fjør, at síggja.
Uttanfyri savnið er eisini
ein føroyskur botaniskur
havi at síggja.
Grias kom av Føroya
Banka í 1997. Hann er
sjáldsamur og kring knøtt-
in eru ikki mong eintøk
omanfyri vatnskorpuna
Eftir at hava umvælt
hús og framsýningar, er
aftur veruliga komið
skikkur á aftur stásiligu
framsýningarnar á
Náttúrugripasavninum
stýrið. Tað vísir seg, at hugskotið fær
góða undirtøku.
Stovnandi aðalfundur hevur verið og
umboðsráð skal veljast.
Í viðtøkunum stendur m.a., at Lista-
hátíð Føroya er stovnur, ið fyrireikar og
skipar fyri listastevnu í Tórshavn og
aðrastaðni í Føroyum… Miðað verður
eftir at halda stevnu hvørt ár. - do -
Greiða frá
Opið er gerandisdagar frá
klokkan 11 til 16 á Náttúru-
gripasavninum. Tað kostar
20 krónur at koma innar,
men skúlanæmingar sleppa
ókeypis.
Tað eru lívfrøðislesandi á
Fróðskaparsetrinum,
ið
greiða frá og vísa teim vitj-
andi runt á Náttúrugripa-
savninum.
Dorete Bloch,
savnsstjóri, vísir
Laksastyrju, ið ikki er
vakur fiskur, men sum
sigst smakka væl betur,
enn ein kann ímynda
sær. Fæst til tíðir á
gistingarhúsum
JAN MÜLLER
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður heldur ikki, at nøkur
kúvending er hend frá
lands-stýrisins síðu, nú eftir
at Anfinn Kallsberg, løg-
maður hevur úttalað seg til
fjølmiðlarnar um, at halda
danir fast við eina skiftistíð
uppá 4 ár, so verður eingin
fólkaatkvøða.
- Landsstýrið hevur nú í
tvey ár fyrireikað seg til
samráðingarnar við danir og
gjørt er eitt ítøkiligt sátt-
málauppskot. Tveir fundir
hava verið um tað. Tann
fyrsti fundurin gekk við at
fáa danir at góðkenna hetta
uppskot sum samráðingar-
upplegg. Tað noktaðu danir
fyri á fyrsta fundinum, men
semja varð loksins kortini
um, at hetta skuldi vera
grundarlagið undir samráð-
ingunum. Á tí næsta fund-
inum fingu vit politiskar
ábendingar um, at øll tingini
fóru at koma uppá pláss
uttan tann búskaparliga
partin, sigur landsstýris-
maðurin, sum heldur tað
vera heilt týðuligt, at tað er
tann búskaparliga skrúvan,
sum skal spennast um tuml-
arnar á landsstýrinum í hes-
um føri. Og tað er hetta,
sum løgmaður reagerar
uppá.
-Vit hava bygt okkara
fyrireikingararbeiði uppá
tær avtalur, sum vit hava
gjørt við donsku stjórnina.
Tað var jú ein greið avtala,
at vit skuldu gera útgrein-
ingararbeiðið, og vit skuldu
koma við útspælinum. Tað
stendur eisini í avtaluni frá
10. juni 98 í grein 9, at vit
samráðast um føroyskt full-
veldi og harundir eina bú-
skaparliga
skiftisskipan,
sum skal miðja móti at
byggja upp ein sjálvberandi
føroyskan búskap. Tað er
ein klokkuklár avtala, sigur
Høgni Hoydal, sum vísir á,
at fundurin 15. juni snýr um
at fáa realitetssamráðingar
um føroyska búskapin og
framtíðarútlitini fyri hon-
um. Tvs. hvat skal til fyri at
byggja upp ein sjálvberandi
føroyskan búskap.
-Og tað er klárt, at vit tá
tosa um ein búskap, sum
ikki verður fyri hóttafalli
tvs. hvat man politiskt
heldur er rímuligt fyri eini
skiftistíð. Fær man ikki
gongd á henda partin, er tal-
an
um
avtalubrot
frá
danskari síðu heldur Høgni
Hoydal.
Realistiskan sáttmála
Hann sigur seg annars ikki
skilja
fjølmiðlarnar
í
Føroyum og Danmark, tá
teir leggja nakað nýtt í
orðini, sum løgmaður hevur
sagt
um
skiftistíð
og
fólkaatkvøðu.
-Tað er sólarklárt. Tað
hevur løgmaður sagt, og tað
er landsstýrið samt um, at
vit skulu hava ein sáttmála,
sum er realistiskur, soleiðis
at fólk fáa ein reellan val-
møguleika. Um danir ikki
vilja samráðast um tað bú-
skaparliga, ikki vilja tosa
búskaparliga fornuft, men
bara vilja brúka tað til hótt-
an, so er greitt, at løgmaður
sigur, at tað ber ikki til. Tí
tá verður tað hazardspæl. So
útmeldingarnar frá løg-
manni eru gjørdar í mun til
ta samráðingarstøðu, sum
man stendur í beint nú.
-Men fasthalda danir, at
tað verða fýra ár og
hvørki meira ella minni,
hvar standa vit so?
-Landsstýrið hevur sjálv-
andi fyrireikað seg uppá all-
ar møguleikar, men lands-
stýrið má í eini samráðing-
arstøðu - og fer tað sjálv-
andi - at halda seg til tær
avtalur, sum eru gjørdar.
Allar aðrar gitingar og
hypotetiskir spurningar er
ein heilt onnur støða, sum
man ikki kann fara at rokna
uppá, uttan at alt endar í
fullkomnari naggatódn. Fer
tú at spyrja um, hvat støðan
er, um danir vilja loysa ella
kvetta á stokkinum, so hev-
ur tú eina heilt aðra støðu.
Høgni Hoydal heldur ikki
tað er nøkur orsøk til at fara
út í „finurligar“ metingar.
Man fer til samráðingar um
tað, sum man hevur fingið
avtalu um at røkka. Hann
heldur, at spurningarnir eiga
at verða settir til donsku
stjórnina um, hvat hon vil
røkka við ikki at fara inn í
eina realitetsviðgerð.
-Vit hava sagt, at vit eru
til reiðar at samráðast um
eina skiftistíð, sum er rímu-
lig, og so má samráðast út
frá tí. Skal ein skiftistíð
verða politisk verulig, so
skal reint peningaliga inni-
haldið í henni vera, at før-
oyski búskapurin ikki skal
ígjøgnum eina kreppulíkn-
andi støðu ella vera fyri
hóttafalli. Tað má vera ein
skiftistíð, sum bygnaðarliga
gevur føroyska samfelagn-
um møguleika at tillaga seg
til at gerast sjálvstøðugt
sigur landsstýrismaðurin og
vísir til, at tað er ein gongd,
sum kemur at ávirka okkara
vinnulív, okkara fíggjar-
stovnar, okkara einstøku
borgarar osfr. Og leggur
hann aftrat, at tað er heldur
eingin loynidómur, at hon
eisini hevur eina sálarliga
dimensión, sum eisini er
ómetaliga týdningarmikil í
búskaparligum
saman-
hangi. Tað vita frá kreppuni
í Føroyum sigur hann og
heldur fram:
-Eitt var tað, sum kreppan
hevði við sær í peningalig-
um trupulleikum. Men tann
sálarliga avleiðingin av tí er
eisini, at áræði, motivatión
og tað at trúgva uppá, at tað
fer at eydnast, skal vera við
eisini. Tí er tað einasta rætta
at siga, at sjálvsagt skulu
Føroyar hava eina reella
skiftistíð. Og hvat skal Dan-
mark fáa burtur úr við ikki
at ganga við til tað spyr
Høgni Hoydal!
Ikki víst
samstarvshuga
Hann vísir annars á, at
danska stjórnin hevur ikki
verið serliga samstavshugað
í sambandi við tíðarseting-
ina av samráðingunum,
men tað hevur so verið nak-
að, sum man hevur verið
noyddur at liva við.
Nú minni enn eina viku
undan samráðingunum vísir
Høgni Hoydal á, at tað er
fullkomiliga sólarklárt, at
danska stjórnin - tað hevur
hon sagt - ynskir ikki, at
Føroyar gerast sjálvstøð-
ugar. Tí hevur tað eisini í
samráðingunum verið roynt
at forða fyri, at man kemur
víðari við ætlanunum hjá
landsstýrinum. Tí er sam-
ráðingarstøðan hjá lands-
stýrinum eisini truplari enn
tann hjá donsku stjórnini.
-Í Føroyum hava vit ikki
andstøðuflokkar, sum siga,
at vit eiga at lata landsstýrið
samráðast. Vit hava har-
afturímóti andstøðuflokkar,
sum siga, at tað sum lands-
stýrið ger, er beinleiðis
skeivt, og tað siga teir eisini
við danskar politikarar og
fjølmiðlar. Tað er tað, sum
danska stjórnin kann brúka
í síni samráðing: tá man fer
til harðar samráðingar og
har báðir partar hava sínar
meiningar og ynski, so er
samráðingarstøðan
hjá
donsku stjórnini sterk, tí
hon hevur undirtøku frá
flestu flokkum á fólkatingi
- hinumegin er samráðing-
arstøðan hjá landsstýrinum
veik, tí her heima er tað ein
stórur partur av tí parla-
mentariska grundarlagnum,
sum beinleiðis mótarbeiðir
landsstýrinum í samráðing-
unum.
Tað merkir sigur lands-
stýrismaðurin víðari, at
vóru føroyingar samdir í
heildini, at man sjálvandi
skal hava eina rímuliga
skiftistíð, og at hetta er eitt
rímuligt krav frá føroying-
um, tí man nú tekur tí fullu
ábyrgdina - vit hava eisini
verið undir donskum valdi
í 600 ár, og tí má man hava
eina rímuliga umstillingar-
tíð - so hevði Nyrup ongan-
tíð gjørt tað, sum hann ger í
løtuni.
Høgni Hoydal ivast tí ikki
í, at hevði Nyrup fingið nóg
sterk krøv úr Føroyum og
nóg sterka fokusering uppá,
hvat føroyingar halda vera
rímuligt, so hevði hann
heldur ikki spælt út við 4-5
árum.
-Sigur tú harvið, at tað
er andstøðan, sum gevur
donsku stjórnini trumfkort
á hondina fyri at kunna
ganga ímóti politikkinum
hjá landsstýrinum?
-Eg skal ikki pástanda, at
hon ger tað tilvitað, men
parlamentariska støðan í
Føroyum ger, at Nyrup kann
brúkar nakrar trumfir, sum
hann annars ikki hevði
kunnað brúkt. Tað ger, at
hann kann koma við heilt
ógrundaðum útmeldingum
uttan at hann fær nóg sterkt
svar uppá tiltalu.
Hví spyr eingin Nyrup
um, hví hann heldur 4-5 ár
eru rímulig. Hvat liggur í
boðskapinum hjá honum?
Eru 4-5 ára skiftistíð rímu-
lig fyri eitt land, sum nú
vil vera sjálvstøðugt, meðan
eitt land, sum ikki vil vera
sjálvstøðugt skal bara hava
pengar í allar ævir? Tað
hava vit ikki fingið nakra
skilagóða grundgeving fyri
enn heldur landsstýrismað-
urin.
- Skal ein skiftistíð verða politisk verulig, so skal reint peningaliga innihaldið
í henni vera, at føroyski búskapurin ikki skal ígjøgnum eina kreppulíknandi
støðu ella vera fyri hóttafalli
Føroyar mugu hava
eina reella skiftistíð