fríggjadagur 9. juni 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 109 - 9. juni 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 109 - 9. juni 2000
Málið um Vágatunnilin er nú tikið upp í samgonguni:
Tjóðveldið krevur at
avtalan verður hildin
–Vit hava kravt, at tilmælið hjá Landsverkfrøðinginum verður fylgt, og tað
hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum bara at syrgja fyri, sigur Høgni Hoydal
ÁKI BERTHOLDSEN
Tjóðveldisflokkurin krevur
nú, at tilmælið hjá Lands-
verkfrøðinginum um at
Byggitek skal fáa arbeiðið
at gera vegirnar í sambandi
við Vágatunnilin, verður
fylgt.
Hetta er greitt, eftir at
Vágatunnilin hevur verið til
viðgerðar á Landssstýris-
fundi nú í hesi vikuni.
Málið kom á borðið á
landsstýrisfundi, eftir at
nevndin fyri P/F Vágatunl-
inum gjørdi av at taka sam-
ráðingar upp við J&K Pet-
ersen um at gera vegirnar í
sambandi við undirsjóvar-
tunnilin, hóast Landsverk-
frøðingurin mælti til at taka
av tilboðnum hjá Byggitek,
sum var lægri.
Formaður
Tjóðveldis-
floksins sigur, at samgong-
an hevur eina púra greiða
avtalu um, hvussu farast
skal fram í sambandi við
Vágatunnilin.
–Tað stóra, politiska stríð-
ið í sambandi við undirsjóv-
artunnilin varð um, hvør,
skuldi hava ábyrgdina av
arbeiðnum og eftirlit við at
alt fór rætt fram, landskass-
ans vegna.
– Tað endaði við eini
greiðari semju um, at P/F
Vágatunnilin skuldi gera ar-
beiðið, men at Landsverk-
frøðingurin skuldi hava á-
byrgdina og eftirlitið vegna
landskassan.
– Og hvat vegunum í
sambandi við tunnilin við-
víkur, var avtalað í sam-
gonguni, at Landsverkfrøð-
ingurin skuldi standa fyri
útbjóðingin og hann skuldi
eisini gera tilmæli um, hvør
skuldi fáa arbeiðið.
– Tað var ómetaliga týdn-
ingarmikið fyri okkum, at
Landsverkfrøðingurin fekk
ein avgerðandi leiklut í ar-
beiðnum, tí tað er umráð-
andi, at serfrøðin á økinum
verður savnað á føroyskum
hondum og tað var hetta,
sum avtalan gekk út uppá.
Missur trúðvirðið
Høgni Hoydal sigur, at
Landsverkfrøðingurin hev-
ur gjørt sín part av arbeið-
num og hann hevur eisini
gjørt eitt tilmæli um, hvør
fáa arbeiðið at gera vegir-
nar.
–Og tað er heilt greitt, at
øll byggiætlanin missir trú-
virðið, nú nevndin fyri
Vágatunlinum hevur gjørt
av ikki at fylgja tilmælinum
um at Byggitek skuldi gera
arbeiðið.
Høgni Hoydal, sigur, at
tað er hetta, sum Tjóðveld-
Spurningurin um, hvør skal gera vegirnar í sambandi við Vágatunnilin, er nú endaður á
landsstýrisborði. Tjóðveldisflokkurin krevur, at Finnbogi Arge ber so í bandi, at ikki ein
tann einasti ivi kann sáast um byggiætlanina, sigur Høgni Hoydal, floksformaður
isflokkurin nú hevur gjørt
landsstýrismanninum
í
vinnumálum púra greitt.
– Vit hava ikki gjørt ann-
að enn at krevja, at tann
politiska avtalan verður
hildin, leggur hann afturat.
Í tí liggur at Tjóðveld-
isflokkurin hevur kravt, at
Landsverkfrøðingurin fær
tann leiklut í byggiætlanini,
sum samgongan hevði av-
talað, at hann skuldi fáa.
Liggur tað eisini í tí, at
tilmælið hjá Landsverkfrøð-
inginum verður fylgt?
– Sjálvandi. Og tað liggur
eisini í tí, at landsstýrismað-
urin skal syrgja fyri, at tað
verður farið soleiðis fram,
at tað ikki kann reisast ein
tann einasti ivi um, at alt
fer rætt fram í sambandi við
byggiætlanina.
Høgni Hoydal hevur tó
onga viðmerking til, um
hann hevur mist álitið á
nevndini í P/F Vágatunlin-
um eftir hetta.
Men hann sigur kortini,
at tað, sum er hent hesar
seinastu dagarnar, sáar stór-
an iva um byggiætlanina og
tað er hetta, sum málið snýr
seg um.
– Hetta snýr seg nevniliga
ikki bara um ein undirsjóv-
artunnil. Hetta snýr seg eis-
ini um alla framtíðar út-
bygging í Føroyum á sam-
ferðsluøkinum.
–Tí er tað ógvuliga av-
gerðandi, at bæði politiska
valdið og almenningurin
kunnu hava fult álit á byggi-
ætlanini.
– Og fyri, at beina allan
iva burtur, hava vit kravt, at
tilmælið hjá Landsverk-
frøðinginum verður fylgt.
Hevur tað verið frammi, at
hetta eigur at fáa av-
leiðingar fyri nakran av
pørtunum í málinum
– Tað havi eg ongar við-
merkingar til, sigur Høgni
Hoydal.
Hann hevur heldur ongar
viðmerkingar til, hvussu
landsstýrismaðurin í vinnu-
málum skal fara fram fyri
at tryggja, at tilmælið hjá
Landsverkfrøðinginum
verður fylgt.
–Men Landsstýrismaður-
in hevur ábyrgd mótvegis
samgonguni og tinginum
fyri, at tær politisku avtal-
urnar verða hildnar, og tað
má hann so syrgja fyri.
– Hvørji amboð hann
brúkar fara vit ikki at leggja
okkum út í.
Men var tað ikki nettupp
fyri at sleppa undan pol-
itiskari uppílegging, at eitt
partafelag varð stovnað at
standa fyri arbeiðnum?
– Jú og tað allar ringasta
av øllum í hesum málinum,
at nú sita vit júst og viðgera
tað politiskt, sum skuldi
verið so sjálvsagt at serfrøð-
ingarnir hjá P/F Vágatunl-
inum avgreiddi.
– Hetta er ein ómetaliga
óheppin støða. Og tað er
bara eitt at gera og tað er at
bera so í bandi, at almenn-
ingur og politiska skipanin
kunnu hava fult álit á byggi-
ætlanini.
Tit hava fingið eina frá-
greiðing um, hví P/F Vága-
tunnilin tók samráðingar
upp við J&K Petersen og
ikki við Byggitek. Hevur
tann frágreiðingin ikki siss-
að tykkum?
– Tað er málinum full-
komiliga óviðkomandi. Vit
hava als ongan áhuga í frá-
greiðingum, sum meta eitt
byggifelag upp ímóti einum
øðrum og vit hava als ongan
áhuga í at leggja okkum út
í sjálva byggiætlanina. Tað
er heilt óhoyrt, at politikarar
ganga og meta um einstøk
feløg.
– Tað einasta, sum vit
krevja, er at tær politisku
avtalurnar verða hildnar,
endurtekur Høgni Hoydal.
Javnaðarfólk á
summarstevnu
Tiltøk verða bæði í Klaksvík og í
Mikladali næsta vikuskiftið
Næsta vikuskiftið, 16. og
17. juni, fara javnaðarfólk
á summarstevnu.
Hetta er triðju ferð, at
javnaðarfólk fara á slíka
stevnu, og hesuferð verð-
ur hon í Norðoyggjum,
har Norðoya Javnaðarfel-
ag er vertur. Talan er um
ein blanding av eini út-
ferð og einum politiskum
tiltaki, tí fólk eru væl-
komin at taka alt húskið
við.
Fríggjakvøldið verður
eit
mentanarkvøld
í
Klaksvík við sangi, tón-
leiki, upplestri o.ø.
Leygardagin verður ein
blandingur av eini útferð
og einum politiskum
fundi. Leiðin gongur til
Mikladals, har tað eisini
verður politiskur fundur.
Viðrar, verður fundurin
uttandura, men viðrar
ikki, verður roynt at finna
tak yvir høvdið onku-
staðni. Á fundinum verða
tríggjar røður, sum eisini
skulu verða upplegg til
kjak ímillum fundarfólk-
ið.
Jóannes Eidesgaard fer
at siga nøkur orð um rík-
isrættarligu støðuna.
Hetta verður uttan iva
ein sera aktuell røða, tí
hetta er beint aftaná triðja
samráðingarumfarið í-
millum Landsstýrið og
donsku stjórnina um full-
veldið- og tað eru mong
sum halda, at júst hesin
fundurin verður heilt av-
gerðandi fyri gongdina
framyvir. Kristian Magn-
ussen fer at halda røðu
um privatiseringar. Og at
enda fer Vilhelm Jo-
hannesen at siga nøkur
orð um støðuna hjá út-
jaðaranum.
Leygarkvøldið verður
aftur hugnakvøld í Klaks-
vík við onkrum til matna.
JAN MÜLLER
Fútaborboðið, sum ein
undirrættur í Oslo herfyri
legði móti trimum ráð-
gevum hjá Føroya Kol-
vetni, er nú komið heilt
upp á ráðharrastøði. Tað
er norski vinstratingmað-
urin, Terje Johansen, sum
hevur biðið vinnu- og
handilsmálaráðharran
Grete Knudsen svara
spurningi í málinum.
Spurningurin er soljóð-
andi:
„Norsk Hydro søker å
hindre det færøyske olje-
selskapet Føroya Kolvetni
fra å søke konsesjon på
færøysk sokkel med be-
grunnelse at det har be-
nyttet tidligere Sagaan-
satte.
Mener statsråden det er
anstendig at Norsk Hydro
søker å hindre færøyske
interesser i å delta i ut-
vinning av egne ressurs-
er?
Begrunnelse:
Norsk Hydro har i Nams-
retten fått kjennelse for at
tre tidligere Sagaansatte
ikke får arbeide på fær-
øysk og britisk sokkel.
Kjennelsen er anket til
Lagmannsretten.
I
mellomtiden er det ny-
startede, private selskapet
Føroya Kolvetni ikke bare
forhindret fra å benytte
norsk arbeidskraft, ledig-
gjort av Norsk Hydro,
men søkes altså stoppet i
å søke konsesjoner på eg-
en sokkel. Det er opp til
retten å avgjøre lov-
ligheten av Norsk Hydros
aksjoner, men jeg ber
statsråden vurdere nær-
mere om det er ønskelig
at et selskap, hvor staten
er største aksjonær, søker
å hindre andre nasjoners
forsøk på aktivt å bygge
opp eget næringsliv?
Dersom statsråden er av
den oppfatning at staten
som eier ikke kan eller
bør gripe inn i Norsk Hy-
dros aktiviteter i andre
land, selv om disse strider
mot norsk utenrikspoli-
tikk, kan statsråden da
grunngi statens eierskap i
Norsk Hydro?“
Tað var ein undirættur í
Oslo, sum herfyri tók
undir við einum kravi frá
Norsk Hydro um, at trý
fyrrverandi
Sagafólk
brúktu vitan frá Sagatíðini
til at hjálpa einum øðrum
oljufelag í eini útbjóðing.
Talan er um føroyska olj-
ufelagið Føroya Kolvetni.
Norski rætturin settur
teimum trimum oljufólk-
unum í felagnum Sagex,
ið hevði gjørt samstarvs-
avtalu við Føroya Kol-
vetni, fútaforboð. Hesir
við Terja Hagevang á
odda hava síðani kært av-
gerðina til landsrættin,
sum aftur hevur givið
Norsk Hydro eina viku at
koma við einum svari
uppá kæruna. Tann tíðin
er um at ganga út. Sos-
ialurin skilur støðuna so-
leiðis, at um Sagexfólkini
ikki fáa viðhald í lands-
rættinum og harvið sleppa
at halda fram í arbeiði-
num fyri Føroya Kolvetni,
so er tann møguleikin til
steðar, at Norsk Hydro fer
at tvinga Føroya Kolvetni
at taka seg úr fyrstu rundu
á føroyskum øki, nú tað
m. a. byggir sína umsókn
uppá ráðgevingina hjá
teimum trimum Sagax-
fólkunum.
Sagex og Føroya
Kolvetni á borðið
hjá norska vinnu-
málaráðharranum
Kunna føroyingar
um islam
EIRIKUR LINDENSKOV
Seinastu dagarnar hava tveir
mans frá Islamsahmadiya-
rørsluni í Hvidovre í Dan-
mark verið í Føroyum. End-
amálið við hesi ferðinin
hevur verið at kunna føroy-
ingar um islam.
– Vit vilja á henda hátt
royna at koma í samband
við fólk í Føroyum fyri at
kunna tey um islam, sigur
Kaj Ove Krogh - ella Kamal
Ahmed Krogh, sum hansra
islamska navn er.
Kamal Ahmed Krogh er
dani, man hann konverter-
aði til islamska trúgv í 1966.
Tað var um 1960 at Islams-
ahmadiya-rørslan so smátt
byrjaði við tiltøkum í Dan-
mark, men í 1967 varð
rørslan stovnað í Danmark,
og tá var eisini Nusart Dja-
han Moskéin í Hvidovre tik-
in í nýtslu.
Islamsahmadiya-rørslan
er
ein
heimsumfatandi
rørsla við yvir 30 milliónum
limum. Hon var stovnað í
India í 1800-talinum, og tey
trúgva upp á, at Messias er
afturkomin. Hann var fødd-
ur í Quadian í Pakistan í
1835, og navn hansara er
Hazrat Mirza Ghulan Ah-
med. Hann doyði í 1908.
Hazrat Mirza Ghulan Ah-
med fekk eina opinbering –
at hann skuldi fáa boðskap
ín út til fjarastu øki heims-
ins.
– Quadian var ikki júst
heimsins nalvi, men boð-
skapurin er kortini komin til
Norðurlond - og nú eisini
til Føroya, sigur Kaj Ove
Krogh
Kaj Ove Krogh leggur
dent á, at teir als ikki eru
tað slagið av muslimum,
sum vit javnan hoyra um í
fjølmiðlunum.
– Vit eru av teirri fatan, at
vit altíð skulu liva sum lóg-
lýdnir borgarar í hvørjum
landi, tað enn skal vera, og
undir teirri stýrisskipan,
sum nú einaferð er gald-
andi, um hon er politisk ella
religiøs. Tað respektera vit
fult og heilt, sigur hann.
Saman við Kaj Ove
Krogh í Føroyum er eisini
Kamal Yosuf, sum hevur
umboðað rørsluna í Norð-
urlondum, bæði í Danmark,
Svøríki, Noreg og Finn-
landi.
Teir siga báðir, at rørslan
í Danmark í veruleikanum
er vorðin ein stovnur.
– Nógv fólk koma til okk-
ara fyri at fáa meira at vita
um islam, bæði lesandi, og
onnur, ið hava tørv á tí.. Vit
gera sjálvandi einki fyri at
umvenda tey til okkara
trúgv - hóast vit eru fegin,
tá fólk venda um. Men tað
er ikki okkara skilda - hetta
er eitt val hjá tí einstaka,
sigur Kaj Ove Krogh.
Í Føroyum hava teir roynt
at gjørt vart við seg á ymsan
hátt. M. a. høvdu teir ætlað
at hitt ymsar persónar, so
sum bisp, løgtingsformann-
in og borgarstjóran í Havn
fyri at handað teimum kor-
anina, men tað hevði bara
eydnast teimum at handað
Leivi Hansen, borgarstóra í
Havn koranina. Hinum báð-
um høvdu teir einki hoyrt
aftur frá.
Nú 1000 ára haldið verð-
ur fyri kristnanini í Føroy-
um
um
hvítusunnuna,
spurdu vit teir, um hetta var
orsøkin til, at teir júst vórðu
komnir hendan vegin nú.
– Tað kundi kanska tykts
so, men so er ikki. Tað var
onkur sum segði okkum, tá
vit søgdu, at vit skuldu til
Føroya at greiða frá islam,
at hetta fór at verða ein søg-
ulig vitjan. Ikki tí vit taka
okkum sjálvar so hátíðarliga
— men kortini í álvara —
so hildu vit, at boðskapur
okkara sjálvandi kundi bor-
ið frukt, men vit vistu als
einki um, at drotningin eis-
ini skuldu vitjað her nú, sig-
ur Kaj Ove Krogh.
Hann greiðir víðari frá, at
teir eru her av egnum ávum.
– Vit hava hoyrt um, at
einstakir muslimar eru her.
Men vit hava ikki hitt nakr-
an, sigur hann.
Kaj Ove greiðir annars
frá, at teir eisini hava eitt
religiøst yvirhøvd.
– Hann nevna vit Kalif.
Hann býr í London, men er
úr Pakistan.
Hann greiðir frá, at teirra
muslimska rørsla hevur
nógv felags við tey fyrstu
kristnu.
– Vit trúgva jú eisini upp
á, at Messias er afturkomin.
Eins og tey fyrstu kristnu,
so verða vit forfylgd - og
serliga í Pakistan, har okk-
ara Messias varð føddur.
Hetta er orsøkin til, at okk-
ara átrúnaðarliga yvirhøvd
býr í London, sigur hann.
Kaj Ove Krogh leggur
kortini afturat, at tað ikki er
allur tann muslimski heim-
urin, sum forfylgir Messias-
trúgvandi Islamsahmadiya-
rørsluni. Í Pakistan hevur
islam ein serligan politiskan
karakter, sigur hann.
Seinastu dagarnar hava tveir umboðsmenn fyri Islamsahmadiya-rørsluna í
Norðurlondum vitjað í Føroyum. Teir vilja kunna Norðurlond um islam. M. a.
hevur Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn fingið eitt eintak av koranini
Hazrat Mirza Ghulan
Ahmed er Messias hjá hesi
muslimsku rørslu. Hann
varð føddur í Pakistan í
1835
Kamal Yosuf og Kaj Ove Krogh - ella Kamal Ahmed Krogh, sum hansra islamska navn er, hava seinastu dagarnar
kunna føroyingar um islam. Teir hoyra til eina islamska rørslu, ið trýr, at Messias varð føddur í Pakistan í 1835
Mynd: Álvur Haraldsen