Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juni 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Á fundinum um vinnuliga menning av Sandoynni, ið var mikukvøldið 31. mai, kom eitt ítøkiligt úrslt burt- urúr. Eftir uppskoti frá Páll á Reynatúgvu tingmanni, var breið semja um, at rætt- ast er at samskipa vinnuligu áhugamálini í Sandoynni í eitt vinnuráð. Stónandi fundurin verður væntandi hildin í næstum. Fundurin var merktur av, at allir luttakararnar høvdu hug til at hyggja frameftir, og ikki nýta tíðina til at tosa um trupulleikarnar ið hava verið í Sandoynni. Egil Olsen (menningar- stjóri, Sandoy Seafood), gjørdi eina stutta gjøgnum- gongd av, hvussu fyritøka hansara hevði ment seg, síð- an virksemi teirra byrjaði í 1997. Hann vísti eisini á, hvussu fiskiídnaðurin á Sandoynni kann mennast, og var serstakliga fegin um tað komandi samstarvið við LIDO Seafood í Skálavík. Egil Olsen fanst tó at mynd- ugleikunum fyri, at ongi ali- loyvi eru tillutað Sand- oynni. Ólavur Ellefsen (stjóri, VIT) greiddi frá hvat KT- vinna er. Hann vísti á, at KT kann samanberast við annan infrastruktur, sum til dømis vegir, el-megi og telefon- samband. KT gerst tí ein náttúrligur partur av øllum vinnuligum virksemi, her- undir eisini fiskiídnaðinum. Skal KT-vinnan menna seg í Sandoynni, fer tað helst fyri tað mesta at snúgva seg um smáar fyritøkur, helt Ól- avur Ellefsen. Gunnar Bjarnason (land- búnaðarfrøðingur) nýtti eitt “talandi” dømi til at lýsa, hvussu lítil partur av jørðini ið hoyrir til Sandoynna, ið er góður bøur. Hann mælti staðiliga til, at hesin verður varðveiddur. Gunnar Bjarnason helt ikki at vit nakrantíð vera før fyri at fremja eina hópfram- leiðslu av landbúnaðarúr- dráttum í Føroyum. Hinveg- in eru møguleikarnar góðir fyri, at fólk hava hetta sum ítriv - til dømis kundi meira verið gjørt við at dyrka grønmeti, tí mangastaðni í Føroyum eru nógv betri møguleikar fyri hesum, enn fólk flest geva sær far um. Annars helt hann, at skulu bóndirnar fáa skuld- arsanering, skal hetta gerast undir hørðum treytum. Linjohn Christiansen (stjóri, p/f LIDO Seafood) eftirlýsti nakrar visjónir fyri, hvussu Sandoyggin skal síggja út um 10-20 ár. Hann gjørdi eina gjøgnum- gongd av, tí vinnuliga til- feingi sum longu er í Sand- oynni. Niðurstøða hansara var, at vinnulívið í oynni fyrst og fremst skal vera fiskiídnaður, meðan annað vinnuvirksemi í mesta lagi kann vera avleitt virksemi Eins og Egil Olsen, fegn- aðist Linjohn Christiansen um tað komandi samstarvið millum Sandoy Seafood og LIDO Seafood. Magni Arge (stjóri, At- lantic Airways) vísti á, at samferðslukervið er altav- gerandi - líka mikið hvat slag av vinnuligum virk- semi ið tosað verður um. Hann undraðist tó yvir, at tað eru so fá føroysk fiska- virki, ið útflyta fisk loft- vegis. Tað eru t.d. ógvuliga fá, ið hava havt hug at nýta tann kapasitet til farmaflut- ning ið Atlantic Airways kann bjóða, segði Magni Arge. Hann gjørdi eisini nógv burturúr møguleikunum ið eru fyri ferðavinnu í Sand- oynni, men legði tó dent á, hvussu neyðugt tað er at samskipa tilboðini. Til stóra frøi fyri fundar- fólkið segði Magni Arge, at hann helt tað vera neyðugt við 2 flogvøllum í Føroy- um, tí tað er heilt burturvið, at tað kann taka upp til 3 dagar at koma til landið, tá illa veit við. Umleið 80 fólk vóru á fundi, og hetta er yvir 5% av øllum íbúgvunum í Sandoynni. Frá Sandoyar Tjóðveldisfelag: Nú verður eitt vinn- uráð stovnað í Sandoynni Vit skulu takka Edmundi Joensen, løgtingsmanni og formanni sambandsfloks- ins, fyri at hann hevur svar- að okkara spurningum. Svarini tosa fyri seg sjálvi um hugsan og metingar hjá Sambandsflokkinum og tað er gott fyri orðaskiftið at tær koma fram. Eisini setur Ed- mund fram nakrar spurning- ar til Hesuferð, sum vit fara at svara í einum av fyrst Viðmerking: komandi bløðunum. Vit leggja samstundis til merkis, at Javnaðarflokkur- in, Miðflokkurin og sam- gonguflokkarnir ikki hava svarað teimum spurningum, vit hava sett. Vónandi verð- ur tað skjótt. Inntil hesir hava svarað fara vit ikki at seta nýggjar spurningar. Hesuferð fer tó at koma við eini rættleiðing til eina meiningargrein, sum nú um dagarnar hevur verið í bløðunum. Í grein í Dimmalætting skrivar Regin Eikholm, at ..“Í Íslandi var í 1918 og 1944 talan um næstan 100 % semju ella konsensus um loysing frá Danmark, bæði í Altinginum og millum ís- lendska fólkið...“ . Móti hesum setur Regin Eikholm, „ at í 1946 tóku bert 1/3 av føroyska fólki Tøkk frá tiltakinum Hesuferð og ein rættleiðing til Regin Eikholm undir við loysing“. Vit skulu royna at gera upp atkvøðugreiðslurnar í 1918 og 1944 í Íslandi og 1946 í Føroyum á sama hátt. Vit kunnu ikki vita hvat føroyska fólkið ella íslendska fólkið hildu, men vit kunnu nágreiniliga gera upp, hvussu veljararnir at- kvøddu. Í 1918 tóku íslendingar støðu til spurningin um full- veldi við einari fólkaat- kvøðu, og í 1944, aftaná 26 ára skiftistíð, tóku íslend- ingar støðu til spurningin um at loysa - seta tjóð- veldið á stovn - við einari fólkaatkvøðu. Í 1918 atkvøddu 40,5 % av veljarunum í Íslandi fyri fullveldi. Í 1944, tá Ísland hevði havt 26 ára skiftistíð, atkvøddu 96,1 % av veljar- unum fyri loysing. Í 1946 atkvøddu 33 % av veljaru- num í Føroyum fyri loysing. Leggjast má afturat, at í 1918 atkvøddu íslendingar um ein sáttmála um full- veldi, sum var gjørdur av dønum og íslendingum í felag og samtyktur á Al- tingi. Í 1946 atkvøddu før- oyingar um 2 spurningar. Eitt stjórnartilboð, sum danska stjórnin einsamøll hevði lagt úr hondum, og stovnan av føroyska tjóð- veldinum við loysing frá Danmark. Hóast hetta fekk loysingin meiriluta. fyri Hesuferð Erla Olsen Vores danske flyselskab Mærsk Air, der har oprettet flyruten mellem Danmark og Færøerne, og fløjet mel- lem landene i flere årtier, skyldes stor tak for, at de nu har sat hul på at sænker priserne på ruten mellem Færøerne og kontinentet, således at billetprisen for færinger kan ligge på om- trent samme prisniveau, som i de øvrige lande i Eu- ropa. Billetpriserne på Fær- øerne er de højeste i ver- den. Det gælder sandelig også flybilletterne, der er så urimelige høje, at det for de fleste kun lader sig gøre, at rejse mellem landene et par gange om året f.eks. til jul. Påske eller i sommer- ferien. At det kræves ny- tænkning på området, har Mærsk Air indset, ved at følge med tiden, og er der- for kommet med rimelige pristilbud. Tilbage er nu, at få de almindelige biletter billigere, at de lægges på et fast rimelig niveau, der gør det muligt for færinger, der læser og arbejder i udlandet, at flyve oftere mellem landene. Det er under alle om- stændigheder absurd, at fastholde himmelhøje pris- er, kun for at holde kunstig liv i det færøske flyselskab Atlantic Airways, der i for- vejen har været en stor økonomisk belastning for det færøske samfund. Hvis Atlantic Airvays ikke tåler at vi færinger rejse for en rimelig pris, er det bedre at de lægger vingerne sam- men. Selskabet har to gamle fly, og en nedslidt helikop- ter, alligevel har det ikke resurse at forny sig selv, til trods for, at antallet af rejsende de sidste 4 årene er det højeste i Færøernes airways historie. Det er rimeligt, at alle færinger får lov at rejser bil- ligt med konkurrerende flyselskaber, istedet for, at Giv Mærsk Air lov at sætte billettprisen ned vi med vanvittige høje pris- er, skal tvinges at holde et bitte flyveselskab i live. John S.Myllhamar Hans David fer at lesa fyri drotningini Margretha drotning vitjar í Føroyum í samband við 1.000 ára haldið fyri kristanini av Føroyum. Drotningin kemur higar leygardagin og fer avstað aftur annan hvítusunnudag EDVARD JOENSEN Hátíðarguðstænastan í sam- band við 1.000 ára haldið fyri kristniboðanini í Før- oyum verður í Havnar Kirkju hvítusunnudag klokkan 11. Margretha drot- ning og Heindrikur prinsur vera millum gestirnar. Annan hvítusunnudag fara drotningahjúnini til deknaguðstænastu á Kirkju, har Hans David Matras fer at lesa lestur. Kongaligu gestirnir koma til Føroya við flogfari fyrra- partin hvítusunnuaftan. Eft- ir skránni, sum løgd er, skal flogfarið við teimum lenda í Vágum klokkan 11.40. Kongaskipið Dannebrog kemur undan teimum hend- anvegin og fer at liggja á Miðvági og bíða eftir teim- um. Av flogvøllinum fara drotningahjúnini við fylgi umborð á Dannebrog, sum eftir ætlan loysir frá bryggju í Miðvági kl. 12.15, tá farið verður til Havnar. Sjóverjuskipini Triton og Tjaldrið fara at fylgja Dannebrog til Havnar. Í Nólsoyarfirði fer Triton at skjóta »kongasalut«, tilsam- ans 27 skot. Klokkan 14.30 leggur Dannebrog at bryggju í Havn, har almenn móttøka verður. Bæði ríkisumboðs- maðurin, løgmaður, býráðs- formaðurin í Havn og Før- oya biskupur fara at taka í móti teimum. Jórunn Kallsberg, sum er abbadóttir løgmanns, fer at handa drotningini blómur, tá hon kemur í land. Av bryggjuni verður farið út í Tinganes, har Jóannes Dalsgaard, doktari, fer at greiða frá søguni á staðnum. Um viðrar verður gingið út í Tinganes. Annars verður koyrt. Og alt eftir veðrinum verður søguliga frágreiðing- in úti ella inni. Eftir ein steðg upp á eini trý korter í Tinganesi fer Kongaskipið Dannebrog fer at føra kongaligu gestirnar av Miðvági til Havnar og vestur aftur, tá tey skulu avstað aftur drotningin umborð aftur á Dannebrog, meðan Heind- rikur prinsur fer ein túr í býin. Prinsurin fer til gongu saman við Høgna Hoydal, varaløgmanni, heim á Bryggjubakka, har hann fer at vitja Reyða Kross Før- oya. Heindrikur prinsur er verji hjá danska Reyða Krossi, og tað er í hesum sambandi, hann vitjar før- oyska felagsskapin, har Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroya fer at taka ímóti. Vitjani hjá Reyða Krossi varir ein hálvan tíma, og sambært skránni fer Hein- drikur prinsur klokkan 16.45 umborð aftur á Dannebrog. Klokkan 18.15 fara drotn- ingahjúnini av aftur Danne- brog og koyra niðan í Norð- urlandahúsið til mentanar- kvøld. Í Norðurlandahúsinum verða tey klokkan 18.30 móttikin av Helgu Hjørvar, stjóra í Norðurlandahúsi- num og Leivi Hansen, bý- ráðsformanni í Havn. Tá tiltakið í Norðurlanda- húsinum er liðugt, verður farið umborð aftur á Danne- brog, og so er ikki meira á skránni leygardagin 10. juni, hvítusunnuaftan. Hvítusunnudag 11. juni, sum er føðingardagur hjá Heindriki prinsi, verður há- tíðarguðstænastan í Havnar Kirkju, dómkirkjuni. Klokkan 10.45 fara drot- ningahjúnini av Dannebrog og koyra í kirkju. Í Havnar Kirkju taka Bjarni Bæk, dómpróstur, og Sonja Klein, sóknarprestur ímóti teimum. Klokkan 11.00 bygjar sjálva hátíðarguðstænastan, har hans Jacob Joensen, bis- kupur, fer at prædika. Undir guðstænastuni verða nógvir almennir, útlendskir gestir til staðar. Millum onnur fleiri danskir biskupar, sum fara at prædika aðrastaðni í landinum annan hvítu- sunnudag sum liður í 1.000 ára haldinum. Klokkan 12.15 fara drot- ningahjúnini úr kirkju og umborð aftur á Dannebrog, har tey verða til klokkan fimm minuttir í eitt. Tá fara tey niðan á Hotel Hafnia, har Hans Jacob Joensen og frúa taka í móti teimum og bjóða ábit. Klokkan 16.00 verður aft- ur farið umborð á konga- skipið, har tey verða til klokkan 19.15, tá leiðin liggur niðan á Hotel Før- oyar, har Anfinn Kallsberg, løgmaður og frúa taka í móti teimum. Klokkan 19.30 er løg- maður vertur við døgurða á Hotel Føroyum. Døgurðin varðir til klokkan 23.00, tá koyrt verður oman aftur á bryggjuna, og drotninga- hjúnini fara umborð aftur á kongaskipið Dannebrog. Annan hvítusunnumorg- un, 12. juni, klokkan 09.45 fara drotningahjúnini við bili til tyrlupallin á Boða- nesi, haðani flogið verður klokkan 10.00 við tyrluni hjá Atlantsflog út á Kirkju. Klokkan 10.30 lendir tyrlan á Kirkju, har Zacha- rias Zachariasen, bygdar- ráðsformaður tekur ímóti. Klokkan 11.00 verður far- ið í kirkju á Kirkju. Hóast landið er fult av útlendskum biskupum og øðrum præ- Hans David Matras, deknur, fer at lesa lestur hendan dagin. Eftir guðstænastuna verð- ur flogið aftur til Havnar, har farið verður umborð á Dannebrog. Viðrar ikki at fara til Fugloyar annan hvítusunnu- dag, verður í staðin farið í kirkju í Kollafirði, har Niclas Joensen, deknur, lesur lestur. Klokkan 14.00 hevur drotningin ábit fyri serliga innbodnum gestum umborð á kongaskipinum. Klokkan 15.30 fara gest- irnir í land, og kongaskipið Dannebrog loysir og fer aft- ur til Miðvágs, haðani drot- ningahjúnini við fylgi fara á flogvøllin. Anfinn Kallsberg, løg- maður, og Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður, fylgja teimum avstað. Klokkan 18.30 fer flog- farið við kongaligu gestun- um úr Vágum aftur til Dan- markar. Ferðamannaskipini koma Nú summarið reiðiliga er komið, koma tey fremmandu ferðamannaskipini eis- ini. Nógv fólk vitja á hvørjum árið við hesum skipunum, og í ár verður mett, at talið fer at seta met EDVARD JOENSEN Ferðamannaskipini koma við fremmandum ferðafólk- um hvørt summar. Líka víst sum flytifuglurin. Mong eru tey í tali og ym- iskt bæði av nationaliteti, útsjónd og stødd. Fleiri eru gamlir kenningar, sum vitja aftur ár um ár. Men sum vera man koma eisini nýggj, ella í hvussu er skip, sum ikki hava verið í Føroyum fyrr. Fyrsta skipið í ár kemur hvítusunnudag. Tað er ein gamal kenningur, Explorer, sum er eitt av teimum smærru skipunum, sum plaga at vitja hendanveg. Hinvegin eru tað ofta luksusskip við fólki, sum ikki manglar pengar. Við Explorer hesaferð eru 100 amerikansk ferðafólk, sum fara aðrastaðni enn til Havnar, sum skipini annars mangan vitja einsamalla. Hetta skipið skal til Vest- manna, eins og farið verður undir land í Mykinesi. Har hava teir fyri at fara inn und- ir bergið við fólki í smáum gummibátum. Hetta eru stórar upplivingar hjá hes- um fremmandafólkunum. Umboð hjá Explorer í Føroyum er Thor Shipping í Havn, meðan Hoyviking Tours hjá veteraninum Sigurði Simonsen í Hoyvík skipar fyri útferðunum, gjørdar verða við ferða- fólkinum. dikumonnum, fer drotning- in til deknaguðstænastu í eini føroyskari bygdar- kirkju. 9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 109 - 9. juni 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 109 - 9. juni 2000 Brœktir bilar til s¿lu Hoyv’ksvegur 63 - FO-100 T—rshavn - Tel. 313666 - Fax 310866 Sosialurin - 311820 Verksmiðjumerki km. mán. árg. søluprísur Opið er leygardagin 10.06. frá kl. 10.00-14.00 www.ivan.fo www.ivan.fo MAZDA 626 HB aut. gear 97.000 apr. 1988 45.000,- MITSUBISHI CARISMA 1,8 23.000 juni 1998 149.000,- BMW 316 (1,6) EILER 30.000 juli 1997 125.000,- CITROEN BX 1,6 ? sept. 1992 50.000,- SUZUKI BALENO VAN 35.000 aug. 1997 75.000,- MAZDA E2200 DIESEL 21.000 jan. 1998 129.500,- FORD ESCORT DIESEL ? aug. 1996 115.000,- CITROEN BX 1,9 DIESEL 185.000 aug. 1991 65.000,- OPEL ASTRA 1,6 GLS ? sep. 1995 114.900,- CITROEN BX 1,9 DIESEL 220.000 1992 39.000,- CITROEN ZX 1,9TD 99.000 apr. 1997 119.000,- CITROEN SAXO 1,4i 35.000 aug. 1997 89.000,- CITROEN XANTIA 1,8i 5H 45.000 apr. 1995 110.000,- CITROEN XANTIA 3,0 V6 34.500 juni 1998 191.000,- PEUGEOT 405 54.000 juni 1996 139.000,- TOYOTA CAMRY SCT. 2,0 160.000 aug. 1987 10.000,- CITROEN BX 16TRS 129.000 okt. 1988 10.000,- FORD FIESTA 1,1 ? nov. 1990 7.900;- AVHEINTINGAR- TILBOÐ AVHEINTINGAR- TILBOÐ AVHEINTINGAR- TILBOÐ