fríggjadagur 9. juni 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 109 - 9. juni 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 109 - 9. juni 2000
Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN
Lokalredaktiónir
góður íblástur
Í útvarpsins barndómi høvdu teir
tíðindamenn úti um landið at út-
vega lokalkent senditilfar. Eitt nú
høvdu teir í Klaksvík hin kenda
John
Reid
Bjartalíð
(»Jese
pape«), sum eina drúgva tíð veitti
útvarpinum manga søguna um-
framt okkurt óætlað skemtiligt við.
Veit ikki reiðiliga, hví lokalu redak-
tiónirnar duttu niðurfyri, men nú
fann so fyrst Rás 2 uppá at brúka
studio Pegasus í Klaksvík, og tá
tað forlovilsið ikki helt, so loftaði
útvarpið hegnisliga hesi higartil so
frálíku lokalredaktión í Klaksvík.
Eg lurtaði væl eftir studio Pega-
sus alt farna sunnukvøld (sjón-
varpið nyttaði onki) og vóru øll
teirra innsløg við barnasending,
ítrótti, gestapráti, ungdómssend-
ing og skemti áhugaverd og væl
úr hondum greidd. Vónandi verð-
ur hetta ikki bert eitt upplop, men
varandi støði framyvir.
Annars vóru í sambandi við
Norðoyastevnuna – eg haldi á
Rás 2 – fleiri plattar vittigheitir við
atliti til skotorrustuna í Klaksvík
herfyri. Tann sorgarleikin við ong-
um hetjum, men bara taparum átti
ongin at troysta sær at sligið platt
uppá og latið bara Oyggjatíðindi
saman við Dagblaðnum eiga tað
burturav.
Sunnudagin hevði Sonne Smith
á Rás 2 eitt forvitnisligt viðtal við
varaløgmann, har journalistikkur
kom til sín rætt, tá hann er bestur.
Annars havi eg farnu vikuna ikki
verið so raskur at lurta og hyggja
at, haldi summarleti (agurkutíðina)
vera komið á fjølmiðlarnar, ella er
tað bara eg sjálvur, sum heldur vil
vera uttandura enn inni hesa árs-
ins ljósastu tíð.
Í aðrar mátar koma hottastu ger-
andistíðindini framvegis frá teim-
um skiftandi, heimligu, gudligu
hermótunum, og ímeðan nærkast
so sjálv finalan á 1000-ára haldi-
num á Hvítusunnu við bispahóp-
vitjan, kongaligum roykilsi við
meira.
Sum vanligt rættuliga óvirkið
kirkjufólk skammist eg um hetta
vanærisliga og púra óneyðuga
stríð, men ætli mær kortini fram-
yvir saman við øðrum stórsynd-
arum at njóta onkra stilla løtu inn-
an kirkjugátt.
Og samstundis iðri eg meg nú
um, at eg í einum av mínum und-
anfarnu fjølmiðlaummælum fór so
illa við baptistunum at skuldseta
teir fyri primadonnunykkur at takka
nei til felagsluttøku í 1000-ára
haldinum. Eg meinti tað ikki so
illa og helt bert, at teir áttu sín
sjálvsagda leiklut sum størsta frí-
kirkjumeinigheit og við greitt virkn-
asta sálmaskaldi higartil í Føroy-
um. Men síðani havi eg millum
annað sæð, at Siloa-kórið saman
Týsdagin eftir hvítusunnu byrjar
summarið hjá útvarpinum. Nú summ-
arskráin tekur við, fara nakrar av teim-
um førstu vetrarsendingunum at
hvíla, og í summar fer útvarpið at
gevast við tíðindum klokkan 22 á
kvøldi.
Summarsendingin aftur
Eins og í vetur verður byrjað kl. 7 á
morgni við tíðindum og morgunlestri,
og eftir tíðindini kl. 7.30 byrjar morg-
unsendingin. Nú summarið í útvarpi-
num byrjar, verður seinnapartssend-
ingin við samrøðum, frásagnum,
spurnarkappingum, tónleiki og øðrum
tikin upp aftur.
Í ár verður sendingin at hoyra týs-
Nú byrjar summarið
í útvarpinum
dag, mikudag og hósdag frá kl. 15 til
17 og fríggjadag frá kl. 16 til 18.
Eyka møguleika
Tey, sum ikka hava høvi at lurta eftir
morgunsendingini ella seinnaparts-
sendingini, fáa aftur ein møguleika
um kvøldið. Eftir tíðindini kl. 20 eitur
sendingin Kvøldarstund, og í henni
verður nakað av tilfarinum frá morg-
unsendingini og seinnapartssending-
ini endursent.
Samstarvið við Pegasus
Sendiskráin sunnukvøld verður øðr-
vísi í summar. Higartil hevur útvarpið
sløkt kl. 19 sunnukvøld, men í
summar er ætlanin at senda til 23.
við Fríðrikson presti hava minst
hetta sálmaskald í einum av teim-
um fyriskipaðu tiltøkunum í sam-
bandi við 1000-ára haldið.
At finna úthurðina, meðan væl er,
man eisini vera neyðugt hjá einum
loftmiðlaummælara, og nú eg havi
hingið í hetta seinasta drúgva ár-
ið, havi eg valt at gevast og fari at
nýta høvið til at takka teimum, sum
hava tímað at lisið krutl míni.
Umbering til tey, sum hava kent
seg særd, og at enda ynski til okk-
um øll somul um eitt gott summar,
men fyri fyrst góða Hvítusunnu og
í tí sambandi vónandi eitt hóast
alt gott felags 1000-ára hátíðar-
hald.
Komandi týsdag fer útvarpið undir summar-
skrá sína, og fyri lurtararnar merkir hetta
bæði broytt innihald í sendingunum og broytt
senditíð
Utvarpið gjørdi í farnu viku avtalu
við Studio Pegasus í Klaksvík, um at
tey skulu framleiða fýra tímar av út-
varpstilfari fyri útvarpið hvørt sunnu-
kvøld. Sendingin, sum hevur fingið
heitið »Sunnukvøld í Klaksvík«, verð-
ur ein sending við blandaðum tilfari.
Summarskráin hjá útvarpinum verð-
ur í gildi til síðst í august mánaði.
Fríggjadagur 9. juni
Eyðun Joensen,
sálarfrøðingur,
skrivar
Diesel bilur til sølu
Audi A3 - TDI - árg. 97, koyrt 70.000 km, í
sera góðum standi, til sølu. Hevur sports-
felgur og CD-spælara. Kostnaður 163.000
kr.
Tlf. 311960 ella 213061
Viðareiðis skúli
Søkt verður eftir 2 lærarum til Viðareiðis skúla
at undirvísa fulla tíð komandi skúlaár.
Annað starvið er tíðaravmarkað frá 1. au-
gust til 4. desember 2000. Hitt starvið er fyri
alt skúlaárið 2000/2001.
Størvini verða sett sambært sáttmála millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í
lønarflokkunum 18.1 til 27.4.
Meira fæst at vita um størvini við at venda
sær til skúlaleiðaran á tlf. 451180 ella 451175.
Umsóknir saman við ljósriti av próvskjali
verða at senda skúlanevndini í seinasta lagi
fríggjadagin 23. juni 2000 og skulu sendast
til:
Viðareiðis skúlanevnd
v/ Mirjam Heinesen
FO 750 Viðareiði
Frá Havnar
Handverkarafelag
Broytt skrivstovutíð
Skrivstovan er nú opin soleiðis:
mánadag til og við fríggjadag
kl. 09.00–12.00 og
hósdag seinnapart frá kl. 15.00–18.00
Telefon 311548 · Telefax 319548
(telefonsvarari tekur ímóti boðum,
tá eingin er á skrivstovuni)
Tekniski Skúlin í Tórshavn
søkir lærarar
2 tímalærarar til el-deildina
Størvini eru tímalærarastørv, við møguleika
fyri føstum starvi seinni.
Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum elek-
trikari, hava prógv sum el-installatørur og
minst 2 ára starvsroyndir innan yrkið. Um-
søkjarar við hægri útbúgving hava fyrimun.
Eisini er áhugi fyri stødd-, alis- og evnafrøði,
og nýtslu av EDV ein fyrimunur.
Løn:
Lønin verður sambært sáttmála millum Før-
oya Landsstýri og FTL.
Størvni skulu setast skjótast tilber og í sein-
asta lagi 1. august 2000.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um út-
búgving, viðmælum og starvstíð skal vera
skúlanum í hendi í seinasta lagi 13. juni
2000.
Meira fæst at vita um størvini við at venda
sær til skúlan, tlf. 31 19 57.
Tekniski Skúlin í Tórshavn
Svimjivenjari
søkist
Fuglafjarðar Svimjifelag søkir eftir venjara
til svimjiárið 2000-2001.
Vit kundu hugsa okkum:
• at tú hevur verið á venjaraskeið ella
• hevur royndir innan svimjing.
Um hetta hevur tín áhuga:
Fæst meir at vita, við at venda sær til felagið
á tlf. 444187.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 15. juni 2000.
Fuglafjarðar Svimjifelag
Norðuri í Bø 3
530 Fuglafjørður