Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 4 - 8. januar 2004 Nr. 4 - 8. januar 2004 9 ÚTVARPIÐ tíðindaskriv Útvarpið leggur nú síðstu hond á fyrireikingarnar upp undir løgtingsvalið týs- dagin 20. januar, og ætlar útvarpið at bjóða lurtarun- um øðrvísi og meira spennandi valsendingar. Formansorðaskifti Valsendingarnar í ÚF byrja fríggjakvøldið 9. januar kl. 19.00 við einum orðaskifti millum floksformenninar. Kjakið fer fyrst og fremst at snúgva seg um teir mest týðandi politisku spurning- arnar, sum flokkarnir í eini samgongu eftir valið, skulu taka støðu til. Hvør flokkur ein dag Flokkarnir fáa síðan hvør sín dag í ÚF. Millum kl.10.10 og 11.00 skulu umboð fyri flokkin sita á máltráðnum og svara spurningum frá lurtarum. Trý umboð fyri hvønn flokk verða til reiðar í Studio 5 at svara spurn- ingum. Telefonirnar hjá mál- tráðnum, sum eru 311382 og 311383, fara at svara frá kl. 9.30. Til ber eisini at senda skrivligar spurningar við telduposti til val@uf.fo ella við telefaksi til 310471. Hvønn politikk hava flokkarnir at bjóða? Flokkarnir fáa eisini sjálvir orðið, uttan at útvarpsfólk ella lurtarar blanda seg uppí. Hvør flokkur fær eina framløgusending upp á 55 min., og tað er ikki longur nøkur treyt, at bert valevnir luttaka í hesum sendingum. Framløgusendingarnar verða sendar kl. 17.30. Flokkarnir "Í andgletti" Tann dagin flokkarnir hava framløgusending, fáa teir eisini orðið seinni um kvøldið. Kl. 18.50 møtir eitt um- boð fyri flokkin í sending- ini "Í andgletti", sum verð- ur send beinleiðis úr Studio 5. Helgi Jacobsen og Dánj- al Højgaard fara at seta spurningar. Sendingin verður ein hálvan tíma. Valtingið í Leikhøllini Tá spurnarsendingin er lið- ug, verður farið yvir í Leikhøllina, har Valtingið verður sett. Floksumboðið skal nú saman við tveimum øðrum umboðum fyri flokkin, svara spurningum frá hin- um flokkunum. Valtingið varir til kl. 20.00. Raðfylgjan Lutakast hevur verið um raðfylgjuna, sum flokkarnir fáa orðið eftir, og verður raðfylgjan henda: Leygardagin 10. januar: Sambandsflokkurin Mánadagin 12. januar: Fólkaflokkurin Týsdagin 13. januar: Tjóðveldisflokkurin Mikudagin 14. januar: Sjálvstýrisflokkurin Hósdagin 15. januar: Javnaðarflokkurin Fríggjadagin 16. januar: Hin stuttligi flokkurin Leygardagin 17. januar: Miðflokkurin Valagn Hvat halda veljararnir um hetta løgtingsvalið, og hvat agn verður brúkt í val- stríðnum? Tað fer útvarpið at kanna í sendingini "Val- agn", har vit hava bitar frá valstríðnum. Vit fara at ferðast kring landið at kanna valfepurin. Valagn- ini, sum verða 10 min. hvørt, verða send kl. 8.50, og tey, sum ikki hava møguleika fyri at lurta tá, kunnu lurta kl. 17.05, tá endursent verður. Gunnar Skúvadal og Sigmar Blá- berg fara at taka sær av hesum táttinum. Politiski valfundurin í Norðurlandahúsinum Sunnukvøldið 18. januar kl. 19 skipa sjónvarpið og útvarpið fyri felags val- fundi í Norðurlandahúsin- um. Fundurin verður skip- aður sum ein pallborðs- fundur við einum umboði fyri hvønn flokkin. Byrjað verður við einum umfari við pallborðið. Síðan verða fimm upplegg - eitt frá hvørjum flokki - frá einum røðarapalli við síðuna av pallborðinum. Uppleggini fara at snúgva seg um evnini, sum standa fremst í valstríðnum, og eftir hvørt umfar verður kjak við pallborðið. Valdagurin Týsdagin 20. januar verður útvarpið frá morgunstund- ini merkt av, at vit skulu manna nýtt løgting. Út- varpið fer at hava fólk í øll- um valdømunum, og í tíð- indasendingunum gjøgnum dagin, verður sagt frá, hvussu áhugin er fyri val- inum, og hvussu valhýrurin er kring landið. Kl. 17 kemur sendingin Valfepur. Hetta er sending við tón- leiki, reportasjum og sam- røðum um løgtingsvalið. Sendingin varir til kl. 20, men steðgur verður í, með- an tíðindini eru kl. 18.30. Kl. 20 byrjar valkvøldið í ÚF. Útvarpið fer at siga frá úrslitum, fáa viðmerkingar frá flokkunum, og at tosa við tey, sum verða vald, ella tey, sum ikki komu aftur í løgtingið. Valkvøldið skipa sjón- varpið og útvarpið í felag ein valdepil í Norðurlanda- húsinum, har umboð fyri flokkarnar, fjølmiðlar og onnur verða savnað at fylgja við uppteljingini, til valúrslitið fyriliggur, og nýggja tingið er mannað. Øðrvísi og meira spennandi valsendingar L Ø G T I N G S VA L 0 4 Kári M. Mortensen Javnaðarflokkurin, Suðurstreymoyar valdømi ítróttur Verða umstøðurar hjá ítróttini partur av tínum valstríði? Ikki beinleiðis, men eg havi fleiri sjónar- mið, sum hava við ítróttina at gera. Eg ætli mær at viðgera ítróttina í eini kom- andi blaðgrein Í hesum tíðum við teldu og nógvum kontórarbeiði, er stórur vandi fyri heils- uni hjá fólki. Vit eiga at leggja størri dent á ítrótt í fólkuskúlunum. Játtanin til ítrótt er ikki økt nógv seinastu árini, og tað er ikki gott nokk Eiga útlendsk ítróttafólk at fáa sersømdir í innflytaramálum? Spurningurin er tengdur at, um vit yvir- høvur skulu hava útlendskar leikarar í Føroyum. Eg haldi, at tað er gott fyri støðið í ítróttini, at útlendskir leikarar koma til landið. Persónliga dámar mær einki at ein ávisur bólkur skal hava ser- sømdir, tí eitt nú vinnulív hevur eins stóran tørv á útlendingum sum ítróttin og hví skal so ítróttin fáa sersømdir? Ítróttafólk eins og læknar taka ikki arbeiði frá nøkrum øðrum, og tí haldi eg, at hesin bólkur eigur at fáa sersømdir. Tað skal gerast lættari at fáa útlendsk ítróttafólk til Føroya, enn tað er í dag. Mín persónlíga meining er, at í mesta lagi skulu tríggir útlendskir leikarar vera á hvørjum liði. Hvussu skal landsliðsarbeiði hjá HSF betrast? Eg haldi, tað er stórt spell, at ungdóms- landsliðini eru dottin niðurfyri. Tað sæst eisini aftur, tí nú eru færri leikarar at seta við, og ikki minst eftir, at allir út- lendingarnir eru komnir í føroyskan hondbólt. Bara dyrkan av elituni er deyðadømd. Ungdómslandsliðini útihýsa ikki einum A-landsliði, heldur tvørtur- ímóti, tí tey eru partur av hvørjum øðrum Tað eru feløgini, sum mynda landsliðini, og tí mugu umstøðurnar verða í topp í feløgunum. Landsliðið er í dag væl fyri tekniskt og konditiónmessigt, men tað haltar við tí fysiska, tí feløgini gera ikki nóg við henda partin. Yngru landsliðini skulu eisini framaftur.Tað er ikki neyðugt við teimum mongu pengunum, tí mann kann fara til bíligar kapping við teimum í útlondunum Ingi Olsen Fólkaflokkurin, Norðstreymoyar valdømi Útvarpið setir skjøtil á sínar valsendingar fríggjakvøldið Hvør er betur málverji, Marian Cirloganescu ella John Danielsen? Besti málmaður er í Neistanum, men tá tú spyrt um teir báðar, so má eg siga teir eru rættiliga líkir. Teir svinga báðir nógv, men eg má siga, at tá Marian hevur ein góðan dag, er hann betur enn Johan. Marian plagar at geva okkum størri trupulleikar. Báðir hava sína styrki. Formurin hjá málmonnum er nógv treytaður av, hvussu væl liðini hjá teimum spæla. Í ár hevur Johan munin á Marian, tí hann er á einum betri liði enn Marian í løtuni, meðan støðan var umvend í fjør Anfinn er ikki liðugur sum løgmaður Hóast flestu flokkar avskriva Anfinn Kallsberg sum løg- mansevni, so eru allir súðir ikki syftar enn. Samfelagsfrøðingur- in, Bogi Eliassen og formaðurin í ting- bólki Fólkafloksins, Óli Breckmann, eru á einum máli um, at hinir flokkarnir vilja fara langt fyri at koma í samgongu, og tá er als ikki óhugs- andi, at teir broyta støðu viðvíkjandi Anfinni Kallsberg. LØGMANSEVNI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Onkur hevur í skemti nevnt hann sum "Dead man walk- ing" í føroyskum politikki. Kortini sýtir Fólkaflokkur- in fyri at geva seg undir trýstinum frá hinum flokk- unum, og flokkurin tvíheld- ur framvegis um, at Anfinn Kallsberg er besta evni at stjórna landinum. Stuðulin fyri Anfinni Kallsberg sum løgmans- evni er við at fána burtur í einki millum hinar flokkar- nar. Tjóðveldisflokkurin, Sambandsflokkurin, Javn- aðarflokkurin og Sjálvstýr- isflokkurin hava boðað frá, at flokkarnir taka ikki undir við Anfinni Kallsberg sum løgmanni í eini komandi samgongu. 0Bæði samfelagsfrøðingur- in, Bogi Eliasen, og for- maðurin í tingbólki Fólka- floksins, Óli Breckmann halda kortini, at tað er ov tíðliga at skriva nekrologin um Anfinn Kallsberg í før- oyskum politikki. Bogi og Óli eru á einum máli um, at kemur tað til skarpskeringar um at koma samgongu ella ikki, gongur tað skjótt báðar vegir, og flokkarnir vilja fara langt fyri at koma í samgongu. Skarpskeringar Formaðurin í tingbólki Fólkafloksins, Óli Breck- mann, tekur ikki hóttanir- nar frá hinum flokkunum fyri fult. Hann sigur, at tá tað kemur til telvingina um eitt samgongusamstarv, eru heilt aðrar spælireglur gald- andi, enn undir valstríðnum Óli greiðir frá, at enda- málið við politikki er at fáa ávirkan, og flokkarnir vilja tí gera alt fyri at koma í samgongu. Hann er tí sann- førdur um, at stendur tað flokkunum í boði at koma í samgongu við Fólka- flokkin, skal ikki tað stóra til fyri at hálsa um. – Undir samgongusam- ráðingum hava vinarlag og ideologi minna at siga, har er tað realpolitisk egin- áhugamál sum eru gald- andi. Ein og hvør flokkur má gera upp við seg sjálv- an, hvat hann vil lata fyri at koma í eina samgongu. Samgongusamráðingarnar hesaferð vera einki undan- tak. Hinir flokkarnir mugu gera av, hvønn prís teir vilja geva fyri at koma í sam- gongu við Fólkaflokkin, greiðir Óli Breckmann frá. Kunnu hálsa um Samfelagsfrøðingurin, Bogi Elissen er samdur við Óla Breckmann. Hann heldur eisini, at spælireglurnar broytast, tá tað kemur til at fáa eina samgongu undir land. Bogi Eliassen heldur avgjørt, at møguleiki er fyri, at flokkarnir broyta sína hugsan um Anfinn Kalls- berg, so skjótt valið er av, og farið verður undir sam- gongusamráðingar. Kortini væntar hann, at Tjóðveldisflokkurin fer at halda við sítt. Tjóðveldis- flokkurin hevur gjørt tað til sítt mál at tryggja, at rei nføri er í politisku skipanini í Føroyum. Hálsar flokkur- in um á hesum økinum, er vandi fyri, at veljarin missir álitið á Tjóðveldisflokkin – Politikkur snýr seg sum at koma í samgongu og fáa ávirkan. Gevur veljarin An- finni Kallsberg dygga und- irtøku á løgtingsvalinum, so er ikki óhugsandi, at bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin broyta støðu, sigur Bogi Eliassen. Hann sigur, at hóast bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu eitt misálit á løgmann klárt, kunnu flokkarnir, eftir valið, verja seg við, at Anfinn hevur tikið sín straff, tá hann útskrivaði nýval. Tað verður í roynd og veru altíð ein spurningur um, hvussu nógv flokkarnir vilja geva fyri at fáa avirkan, sigur samfelagsfrøðingurin. Trýst innanhýsis Spurdum, um hví Fólka- flokkurin framhaldandi tví- heldur um Anfinn Kalls- berg sum løgmansevni, svarar Bogi Eliassen, at Fólkaflokkurin vil ikki geva seg fyri trýstinum, men vil heldur standa fast um sítt. – Vísir tað seg, at Anfinn fær at eitt gott val, so hevur fólkafloksveljarin fyrigivið honum og hann verður stuðlaður sum leiðari í flokkinum. Verður tað støð- an, hevur Fólkaflokkurin eftir øllum at døma satsa rætt, vísir Bogi á. Bogi Eliassen vil kortini ikki útihýsa møguleikanum fyri, at tað møguliga kann koma trýst innanhýsis í Fólkaflokkinum, um tað vísir seg, at møguleikarnir fyri at koma í samgongu versna, tí teir framhaldandi vilja halda fast um Anfinn Kallsberg sum løgmansevni. – Stendur Fólkaflokkurin seg betur undir samgongu- samráðingunum uttan An- finn Kallsberg sum løg- mansevni, er ikki óhugs- andi, at hann verður offr- aður og at aðrir koma fram, sigur samfelagsfrøðingurin. Hann leggur afturat, at løgtingsvalið hesaferð er ótrúliga umráðandi fyri allar flokkar. Allir flokkar vilja sleppa í samgongu fyri at fáa ávirkan, og tí fara flokkarnir at gera nógv fyri at koma í samgongu. Bogi leggur afturat, at tað er ómetaliga torført at gera metingar um, hvussu pol- itiski leikurin fer fram verður eftir valið. –Vit mangla mynstur, tí vit hava ongar greiðar reglur fyri, hvussu slík mál, sum tað hjá Anfinn, verða viðgjørd politiskt. Vit hava onga siðvenju á hesum økinum, og tí er ringt at gita, hvat fer at henda eftir valið, sigur hann. Hóast flestu flokkar avskriva Anfinn Kallsberg sum løgmansevni, halda bæði Óli Breckmann og Bogi Eliassen, samfelagsfrøðingur, at møguleikin framvegis er til staðar fyri, at hann verður løgmaður eftir valið 20. januar Mynd: Jens K. Vang Mið- flokkurin stuðlar framvegis Anfinni Miðflokkurin sig- ur, at allir floks- formenn - eisini Anfinn Kallsberg eru løgmansevni hjá flokkinum. Hann heldur, at tað er burturvið at sálda frá longu í valstríðnum. LØGMANSEVNI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Hóast flestu flokkar ikki ynskja Anfinn Kalls- berg sum løgmann eftir løgtingsvalið 20. januar, vil Miðflokkurin ikki útihýsa møguleikanum. Jenis av Rana sigur, at allir formenn hjá teim- um ymisku flokkunum kunnu koma upp á tal sum løgmaður. Hann heldur tað er burturvið at sálda nøkur evni frá undir valdyst- inum. Jenis heldur lítið um mannagongdina hjá hinum flokkunum við- víkjandi málinum um Anfinn Kallsberg. – Skal tað koma annað upp á, hvør verður nevndur í eini krimibók, so kunnu nógvar krimi- bøkur verða skrivaðar um politikkarar, men so gerast vit eisini fátækari politiskt, sigur hann. C M Y K 9 8